Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2003 21 8 Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003 1. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? – Kann hasin spurningurin ikki verður broyttur til um mánaðin? Nei, tað er ikki ofta, at eg geri mat, tað má eg viðganga. 2. Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur? – Eg eri ikki serliga húsligur. Men tað man vera, tá eg sigi, at nú er nokk. Tá geri eg alt, sum skal til, dustsúgvi, ruddi, vaski gólv og so framvegis. Tá er man nokk so stoltur av sær sjálvum – í nakrar tímar í øllum førum. 3. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær best? – Tað er at vaska upp. 4. Og hvørja dámar tær so ikki so væl? – Eg orki ikki fyri at turka av og dustsúgva. 5. Hvør vaskar og strýkur tíni klæði? – Tað geri eg sjálvur, uttan tá eg eri til arbeiðis. Tá tekur Maiken sær av tí. 6. Hvat er tín spesialitetur innan matgerð? – Eg haldi, at eg geri nakrar rímuliga góðar búffar. Tá eru teir reyðir og blóðugir. 7. Hvussu hevur tú tað við nál og tráð? T.d. skifta knapp í eini skjúrtu? – Eg havi onkuntíð skift knappar, teir halda, men tað sær ikki nær so gott og pent út, sum á keyptum skjúrtum. Men sum sagt teir halda. 8. Hvussu ofta vaskar tú kuldaskápið? – Tá tað treingir til…og eitt sindur seinni. 9. Hvussu nógv natron brúkar man, tá man bakar bollar? – Hatta er eitt trick – question. Eg havi í øllum førum bert bakað bollar við bakipulvuri. Tað var gott nokk í USA. 10. Hvør tømir uppvaskimaskinuna? – Har er ongin. 11. Hvussu klárar tú teg við hamara og sag? – Eg klári meg við tí til tað ,sum skal gerast. 12. Á einum skala frá 1 til 10, hvussu góður ert tú tá við bilin hjá tær? – Nú er tað so, at eg eigi bara gamlar bilar, men eg eri sera góður við teir. Eg havi altíð ein dreym um at gera teir í stand, so at teir koma at síggja líka gott út, sum tá teir vóru nýggir, men eg veit ikki…tað blívur bara ongantíð til nakað. Men um tú spurdi bilin, so segði hann nokk 6, meðan eg sjálvur sigi 8. 13. Hvussu langa tíð nýtir tú til at gera teg kláran, tá tú skalt út í býin eitt leygarkvøld ella til eina veitslu? – Tað skal ikki tann stóra tilrættisleggingin til. Men um eg skal vaska og turka klæðir og so brúsuna afturat, so kann tað fara at tátta í einar tveir tímar. Men um eg bara skal í brúsu, so tekur tað ikki so langa tíð. 14. Hvør passar urtapottarnar? – Eg havi ikki serliga grønar fingrar, so tað er ikki eg. 15. Hvussu heldur tú føðingardag? – Flestu føðingardagarnir hjá mær hava verið ball fallera. Men tveir teir seinastu hava ikki verið tað stóra at reypa av. Nú eru árini við at gerast mong í tali, so tað er ikki so stuttiligt at halda føðingardag longur. Høgni í Jákupsstovu, ítróttarvertur í SvF: – Eg eri ikki serliga húsligur <Ph_1> útsett eina viku! Ph_1 ver›ur ikki aftur í Sosialinum um fjúrtan dagar sum vanligt. Av serligum orsøkum er ta› útsett til mikudagin 4. juni 2003. Amerikanarar ivast ikki í, at at tað var yvirgangsfelagsskap- urin al-Qaeda, sum skipaði fyri bumbuat- sóknini í saudi- arabiska høvuðsstað- num gjáranáttina YVIRGANGUR Árni Joensen - Alt bendir á, at tað er al- Qaeda, sum hevur skipað fyri atsóknini. Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, løtu eftir, at hann hevði frætt um bumbuat- sóknina í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh gjáranáttina. Embætismenn í Wash- ington søgdu seinni, at har var lítil og eingin ivi um, at tað var felagsskapurin hjá Osama bin Laden, sum hevði skipað fyri atsóknini. Embætismenninir vístu á, at tær fýra bumburnar brustu samstundis, og tað hevur fyrr víst seg at vera tann vanliga framferðin hjá al-Qaeda. Sambært ameri- kansku embætismonnunum hevur CIA havt illgruna um, at al-Qaeda var í ferð við at fyrireika eina atsókn, og hesin illgruni var eisini orsøkin til, at amerikansku myndugleikarnir sendu eina ávaring úr tann 1. mai. Í gjár kom eisini fram, at saudiarabiska løgreglan hevur leitað eftir 19 monn- um seinastu átta dagarnar, tí illgruni er um, at teir hava samband við al-Qaeda. Tann 6. mai var skotbardagi millum løgregluna og teir 19 menninar, sum allir sluppu til rýmingar. Høvuðsmálið hjá al- Qaeda hevur alla tíðina verið at fáa noyða USA at taka sínar hermenn úr Saudiarabia. Hermenninir hava verið har síðani Flógvakríggið í 1991, og Osama bin Laden hevur fleiri ferðir sagt, at hann fór ikki at helma í, fyrr enn tann seinasti heidni her- maðurin var farin úr tí heilaga Saudiarabia. Atsóknin í gjár var greitt vend ímóti amerikanarum í Riyadh, og álopið er ikki tað fyrsta av hesum slag- num. Í 1995 doyðu fimm amerikanarar og tveir indarar í einari bumbuat- sókn í Riyadh, og í juni árið eftir doyðu 19 amerikan- arar, tá ein bumba brast á einum byggiplássi í býnum Khobar. Hann skal selja tvøst Síðst í hesum mánaðinum fer norski forsætisráð- harrin, Kjell Magne Bondevik, til Japan at vitja, og nú vóna norsku hvalabátarnir, at forsætisráðharrin kann sannføra japanar um, at teir eiga at keypa stórhvalatvøst úr Noregi. Sum er eru tað bara føroyingar og íslendingar, sum keypa stórhvalatvøst úr Noregi, men tað hevur víst seg at vera trupult at fáa fótafesti á japanska marknaðinum. Hetta kemst av, at japanar hava sett nýggj krøv um góðsku og vørumerking, men nú vóna teir, sum eiga hvalabátarnar, at forsætis- ráðharrin kann fáa glið á. Norska stórhvalaveiðan byrjar hesa vikuna. 34 hvalabátar hava fingið loyvi at skjóta 711 sildrekar. Avrátt er, at bátarnir fáa í minsta lagi 29,25 norskar krónur fyri eitt kilo av tvøsti. Í ES um fýra ár Myndugleikarnir í Kroatia hava sett sær fyri, at landið skal royna at fáa limaskap í ES í seinasta lagi um fýra ár. Ráðharrin í evropeiskum viðurskiftum, Neven Mimica, sigur, at allir flokkar tóku undir við um- sóknini um limaskap, sum varð send til Bruxelles fyri trimum mánaðum síðani. Tað hevur eisini víst seg, at ein stórur meiriluti av kroatiska fólkinum vil sleppa upp í evropeiska samveldið. Sambært teirri seinastu meiningakanningini taka 78 prosent undir við limaskapi í ES. Men bæði politikararnir og fólkið eru greið yvir, at limaskapur í ES fer at seta stór krøv, sigur Neven Mimica. Hann vísir á, at tað eru bara átta ár, síðani kríggj var í landinum, og Kroatia stríðist framvegis við leivdirnar av teirri gomlu kommunistisku stýris- skipanini. Nógvar nýskipanir eru kortini framdar, men nógv er eftir, skulu vit gera okkum vónir um at sleppa upp í ES, sigur kroatiski ráðharrin. Kennedy hevði sína Monicu Skjøl, sum júst eru almannakunngjørd, benda á, at John F. Kennedy, forseti var meiri enn væl við eina unga kvinnu, sum arbeiddi í Hvítu Húsunum, meðan hann var forseti fyrst í sekstiárunum. Søgumaðurin Robert Dallek endurgevur í einari nýggjari bók eina samrøðu við tíðindaskrivaran hjá Kennedy, Barbaru Gamarekian, í 1964. Í samrøðuni umrøður tíðindaskrivarin eina 19 ára gamla kvinnu, sum var í starvsvenjing í Hvítu Húsunum. Sambært tíðindaskrivaranum dugdi kvinnan ikki stórvegis skrivstovuarbeiði, men kortini var hon við forset- anum, tá hann var á ferð onkunstaðni. Niðurstøðan hjá Barbaru Gamarekian er, at forsetin og tann 19 ára gamla kvinnan høvdu kynsligt samband. Tíðindaskrivarin kravdi upprunaliga, at innihaldið í samrøðuni skuldi ikki almannakunngerast, men loyvdi kortini Robert Dallek at lesa hana í sambandi við ta nýggju bókina. Nú hevur Kennedy-bóka- savnið í Boston gjørt av at almannakunngera alla samrøðuna. Jarðaður 60 ár seinni Ein tann mest heiðraði bretski flogskiparin undir seinna heimsbardaga verður jarðaður í Týsklandi í dag næstan 60 ár eftir, at hann hvarv á einari kanningarferð yvir Suðurtýsklandi. Adrian Warburton hvarv á einari kanningarferð í 1944, og lík hansara varð ikki funnið fyrr enn í fjør. Warburton fær eina heiðursjarðarferð á serliga kirkjugarðinum hjá bretska samveldinum í týska býnum Dumbach, sigur bretska flogvápnið. Italska løgreglan hevur avdúkað eitt brotsmannalið, sum seldi pinkubørn BARNAHANDIL Árni Joensen Løgreglan í Italia handtók mánadagin ein mann og tríggjar kvinnur, sum eru ættað úr Ukraina, og sum nú eru skuldsett fyri at hava selt pinkubørn. Løgreglan fekk illgruna til tey fýra fólkini fyri nøkrum mánaðum síðani, men tá hildu myndug- leikarnir, at tey fingust við skøkjuvirksemi og rúsevn- ishandil. Men kanningarnar hjá løgregluni avdúkaðu nakað anna. Tað eydnaðist einum sivilklæddum løgreglu- manni at fáa samband við eina av teimum ukrainsku kvinnunum, og í teirri fyrstu samrøðuni beyð kvinnan sær til at selja løgreglumanninum eitt barn, sum hon hevði átt tveir dagar frammanundan. Fyri barnið vildi hon hava 50.000 evrur ella krónur. Mánadagin stóð kvinnan í rættarhølinum í suður- italska býnum Bari. Dóm- arin, Ginnario Carofoglio, greiddi frá, at tann sivil- klæddi løgreglumaðurin hevði spurt kvinnuna, um hon veruliga var til reiðar at selja sítt egna barn, og um hon ikki mundi fara at iðra seg um tað seinni. Men kvinnan svaraði nei hvørja ferð, løgreglumaðurin spurdi, segði dómarin. Tær tríggjar kvinnurnar hava greitt løgregluni frá, at tær komu til Italia at ar- beiða sum skøkjur, men løgreglan er sannførd um, at veruliga málið við ferð- ini til Vesturevropa var at selja børn. UTTAN ÚR HEIMI Al-Qaeda gjørdi aftur vart við seg Brotsmannalið seldi børn Fleiri hús og nógvir bilar vórðu fullkomiliga oyðiløgd í teimum sterku spreingingunum. Her hyggur ein saudiarabiskur løgreglumaður at einum av bumbustøðunum Myndir: Reuters C M Y K 21 20