mikudagur 14. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Av teimum tíggju
liðunum í næstbestu
deildini hava seks
teoretiskan møgu-
leika at flyta upp, og
óivað fara tey øll at
leggja seg eftir einum
plássi millum tey fýra
fremstu, ið krevst fyri
at fáa møguleikan
2. DEILD BYRJAR
Hilmar Jan Hansen
Hóast stórur partur av fót-
bóltstosinum og umrøðuni
ár undan ári snýr seg um ta
bestu
mansdeildina,
er
næstbesta deildin avgjørt
eisini áhugaverd. Har er
tað, at biðlarnir til pláss í 1.
deild eru at finna á hvørj-
um ári.
Verður hugt at, hvørji lið
eru at finna í 2. deild í ár, so
sæst skjótt, at her eru fleiri
lið, sum eina ferð høvdu
nógv upp á hjarta í føroysk-
um 1. deildarfótbólti.
TB, B71 og ÍF kenna øll
søta smakkin av einum før-
oyameistaraheiti, hóast eftir-
hondini mong ár eru liðin,
síðani tað gekk teimum so
væl. TB vann tað síðsta av
sínum seks meistaraheitum í
1987, B71 var meistari í
1989 og ÍF aftur í 1979.
Sumba var í 1. deild frá
1998 til 2000, og eingin ivi
man vera um, at sumbingar
heldur enn fegnir liggja
framvið at sleppa uppaftur.
Og so eru tað leirvíkingar,
ið vóru »fast inventar« í
bestu deildini frá 1982 til
1989, men síðstu ferð bara
vóru uppi og vendu í 1993.
Aftur at hesum fimm, ið
altso hava roynt eitt sindur
av hvørjum, eru so uppflyt-
ararnir úr AB, ið kanska eru
teir, ið hava dubbað seg
mest til komandi kapping-
ina í 2. deild.
Hesi seks nevndu feløg-
ini fáa so fylgju av næst-
bestu manningunum í B36,
KÍ, VB og B68, ið meira
enn so kunnu blanda seg
upp í oddastríð og alt
møguligt annað, men tó
ikki kunnu flyta upp, tí
bestu liðini hjá feløgunum
longu frammanundan eru í
1. deild.
Einasta vegin, hesi lið
kunnu sleppa, er niðureftir,
og tað hevur heldur ikki
verið óvanligt tey seinnu
árini, at tað eru júst nøkur
av teimum »næstbestu«, ið
ikki klára at sigla millum
skerini, tá kappingin nærk-
ast endanum.
Hava verið nær
Fyri at venda aftur til pote-
ntiellu uppflytararnar, so er
torført at spáa nakað um,
hvussu teimum fer at gang-
ast.
TB endaði aftast í 1.
deild og flutti niður, og
seinnu árini hevur aldurs-
forsetin í føroyskum fót-
bólti gjarna lagt nógva orku
í at koma uppaftur sum
skjótast. Hvussu stórur
munurin er á botninum í 1.
deild og toppinum í 2.
deild, er ringt at siga, men
TB vil altíð vera eitt boð
upp á ein uppflytara, og
verður helst roknað sum ein
av
favorittunum
undan
kappingini.
Um tú spyrt sandoyingar,
so halda teir neyvan, at
hepni hevur verið við teim-
um síðstu tvey árini. Fyrst
endaðu teir næstaftast í 1.
deild í fyrraárið og taptu
upp- og niðurflytingardyst-
irnar móti Skála og fluttu
niður. Og hóast B71 í fjør
var næstfremst í 2. deild,
tapti liðið enn eina ferð
dystirnar um upp- og nið-
urflyting — hesa ferð móti
EB/Streymi.
Einki er at ivast í, at tey í
B71 vóna, at triðja ferðin
verður tann besta ferðin, og
at Sandoyggin aftur er við í
toppinum í føroyskum fót-
bólti næsta ár.
Fuglfirðingar halda seg
neyvan vera stórt hepnari
enn B71, tí eftir at teir í
1999 endaðu eitt fýra ára
skeið í 1. deild, hava teir
bara verið »næstan« á veg
uppaftur. Fyrst taptu teir
dyst um upp- og niðurflyt-
ing móti FS Vágum í 2000,
tá ÍF endaði næstfremst í 2.
deild. Og bæði í fjør og
fyrraárið vantaði bara eitt-
ans stigið í hjá ÍF at røkka
næstfremsta plássinum, ið
gevur upp- og niðurflyt-
ingardystirnar.
Slíkt er ikki stuttligt fleiri
ár á rað, so tí er hetta árið
óivað ein allarsíðstu kjans-
ur, fuglfirðingar geva sær
sjálvum — skulu teir ikki
heilt missa vónina um at
sleppa uppaftur í 1. deild.
»The dark horse«
Sum nevnt, var Sumba fyri
bara trimum árum síðani í
1. deild, og tá hevði felagið
sín longsta steðg har higar-
til — trý kappingarár á rað.
Tvey tey fyrstu árini yvir-
livdu sumbingar upp- og
niðurflytingardystir móti
LÍF, men síðsta árið gav
aftasta plássið beinleiðis
niðurflyting.
Hesi bæði árini, sum
síðani eru farin, hevur
Sumba ikki ordiliga verið
frammi í oddinum, tá kapp-
ingin er endað, men í fjør
var Sumba bara eitt stig frá
upp- og niðurflytingardyst-
inum, tá fýra umfør restaðu
í, men so dragnaði.
Leirvíkingar
minnast
sjálvandi enn tey bæði ár-
ini, tá júst sumbingar forð-
aðu teimum at koma upp-
aftur í 1. deild. Men síðani
hava avrikini hjá LÍF ikki
verið tað stóra at reypa av,
og síðstu trý árini er liðið
endað millum tey aftastu.
Spurningurin er so, um LÍF
hevur orku og evni at leggja
seg út í oddastríðið í ár,
men givið er, at tað í øllum
førum
krevur
munandi
meira av liðnum, enn tað
hevur víst undanfarnu árini.
At enda er tað so »the
dark horse«, AB, sum er
spildurnýtt lið í 2. deild,
men kortini av mongum
verður roknað sum ein upp-
lagdur kandidatur til okkurt
av fremstu plássunum í
næstbestu deildini.
Liðið er trimmað til hetta
kappingarárið, og eitt nú í
teimum báðum innleiðandi
dystunum í steypakappingini
eydnaðist á útivølli at basa
tveimum av komandi kapp-
ingarneytunum í 2. deild, ÍF
og Sumba, so AB vann sær
pláss í bólkaspælinum.
Mest rávørutilfeingi
Eftir eru so tey fýra liðini
hjá B36, KÍ, VB og B68, ið
mest mugu sigast at hava
eina satelittuppgávu sum
rávørutilfeingi hjá 1. deild-
arliðunum í somu feløgum.
Av teimum plagar B36 at
standa seg best, meðan árs-
úrslitið hjá KÍ ofta er meira
svingandi. VB, sum var
uppflytari í fjør, kom upp
móti miðjuni og fer kanska
at royna eftir meira í ár. Og
so fæst at síggja, um B68,
sum eftir upp- og niðurflyt-
ingardystir móti grannun-
um úr NSÍ, fer at halda tørn
í næstbestu deildini.
Hvussu er og ikki, so
plaga hesi liðini, ið ikki
kunnu sleppa longur upp, at
dríva á fyrra partin av
kappingini og kanska meira
enn tað. Gjarna eru tey
eisini javnan mannað við
spælarum, ið hava potentiali
til fyrsta lið í feløgunum, og
tað kann geva eina styrki, ið
spælir fleiri av hinum liðun-
um eitt puss av og á.
Men tá landskappingin
nærkast endanum, tynnast
hesi »næstbestu« liðini
ofta, tí fólk verður tikið av
teimum og upp í 1. deild.
Er hetta eftir »strikuna«,
sleppa spælararnir ikki
niðuraftur.
Og so er heldur ikki
ókent, at onkur av feløgun-
um í síðsta enda — um
støðan í 1. deild loyvir tí —
velja at senda nakrar fræg-
ari spælarar niður á hesi
liðini, um tað kann sleppa
teimum undan niðurflyting
í 3. deild, tí fyri 1. deildar-
feløgini hevur tað nógv at
siga, at aspirantarnir til 1.
deild ikki skulu finnast
longur niðri enn í 2. deild.
Nr. 91 • mikudagur • 14. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fleiri eru um boðið
Hóast besta deildin oftast fær størstu umrøðuna, so er spenningurin millum tey næstbestu eisini stórur
23
22
Nr. 91 - 14. mai 2003
TÍÐINDASKRIV
Árliga musikkstevnan hjá
føroysku hornorkestrunum
verður í ár í Runavík.
Luttakandi orkestrini eru 9
í tali, men av tí, at Sørvágs
Tónleikarafelag og Vest-
manna Hornorkestur í ár
spæla saman, verður talan
um 8 framførslur. Konsert-
in verður í ítróttarhøllini í
Runavík dýra biðidag. Har
vera 4 pallar, og orkestrini
spæla 12 minuttir í part.
Endað verður við at øll
orketrini spæla 2 marsjir
saman. Um kvøldið verður
veitsla á Svangaskarði kl.
19.
Musikkstevnan
verður
sett í ítróttarhøllini í Runa-
vík av Rodmundi Nielsen,
býráðsformanni kl. 14.
Síðan spæla orkestrini í
hesi raðfylgju:
Nes Sóknar Musikkfelag
Sørvágs Tónleikarfelag &
Vestmanna Hornorkestur
Harmoniorkestrið G.H.M.
Klaksvíkar Hornorkestur
Havnar Ungdóms-
hornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur
Fuglafjarðar Hornorkestur
Havnar Hornorkestur
Siður hevur verið, at
orkestrini skiftast um at
skipa fyri hesum tiltakið,
sum má metast at vera
hæddarpunktið á tónleika-
árinum hjá hornorkestrun-
um. Tað eru í ár 40 ár, síðan
Nes Sóknar Musikkfelag
byrjaði at spæla, og er tað tí
sera hóskandi, at NSM hesa
ferð skipa fyri stevnuni.
3 spælarar hava verið við
alla tíðina, men umframt
tað hevur orkestrið havt
stóra tilgongd av ungum
spælarum í góðum sam-
starvi við musikkskúlar og
–
lærarar.
Spælararnir
koma úr flestu bygdum í
Runavíkar kommunu um-
framt av Toftum, av Strond-
um, av Skála og úr Oynd-
arfirði. Samstarvið millum
bygdirnar hevur verið fyri-
myndarligt. Við okkara 28
spælarum eru vit eitt av
best mannaðu orkstrunum í
landinum.
Nes Sóknar Musikkfelag
vónar, at nógv nýta høvið
til at hoyra góðan og fjøl-
broyttan
horntónleik
á
konsertini í ítróttarhøllini í
Runavík dýra biðidag - 16.
mai 2003 kl. 14.
Gylta morgunstund
Gylta morgunstund
blítt summarvindin hitar,
lívgandi øll smálomb nemur,
hvørt eitt strá á bønum litar.
Gylta morgunstund
vekur sál úr vetrardvala,
vermur seg við fyrstu glæmur,
skyggjandi úr kavi spæla.
Gylta morgunstund
speglar lívsins morgunroða,
eins og barn at brósti sýgur,
lív frá morgunsól vit fáa.
Gylta morgunstund
við silvitni á tanga,
hagasóljan sprettur glað,
rósurunnar anga.
Gylta morgunstund
er Orfeusi at bana,
vaknaði úr døgg og dvalu
summardáin væna.
Gylta morgunstund
nú heiðafuglur letur,
gloymt er stríð og strev
og tann kaldi vetur.
Valdemar á Løgmansbø
apríl 2003
TÍÐINDASKRIV:
15.-18. mai skipar Kirkju-
liga Heimamissiónin fyri tí
vælumtókta ársmøtinum í
Leguhúsinum í Nesvík, har
nógv fólk úr øllum landin-
um plaga at savnast. Evnið
í ár er Guds kall. Byrjað
verður hósdagin 15. mai og
hildið verður á til sunnu-
kvøldið 18. mai.
Skráin hevur okkurt at
bjóða bæði til børn, ung og
vaksin. Ein serstøk barna-
skrá er eisini, so meðan for-
eldur eru til møti og annað,
verða børnini ansað í ítriv-
rúminum og úti, har spæli-
pláss, graslíkisvøllur og ein
hylur er at rógva í.
Eins og til vanligu tiltøk-
ini í Nesvík, so verður
nógvur sangur á skránni,
bæði felags- og kórsangur.
Hvørt kvøld er møti, har
ymiskir talarar og kór lut-
taka og um dagarnar eru
orðaskifti og frágreiðingar á
skránni. Sunnudagin verður
eisini skipað fyri einum
serligum familjumøti við
luttøku av barnakóri.
Talarar á ársmøtinum í ár
eru millum annað Marius
Jacobsen, Leirvík, Niels
Jacob Nielsen, trúboðari,
Strendur, Regin Høgnesen,
trúboðari, Leirvík, Sverri
Kass, Strendur og Bergur
D. Joensen, prestur, Argir.
Eisini er vitnisburður, orða-
skifti og frágreiðingar á
skránni.
Nógvur sangur verður
eisini á skránni. Byrjað
verður til dømis við einum
sangmøti, har streingja-
kórið úr Vágoynni og "Pet-
ur Hans Hansen & Thomas
Dam" syngja og spæla.
Annars verður tað kórið
Gleði úr Klaksvík, Tabor-
kórið av Toftum, Thabor-
kórið úr Fuglafirði, ung-
dómsbólkurin Prayz og
barnakórið úr KFUM & K
úr Klaksvík, ið luttaka við
sangi.
Cafe við livandi tónleiki
er eisini á skránni.
Savnað verður inn til
ymisku arbeiðsgreinarnar
hjá Heimamissiónini.
Eisini verður høvi at
keypa ymiskar kristiligar
bøkur og fløgur frá Heima-
missiónsforlagnum.
Møtini eru ókeypis. Um
ein ynskir at eta og gista í
Nesvík, er neyðugt at boða
frá luttøku áðrenn.
Leguhúsið í Nesvík fyllir
í ár 10 ár. Tað varð vígt og
tikið í brúk á Ársmøtinum í
1993, og síðani tá hevur tað
verið karmur um ein stóran
part av landstiltøkunum hjá
Heimamissiónini. Næstan
hvørt einasta vikuskiftið í
árinum, og alla summarfrí-
tíðina verður Leguhúsið
nýtt til barnalegur, ung-
dómslegur,
bygdalegur,
skeið og annað, og húsið
hevur roynst sera væl.
Ársmøtið í Nesvík
Nes Sóknar Musikkfelag skipar dýra biðidag fyri 38. musikkstevnuni
Gunnbjørn Joensen
Hósvík
Eftir øllum at døma er tað
demokratiska valið, sum
fólkaatkvølað var, ikki góð-
tikin av minnilutanum, tað
vil siga ja-sigarunum.
Á kunnandi fundum, sum
vóru í øllum bygdunum,
umfataðar av fólkaatkvøð-
unum um at leggja komm-
unurnar, sum hava arbeitt
saman í kommunufelags-
skapinum í Sundalagnum,
varð upplýst, at kommun-
urnar høvdu kunnað tikið
avgerð um samanlegging á
einum
bygdaráðsfundi,
men at kommunurnar hildu
tað verða rættast at fara út
til borgaran við eini fólka-
atkvøðu, soleiðis at borgar-
arnir í hvørjari bygd sær
skuldu sleppa at avgera,
hvussu bleiv við hesi ætlan.
Upplýst varð eisini, at
markið var 50 prosent, t.v.s.
um tað vórðu 50,1 prosent
sum søgdu ja, so varð tað
avgjørt,
at
kommunan
skuldi leggja saman við
hinum kommununum. Úr-
slitið kenna vit, tað vórðu
81 sum atkvøddu Nei og 71
sum atkvøddu Ja.
Hetta fall ikki í góða jørð
hjá minnilutanum og harvið
bygdaráðnum. Eftir hetta,
varð lagt har út, ein skipað
niðurgerðarherferð av Nei-
sigarar fór fram í fjøl-
miðlunum.
1
• Hetta
vóru
aftur-
haldskreftirnar
í
bygdini
• Hetta var gamal egg
millum Hósvók og
Hvalvík frá 50 árun-
um
• Hann hevði kunna
hugsað sær at lagt frá
sær, og latið aftur-
haldskreftirnar slopp-
ið til.
Sitat:
frá
borgar-
stjóranum
Jógvan
Mørkøre, í útvarp-
inum valkvøldið
2
• Manglandi vit og skil
frá Várharra
• Gomlu, negativu og
ókonstruktivu bygda-
fólkini
• Hugsa ikki um fram-
tíðina
• Tvørir
• Uttanfyri alt og øll
• Prumpur aftan?
Sitat: Sonja F. Mørk-
øre, Sosialurin 08/05-
03
3
• Gravarbakkapersónur
• Merkt av elli og
klandri
Sitat: Jonhild Her-
manssen, bygdaráðs-
limi, í Dimmu 08/05-
03
4
• Gamalt agg
• Mugu koma til for-
nuft
Sitat: Eyðgerð Kruse,
Sostatt 09/05-03
5
• Einki sløkkilið
• Eingin
umhvørvis-
nevnd
• Mugu á knæ fyri at
biðja um samstarv
• Koma undir umsiting
Sitat: Jógvan Mørk-
øre, borgarstjóri í
samrøðu við Sosialin
08/05-03
Hetta eru bet nøkur dømir
um hvussu Nei-sigararnir
hava verið hunddálkaðir í
fjølmiðlunum seinastu dag-
arnar.
Eftir at Ja-sigarar hava
verið úti og sett Nei-sgarar í
bás, við at skírt tey at vera
tvør, bðtt, gravarbakkafólk,
fara umborð fyri Ja-sigarar
(lærisveinar bygdaráðsins)
hús úr húsi og spyrja fólk
eftir undirskriftum, um at
gera sum minnilutin sigur.
Sjálvandi hava fólk ringt
við ikki at skriva undir, tú
um tú ikki skrivar undir, ja
so kanst tú hava trupul-
leikar við at liva í hesi
bygdini, tí so ert tú ein av
hesu tvøru, býttu gravar-
bakkafólkunum.
Hetta er ein álvarslig
hóttan móti demokratinum.
Fyrst hevur tú eina fólka-
atkvøðu, har tú stendur
einsamallur yvirfyri einum
Ja ella Nei. Hetta er í trún-
aði, eingin hevur krav uppá
at vita, hvat ein hevur valt.
Eftir hetta fer ein skipað
niðurgerð av Nei-sigarun-
um fram í fjølmiðlunum, á
ein so lágum støði, ið ikki
kemmur sín líka. Ikki nokk
við tað, eftir hetta fara tey
út at savna undirskriftir frá
fólki fyri at fáa broytt av-
gerðina hjá meirilutanum.
Hesar undirskriftir verða
savnaðar bert 3 dagar eftir
fólkaatkvøðuna og kunnu
samstundis brúkast til, við
útlíkningshátti, at finna
útav, hvør hevur sagt Nei og
harvið møguligt at peika
tey út, sum tey bðttu, tvøru
gravarbakkafólkini.
Hetta er so langt úti, at
Saddam Hussein og aðrir
høvdu neyvan funnið uppá
tílíkt.
Vónandi kemur ein tílík
háðan og vanvirðing av
hósvíkingum ikki prent
aftur í fjølmiðlunum, og vit
í framtíðini koma at góð-
taka og virða eitt demo-
kratiskt val her í bygdini,
soleiðis um tað fellur út.
Við vón um, at tað sam-
anhald, ið hevur verið í
Hósvík ikki verður jarða,
men at vit framvegis her í
Hósvík kunnu koma at
varðveita tann hugburð, at
vit øll kunnu hava og siga
okkara meining, uttan at
verða forfylgd og niður-
gjørd.
Fólkaatkvøðan í Hósvík, ein hóttan ímóti demokratii
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
22