Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 91 - 14. mai 2003 VIÐMERKING Sigmundur av Teigum Nú kappingarárið í flog- bólti er liðugt og oyggja- leikirnir nærkast, eru lands- liðini hjá bæði kvinnum og monnum farin undir at fyri- reika seg til Oyggjaleik- irnar. Áðrenn tað var boðað nøkrum leikara at koma til venjing, ringdi Jesper Brix, landsliðsvenjari, til undir- ritaða fyri at hoyra, hvussu gekst og hvørjar ætlanirnar undirritaði hevði við lands- liðnum. Undirritaði gledd- ist um at hoyra, at Jesper Brix aftur skuldi verða venjari í ár. Jesper var venjari í 1999 til oyggja- leikirnar í Gotlandi. Jesper var eisini venjari hjá eliti- liðnum hjá Frederiksberg- volley 2001, tá undirritaði leikti við teimum tríggjar teir síðstu dystirnar í kapp- ingarárinum. Jesper er ein sera góður venjari, ið kann tilføra føroysku leikarum nógv gott. Tá ið Jesper ringdi til undirritaða, var ikki møgu- ligt hjá mær at geva honum eitt endaligt svar um mínar ætlanir. Eg bað um at fáa longri skoðbrá til at til- rættisleggja við familju og skúlafelagum, soleiðis at eg kundi røkja bæði landslið, skúla og ikki minst familju á ein nøktandi hátt. Undir- ritaði lat tó ongantíð iva verða um sín hug til lands- liðsluttøku. Jesper segði seg hava hoyrt, at undirritaði var komin í illstøðu við FBF. Víðari segði Jesper, at hann ikki kundi lova undirritaða pláss á landsliðnum, hóast hann sjálvur vildi hava und- irritaða við. Orsøkin til illstøðuna Undirritaði leikti við Fram ímóti Mjølnir tann 22. des.’02. Eftir dystin ákærdi Mjølnir Fram fyri at hava nýtt ein ólóligan leikara. Grundgevingin var tann, at Sigmund av Teigum (undir- ritaði) ikki hevði yvirhildið ein mánaða leikbannið frá tí donsku kappingini, sum krevst tá ið leikarar skifta felag. FBF afturvísti kær- uni í fyrsta umfari, men endin varð at Mjølnir kærdi til dómsnevndina og fekk viðhald vegna vitnisfrá- greiðing frá danska dómar- inum, ið kundi prógva at eg leikti tann aktuella dystin. Sostatt vann Mjølnir kær- una. Fram bleiv dømt til at tapa dystin, sum teir høvdu vunnið ímóti Mjølnir. Eftir hetta avgjørdi Københavns Volleyball Kreds (KVBK), at ÍF-Føroyar somuleiðis skuldi tapa teirra dyst tann 7. des. ’02, sum teir eisini høvdu vunnið og geva und- irritaða tríggjar dystir leik- bann. Feløgini vóru væl- vitandi um støðuna Undirritaði meldaði seg úr ÍF-Føroyum ein mánað áðrenn dystin ímillum Fram og Mjølnir, fyri at kunna leika við Fram um jólini. Leikararnir á ÌF Føroyar liðnum bóðu meg um at leika við teimum 7. des.’02 (undir følskum navni), við tí vanda, at tað eftir teirra tykki(og mong- um øðrum) ikki kundi fáa fylgir fyri nakran annan enn ÍF-Føroyar, og tað vildu teir gjarna seta uppá spæl. Tað skal leggjast aftrat, at eg vildi bert leika við ÍF-Føroyum, um allir vóru samdir um hetta, og tað vóru teir. Fram visti somuleiðis eisini av støðuni og metti, at tað fór ikki at blíva nakar trupulleiki fyri Fram. Her skal tó sigast, at tað nokk ikki vóru allir í Fram, sum vistu av hesum undan dystinum í desember mánaði, men allir Fram- leikararnir vóru greiðir yvir tað til mjølnirkappingina, har leikarafundur varð hild- in frammanundan um eg skuldi leika við ella ikki. Formaður ella einavaldsharri Grundin til, at FBF aftur- vísti kæruni frá Mjølnir var, at teir høvdu einki prógv fyri, at tað var hald í kær- uni. Niclas Joensen, for- maðurin í FBF, bleiv settur at taka sær av málinum, tí at hinir báðir í nevndini hjá FBF vóru limir í ávíkavist Mjølnir og Fram og vóru sostatt innhabilir. Eftir øllum at døma hev- ur hetta málið kravt mikla orku frá Niclasi Joensen. Tá ið undirritaði ringir til hann, eftir at hava tosað við Jesper Brix á fyrsta sinni, fyri at hoyra um málið fær nakrar fylgir fyri seg í landsliðshøpi, svarar Niclas soleiðis aftur: “ Fyri mínari skyld kanst tú fyrireika so galið sum tú vilt, tú oyði- legði mær nýttárið og tað vóru tveir dagar, sum eg nýtti uppá hatta málið, sum eg ikki fekk refunderað, so eg leggi einki í, um eg eri tvørur, teg ætli eg mær einki at gera fyri, og annars so eru tað tríggir sum skulu taka støðu til hvørjar fylgir tað fær, meira havi eg ikki at tosað við teg um, FAR- VÆL!!!!”, og so legði for- maðurin í FBF, Niclas Joensen, hornið á. Eftir sum Niclas segði, at teir vóru tríggir, sum skuldu taka avgerðina, ringdi undirritaði alt fyri eitt til Magnus Tausen og Trygva Poulsen – hinar báðar nevndarlimirnar í FBF. Magnus segði, at hann metti málið verða liðugt, og hann metti ikki, at tað átti at fingið fylgir fyri lands- liðsluttøku. Trygvi segði, at FBF ikki hevði viðgjørt málið, og dugdi sostatt ikki at siga nakað ítøkiligt um tær møguligu persónligu fylgjurnar. Trygvi var samdur við undirritaða um, at málið var drigið alt ov langt út, og at undirritaði sjálvsagt hevði rætt til at fáa at vita, hvørja støðu FBF hevði. Trygvi legði tó aftrat, at tað nú ikki mundi fara at verða so galið, tá ið tað kom til stykkis og lovaði at skunda undir eina avgerð. Hann kundi tó ikki lova at svar kom innan tveir dagar vegna vikuskiftið, men ein av fyrstu døgunum í komandi viku. Her skal leggjast afturat, at enn hevur undirritaði einki svar fingið frá FBF uppá fyri- spurningin. Vegna ósamsvarandi út- talilsi frá teimum trimum nevndarlimunum í FBF, valdi undirritaði at ringja til hjálparvenjaran á lands- liðnum, Suna Hansen, fyri at hoyra hvørja støðu, hann hevði til málið. Hann helt, at dómurin sum var sagdur í málinum var rættur, men helt tó ikki, at tað skuldi fáa landsliðsfylgjur. Við omanfyri standandi fyri eyga er ikki trupult at síggja, hvør hevur havt av- gerandi orðið í hesum mál- ið. Okkurt bendir á, at tað ikki er neyðugt við fleirtal- ið, tá ið avgerðir skulu tak- ast í FBF. Undirritaði er sjálvandi harmur um, at hava sent FBF-formannin til arbeiðis á nýggjárinum, men harmast somuleiðis um, at maður í so høgum sæti sum Niclas Joensen er so nærtakandi og letur sínar kenslur ráða, tá ið avgerðir skulu takast, heldur enn at nýta vit og skil. Var við í uppruna hópinum Suni Hansen hevur sagt við ein av úttiknu landsliðsleik- arunum, at undirritaði var við á uppruna listanum til bruttolandsliðið, men varð tikin av aftur listanum. Hví so var er torført at meta um. Alt tos um at talan er um ein pengaspurning má aft- urvísast við tí grundgeving, at pengar vórðu settir av til at gjalda Steinar Eirikstoft heim úr Danmark til at venja við landsliðnum, men vegna avboð frá Steinar, átti pengar at veri tøkir til ferðaútreiðslur. Brix tikin av ræði ella óseriøsur Tað eru heili sjey ÍF-Føroy- ar leikarar, sum áður hava verið á landsliðnum. Hóast tað, hevur Jesper Brix landsliðsvenjari ikki gjørt sær stóran ómak fyri at hyggja eftir leikarum úr ÍF- Føroyum. Einasta dystin hjá ÍF-Føroyum, Jesper hevur sæð, er ein gomul 30 min. sjónbandaupptøka frá heimasíðuni hjá ÍF-Føroy- um, ið Jesper segði seg ikki kunna gera nakra meting út frá, tí hon var so vánaligt upptikin. Jesper hevði møguleikan at síggja fleiri landskappingardystir hjá ÍF-Føroyum, men nýtti ongantíð høvi til tess. Ein- asta ferðin, hann vísti seg, var til eina venjing eitt mánakvøld eftir møtumikl- an dyst sunnudagin framm- anundan. Jesper sendi stutt eftir hetta ein mail til undir- ritaða, har hann skrivaði, at hann var keddur av at siga, at undirritaði ikki var úttik- in til brutto-landsliðið, samstundis sum hann viðgekk, at avgerðin var tikin út frá einum smølum grundarlagi. Niðurstøða Tað er torført at skilja, hví kappingarreglurnar hjá FBF skulu gera tað so tor- ført fyri føroyingar, ið leika flogbólt uttanlanda, at vísa seg heima í Føroyum, tá ið landsliðsvenjarin ikki fær løn fyri eisini at hyggja eftir leikandi útisetum. Eisini er torført at skilja, hví áður nevnda mál, verð- ur lýst sum eitt persónsmál av FBF og fjølmiðlamann- inum, Sveinur Tróndars- syni. Sveinur skrivaði enntá í síni grein í februar, at hann eftir miseydnaða roynd at fáa fatur á undir- ritaða, fór at ringja aftur til hann seinni. Her skal sig- ast, at telefon-nummarvís- arin avdúkaði, at Sveinur hvørki tá ella síðani hevur roynt at fingið fatur á und- irritaða. Undirritaði er dømdur av bæði FBF og Sveini Tróndarsyni, og er ongantíð sloppin at lýsa málið frá sínari síðu. Aftur eitt lýsandi dømi um vána- ligan fjølmiðlasið, sum Høgni Hoydal, landsstýris- maður, hevur átalað í seinastuni. Við hesum er málið nú eisini lýst frá síðu undir- ritaða. At enda vil eg fegin nýta høvið at ynskja teimum 12 leikarunum, ið eru úttiknir at umboða føroyska mans- landsliðið á Guernsey, hjartaliga tillukku við út- tøkuni. Undirritaði hevur spælt á liði við flestu av teimum, ið manna hetta landsliðið, og veit tískil at teir allir skara framúr á leikvølli. Sjálvsagt er und- irritaði harmur um ikka at fáa møguleikan at stuðla teimum á leikvøllinum. Góða eydnu og drívið á. Tað verður spennandi at fylgja við ítróttartíðindun- um frá oyggjaleikunum komandi summar. Við flogbóltskvøðu Sigmundur av Teigum Ivi um Flogbóltsambandið og landsliðsúttøku Flogbóltslandsliðið á Oyggjaleikunum verður hesa ferð uttan Sigmund av Teigum, sum her á síðuni ger viðmerkingar um væntandi úttøku sína C M Y K 24 Nr. 91 - 14. mai 2003 25 ÚTBJÓÐING Við hesum verður arbeiðið viðv. gerð av nýggjari samferðsluhavn á Trongisvágsfirði í Suðuroynni, boðið út í almenna lisitasjón. Arbeiðið umfatar í stuttum, gerð av bryggju og brimgarði ávikavist uml. 140 m og 200 m, ferju- legu, tilhoyrandi parkeringsøki og vegíbinding v.m. Høvuðsnøgdirnar eru hesar: Jørðarbeiði 4100 m3 Dýping 71000 m3 Spreinging 117000 m3 Uppfylling og planering 197000 m3 Spuns- og stálarbeiði 725 t Stoypiarbeiði 1980 m3 Lisitasjónin verður hjá Landsverkfrøðinginum, Tinghúsvegi 5, í Tórshavn, mikudagin 18. juni 2003 kl. 14.00 Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi 19. mai 2003 og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr.15.000,00,ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Føroya Sparikassa. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent í seinasta lagi tvær vikur aftan á lisitasjónina. Adressa: Landsverkfrøðingurin, Postboks 78, Tinghúsvegur 5, 110 Tórshavn Telefon 311333,Telefax 314986, Teldupostur eli@lv.fo Landsverkfrøðingurin Lastbilar til sølu VOLVO F 12 8x4 vi ðskiftilast og 25 tm krana. Kranin røkkur 22 metrar og hevur veirspæl. VOLVO F 12 6x2 dumpari við skiftilast. Tlf. 219899 M/B Dúgvuberg til sølu Um nóg høgt boð fæst, er trolbáturin Dúgvu- berg, Klaksvík, til sølu. Eisini kann tilboð gevast uppá felagið sjálvt. Áhugað kunnu senda skrivlig tilboð til: Sp/f Dúgvuberg Boks 125 700 Klaksvík Hús/íbúð ynskist til leigu Søkt verður eftir møbleraðum húsum/íbúð til læknaavloysara í juni og juli mánaða. Runavíkar Kommuna tlf. 417000 600 Saltangará Tríbekkur til sølu So gott sum nýggjur tríbekkur bíliga til sølu. Longd 6 m. Áhugað ringið 332402 ella 332700 Skrivstovufólk til posthúsið í Vági Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til posthúsið í Vági. Arbeiðsøkið fevnir um alla Suðuroynna. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi millum kl. 08.00 og 18.00. Dentur verður lagdur á royndir innan skriv- stovuyrkið. Teldukoyrikort er ein fyrimunur. Umsøkjarin m/k má vera raskur, álítandi, fyrikomandi og ”flexibul”. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Postfelag. Nærri upplýsingar eru at fáa frá posthúsleiðar- anum í Vági. Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvs- royndir, avritum av prógvum og viðmælum skal stílast til: Posthúsleiðarin, Posthúsið, 900 Vágur og vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2003. Lýsing av umhvørvisgóð kenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøði- liga starvsstovan tann 13.mai 2003,við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvis- vernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Reinsiverkið við Sersjantavíkina hjá Tórshavnar kommunu Góðkenningin liggur al- ment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til Landsstýrismannin í um- hvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo . Heilsufrøðiliga Starvsstovan Koyrikort Nýtt skeið til persónbil byrjar á Tórshavnar Trafikkskúla, Slættanesgøta 5 mikudagin 21.05. kl. 17.30. Hammers Koyriskúli Tlf. 31 88 21 · fartel. 57 39 40 25