Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 82 — 1. MAI 1993 Tidindabladid CF. Verkakvinna fyllir 85 í dag | Vit loystu --Tá eg arbeiddi á Bacalao í fimtiárunum, plagdi Andrea Arting, fakfelagsleiðari at koma út um ósemjur vóru. Hon bað okkum steðga arbeidinum eina løtu og so tosaði hon við leiðsluna. Létu seinni kom hon aftur og segði: >Nú er í "lagi, nú kunnu tit byrja aftur,« greiðir Sannelena avLofti Í dag — verkamannadagin - røkkur ein verkakvinna og húsmóðir — Súsanna Malena Poulsen, vanliga nevnd Sannelena á Lofti, tey áttatifimm árini. So- sialurin hevur hitt Sanne- lenu og biðið hana greitt frá sínum lívi frá tí hon vaks upp i Tjørnuvik, ar- beiddi i fiski suduri i Vågi, å Bacalao i Havn til hon nú sum aldrandi kvinna byr aftur i heimi sinum norðuri á Eiði. Vit vóru trý systkin. Beiggi mín Hans Mikal Hansen, sum var yngstur, doyði í august mánaði í fjør, 68 ára gamal, sýstir mín Herberg Tjørnudal, fyllir 75 nú i mai. Í Tjørnuvik vóru nógv børn um tað mundi tá ið eg vaks upp og har var gott at vera smábarn, sjálvt um tað eru tey, sum undrast á hetta, so innibyrgd bygdin man tykjast hava verið. Men hetta nervaði ikki okkum børn. | frá. Hon fyllir 85 í dag sjálvan 1. mei, verkamannadagin træturnar ' á Íriða- Sandurin var okkara leikpallur Niðri á sandi spældu vit hvønn dag og allan dagin um summarið, har vit gingu skóleys. Eisini spældu børnini nógv í ánni. Vit høvdu handil so tað var nakað serstakt tá ið vera kom úr Havn og varð borin heim í handilin, sum var miðskeiðis millum lending og bygdina. Bóru veru úr Vík Men ikki viðraði altid og tá máttu menn bera veruna úr Vík. Hetta var ikki gamans- leikur, tí ofta var ringt at fara um Lundagjógv, ser- liga í herðslu. Men eg veit ongan, sum er farin fyri bakka í Lundagjógv, men eg minnist aðrar sorgartil- burdir, sum td. tá ið Gutt- ormur Simonsen, aw Skarvanesi, sum var giftur við Hansinu og búsettur í Tjórnuvík, datt oman í Stapanum. Hetta kastaði ein dapran skugga yvir Tjørnu víkina. Hetta mundi vera í 1924 og var eg tá 16 ára gomul. Vanligt var at telja menninar á bátunum, tá ið teir komu av útróðri, ella fleygi, inn móti lendingini Hendan dagin í 1924 vant- aði ein. Og so var spurn- ingurin hver vantaði? Eg minnist enn ófrættadámin Tænti í Havn Fyrstu ferð eg fór burtur at tæna var til Havnar. Eg fór at vera arbeiðsgenta í heim- inum hjá Jens Paula í Dali. sjómansskúlastjóra, sum búði uppi við Pisuvarða. Eg var har eini tvey ár — tó ikki samanhangandi tí um summarið mátu eg fara norður at hjálpa teimum við hoygging og ødrum útiar- beiði. Mær dámdi so sera væl hjá Poulinu og Jens Paula í Dali og minnist eg øll tey børnini sera væl og var hetta ein lærurik tid fyri tórnu- viksgentuna, sum kom at hava so langt liv framman fyri sær Í fiski í Vági Eins og so mangar aðrar norðanfjørðsgentur, so fóru fleiri gentur úr Tjørnuvik suður ul Vágs í fisk. Millum teirra var eg sjálv. Eg kom á Garðarnar til Magnus Dahl. Tíðin í Vági stendur fyri mær sum ein tann besta tíðin í lívi mín- um. Magnus Dahl var so góður við okkum. Hann skal fáa mítt allarbesta skoðmál. Eg haldi at hann var góður við allar nordanfjørdsgent- urnar. Meðan eg var í Vági, búði eg hjá Edvardi á Sela- trað. Fyri nøkrum árum síð- ani var eg í Vági einaferð afturat í sambandi við sam- telagsfundir. Tá leitaði eg mær oman á garðabúnna og gekk millum gomlu húsini har. Tað var eins og upp- livdi eg hesa tíðina aftur og hoyrdi fótafetini og sá gom- ul andlit fyri mær. A hesi somu ferðini í Suð- uroynni leitaði eg upp eina vinkonu frá teirri tíðini, Ebbedía, í Hovi. Tað var stuttligt at hitta hana aftur efur meira enn seksti ár og Framhald á síðu 15