hósdagur 15. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 92 - 15. mai 2003
Nr. 92 - 15. mai 2003
3
OLJULEITING
Jan Müller
Tá fyrsta føroyska útbjóð-
ingin lat upp fyri meira enn
trimum árum síðani vórðu
latin 6 ára loyvi og 9 ára
loyvi. Í báðum førum
bundu feløgini seg til at
gera kanningar av ymsum
slag. Í 6 ára loyvunum
bundu oljufeløgini seg eis-
ini til at bora ávíst tal av
brunnum innan 2006. Í 9
ára loyvunum bundu feløg-
ini seg til at gera kanningar
tey fyrstu 3 árini og tá gera
av, um tey fóru at bora
eisini.
Feløgini, sum hava 9 ára
loyvi, hava havt úr at gera
seinastu mánaðirnar, tí tey
herfyri skuldu svara Olju-
málaráðnum, hvat tey hava
í kvittanum komandi árini
og nær og hvar tey ætla at
bora Herálvur Joensen,
aðalstjóri sigur, at tey hava
havt fleiri fundir við feløg-
ini men enn er endalig av-
gerð ikki tikin um, hvat
feløgini fara at gera. Sosial-
urin skilur annars, at feløg-
ini enn ikki hava gjørt
endaliga av, um tey ætla at
bora inni á basaltinum, har
meginparturin av hesum
loyvum finst. Tó skilst, at
tey vilja sleppa at halda
fram við sínum kanningum
uttan her og nú at skula
binda seg til nakra boring.
Oljumálaráðið vil fegið
hava feløgini at halda fram
við sínum virksemi á land-
grunninum. Tað skilst, at
Oljumálaráðið skilur væl
oljufeløgini, at tey enn iki
eru tilreiðar at binda seg til
at bora brunnar inni á
basaltinum, nú tað er neyð-
ugt við enn fleiri kanning-
um, áðrenn man kann fara
út og siga, nær og hvar man
vil seta borin í. Váðin at
fara undir at bora á basalt-
inum er rætt og slætt alt ov
stórur enn.
Herálvur Joensen vil ikki
gera neyvar viðmerkingar
nú, meðan tað eru samráð-
ingar við feløgini men við-
gongur tó, at feløgini enn
ikki eru komin heilt á mál
við
sínum
kanningum.
Hann er fegin um, at tey
vilja halda fram við kann-
ingunum at loysa basaltgát-
una.
– Tey halda, at tað kunnu
finnast oljugoymslur undir
basaltinum og at føroyska
økið kann vera eitt rímuliga
gott stað at bora eftir olju
og gassi, um man klárar at
»knekka
basaltnøtina«.
Men samtíðis er tað eisini
ein ásannan av, at tað ar-
beiðið, sum higartil er gjørt
á basaltinum ikki hevur ført
til eina minking í váðanum,
sum ger tey før fyri at bora.
Oljufeløgini eru fram-
vegis forvitin men vilja
sleppa at gera fleiri kann-
ingar. Um støðan á Atlants-
mótinum hevði verið fræg-
ari, so høvdu feløgini væl
eisini verið fúsari at tikið
ein váða á seg. Men før-
oyska samráðingarstøðan
er langt frá líka góð sum
hon var fyri tveimum árum
síðani.
At
oljuprísinir
lækka ger ikki støðuna
betri. Men enn eru so fýra
brunnar eftir at bora hjá
feløgum við seks ára loyvi.
Umfram
brunnurin
hjá
Agip, sum verður boraður í
næstum.
Nú tað ikki hevur gingið
eins væl og roknað varð við
á Atlantsmótinum, har eitt
nú BP og Shell ikki hava
fingið tað burtur úr tey
høvdu roknað við, so er ein
møguleiki fyri, at okkurt
felag kanska vil sleppa bur-
tur úr sínum boriforpliktils-
um ella broyta hesi so ella
so. Tað er ikki óvanligt
aðrastaðni men munurin
her er so tann, at talan er
um eitt spildurnýtt øki, og
tí má roknast við, at før-
oyskir myndugleikar ikki
uttan víðari fara at sleppa
feløgunum undan sínum
forpliktilsum.
Keldur Sosialurin hevur
tosað við siga, at Atlants-
mótið og harvið eisini Før-
oyaøkið eru ikki so áhuga-
verd longur. Hetta fram-
gongur eisini av úttalilsum
og greinum, sum snúgva
seg um oljuframtíðina í
heiminum. Eitt nú stendur í
bókini »The New Economy
of Oil«, sum kom út í fjør,
m.a.: »There is already a
long list of basins where
the industry held high
hopes of discovering large
new sources of supply, but
where dreams have disapp-
ointed: a few examples in-
clude China´s Offshore and
Tarim basins, Vietnam, the
Atlantic Margin and the
Falklands«. Vit síggja, at
víst verður til Atlantsmótið,
sum Føroyar eru ein partur
av, sum eitt økið, ið ikki
hevur livið upp til dreym-
arnar. Enn. Spurningurin er
so, hvussu nógv man skal
leggja í hetta. Tí stórur
partur av okkara øki t.d.
liggur fjalt undir basalti.
Harfyri er ikki sagt, at
eingin áhugi er longur fyri
økinum. Men mong av
feløgini vilja heldur brúka
sínar leitipengar aðra-
staðni, har kostnaðurin fyri
at finna olju er nógv lægri
og har man longu veit, at
olja finst.
Herálvur Joensen, sum
vísir á, at vit mugu hava tol
og vísir til gongdina í so
nógvum øðrum leitiøkjum,
sigur tó, at tað er ein
spurningur vit mugu um-
hugsa, tá tosað verður um
eitt nú loyvisumfar, um tað
er nakað vit skulu fara
undir at fyrireika nú.
Frá fundinum millum Oljumálaráðið og feløgini, sum hava 9 ára loyvi í Havn í vikuni.
Mynd Jan Müller
Meira tíð krevst fyri at loysa basaltgátu
OLJA
Fakta/Analysa
Jan Müller
Tann 17. august í ár ganga
9 ára loyvini á føroyska
landgrunninum út. Tríggjar
mánaðir áðrenn henda dag
tvs. 17. apríl skuldu oljufel-
øgini, sum hava fingið 9
ára loyvi, geva Oljumála-
stýrinum eina frágreiðing,
har tey siga frá, antin tey
fara at bora ella ikki. Sosi-
alurin skilur, at feløgini,
sum hava hesi loyvi, enn
ikki hava gjørt endaliga av,
hvat tey ætla í smálutum.
Men nú tað restar nógv í
fyri at loysa basaltknútin
tvs. at kunna síggja niður
gjøgnum basaltið, tykist tað
sannlíkt, at feløgini fara at
biðja um eina ella aðra
útseting av avgerðini um
nær og hvar tey skulu bora.
Talan er um trý 9 ára loyvi.
Eitt hjá Statoilbólkinum og
Anadarko, eitt hjá Agip og
eitt hjá Anadarko. Hesi
loyvini liggja øll inni á
basaltinum. Harfyri er ikki
sagt, at tey ikki eru áhuga-
verd. Tvørturímóti hevur
verið róð framundir, at tað
er nettupp inni á hesum 9
ára loyvunum tvs. vestan
fyri verandi 6 ára loyvi og
inni á kantinum og uppaftur
longur inni á landgrunnin-
um, at møguleikar tykjast
vera fyri at gera fund og
harvið eisini stór fund.
Trupulleikin úti á land-
grunninum har verandi
seks ára loyvi eru latin er
tann, at ringt er at finna
støð tvs. prospekt, sum
hava tak tvs., sum kunnu
goyma kolvetni soleiðis at
hesi ikki guva ella renna
burtur. Ein meting er tann,
at olja er runnin vestureftir
og at har eru so møguleikar
fyri, at hon kann liggja
goymd. Eisini hevur verið
gitt, at sjálvt basaltið kann
vera eitt gott tak í olju-
goymslum har.
Hetta eu so nøkur av iva-
málunum, sum oljufeløgini
dragast við. Hóast einki
teirra vil úttala seg um
henda spurningin, so skilst,
at feløgini eru sinnað at
halda fram heldur enn at
sleppa 9 ára loyvunum.
Uttan iva vilja okkara olju-
myndugleikar helst hava, at
feløgini longu nú binda seg
til at bora brunnar inni á
basaltinum, men soleingi
tey ikki meta seg hava nóg
neyva vitan um undir-
grundina har til tess at seta
á, so er tað helst týdningar-
mikið fyri oljumyndugleik-
arnar her, at feløgini ikki
sleppa endanum men halda
fram. Tí kann roknast vit, at
tey fáa ein longri enda og
halda fram við kanningar-
arbeiðinum, sum m.a. fevn-
ir um at finna nýggjar út-
vegir fyri at síggja niður
gjøgnum basaltið.
Í farnu viku var fundur í
Havn millum umboð fyri
Oljumálaráðið og feløgini,
sum hava 9 ára loyvi.
Samráðast um
9 ára loyvini
Á kortinum síggja vit tey trý 9 ára loyvini, sum latin eru inni á basaltinum fyri vestan. Teir tríggir operatørarnir eru Statoil,
Anadarko og Agip
C
M
Y
K
3
2