Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 92 - 15. mai 2003 Nr. 92 - 15. mai 2003 5 Fyrsta tiltakið hjá kunningarstovuni verður ein gongutúrur úr Hvalba til Tvøroyrar FERÐAVINNA Áki Bertholdsen Suðuroy: Nú byrjar summ- ari av álvara í Suðuroy. Fyrsta tiltakið hjá kunn- ingarstovuni á Tvøroyri verður í morgin, Dýrabiði- dag, tá ið skipað verður fyri gongutúri úr Hvalba, upp ígjøgnum Káragjógv, til Trongisvágs. Tey, sum hava hug at vera við, møtast á Fitjunum í Nesi klokkan 15 dýrabiði- dag. Annars verður skipað fyri fleiri gongutúrum í summar, men tað verður lýst seinni. Tann fyrsta juni eru tað annars 10 ár síðani Suður- oyar Kunningarstova á Tvøroyri fór undir virk- semið sítt. Í tí sambandi verður ein lítil móttøka seinnapartin mánadagin 2. juni, har høvi verður at fáa ein kaffimunn og okkurt afturvið. Men nú er tað eisini hent, at ferðavinnan í Suðuroy er umskipað í eitt felag sum eitur Ferðavinnan í Suð- uroy. Í tí sambandi broytir kunningarstovan navn til »Kunningarstovan á Tvør- oyri«. Higartil hevur hin verið nevnd »Suðuroyar Kunningarstova«. Hetta hendir samstundis sum at kunningarstova eisini letur upp í Vági í næstu framtíð. Jonny Dimon sigur, at hesi 10 árini hava sanniliga víst, at tað er harðliga brúk fyri kunningarstovuni, tí tað eru alsamt fleiri og fleiri fólk, sum brúka kunningarstov- una. Tey passa eisini húsið hjá Strandferðsluni á Drelnesi og tað kemur mangan væl við hjá ferðafólki, sum bíða eftir bussum, ella sum hava brúk fyri at koma undir tak, ella at spyrja um okkurt, tí tað er heilt nógv fólk inni í tí húsinum, hvørja ferð, Smyril kemur. Tað eru tey trý, Poula Strøm, Jonny Dimon og Kristin Magnussen, sum manna kunningarstovuna á Tvøroyri. Leygarkvøldið verður Miss Sandoy kapping. Seinni verða eisini kappingar aðrastaðni í landinum VAKURLEIKA- KAPPING Áki Bertholdsen Sandoy: Nú skal vakrasta gentan í Sandoynni finnast. Leygarkvøldið verður Miss Sandoy kapping í Virkinum heima á Sandi, har kappast verður um heiðurin at verða vakrasta genta í sandoynni. Tað er ítróttarfelagið »Muaythai Faroes«, sum skipar fyri. Hetta er eitt felag, sum tvøramaðurin, Bjarni Hammer hevur stovnað við tí endamálið at íðka hendan sermerkta ítrótti, sum eitur kickboxing í Føroyum. Og endamálið við hesum vakurleikakappingunum er at styrkja felagið fíggjar- liga, so at hetta slagi av ítrótti so við og við kann breiða seg um landið so við og við. Allar genturnar, sum eru við í kappingini fáa eitt diplom sum prógv um, at tær hava verið við. Men Nummar eitt fær eisini eina virðisløn upp á 1.000 krón- ur, nummar tvey fær 600 krónur í virðisløn og nummar trý fær 400 krónur. Plakatir hanga uppi ymsa- staðni í Sandoy, har sagt verður frá, hvar tað ber til at melda til kappingina. Tað verður Johan í Kolla- firði, sum annars fer at undirhalda og at standa fyri kappingini á pallinum og aftaná fer hann at spæla til dans, men DJ Hustler fer eisini at leggja plátur á. Tað verða áskoðararnir, sum døma, men eitt ser- stakt dómaraborð við um- boðum fyri fyrireikararnar fer eisini at hava eitt orð at siga. Ein kapping hevur verið áður, hon var í Suðuroy, har Rebekka Lisberg úr Sumba fekk heitið »Miss Suð- uroy«. Tann kappingin eydnað- ist avbera væl, tí har var bæði heilt nógv fólk og lagið av avbera gott. Ætlanin er nú at hava fleiri kappingar kring land- ið og ætlanin er eisini at enda við eini landsfinalu einaferð seinni. Næsta vikuskiftið, 24. mai, verður kapping í Mið- vági, tá ið vakrasta vága- gellan skal finnast. Nú skal vakrasta gentan í Sandoynni finnast Hetta eru tær fimm sum vóru við í kappingini um Miss Suðuroy, sum var í TB-Húsinum herfyri. Frá vinstru eru tær Barbara Brattalíð á Tvøroyri, sum var nummar tvey, Barbara Johannesen av Tvøroyri, Simona Jensen av Tvøroyri, sum var nummar trý, Connie Bertholdsen Brockie og Rebekka Lisberg úr Sumba, sum bleiv miss Suðuroy Nú byrjar summarið hjá suðuroyingum Poula Strøm er ein av teimum trimum, sum manna kunningarstovuna á Tvøroyri og tey fáa alsamt meiri og meiri at gera Hetta vikuskiftið verður bygdar- stevna í Hvalba við ymsum undirhaldi BYGDARSTEVNA Áki Bertholdsen Hvalba: Hetta viku- skiftið verður bygdar- stevnan hjá bóltfelagn- um Royn í Hvalba. À stevnuni er alskyns undirhald, ikki minst fyri børnini. Klokkan 13.30 fríggjadagin, Dýrabiði- dag, møta allir fót- bóltsspælarar hjá Royn í búna á vøllinum, har gingið verður vestur á Skúlastykkið við gamla skúla, har Heini Holm, bygdaráðsfor- maður í Kvívík, sum er ættaður ú Hvalba, fer at seta stevnuna kl. 14. Klokkan 15 letur tivoli upp inni í Royn- høllini við ymsum spølum og tombola, har alt møguligt verður at vinna, heilt frá sjón- vørpum, fløguspælar- um og dvd spæalarum, til bamsur, kakur og annað. Uttanfyri verður hoppiborg, russjibani og ymiskt annað. Tivoli er opið til klokkan 20 fríggjadag- in og aftur frá kl. 15-20 leygardagin. Sum vera man er nógvur fótbóltur á skránni. Allir dystirnir eru steypadystir, har OSR, við Paula Einars- son á Tvøroyri, hevur latið steypini. H ø v u ð s d y s t u r i n verður fríggjadagin klokkan 15, tá ið landskappingin í 3. deild byrjar. Tá tekur Royn ímóti B 36 og tá fæst fyrsta ábendining um, hvusus hvalbingar eru fyri, tí tað er ongin loyna, at teir hava lagt stóran dent á at flyta upp aftur í 2. deild í ár, nú felagið fyllir 80 ár. Aftaná tann dystin, fara smádrongirnir hjá Royn og Skála at spæla og somuleiðis verður ein kapping í B bólkin- um hjá smápiltum. Leygardagin klokk- an 12.20 verður ein kapping ímillum smá- piltar í A bólkinum og kl. 14.30 spæla Royn og HB í 5. deild. Og kl. 16.30 spæla gentur 10- 12 ár Ongin bygdarstevna uttan dans og fríggja- kvøldið fer All That Rain at spæla í Royn- høllini og leygarkvøld- ið spælir ein Blanding við Hans Jacob Hjelm til dans. Kórið skal syngja í Havn, í Fuglafirði og í Suðuroy KONSERTFERÐ Áki Bertholdsen Um vikuskiftið kemur eitt stórt, íslendskt kallakór til Føroyar at vitja. Tað er Karlakórið Jøkull úr Høfn í Hornafjørðinum sum nú kemur hendanveg- in. Nógvir føroyingar eru kendir í Høfn, tí har vóru nógv skip í slupptíðini so fólkið har hevur havt sera nógv samband við før- oyingar. Á Føroyferðini skal kórið hava fleiri kon- sertir, men høvi verður eisini at síggja landið, tí ymsar útferðir eru eisini á skránni. S u n n u m o rg u n i n klokkan 10 og sunnu- kvøldið klokkan 8 fer kórið at syngja í Vest- urkirkjuni í Havn. Týskvøldið klokkan átta er konsert í Men- tanarhúsinum í Fugla- firði. Síðani verður farið til Suðuroyar, har kon- sert verður mikukvøld- ið í Skúlahøllini á Trongisvági. Aftaná konsertina, verður høvi at hitta íslendingar, sum búgva í Suðuroy. Hósdagin fer kórið til Vágs, har ætlanin er at fara í kirkjuni. Ætl- anin er eisini at geva fornminnafelagnum í Vági eina gávu. Hetta er ein mynd av Vágssluppini, Heim- dal, sum fór á land í Hornafjørði og gjør- dust vrak. Í tí sambandinum verður samkoma í Stóra pakkhúsi í Vági seinnapartin hósdagin. Tá fer Kirkjukórið Ljómur at syngja og Martin Andreasen fer at siga nøkur orð um Heimdal. Høvið verður eisini at síggja vágssluppina, Johonnu, sum als ikki er ókend í Íslandi. Hóskvøldið fer kórið aftur til Íslands. Bygdarstevna í Hvalba Íslendskt kallakór á ferð í Føroyum Sálarsjúk stúvað saman Støðan á psyki- atriska deplinum er ikki nøktandi. Tað sigur Jógvan H. Andreasen, løgting- sins umboðsmaður. Hann vísir á, at alt ov stórur partur av teimum, sum eru innløgd, kundu ver- ið útskrivað, um nøkur tilboð vóru til teirra SÁLARSJÚK Ingi Rasmussen Millum 40 og 50 av umleið 70 seingjar- plássum á Psykiatriska deplinum á Lands- sjúkrahúsinum verða nýtt til bústað hjá sjúk- lingum, sum ikki hava tørv á at vera inn- lagdir. Tað staðfestir løg- tingsins umboðsmaður Jógvan H. Andreasen, sum tann 24. oktober 2002 var á einari eft- irlitsvitjan á Psyki- atriska deplinum. Orsøkin til, at hesi fólkini búgva á Psyki- atriska deplinum sigur leiðslan vera, at eingi onnur bústaðartilboð eru til hesi fólkini. Umboðsmaðurin held- ur tað ikki vera nøkt- andi, at fólk eru inn- løgd á einum sálar- sjúkrahúsi, um teimum ikki tørvar hetta av sjúkuávum. – Hendan støðan er eftir mínari fatan ikki nøktandi, tí hetta trongir um umstøður- nar á teimum viðgerð- arkrevjandi sjúkling- unum á deplinum. Um aðrir bústaðarmøgu- leikar vóru til hesi fólkini, hevði tað verið munandi meira rúm- sátt hjá hinum 20-30 sjúklingunum, sigur Jógvan H. Andreasen. Avleiðingin av plásstrotinum er, at sálarsjúklingar vera stúvaðir saman. – Eg haldi ikki, at tað er ein nøktandi loysn, at sálarsjúkling- ar verða stúvaðir sam- an á hendan hátt, og als ikki tá talan er um 3- og 4-songsstovur, staðfestir umboðsmað- urin. Umboðsmaðurin hevur biðið Trivnaðar- málaráðið sagt sær, hvørjar ítøkiligar ætl- anir eru um at flyta fólkini til egnaðar bú- staðir. At meginparturin av sjúklingunum á psykiatriska deplin- um í roynd og veru ikki áttu at verið inn- lagdir, hevur avleið- ingar fyri ta viðgerð, sum okkara heilsu- verk kann bjóða teim- um sálarsjúku. Tað staðfestir Sofus Joen- sen, yvirlækni á Psykiatriska deplin- um SÁLARSJÚK Ingi Rasmussen Tað er púra sjúkt. Tríggir av fýra sjúkling- um á Psykiatriska deplin- um áttu als ikki at vera innlagdir, men av tí at onki tilboð er til teirra, búgva teir fast á sjúkrahúsinum. Og tað gongur út yvir psykiatriska økið sum heild, staðfestir yvirlæknin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. – Hetta merkir, at ein stórur partur av orkuni á psykiatriska deplinum fer til at slíkt, sum ikki er við- gerð men røkt. Tað er so uttanhanda hjá okkum, sigur Sofus Joensen, yvir- lækni. Hann hevur í áravís gjørt vart við trupulleikan hjá avvarðandi myndugleika, men hann fær bara tóm lyfti. Nú er hann í bíði- støðu, tí álitið um Heildar- psykiatri leggur upp fyri vantandi íbúðum. Annars er ógvuliga avmarkað, hvat er gjørt í nógv ár, sigur hann. Verða avmarkað Tað er ikki gott fyri sjúk- lingar, sum áttu at verið út- skrivaðir, at teir búgva í áravís á psykiatriskari deild. – Tað óhepna er, at tey verða stovnsmerkt. Tey liva ikki eitt sjálvsstøðugt lív og verða avmarkað bæði í virkni og áhuga, tí tey skipa seg eftir einum sjúkrahúsi, sigur Sofus Joensen. Eitt gott dømi er 26 ára gamli Ingi, ið Sosialurin hevði stóra samrøðu við í gjár. Hann hevur sjúkuna skisofreni, men hóast hann er útskrivaður, noyðist hann at vera innlagdur á psyki- atrisku deild, tí onki íbúðar- tilboð er til hansara. – Tað er niðursetandi og mannminkandi. Hóast vit vera væl viðfarin, so er tað stressandi at búgva soleið- is, sigur Ingi, sum heldur, at alt ov lítið verður gjørt fyri sálarsjúk. Yvirlæknin staðfestir, at hann er onki eindømi. – Nógv av teimum, sum eru væl fyri, føla tað mann- minkandi, at tey noyðast at vera innløgd. Men tað er neyðugt hjá teimum at búgva her, tí tey klára seg ikki heilt á egnari hond. Familjan maktar tey ikki, hóast tey gera ein góðan innsats, tí soleiðis er sam- felagið skrúvað saman í dag, sigur Sofus Joensen. Gera sítt besta At upp ímóti 50 av teimum 70 innløgdu á psykiatriska deplinum í roynd og veru ikki skuldu verið á sjúkra- húsi, ljóðar ógvusligt. Men hetta er onki nýtt fyribrigdi. – Hetta hevur verið lagið í nógv ár. Trupulleikin hev- ur bara ikki strammað so nógv áður. Nú stranda hesi fólkini av álvara til. Tey økjast bara, og trýstið verð- ur bara størri og størri, sigur Sofus Joensen. Eitt er, at tey, ið áttu at verið útskrivað, steðga upp. Men harafturat kemur, at tey írestandi 20 til 30 fólk- ini fáa ikki nøktandi við- gerð. – Vit royna sjálvandi at gera okkara besta, so at hetta ikki gongur út yvir tey, sum veruliga hava brúk fyri viðgerð. Men tað slepst ikki undan, at hetta er ein forðandi faktorur, tí kreft- irnar verða ofta brúktar til annað enn tað, sum fólk hava útbúgving til. Og tað gongur sjálvandi út yvir onkran, sigur Sofus Joen- sen. Lyfti til roynd Ætlanin var at gera vardar íbúðir til sálarsjúk nakað omanfyri, har íbúðarblokk- arnir á Landssjúkrahúsin- um eru. Men tann ætlanin er niðurløgd, tí landsstýris- maðurin helt loysnina vera ov dýra. Í staðin hevur hann keypt eini hús í Sandavági. – Tað er ímóti tí, sum hevur verið arbeitt fyri, bæði í Almannaráðnum og okkara millum. Tørvurin er nógv størst í Havn og í Klakvsík, so hetta munar lítið, sigur Sofus Joensen. Tað sigur kanska ikki so lítið um støðuna, tí tá tað kemur til pengapungin stranda føgru politisku lyft- ini til tey sálarsjúku eftir øllum at døma. Tað er ein politiskur spurningur, hvussu vit inn- rætta okkum í Føroyum, og allir flokkar hava havt møguleikan at bøtt um støðuna. Yvirlæknin setir sína vón til komandi heyst, tá okkurt ítøkiligt vónandi fer at spyrjast burturúr á politiska pallinum. Tá skulu føgru orðini, sum ljómaðu á aðalorðaskift- inum á løgtingi í apríl um Heildarpsykiatri, standa sína roynd. – Um eg eri glaður ella frustreraður, er kanska ringt at taka dagar ímillum, tí eg havi mínar royndir við politiskum lyftum. Men eg eri spentur og vóni tað besta, sigur Sofus Joensen. Orkan til sálarsjúk verður brúkt skeivt Karmarnir á Psykiatriska deplinum eru trongir, og alt ov stór orka verður brúkt til at ansa eftir teimum, sum áttu at verið útskrivað. Tað gongur út yvir tey, sum veruliga treingja til viðgerð, sigur Sofus Joensen, yvirlækni Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4