hósdagur 15. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 92 - 15. mai 2003
Nr. 92 - 15. mai 2003
7
Føroyska ferðavinnan
letur hampiliga væl at
útlitunum hjá vinn-
uni. Árið í fjør roynd-
ist rímiligt, og útlitini
í ár eru ikki verri,
verur sagt frá vinnuni
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Ferðavinnan er í menning,
og føroyingar hava hug at
ferðast í Føroyum. Tey hava
gott mót á Feðraráðnum,
sum her fyri hevði fram-
sýning á Torginum í SMS,
har endamálið var at fáa
føroyingar at ferðast meira
í Føroyum.
– Tað er ilt at siga, um
átakið hevði nakra bein-
leiðis ávirkan á, at føroy-
ingar ferðast meira her
heima heldur enn at fara
uttanlands, sigur Birita
Nolsø á Feðraráði Føroya.
Men áhugin var avgjørt har,
og nógv fólk kom framvið
og spurdi og tók faldarar
við sær. So vóna vit bara, at
tey eisini hyggja í hann og
fara ein túr her á landi,
sigur hon.
Hon sigur, at fólk løgdu
veruliga merki til átakið, og
at tað var nógv fólk, sum
vísti áhuga. Onkur var
eisini, sum nevndi, at tey
áttu at gjørt meira burtur úr
at ferðast í Føroyum, enn
higartil hevur verið gjørt.
Birita Nolsø sigur, at
tiltakið í SMS kanska eisini
vakti áhuga millum fólk, tí
tað nú er nakað fráliðið,
síðan Ferðaráðið hevði
nakað líknandi tiltak.
Hvussu tað stendur til við
føroyskum feðrafólkum í
Føroyum, er verri at siga,
heldur hon. Hagtølini eru
ikki so øgiliga góð, hóast
onkur eru.
Hon nevnir eitt nú túrar-
nar hjá Rasmusi Skorheim
á Selatrað, og túrarnar und-
ir Vestmannabjørgini, har
hagtøl verða skrivað. Har
vísir tað seg, at væl av før-
oyingum eru við.
– Tað er eitt sindur ym-
iskt, sum tað frættist frá,
vísir Birita Nolsø á. Men
tað tykist, sum eru tað
summi støð, har føroyingar
mestsum eru í meiriluta.
Birita Nolsø greiðir frá,
at tað serliga eru kunning-
arstovurnar í Eysturoynni,
sum hava hgtøl at vísa til,
og tey eru ikki so galin.
Gistingarhús, matstovur og
kunnignarstovurnar sjálvar
siga frá fleiri vitjandi í fjør
enn í fyrrárið.
Serliga vallaraheimini í
Eysturoynni hava merkt
vøkstur, vísa hagtølini.
Gjáargaður heili 50 pro-
sent, og sum heild eini 40
prosent í meðal.
Matstovurnar láta eisini
væl at, og útleigan av frí-
tíðarhúsum
og
íbúðum
gongur væl. Eisini handlar,
sum eitt nú selja føroyskar
ullvørur, siga frá vaksandi
sølu.
Ferðafólkini koma spjadd
ymsastaðni frá. Tó er størsti
bólkurin danir. Síðan koma
aðrir skandinavar, og so
bretar og týskarar. Suður-
europearar og amerikanarar
síggjast
eisini
aftur
í
hagtølunum.
Ymist er, sum fólk vilja
síggja og spyrja eftir.
Amerikanarar vilja helst
keypa meira enn onnur
fremmand ferðafólk. Men
eingin ivi er um, at tað er
føroyska náttúran, sum
ferðafólkini taka til sín.
Tað týðir upp á framdrift
í ferðavinnuni, sigur Birita
Nolsø. Á Ferðaráðnum
hava tey góðar vónir um
framgongd
í
føroysku
ferðavinnuni, sum vónandi
fer at menna seg til eitt
rættiligt íkast í búskapin-
um.
Ferðafólkini fjølgast
í Føroyum
Sunnukvøldið fer
Bíggjarkórið at hava
fjølbroytta konsert í
Sørvágs Kirkju
KONSERT
Bíggjarkórið fer sunnu-
kvøldið at hava konsert í
Sørvágs kirkju. Konsertin
verður klokkan 20.00 sigur
kórleiðarin, Ólavur Hátún.
Skráin verður fjølbroytt,
greiðir Ólavur frá. Før-
oyskir sálmar og sangir,
eins
og
norðurlendskir
sangir eisini vera á skránni.
Men farið verður longri
enn so, sigur hann. Euro-
peiski kórtónleikurin er
ríkur, og haðani verður
okkurt eisini at hoyra, eins
og onkur Negro Spiritual
ivaleyst eisini verður við.
Í Bíggjarkórinum eru
einir 20-25 sangarar, sum
flest allir hava eitthvørt
tilknýti til Bíggjar. Ikki øll
búgva í dag í Bø, sigur
kórleiðarin, men ættar-
bondini eru tann vegin.
ej
Felagið Vágar skal
hava búmerki, sum
kann gera felagið
sjónligari í ger-
andisdegnum.
Kapping er skrivað
út, og bara hug-
flogið setir mørkini
BÚMERKJAKAPPING
Edvard Joensen
Vágar: Fyri
at
gera
Felagið Vágar
meira
sjónligt, er gjørt av at
skriva út ein búmerkja-
kapping, greiðir Terji
Nielsen, dagligur leiðari
hjá Felagnum Vágum frá.
Felagið Vágar varð
stovnað í vetur, tá Vága
Vinnufelag og Ferða-
vinnan í Vágum vórðu
løgd saman í eitt felag.
Felagið rekur Kunningar-
stovuna í Vágum um-
framt kuningardiskin á
flogvøllinum. Trý fólk
stavast í dag hjá Felag-
num Vágum.
Endamálið hjá felag-
num er millum annað at
menna bæði ferðavinnu,
handilsvinnu og aðra
vinnun í Vágum umframt
at skipa fyri handils-
vinnu-
og
mentanar-
tiltøkum í oynni.
Terji Nielsen, kunning-
arleiðari, sigur, at enda-
málið
við
búmerkja-
kappingini er at fáa eitt
búmerki, sum kann nýt-
ast í ymsum tiltøkum hjá
Felagnum Vágum.
Handlar og fyritøkur,
sum eru limir í felangum,
fara at hava merkið á
ásýniligum støðum, so-
leiðis at gjølla sæst, at
tey eru við í felagnum.
Eisini í øðrum saman-
hangi, har Felagið Vágar
ella limir tess eru við, er
tað av týdningi, at nýta
búmerkið og gera vart
við, at tey eru í felag-
num.
Búmerkjakappingin er
sett til at vera fram til 15.
juni, tá uppskotini skulu
vera Felagnum Vágum í
hendi.
Eingi krøv eru sett til
búmerkið, sigur Terji
Nielsen. Men tey vænta
kortini, at tey fara at
halda seg til eit einfalt og
eygagott búmerki, sum
fólk leggja merki til. Í
aðrar mátar er bara hug-
flogið, sum setir mørk.
Tey hava fingið pro-
fessionelt fólk at hjálpa
sær við at døma inn-
komnu uppskotini. Har
eru fólk frá lýsingar-
fyritøkum og Ferðaráð-
num, eins og eisini tvey
fólk frá Felagnum Vág-
um eru við.
At Ferðaráðið er við í
dómsnevndini kemst av,
at stórur partur av virk-
seminum hjá Felagnum
Vágum júst hevur til-
knýti til ferðavinnuna so
ella so, sigur Terji Niel-
sen.
Uppskot til búmerkja-
kappingina hjá Felagnum
Vágum skulu sendast til
Felagið Vágar, 370 Mið-
vági, og skulu vera inni í
seinasta lagi tann 15. juni
2003.
Vinnarin av búmerkja-
kappingini fær ein APEX
ferðaseðil fyri tvey til
Danmarkar við Atlants-
flog. Nummar tvey fær
eitt vikuskifti fyri tvey á
Hotel Vágum við morg-
unmati og døgurða, sigur
Terji Nielsen.
Tað er í fyrsta lagi føroysku náttúruna, fremmand ferðafólk koma at síggja. Men eisini
føroyingar hava frálíkar upplivingar tilgóðar, um farið verður á fjøllini. Eitt nú frálíka útsýnið
oman yvir Víkar í Vágum við Ritunøvini, Nýggjabergi og Reipsáfossi í baksýni
Mynd: Edvard Joensen
Felagið Vágar hevur
búmerkjakapping
Vágar er vøkur og stórbær oyggj, sum hevur nógv at bjóða
Mynd: Edvard Joensen
Konsert við Bíggjarkórinum
Hóast Bøur er fáment bygd, er eitt vælmannað kór í bygdini
Danska løgmálaráðið
sigur í svari upp á
kæru frá Føroya Ar-
beiðarafelag og Havn-
ar Arbeiðskvinnu-
felag, at løgreglan fór
rætt fram, tá hon
undir verkfallinum í
2001 avgjørdi at upp-
loysa allar blokadur
kring landið, tí vandi
var fyri samanbresti
millum privatfólk og
verkfalsvaktir.
- Væntast kann tí, at
løgreglan ber skjótt
at, um blokerað
verður undir hesum
verkfallinum, heldur
Vinnuhúsið
VERKFALL OG
BLOKADUR
Vilmund Jacobsen
Nú verkfall er, hava fleiri
limir í Føroya Arbeiðsgev-
arafelag spurt, um ar-
beiðarafeløgini hava loyvi
at steðga ferðsluni og blo-
kera virkir og fyritøkur, so-
leiðis sum gjørt varð undir
verkfallinum í 2001. Ta
ferðina kannaðu verkfals-
vaktir eitt nú viðførisrúm í
privatbilum og avbyrgdu
virkir, ið mistu nógvan
pening av blokadunum.
Hetta skrivar Vinnuhúsið
í grein á heimasíðuni.
Roknað verður ikki við,
at arbeiðarafeløgini verða
líka so framlig hesaferð, tí
nú hava bæði fútin, M.
Nepper-Christensen
og
danska løgmálaráðið, sagt,
at hesar blokadur eru ólóg-
ligar.
Feløgini kærdu
Tað vóru Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag,
sum
kærdu
framferðina
hjá
løgregluni undir verkfall-
inum í 2001 til fútan.
Í apríl 2002 svaraði M.
Nepper-Christensen kæruni
hjá feløgunum. Í svarinum
metir fútin ikki, at grund-
arlag er at finnast at ar-
beiðsháttinum hjá løgregl-
uni undir verkfallinum, tí
veruligur ófriður kundi
tikið seg upp, um løgreglan
ikki legði uppí.
Fútin sigur í svarinum:
"Politiet gav besked om,
at de nævnte handlinger
skulle ophøre. Der var for-
samlet adskillige blokade-
vagter de omhandlede sted-
er, og der forelå oplysn-
inger om, at trafikanter
blev udsat for blokader,
ransagninger
og
anden
usømmelig
behandling,
således at der var forstyrr-
else af færdslen flere sted-
er. Mange i befolkningen
reagerede
kraftigt
på
blokadevagternes
handl-
inger, hvorfor der var nær-
liggende risiko for en
direkte konfrontation mell-
em befolkningen og blo-
kadevagterne. Derfor greb
politiet ind."
Kærdu aftur…
Tá arbeiðarafeløgini høvdu
fingið hetta svarið frá fút-
anum, avgjørdu tey at kæra
málið víðari til danska
løgmálaráðið, og haðani
kom svar aftur í februar í ár.
Í svarinum tekur løg-
málaráðið undir við øllum
tí, sum fútin førir fram og
afturvísir kæruni. Í skrivi til
Føroya Arbeiðarafelag og
H
a
v
n
a
r
Arbeiðskvinnufelag leggur
løgmálaráðið aftrat:
"Justitsministeriet
kan
særligt í relation til rets-
plejelovens paragraf 108
tilføje, at det efter ministe-
riets opfattelse ikke har
betydning for anvendelsen
af denne bestemmelse, at
blokaderne alene var rettet
mod den erhvervsmæssige
trafik."
Vinnuhúsið staðfestir tí,
at løgreglan sostatt hevur
fullan rætt til at steðga
blokadum, ið eru vendar
ímóti vinnuligum virksemi.
- Nú ovasti myndugleikin
fyri lóg og landaskili hevur
váttað hetta, bíðar løgregl-
an neyvan leingi við at
leggja uppí, verður vinnu-
ligt virksemi kring landið
blokerað, heldur Vinnuhús-
ið.
Suni Schwartz á fundi
Blokadurnar hjá
arbeiðarafeløgunum
ólógligar
SEMING OG
VERKFALL
Vilmund Jacobsen
Sosialurin royndi at fáa
fatur
á
varasemings-
manninum,
Suna
Schwartz
Jacobsen,
fyrrapartin í gjár, men tá
ið vit hittu hann í tele-
fonini, sat hann á fundi
og hevði tískil ikki stund-
ir at gera viðmerkingar
til
tað,
sum
ar-
beiðarafeløgini føra fram
í kæruni til Vinnumála-
ráðið.
Vit fáa væntandi eina
viðmerking frá Suna
Schwartz Jacobsen til
blaðið í morgin.
Ovasti myndugleikin fyri lóg og landaskili í Føroyum sigur, at løgreglan bar seg rætt at, tá ið hon undir verkfallinum í 2001
avgjørdi at upploysa allar blokadur, sum arbeiðarafeløgini høvdu sett í verk
Fleiri av næming-
unum, sum ganga á
tónleikabreytini,
fara at royna seg
sum sangsolistar, og
summir fara á
fyrsta sinni at
standa á palli og
syngja fyri fólki
TILTAK
Vilmund Jacobsen
Í kvøld, 15. mai klokkan
20, fáa næmingarnir,
sum ganga á tónleika-
breytini í skúlunum í
Runavík og á Toftum,
høvi at standa á palli fyri
almenninginum og kenna
seg sum stjørnur í eitt
kvøld.
Týskvøldið royndu tey
seg fyri innbodnum fyri
fullari fimleikahøll, og
hóskvøldið klokkan 20
hevur
almenningurin
høvi at koma at lurta.
- Í longri tíð hevur
verið arbeitt við hesum
tiltakinum á tónleika-
breytini. Næmingarnir
hava fyri tað mesta
sjálvir valt sær tey løg, ið
teir kundu hugsað sær at
framført. Tí er úrvalið av
løgum
rættiliga
fjøl-
broytt, siga tey, sum
skipa fyri.
Sum fylgispæl hava
næmingarnir eitt sera
gott orkestur, ið telur so
frægar tónleikarar sum
Høgna Lisberg, trumm-
ur,
John
Mortensen,
tangentar, Jákup Olsen,
bass og Hjalta Joensen,
guitar.
Hesir úrvalstónleikarar
hava nýtt nógva tíð at fáa
kvøldið so gott og pro-
fessionelt sum til ber.
Fleiri av næmingunum
fara at royna seg sum
sangsolistar.
Summir standa á fyrsta
sinni á palli og syngja
fyri fólki. Nógv hevur
verið vant - bæði saman
við tónleikarum og uttan.
Tað er Jóhan Morten-
sen, lærari á tónleika-
breytini, sum hevur fing-
ið hetta tiltakið í lag.
Eitt ávíst samstarv
hevur eisini verið við ein
part av miðlabreytini á
skúlunum báðum.
Næmingarnir
hava
gjørt videoupptøkur av
stjørnunum, sum skulu
vísast í samband við
framførsluna.
Tiltakið fyri almenn-
inginum
verður
sum
nevnt í kvøld klokkan 20,
og tað verður í fim-
leikahøllini í skúlanum á
Glyvrum..
Atgonumerki fáast við
dyrnar og kosta 30 krón-
ur.
Stjørna í eitt
kvøld á Glyvrum
Áhugavert tiltak verður í fimleikarhøllini í Glyvra skúla í
kvøld kl. 20. Øll eru vælkomin, og atgongumerki fáast við
dyrnar fyri 30 krónur
C
M
Y
K
7
6