Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 92 - 15. mai 2003 Nr. 92 - 15. mai 2003 9 Einasta semjan, sum enn er gjørd á arbeiðsmarknaðinum , er sáttmálin millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Lønarskalin varð hækkaður munandi, men arbeiðstíðin hækkaði samsvarandi, og tí kann hesin sáttmálin ikki nýtast sum grundarlag hjá øðrum fakfeløgum, heldur Vinnuhúsið SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Í mars mánaði var verkfall á privata arbeiðsmarknað- inum í tvær vikur, tá skip- arar á farmaskipum løgdu arbeiðið niður. Orsøkin var, at arbeiðsgevararnir ikki vildu ganga lønarkrøvun- um hjá skiparunum á møti. Tá hesin sáttmálin er tann einasti, sum enn er gjørdur á arbeiðsmarknað- inum í ár, fyriuttan tann millum SEV og Maskin- meistarafelagið, er áhuga- vert at hyggja at, hvussu hann er skrúvaður saman. Skipararnir fingu í fyrsta lagi góð 3,45 prosent í lønarhækking frá 1. mars, og sáttmálin er galdandi í eitt ár. Hækkingin liggur í tveimum frídøgum, sum skipararnir fingu. Síðani varð lønarskalin hækkaður við tíggju prosentum, samstundis sum at arbeiðstíðin hækkaði samsvarandi. Arbeiðstíðin er hækkað úr tíggju tímum upp í ellivu tímar um sam- døgrið, og tí hækkar lønar- skalin við tíggju prosent- um. – Fasta mánaðarhýran fyri skipara og stýrimenn er fyri 11 tíma arbeiði um samdøgrið. – Grundað á broytingina í grein 8 (arbeiðstíð) verður lønarskalin hækkaður við 10 prosentum tann 1. mars 2003, stendur í semings- uppskotinum, sum báðir partar undirskrivaðu 25. mars. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at felagið vildi hava hava arbeiðstíðina at vera ásetta til tólv tímar um samdøgr- ið, men reiðararnir gingu bert við til ellivu tímar. Kann ikki samanberast Jan Mortensen úr Vinnu- húsinum sigur, at henda broytingin í lønarskalanum ikki kann metast sum ein verulig lønarhækkan, tí ar- beiðstíðin er hækkað sam- svarandi. Maskinmeistarafelagið hevur annars fýlst á, at Vinnuhúsið, sum Reiðara- felagið fyri Farmaskip er undir, hevur góðtikið ein slíkan sáttmála, tí við fyrsta eygnabrá tykist hetta jú sum ein risa lønarhækking. – Lønarhækkingin fyri eitt ár er góð 3,4 prosent. At arbeiðstíðin gerst longri, og at lønarskalin hækkar sam- svarandi, er ikki ein verulig lønarhækking, sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at hetta er peningur, sum verður útgoldin undir øllum umstøðum. Skipararnir vildu heldur hava eina fasta arbeiðstíð á ellivu tímar, heldur enn at fáa tað út- goldið sum yvirtíð. Jan Mortensen vísir harð- liga aftur, at hesin sáttmálin kann nýtast sum grundgev- ing fyri eini hægri lønar- hækking hjá øðrum fakfel- øgum, tí arbeiðstíðin hækk- ar samstundis. Sáttmálin hjá skiparum: Kann ikki nýtast sum grundarlag Skipararnir á Lómi og øðrum farmaskipum eru teir einastu, ið hava gjørt sáttmála á arbeiðsmarknaðinum í ár fyriuttan maskinmeistararnar, sum ikki fáa sín sáttmála við SEV góðkendan av Fíggjarmálaráðnum Savnsmynd Formaðurin í Føroya Skipara og Navigatør- felag, Ellintur Abra- hamsen, heldur, at semingsmenninir góvu skarvin yvir ov skjótt, og at teir løgdu ov lítið trýst á ar- beiðsgevararnar undir samráðingun- um, tí enn hava teir ikki vrakað nakað semingsuppskot SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Ein maður, sum hevur verið við í nógvum sáttmálasam- ráðingum, er formaðurin hjá skiparunum, Ellintur Abrahamsen. Hann hevur sína heilt greiðu meining um semingsroyndirnar í trætuni millum arbeiðsgev- ararnar og arbeiðarafeløg- ini. – Eg haldi, at semings- menninir góvu skarvin yvir alt ov tíðliga, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann vísir á, at Arbeiðs- gevarafelagið enn ikki hev- ur vrakað nakað semings- uppskot, meðan arbeiðara- feløgini hava vrakað tey uppskotini, sum hava ligið á borðinum. – Hetta vísir eisini, at semingsmenninir hava lagt ov lítið trýst á arbeiðsgev- ararnar, tí teir eru slopnir undan at vraka nakað sem- ingsuppskot. Tað er ikki rætt, tá bara annar parturin vrakar øll uppskotini, sigur ein undrunarsamur Ellintur Abrahamsen. Hann slær fast, at ar- beiðsgevararnir eru slopnir ov lætt í hesum samráðing- unum. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í Út- varpi Føroya givið til kenn- ar, at tey stuðla arbeiðara- feløgunum í verkfallinum. Renna ikki ørindi Arbeiðarafeløgini hava róð fram undir, at semings- menninir renna ørindi fyri arbeiðsgevararnar, men hetta vil Ellintur ikki siga. – Tað er ikki so vanda- mikið, at ein semingsmaður er inhabilur, bara hann ikki er partískur undir samráð- ingunum, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navi- gatørfelag. Hann heldur, at hóast ivi verður sáddur um gegnið hjá einum semingsmanni, kann hann væl brúkast undir samráðingum. VAKTARSKIPIÐ Stefan í Skorini Týsdagin seinnapartin kom vaktarskipið Tjaldrið á Havnina við ísfiskatrolar- anum Mars úr Sandavági. Trolarin hevði fingið maskinbrek, tá hann var staddur fimtan fjórðingar úr Borðuni. Tjaldrið fór av Havnini eftir Mars klokkan átta týsmorgunin. Umleið klokkan fýra seinnapartin komu Tjaldrið og Mars aftur á Havnina. Mikumorgunin lá Mars enn við bryggju í Havn. SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Løgmaður Anfinn Kalls- berg vil als ikki gera við- merkingar til sáttmálatræt- una millum SEV og Maskinmeistarafelagið. – Sum støðan er, fái eg ikki gjørt nakrar viðmerk- ingar til hatta málið, sigur Anfinn Kallsberg stutt og greitt. Tað vil siga, at løgmaður ikki fer at taka nøkur stig til at loysa trætuna millum SEV og Maskinmeistara- felagið, enn í øllum førum. Tað kundi verið nærliggj- andi at hugsa, at løgmaður fór at kalla tingið saman at loysa málið, um Maskin- meistarafelagið velur at taka sínar menn heim, tí hetta hevði havt við sær, at eingin streymur hevði verið í øllum landinum. Mars fekk maskinbrek Mars lá mikumorgunin á Havnini við maskinbreki. Vaktarskipið Tjaldrið mátti fara eftir trolaranum týsdagin MYND: Jens Kr. Vang Ellintur Abrahamsen: Semingsmenn trýstu arbeiðsgevarar ov lítið Ellintur Abrahamsen, for- maður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, heldur, at ar- beiðsgevararnir eru slopnir ov lætt undir hesum samráð- ingum Løgmaður vil einki siga NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 15. mai. Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt halvarðs- messa. Verður hildin til minnis um Hallvarð, systkinabarn Ólavs hin Heilaga. Halgisøgan sigur, at tá hann skuldi hjálpa einari konu móti yvirgangskroppum, varð hann sjálvur dripin og søktur í Drammensfjørð við einum myllusteini um hálsin. Men líkið flotnaði og varð kórsett í dómkirkjuni í Oslo. Hann doyði í 1042 og er verndar- halgimenni hjá býnum Oslo. Navnið er norrønt og merkir hella og verja. Ternan kemur á halvarðsøku ella um tað mundið, og fyrsta góðveðursdagin hoyrist hon láta. Sagt varð eisini, at á halvarðsøku møtast terna og ógvella. Ternan kemur sunnaneftir og ógvellan heldur norðureftir. Á bartalsmessu møtast tær aftur, ternan fer, og ógvellan kemur aftur. Ternusnertur er illveður við kulda og kava um halvarðsøkumundið, men annars sigst, at stórkavi ikki skal koma eftir halvarðsøku. Í gomlum álmanakkum ber dagurin eisini navnið Sofía eftir halgikonu, sum læt lív tíðliga í fornkirkjuni. Dagurin er eisini gamla krossmessa. Á gomlu krossmessu verður ongantíð myrkt um náttina. Óla Jákup Hentze í Skúgvi (Óla Jákup niðri í Stovu) 70 ár Í dag, hósdagin 15. mai, fyllir Óla Jákup Hentze í Skúgvi 70 ár. Óla Jákup er sonur Jóhan og Idu Hentze í Skúgvi. Pápin, Jóhan, var ættaður úr Skúgvi, og mamman, Ida, var av Kvíggjarhamri í Saksun. Í 1966 giftist Óla Jákup við Onnu, f. Mortensen, úr Froðba. Tey eiga synirnar Jóhan og Dánjal. Óla Jákup fór sum ungur til skips við slupp og seinni við týskum trolara. Hann hevur sitið við festinum niðri í Stovu í mong ár. 1. apríl í ár hevði Óla Jákup 40 ára starvsdag hjá el-felagnum SEV, har hann hevur røkt starvið sum motorpassari á el- verkinum í Skúgvi. Óla Jákupi verður ynskt hjarta- liga tillukku við 70 ára degnum. Eydna Hentze 60 ár Mánadagin 12. mai fylti Eydna Hentze í Klaksvík 60 ár. Hon er dóttir Kristinu Niclasen av Tvør- oyri og Jóhan Petersen, sum var ættaður av Skarði og tí kallaður Skard. Tey bæði, Kristina og Skard, giftust í 1942 og búsettust á Bumshamri í Klaksvík. Hann var byggimeistari og hevði fleiri stórarbeiði. Hon var húsmóður, men arbeiddi eisini á flakavirki. Skard doyði í 1986 og var tá 77 ára gamal. Kristina doyði í 1996, 79 ára gomul. Eydna hevur verið eina- barn. Men hon átti tó eina systir, sum doyði, tá hon var tríggjar vikur. Í 1959 tók Eydna mill- umskúlaprógv í Klaksvík. Tvey ár seinni fór hon til Tvøroyrar at læra hárfríðk- an, og aftaná fekk hon sær sína egnu salong í Klaks- vík. Á Tvøroyri hitti hon Eigil Hentze, og tey giftust í 1965. Tvey ár seinni tók hann læraraprógv. Tey bú- settust í Klaksvík, har hann hevur starvast sum lærari og síðan 1980 sum vara- skúlastjóri á skúlanum á Ziskatrøð. Tey fingu tveir synir. Torfinn varð føddur í 1966, og Øssur varð føddur í 1970. Elisabeth Hentze og Dávur Clementsen 80 ár Dýrabiðidag, 16. mai, fylla tvíburðarnir Elisabeth Hentze og Dávur Clement- sen 80 ár. Móðir teirra, Johanna F. Clementsen var ættað úr Kvívík, dóttir Dáva og Martinu Nielsen. Johanna og tríggjar systrar hennara, Sunneva, Jovina og Jaco- bina vórðu allar giftar til Sands. Johanna giftist Cle- ment Clementsen, soni Hanus Clementsen, ættaður av Klettum. Tey fingu børnini Hanus, Dáva, Elisabeth, Niels Jacob (fórst ungur við Alva), Jógvan og Martinu. Í 1945 flutti Dávur til Havnar og fór at koyra bil, til hann í 1950 fór at sigla við Rituni. Hann var umborð til 1957, tá hann fór í arbeiði hjá Lamhauge & Waagstein, har hann starvaðist líka til hann bleiv pensionistur. Dávur giftist Johanne Kathrine (Hannu hjá Addaba) í 1949. Hanna andaðist fyri tveimum árum síðani. Tey fingu fýra synir, Bjarna, Arna, Finn og Jóhann. Elisabeth giftist Nico- demus Hentze av Sandi, og tey fingu ein son, Niels Jacob. Elisabeth hevur meginpartin av lívi sínum búð á Sandi, men sum ung tænti hon í Suðri og í Havn og arbeiddi eisini hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn. Felags fyri Elisabeth og Dáva er, at tey eru sera heimkær, lítillátin og altíð til reiðar við eini hjálpandi hond og einum góðum orði. Nú, tvíburðarnir fylla áttati, fara vit at ynskja teimum hjartaliga tillukku og nógv góð ár enn og Guds signing. Vit nýta eisini høvið at takka teim- um fyri alt, tey hava verið og eru fyri okkum. e. Elsa Glerfoss 60 ár Mánadagin 5. mai fylti Elsa Glerfoss í Havn 60 ár. Hon varð fødd á Eiði, haðani mamman Lovisa var. Páin Jógvan Páll Fjallsbak varð føddur á Skarði. Tey giftust í 1936 og búsettust á Eiði, men fluttu síðan til Klaks- víkar at búgva og at enda til Havnar. Lovisa og Jógvan Páll fingu 6 børn. Odd og Hans Eliesar búgva í Klaksvík. Poul Erik í Miðvági. Snorri býr í Havn og Herbein í Keypmannahavn. Jógvan Páll átti farma- skipið Elsu F, kallað upp eftir einastu dóttrini. Elsa vaks upp í Klaksvík, har hon tók realprógv í 1960. Hon fór at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Norðlýs- inum, har Símun Hansen var stjóri og blaðstjóri. Hon var eisini á háskúla í Hel- singør, arbeiddi í handlin- um á Stongunum og skriv- stovuni hjá Kjølbro, sum varð roknað millum tey fín- aru arbeiðsplássini í Klaks- vík fyri 40 árum síðani. Í 1965 giftist Elsa við Jonhard Glerfoss úr Mikla- dali, og tey búsettust í Havn í 1967. Hann er snikkari. Tey fingu 3 børn: Haldis í 1965, Petur Martin í 1972 og Lovisu í 1978. Elsa hevði ymisk arbeiði, til hon í 1988 fór at læra til tannklinikkassistent og fekk starv á Tannklinikkini í Vágsbotni hjá Elini og Margit Svarrer. Thamar Samson deyður 10. mai andaðist Thamar Samson í Klaksvík, 81 ára gamal. Bæði foreldrini vóru úr Klaksvík. Mamman Malena Hansen var úr Krotugrøvini, og pápin Samson Joensen var úr Gerðum. Thamar giftist í 1948 við Karini Margrethu Eldevig úr Elduvík, og tey búsettust í Klaksvík. Ein stóran part av lívinum starvaðist Thamar á Posthúsinum har. Tey fingu 3 børn: Jensa er fødd í 1948 og gift við Sigurdi Poulsen landsbankastjóra. Tey búgva í Kaldbak. Martin Andreas er føddur í 1950. Anna Elisabeth er fødd í 1953 og gift við Pól Mikkelsen í Gerðum. Silvurbrúdleyp Í dag, 15. mai, hava Sonja og Símun Einarsson, Lamba, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Margaretha fann føroysku vinkonuna Týsdagin skrivaðu vit um at svensku hjúnini, Mar- garetha og Lennart Peters- son vóru í Føroyum, og at Margretha leitaði eftir ein- ari føroyskari gentu, ið hon kom at kenna í Hull í Ong- landi í 1960/61. Tær plagdu at hittast inni á svensku sjó- manskirjuni í Hull saman við fleiri øðrum norður- lendskum ungdómum. Eftir at greinin stóð í blaðnum, fekk Margaretha samband við føroysku gentuna, sum nú býr í Danmark. Hon eitur Maud Viberg (Olsen), og er úr Suðuroynni. Tær hava tosað saman í telefon og avtalaðu at hittast í august. Mikudagin vóru hjúnini Margaretha og Lennart á Sosialinum við einum blómutyssi, sum tøkk fyri at vit hjálptu teimum at finna vinkonuna. Sámal Bláhahamar frá Toru Tourist Traffic var kontaktfólk hjá hjúnunum í Føroyum. Margaretha og Lennart Petersson handa Magnusi Gunnarsson, blaðmanni, blómutyssi Mynd: Álvur Haraldssen C M Y K 9 8