hósdagur 15. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 92 - 15. mai 2003
Nr. 92 - 15. mai 2003
11
Danskir uttanríkisráðharrar hava av og á vitjað í
Føroyum. Og nú hevur so tann konservativi Per
Stig Møller verið og vitjað partamann sín, løg-
mann. Tað tykist ikki, sum tey stóru málini hava
myndað vitjanina, og ein kann næstan fáa ta fatan,
at meginorsøkin til vitjanina er, at Føroyar liggja á
vegnum til Grønlands, har uttanríkisrráðharrin
hevur aðrar og meira álvarsamar trupulleikar at
dragast við. Í Grønlandi eru stóru spurningarnir
leikluturin hjá Thule í missilskjøldri USA og upp-
ruddingin í økinum kring Thule og Dundas.
Men eitt gott var so við vitjanini: løgmaðurin, sum
var farin mestsum undir heilt, er komin afturíaftur.
Eitt mál hevur tó merkt vitjanina, og tað er kríggið
í Iraq. Sum kunnugt var løgtingið ímóti krígnum
og var sostatt á linju við parlamentini í Noregi,
Svøríki, Fraklandi, Týsklandi og mong øðrum
londum. Hetta forðar tó ikki Løgmanni, sum var
fyri krígnum, at royna at fáa sum mest burtur av
herfongi teirra sameindu.
Sum øllum kunnugt hava tey sameindu, harímill-
um Danmark telist, sorðað partar av Iraq sundur.
Alt liggur beinabjølgi: undirstøðukervi, sam-
skiftiskervið, vegir og havnir, skúlar og sjúkrahús,
fornminnisøvn, listasøvn, dagstovnar og barna-
heim, kirkjur og moskur, ja, stórt sæð alt uttan
oljumálaráðið. Hetta skal alt byggjast uppaftur til
gagns fyri iraqiska fólkið, sum væl at merkja sjálvt
skal rinda fyri endureisingina. Henda endurreising
verður goldin av konti hjá iraqiska statinum, sum
hava verið stongdar í áravís.
Og løgmaður, sum tann praktiski maður, hann er,
sær møguleikarnar fyri føroyskt vinnulív. Tað
ræður um at liggja framvið! Har nakað er at vinna,
har eru vit við. Føroyskt vinnulív má sleppa at
ogna sær lut í herfonginum, hóast tær almennu
Føroyar vóru ímóti krígnum. Hetta er tó eingin
trupulleiki, vissaði uttanríkisráðharrin okkum um í
Breddanum týskvøldið. Soleiðis eru vit heldur
ikki, og her verður nóg mikið til allar kappingar-
førar og framfýsnar fyritøkur við áræði. Smáligt
hevur almenna Danmark ongantíð verið! Tað má
ásannast!
Kríggj og pengar hava altíð fylgst, so fyri so vítt er
hetta einki løgið. Og víst unna vit føroyskum
vinnulívi alt gott. Men álvaratos: er hetta kortini
ikki í so skjótt og í so smart? Fyri ikki at siga í so
grammt? Eiga vit t.v.s. Løgtingið, ikki at seta sum
treyt fyri føroyskari luttøku, at ST stendur á odda
fyri endurreisingini? Og er tað ikki eitt sindur
ómoralskt at vinna pening av hesum virksemi, um
ikki eisini onnur enn iraqiska fólkið t.d. USA og
Bretland rinda fyri gildið?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kríggj og pengar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sonja F. Mørkøre
Eg skilji á lesarabrøvunum
frá bæði Mikkjali og Gunn-
birni, at tit hava tikið mítt
lesarabræv ógiliga persón-
ligt. Serliga mín meining
um, at tað ikki var vit og
skil, sum sum stýrdi penn-
inum, tá nei-krossurin varð
settur.
Tað standi eg fast við, og
tit hava tykkara fulla rætt til
at halda, at mín meining er
fullkomiliga hol í høvdið,
og at eg stóð longri afturi í
køini enn nei-sigararnir.
Tað er tað fantastiska við
demokratii, nevnliga at
bæði eg og tit hava tali- og
skrivifrælsi til at geva
okkara meining til kennar.
Eg haldi, at tað er av al-
stórum týdningi, at ein
kann siga sína meining. Tað
er nógv betur at fólk geva
sína meining til kennar,
óansæð, hvussu kontant
hon er. So kann ein koma
víðari. Tað ringasta er, at
ein bara tegur alt burtur og
ikki fær reinsað luftina.
Hvat viðvíkur saman-
haldi í bygdini, so dugi eg
ikki at síggja, hví tað er
hótt av mínari meining og
meiningunum hjá øðrum,
sum hava úttalað seg.
Politikkur er eitt og pri-
vatlív er eitt annað. Fyri tað
um ein heldur at meirlutin
av fólkinum hevur tikið
eina skeiva avgerð, so
merkir tað ikki, at ein ikki
kann vera í somu stovu sum
hesi fólkini. Eg veit bara, at
eg hava latið mína meining
koma til kennar, og so er
tað tað. So er bara eittans at
gera, og tað er at hyggja
frammeftir og siga NI
ØBB.
Eru tað fleiri, ið kenna
seg »persónliga forfylgd«
av mínum lesarabrævi og
sum ikki duga at taka tað
við »et gran salt«, so eru tit
vælkomin til at venda tykk-
um til mín persónliga og
fáa luft. Eg veit av egnum
royndum, at tað ofta er
familjan, sum verður skotin
í skógvarnir um meiningar-
nar hjá øðrum familjulim-
um. So tað sum eg skrivi er
mín fatan aleina og tí ikki
nakað, ið mínir familju-
limir skulu lastast fyri. So
tað er bara at loysa frá
tungubandinum. Endapart-
urin á mær er ikki tann
einasti likamsluturin, ið er
breiður. Við hesum fari eg
at enda mína skriving.
Demokrati, tá tað er best
Johan Mortensen
Pf Restorffs Bryggjarí
Eg var sera fegin um tað
vælskrivaðu greinina hjá
Kim Simonsen »Grátið
heldur um spilt øl enn
spilta mjólk«, sum stóð í
Dimmlætting ígjár. Tað var
stuttligt at lesa hansara sera
kompetentu viðmerkingar
til nógvu ølsløgini, sum
høvi var at royna á ølfesti-
valinum í Valby.
Vit kunnu bert taka undir
við Kim og harmast um
okkara
avoldaðu
rús-
drekkalóg, sum er ein bági
hjá bryggjaríum, vinnulívi
og
ferðamannavinnuni.
Farcan á fiskivinnustevnuni
verður seint gloymd av
fremmandamanninum.
Sjálvandi eiga føroysku
bryggjaríðini at hava loyvi
at bryggja øl sterkari enn
5,8%, tað er meira smakkur
í einum sterkum øli.
Til gleði fyri Kim Simon-
sen og allar ølelskandi før-
oyingar, sum hava eitt
normalt forhold til henda
sociala mentunnardrykk,
skal eg siga frá, at á Verts-
húsinum hjá Restorff sum
letur upp í næstum, er ætl-
anin, umframt at hava
egnar framleiðslur, eisini at
innflyta fleiri útlendsk øl-
sløg, m. a. Pilsner Urqell,
sum Restorff hevur sam-
starv við. Á Vertshúsinum
fer at verða gjørt nógv fyri
at stimbra áhugan og kunn-
leikan um øl. Tað hevur
kanska
eisini
almenna
áhuga, at ætlanin er at hava
Vertshúsið roykfrítt!
Vit takka Kim fyri hans-
ara positivu orð um okkara
Mungát. Vit eru sjálvir
errnir av Mungáti og Varg-
inum sum eru liðir í okkara
arbeiði fyri at menna før-
oysku ølmentanina. Eisini
eru vit glaðir fyri, at Føroya
Bjór luttók á Ølfestivalin-
um, hetta mennir útlendska
áhugan fyri føroyska ølin-
um, sum er dygdargott og
vælsmakkandi handverk,
heldur
enn
útlendska
industriølið sum Rúsan
innflytir.
Øl-viðmerking
Heini Dahl
Oyndarfjørður
Arbeiðarafeløgini høvdu
eina mynd í bløðunum, av
samgongulimum,
sum
vardu innbrotið hjá Karsten
Hansen í Sev sáttmálanum.
Handan myndin kemur at
hanga á hvørjum húsaveggi
til komandi løgtingsval.
Hvørjar politiskar fylgjur
hon fær veit eg ikki, tað við
tíðin vísa. Myndin er ræð-
andi fyri Maskinmeistara-
felagið, myndin er ræðandi
fyri Starvsmannafelagið og
tey feløg sum samstarva
við
Fíggjarmálastýrið.
Myndin
vísir
greitt
Maskinmeistarafelagnum,
at teir eru ov lættin á tí
politisku vektini. Tí er
limaskapur ella samstarv
við
Starvsmannafelagið
alneyðugt
beinanvegin.
Felagið eigur ikki at gera
annan sáttmála við SEV.
Fólkini eiga at fara til hús,
blíva tey lønt eftir tí gamla
sáttmálanum. Teir smáu
stuðulsflokkarnir
hjá
fólkaflokkinum, kristiligi
flokkur og sjálvstýrisflokk-
urin vóru einastu politisku
flokkar, sum høvdu makt
og møguleika at stoppa
politiskari upp í blanding til
sáttmálatrætuna. Innbrotið
hjá fíggjarmálastýrinum í
SEV sáttmálanum var um-
biðið arbeiði frá arbeiðs-
gevarum. Hetta duga sjálvt
búrhøsn at síggja. At Jenis
av Rana og Kári Højgaard
ikki vilja skilja hetta er
harmiligt.
Innbrotið hjá Karsten Hansen
Í øllum førum fýra
mánaðir fara at
ganga, áðrenn
byggingin í Vallalíð
kann halda fram
BYGGING
Heri á Rógvi
Tey minnisveiku og teirra
avvarðandi mugu brynja
seg við tolni. Í øllum førum
tey, sum ætla sær í heimið
fyri minnisveik í Vallalíð.
Hóast
framhaldssøgan
um helst kendasta bygging-
ina í Føroyum í løtuni nær-
kast einum enda, so er eitt
fitt petti eftir enn.
Tórshavnar býráð sam-
tykti á eyka býráðsfundi
týskvøldið at broyta byggi-
samtyktina fyri A1 økið, ið
heimið fyri minnisveik
verður bygt í.
Hetta er síðsta stig í ein-
um drúgvum máli. Upp-
runaliga var ætlan at byggja
eitt heim fyri minnisveik í
Vallalíð. Heimið skuldi
kostað 16 milliónir at
byggja, og landið og Tórs-
havnar kommuna skuldu
býta útreiðslurnar ímillum
sín. Og alt byrjaði eisini
væl. Báðir partar sannaðu,
at stórur tørvur var á einum
tílíkum heimi, og fyrsti
spakin var settur í av lands-
stýrismanninum og umboð-
um fyri kommununa.
Eitt sindur seinni byrjaðu
trupulleikarnir.
Fyrst kærdu grannarnir
sína neyð. Teir hildu ikki, at
byggingin kundi halda fram
á økinum. Hetta endaði so
fyrst við, at byggilendi varð
lækkað, og málið endaði
seinni á borðinum hjá Olju-
málaráðnum, sum er myn-
dugleiki á økinum.
Lækkanin av byggilend-
inum fer samanlagt at kosta
omanfyri
eina
millión,
væntar Jan Christiansen,
borgarstjóri í Havn.
Í rættin
Eftir
at
Oljumálaráðið
hevði gjørt eina niðurstøðu
í málinum, sum segði, at
byggingin ikki var í tráð við
byggisamtyktina hjá Tórs-
havnar kommunu og álegði
kommununi
at
steðga
byggingini, endaði málið í
Løgmálaráðnum og so aftur
í Oljumálaráðnum.
Tórshavnar
kommuna
vildi ikki steðga bygging-
ina, og Oljumálaráðið legði
málið fyri fútarættin, sum
álegði fútaforboð.
Men hóast Tórshavnar
býráð nú hevur samtykt
eina broyting í byggisam-
tyktini, so er málið ikki
loyst av hesi orsøk.
Málið er nevniliga lagt
fyri Føroya rætt.
Tað er soleiðis, at skal
fútaforboðið
framvegis
vera galdandi, so má málið
fyri Føroya rætt, og hetta
hevur Oljumálaráðið so nú
gjørt.
Hesum
váttar
Rókur
Tummasarson, fulltrúi í
Oljumálaráðnum.
Tá ein tílík broyting í ein-
ari byggisamtykt verður
gjørd, so skal hendan fyrst
lýsast alment og skal hon
liggja frammi í tríggjar vik-
ur. Fólk hava tríggjar mán-
aðir – íroknað tær tríggjar
vikurnar – at lata býráðnum
viðmerkingar til málið.
Síðani fer málið niðan til
Oljumálaráðið til góðkenn-
ingar, har ein býarplans-
nevnd skal taka støðu til
málið.
Rókur Tummasarson sig-
ur, at nevndin er mannað
við umboðum fyri Tórs-
havnar kommunu og Før-
oya kommunufelag og nøk-
ur umboð fyri landið. Hann
dugir ikki at siga nakað um,
hvørt tað er sannlíkt, at
broytingarnar verða góð-
kendar.
Hetta ger alt saman, at
byggingin í Vallalíð er
steðgað í øllum førum í
fýra mánaðir. Jan Christi-
ansen roknar við, at tað í
besta føri verða talan um
fýra mánaðir, men roknast
kann við fimm, og tað er
summarið eisini væl og
virðiliga farið.
Stórur tørvur
Borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen, heldur tað
vera stórt spell, at málið er
komið hertil.
– Tørvurin er stórur eftir
einum tílíkum heimi, og vit
halda tað vera stórt spell,
um hetta nú skal draga út
enn longur, sigur Jan
Christiansen.
Hann sigur, at meirilutin í
býráðnum ynskti ikki at
draga málið longur út, og
byggisamtyktirnar
vóru
tískil samtyktar.
Hann sigur seg eisini
harmast um, at tað ikki
hevur eydnast at finna eina
betri loysn.
Longda byggitíðin fer at
kosta Tórshavnar komm-
unu pengar, men borgar-
stjórin veit ikki í skrivandi
stund hvussu nógv.
Hann avvísir als ikki, at
kommunan fer at reisa
endurgjaldskrav móti Olju-
málaráðnum, um tað skuldi
komið so langt.
Annars atkvøddu limirnir
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Tórshavnar býráð ímóti
broytingunum í byggisam-
tyktini.
Hvat er eitt rúm?
Sum tað sæst aðrastaðni á
síðuni, so snýr broytingin í
byggisamtyktini seg um
eina orðing. Tað er serliga
týdningurin av orðinum
rúm, ið skilir Oljumálaráð-
ið og Tórshavnar komm-
unu.
Oljumálaráðið heldur, at
hetta er eitt rúm, t.e. eitt
rúm í einum húsum. Tórs-
havnar kommuna heldur
hinvegin, at talan er um at
geva rúm, t.e. á økinum
verður pláss fyri.
Heim fyri minnisveik í Vallalíð:
Byggingin útsett fýra mánaðir
Er stuðulin føroyski
landskassin hevur
latið til Irak, nú
føroyskir myndug-
leikar ynskja føroyska
luttøku í endur-
byggingini av Irak
HJÀLP
Heri á Rógvi
Føroyskar fyritøkur skulu
vera við til at endurbyggja
Irak.
Hetta var størsta frá-
merki við vitjanini hjá Per
Stig Møller, uttanríkisráð-
harra, fyrr í vikuni.
Eftir føroyskum ynski
var hetta mál á skránni, tá
Per Stig Møller hitti løg-
mann, og uttanríkisráð-
harrin tók fult undir við
ynskinum, og hann segði
seg vilja gera sítt fyri, at
hetta kundi koma í lag.
Tosað verður ofta um at
knýta menninghjálp. Men
ikki tann nógva menningar-
hjálpin er komin úr Føroy-
um til Irak.
Málið hevur verið fyri í
løgtinginum. Av játtanini til
menningarhjálp fyri 2003
eru 50.000 krónur brúktar
til Irak. Løgmaður ætlaði
eisini at fáa játtað 2,8 milli-
ónir afturat – eins og gjørt
varð í Afganistan.
Málið var fyri á fíggjar-
nevndarfundi 30. apríl.
– Ein samd nevnd tók
ikki undir við uppskotinum
vísandi til, at mett verður
ikki, at málið hevur skund,
og at málið kann leggjast
fyri Løgtingið í næstu ting-
setu, stendur at lesa á
heimasíðuni hjá Føroya
løgtingi.
Sostatt hava føroyingar
áhuga fyri at byggja upp,
men menningarhjálpin úr
løgtinginum letur bíða eftir
sær.
Broytingarnar, sum Tórshavnar býráð samtyki týs-
kvøldið, eru gjørdar í grein 5 stykki 1 í Almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavn – Ásetingar fyri
umráðispartarnar A1 í 3. grundumráði. Broyting-
arnar eru soljóðandi:
Frá
Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi
tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frábyggivald-
inum - tvíhús, raðhús og ketuhús og tílíkar bústað-
ir fyri eitt húski.
Í samband við búðstaðirnar skal tó bera til at gera
rúm til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar,
treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir dám-
in á økinum sum sethúsabýlingur.
Til
Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi
tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frábyggivald-
inum - tvíhús, raðhús og ketuhús og tílíkar bústað-
ir fyri eitt húski.
Í sambandi við búðstaðarøki kann byggivaldið
geva serloyvi til at byggjast kunnu handlar, smærri
vinnuvirki og stovnar, ið natúrliga hoyra býlingin-
um til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spill-
ir dámin á økinum sum sethúsabýlingur.
Fakta
Lagið var gott, tá fyrsta takið varð tikið fyri at fáa bygt ein
heim til minnisveik í Vallalíð. Land og kommuna tóku í felag
tak fyri at fáa bygt heimið…
…Men so gjørdu grannarnir vart við sína misnøgd, og endin
gjørdist, at byggilendi varð lækkað hálvanannan metur. Ein
broyting, sum kostaði skattgjaldarunum yvir eina millión…
…og so kom Oljumálaráðið upp í málið, og byggingin er nú
latin Føroya rætti at taka støðu til
50.000 kr. til Irak
C
M
Y
K
11
10