Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 92 - 15. mai 2003 Nr. 92 - 15. mai 2003 13 Nú landskappingin byrjar, ber til hjá fartelefonfeløgum at tekna seg til úrslita- tænastu umvegis GSM-telefonir SMS-TÆNASTA Jákup Mørk Landskappingin í fótbólti nærkast nú av álvara. Fyrsti dysturin skuldi eftir ætlan verið leiktur longu hós- kvøldið, men hetta verður so helst flutt til fríggjadag- in, sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum. Nýggj tænasta Í londunum kring okkum hevur tað seinnu árini verið alt meira vanligt, at fólk hava teknað seg til SMS- tænastur av ymsum slag, soleiðis at fylgjast kann við, hvussu úrslitini í yms- um ítróttargreinum laga seg. Saman við Sp/f Kervi og Sosialinum fer Føroya Tele nú eisini undir at reka slíka tænastu. Fólk við GSM haldi hjá Føroya Tele kunnu við einum SMS- boði tekna seg til tænast- una, og eftirfylgjandi fáa tey so SMS-boð sendandi, so hvørt sum ymsu dystirn- ir eru lidnir. Tilmelding til nýggju tænastuna fer fram við at senda SMS-boð við tekst- inum, fm til, á nummar 1441. Skal tænastan frá- meldast, skulu boðini, fm fra, sendast til sama numm- ar. Kostnaðurin fyri tænast- una er 10 kr. fyri hvørt um- farið í fótbóltslandskapp- ingini, umframt at talan er um vanligan SMS takst við til- og frámeldan. Fótbóltur á fartelefonini Danska flogfelagið tykist av álvara at spíla seg út á føroyska marknaðinum STUÐULSAVTALA Jákup Mørk Leygardagin skrivaðu umboð fyri VÍF og Maersk undir stuðulsavtalu, sum fyribils er galdandi í eitt ár. Hetta hendi á ferða- sýningini, sum var í SMS um vikuskiftið, og sum skilst, so eru tað tveir væl nøgdir partar, sum nú hava skrivað undir sáttmála. Hjá Maersk er hetta um nakað enn ein undirstrikan av, at felagið nú hevur átik- ið sær ein munandi størri og meira aktivan leiklut í slíkum samanhangi. Sostatt er avtalan við VÍF tann triðja, sum verður innging- in í ár, eftir at bæði B36 og Sumba hava gjørt sponsor- avtalur við danska felagið. Bárður Nielsen, sum um- boðar VÍF í hesum sam- bandi, sigur um nýggja sáttmálan, at hesin er eitt sindur øðrvísi uppbygdur, enn flestu stuðulssáttmálar. - Sum heilt má eg siga, at vit eru væl nøgdir. Í fyrsta lagi gevur hetta okkum eina samsýning, uttan at eg tó fái sagt nakað um støddini á hesi. - Í øðrum lagi er hetta skipað soleiðis, at vit hava átikið okkum ein aktivan leiklut yvirfyri Maersk. Tað verður nevnliga soleiðis, at vit kunnu heita á okkara limir og stuðlar annars, um at tekna seg til eina sokall- aða nýggjheitstænastu hjá Maersk. Umframt at hesi tá fáa ymsar upplýsingar send andi umvegis teldupost, verða eisini tilboð av yms- um slag latin, og á tann hátt kann hetta koma bæði VÍF, limum tess og Maersk til góðar, staðfestur Bárður Nielsen. At byrja við verður tað einamest á stevnunum, at sjónligu tekinini um nýggja sáttmálan verða at síggja. Bárður Nielsen sigur, at í fyrsta umfari fara øll kapp- róðrarfólk hjá VÍF at hava eyðkendar búnar við navna- merkinum hjá sponsorinum á. Hvørt hetta eisini verður gjørt við hondbóltsleikarar og badmintonfólk er enn ikki greitt, men tann møgu- leikin verður so ikki útilok- aður. Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi í eitt ár, og um báðir partar eru nøgdir til ta tíð, er væl hugsandi, at talan verður um at leingja samstarvið. VÍF og Maersk hava gjørt stuðulsavtalu Maersk Air og VÍF undirskrivaðu nýggjan sponsorsáttmála seinasta leygardag Kanningar hjá týskum granskarum benda á, at heilivágur, sum er ætlaður til vanligt krím, kann mótvirka herviligu lungnasjúkuni SARS SARS Árni Joensen: Nógv bendir nú á, at heili- vágur ímóti vanligum krími er nóg mikið til at steðga teirri nógv umrøddu lungnasjúkuni SARS, sum seinastu tíðina hevur kravt fleiri mannalív. Kanningar hjá týskum granskarum benda í hvussu er á, at ein heilivágur, sum ætlanin var at nýta ímóti vanligum krímsjúkum, kann steðga SARS, verður hann viðgjørdur eitt sindur øðrvísi enn upprunaliga ætlað. Rolf Hugenfeld, sum er granskari á lærda háskúlan- um í Lúbeck, sigur, at tey hava staðfest tað proteinið, sum SARS nýtir til at smitta kyknurnar í manna- kroppinum, og hann ivast ikki í, at krímheilivágurin er eitt gott grundarlag undir royndunum at gera ein heilivág, sum skal steðga SARS. Samstundis skriva kines- isk bløð, at nógvir kinesar- ar hava mist vónina um, at granskararnir fara at finna ein egnaðan heilivág ímóti SARS. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk og serliga bøndur á bygd eru farin aftur til gamlar siðir í einari roynd at tryggja seg ímóti sjúkuni. Higartil hevur SARS bara gjørt um seg í teimum kinesisku býunum, men ymiskt er, sum bendir á, at sjúkan er í ferð við at breiða seg út á bygd. Tað kann sambært kinesisku fjølmiðlunum fáa álvars- samar avleiðingar, tí heilsu- verkið á bygd er sera vána- ligt sammett við heilsu- verkið í býunum. Sambært heilsheilsu- stovninum WHO hava 7.400 fólk fingið SARS, og higartil eru 581 fólk deyð av sjúkuni. Meiri enn 30.000 fólk eru limir í islamskum felagsskapum í Týsklandi, og summir teirra hava sum mál at skipa víðgongt islamskt stýri í Týsklandi YVIRGANGUR Árni Joensen: Yvirgangsfelagsskapir hótta trygdina í Týsklandi, og týsk mál uttanlands eru eisini í vanda. Tað sigur týski innan- ríkisráðharrin, Otto Schilly. Hann sigur, at kríggið í Afghanistan og umfatandi løgregluarbeiði hava ikki forðað fyri, at fleiri bólkar innan al-Qaeda, Arabiskt Mujaheddin og Taliban eru framvegis virknir. Týska løgreglan veit um fleiri hundrað víðgongdar limir í islamskum felags- skapum, og einir 200 teirra eru undir støðugum eftir- liti, tí illgruni er um, at teir arbeiða við yvirgangsætl- anum. So seint sum fyri einum mánað síðani tók løgreglan í Berlin ein 32 ára gamal mann úr Tunis, sum var í ferð við at útvega al-Qaeda limir í Týsklandi. Otto Schilly, innanríkis- ráðharri, sigur, at 30.600 fólk í Týsklandi eru limir í islamskum felagsskapum. - Nøkur teirra hava sum mál at seta sharia-lógir og islamskt stýri í gildi bæði í heimlandinum og í Týsk- landi, sigur Otto Schilly. Týska løgreglan sigur, at í Týsklandi eru 69 víð- gongdir útlendskir felags- skapir, sum mugu metast sum ein hóttan fyri týsku trygdina. At Týskland hev- ur hermenn í Afghanistan hevur økt hendan vandan, sigur løgreglan. Skuldsettur fyri 25 morð Fyrrverandi forsetin í Peru, Alberto Fujimori, er skuldsettur fyri at hava verið uppi í tveimum hóp- morðum. Jose Luis Lecaros, dómari, er komin til ta niður- støðu, at fyrrverandi forsetin samskipaði og fíggjaði eitt hernaðarligt deyðslið, sum beindi fyri fleiri fólk- um í 1991 og 1992. Í einum føri beindi deyðsliðið fyri 15 fólkum, sum vóru í veitslu í einum arbeiðara- býlingi, og í einum øðrum føri myrdi deyðsliðið níggju studentar og lærara teirra. Jose Luis Lecaros, dómari, sigur, at morðini gera tað møguligt at ákæra fyrrverandi forsetan fyri brotsverk ímóti manna- ættini. Alberto Fujimori flýddi úr Peru til Japan í 2000. Hann hevur japanskan ríkisborgararætt, og higartil hevur stjórnin í Tokyo sýtt fyri at útflýggja hann, so hann kann koma fyri rættin í Peru. 20.000 heimleys ST-hjálparfelagsskapurin UNRWA, hvørs uppgáva er at hjálpa palestinum í Miðeystri, hevur ilt við at endurbyggja tað, sum er oyðilagt, síðani palestinski uppreisturin ímóti ísraelsmonnum byrjaði fyri skjótt trimum árum síðani. Danin Peter Hansen, sum er stjóri í UNRWA, sigur, at umleið 20.000 palestinar eru vorðnir heimleysir, síðani ófriðurin kyknaði. Tey flestu hava mist húsini í ísraelskum álopum. Higartil hevur felagsskapurin bygt 158 smá hús til tey heimleysu, og 160 onnur eru í gerð. Ætlanir eru um at byggja 471 afturat, sigur Peter Hansen. Ein uppgáva hjá UNRWA er at tryggja skúlagongd í teimum palestinsku økjunum á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum, men eisini á hesum økinum hevur ófriðurin havt stóra ávirkan. Peter Hansen sigur, at úrslitini hjá næmingunum eru sjónliga versnað tey bæði seinastu árini, og hann stúrir fyri, at nógvir palestinskir ungdómar fara at detta niður ímillum í einum samfelag, sum er illa fyri frammanundan. Grunnur ímóti hungri Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, hevur gjørt bardagan ímóti hungri til sítt fremsta politiska mál. Í juni skal hann taka lut á fundinum hjá teimum ríkastu londunum í heiminum, tá tann sonevndi G-8 bólkurin fer at halda fund. Hetta er fyrstu ferð, at eitt umboð fyri eitt menningarland er boðið á fund í bólk- inum, og Lula hevur longu boðað frá, at hann ætlar sær at nýta hetta høvi til at skjóta upp at stovna ein grunn, sum skal virka ímóti hungri í teimum fátæku londunum. Lula vísir á, at tann stóra skuldin er tann stóri trupulleikin hjá teimum fátæku londunum, og nú mælir hann Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyra- grunninum til at umskipa skuldina. Eftir uppskotin- um skal helmingurin av rentunum umskipast til virð- isbrøv, sum tey ríku londini skulu keypa, og hesir pengarnir skulu so í ein grunn, sum skal virka ímóti hungri. Harumframt skal vápnaídnaðurin rinda peng- ar í grunnin. Lula vísir á, at varð hendan skipan gald- andi fyri brasilsku uttanlandsskuldina, hevði tað giv- ið hungursgrunninum millum 15 og 20 milliardir krónur um árið. Njósnast dúgliga Týska trygdartænastan, Verfassungsschutz, vil vera við, at Kina rekur umfatandi og ólógligt njósnaravirk- semi í Týsklandi. Í einari frágreiðing hjá trygdartænastuni stendur, at kinesiskir deplomatar á sendistovuni í Berlin og á konsulátunum í býunum Múnchen, Hamburg og Bonn fáast við njósning. Men tað eru ikki bara kinesarar, sum njósnast í Týsklandi. Trygdartænastan sigur, at Norðurkorea stendur einki aftanfyri grannalandið. Norðurkore- anska sendistovan í Berlin hevur fleiri njósnarar, sum njósnast í Týsklandi, Belgia, Luksenburg, Kekkia og Slovakia, sigur Verfassungsschutz. Heilivágur ímóti krími kann kanska lekja SARS SARS hevur serliga gjørt um seg í Fjareystri. Hendan myndin er ú taiwanska høvuðsstaðnum Taipei Eisini vandi fyri yvirgangi í Týsklandi C M Y K 13 12