hósdagur 15. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8. mai vóru liðin 25 ár
síðan Reyni Service
flutti úr Rættará og
niðan í nýggjan
virkisbygning við
Vegin Langa í Hoyvík.
Tá arbeiddu tilsam-
ans 12 fólk í fyritøk-
uni. Nú eru tey um-
leið 50 fólk, sum
starvast á teimum
ymisku deildunum
BILHANDIL
Magnus Gunnarsson
Reyni Service er ein gomul
fyritøka, ið hevur røtur heilt
aftur til 1947, tá Sigird av
Reyni (1916-1994) stovn-
aði fyritøkuna, sum seinni
skuldi blíva ein tann stórsta
av sínum slagi í landinum.
Sigird av Reyni varð bor-
in í heim 8. september
1916, sonur Jens av Reyni í
Havn. Eftir lokna skúla-
gongd fór hann í elektrikara
læru á el-verkstaðnum úti á
Rundingi í Havn. Seinni fór
hann niður til Danmarkar at
útbúgva seg til el-installa-
tør.
Meðan hann var í Dan-
mark brast seinni verðald-
arbardagi á, og hann slapp
ikki heim aftur, fyrr enn
bardagin var av. Hann ar-
beiddi eina tíð hjá DOMI í
Glostrup og áðrenn hann
kom aftur til Føroya, hevði
hann gjørt avtalu við teir
um at umboða Morris bilar-
nar í Føroyum.
Tá hann kom heimaftur í
1946 yvirtók hann verk-
staðin og bygningin hjá
pápa sínum niðri í Rættará.
Í februar 1947 læt hann upp
har við bilverkstaði og el-
installatørvirki. Virksemið
var stórt á verkstaðnum, og
hóast Sigird alla tíðina
hevði havt umboðið og søl-
una av bilunum um hendi,
hava aðrir havt verkstaðin
undir hond, fyrst Frits Jen-
sen og seinni Sverri Djur-
huus.
Eivind tekur yvir
Í 1969 varð Eivind av
Reyni, sonur Sigird, útlærd-
ur sum bilsmiður. Hann
hevði staðið í læru hjá Frits
Jensen í Gundadali og
yvirtók nú verkstaðin. Við
tíðini gjørdist ov trongligt í
Rættará og sum fráleið varð
nærum líka nógv arbeiði
gjørt úti á vegnum sum inni
á verkstaðnum. Hetta kundi
ikki halda á, og æltanir
vóru lagdar um at byggja
nýggj hølir til fyritøkuna,
sum tá hevði fingið navnið
Reyni Service og umboðaði
British Leyland bilmerkini,
Morris, MG, Rover og
Jaguar. Eitt grundøki varð
keypt í Hoyvíkshaganum,
og í 1978 flutti Reyni Ser-
vice inn í ein 1300 fer-
metrar stóran virkisbygning
við Vegin Langa. Tá ar-
beiddu tilsamans 12 fólk í
fyritøkuni. Í 1980 fingu teir
eisini umboð fyri Toyota
bilarnar. Av tí at bilasølan
vaks nógv, serliga í 80-
unum, varð neyðugt at
byggja út vegna plásstrot. Í
dag er samlaða gólvvíddin
4000 fermetrar. Umframt
Toyota selja teir eisini
Iveco vøru- og lastbilar.
Fyritøkan er býtt upp í
hesar deildirnar, bilasølan,
eykalutagoymslan, mekan-
iski verkstaðurin, plátu- og
lakkeringsverkstaðurin og
Tidy Car, umframt skriv-
stovu og fyrisiting og eina
deild í Klaksvík. Vit kunnu
eisini nevna at fyritøkan er
DAF (Dansk Automobil-
forhandler Foreing) góð-
kend og nú verður arbeitt
við at fáa TSM (Toyota
Service Marketing) góð-
kenning. Umleið 50 fólk
starvast hjá Reyni Service,
og stjóri er Eivind av
Reyni.
Nr. 92 • hósdagur • 15. mai 2003 • 77. árg.
Reyni Service 25 ár í Hoyvík
Nýggi bygningurin hjá Reyni Service við Vegin Langa í Hoyvík í 1978. Tá umboðaði fyritøkan bilar frá British Leyland. Bilmerkini vóru: Morris, Austin, Jaguar
og Land Rover
Reyni Service í Rættará. Fleiri nýggir Morris Mini á goymslu. Sigird av Reyni byrjaði í Rættará
í 1947
Á móttøkuni í 1978, tá Reyni Service læt upp. Eivind av
Reyni saman við danska Morris stjóranum Vagn Andersen og
konu
Í 1978 vóru einans bilar frá British Leyland í framsýningar-
hølinum hjá Reyni Service. Her er ein Mini Clubman
15
14
Nr. 92 - 15. mai 2003
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
NISSAN SIRENA 7.PERS DIESEL
Árg Sept.95, 7. Persónar 2.3 Diesel
høgrastýrdur . Kr. 50000.
KIA SEPHIA 1.5 GTX
Árg Mars 97, Km 150000.
Kr. 56000.
HYUNDAI PONY 1.4
Árg Juni 92, Km 156000. Kr. 30000.
SUBARU 1.8 4.WD
STATIONCAR
Árg Maj 87, Km 197000. Kr. 25000.
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
HATCHBACK
Árg Dec-96, Km 105000. Kr. 56000.
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
STATIONCAR
Árg Okt.95, Km 105000. Kr. 56000.
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
SEDAN
Árg Okt. 95, Kr. 50000.
MAZDA 626 HATCHBACK
Árg Apríl 89, Kr. 12000.
TOYOTA COROLLA 1.6
Km 166000. Er nýsproytaður fyri
einum ári síðani, har bæðI skermar,
forhurðar og motorur blivu skift.
Tosast kann um prísin. Kr. 40000.
Sera væl hildin og sær sera
gott út.
Tlf. 372805
OPEL VECTRA 1.8
Árg JAN. 99, Km 30.000.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL Kr. 115.000
HONDA ACCORD 1.8I
Árg APR. 98, Km 85.000. Sýnaður
06.06.02.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 99.000,-
OPEL ASTRA 2.0 TDI
Árg FEBR., Km 72.000. Sýnaður
06.06.02.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 99.000,-
VOLVO 460
Árg SEPT. 95, Km 92.000. Sýnaður
24.02.03.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 64.000,-
TOYOTA COROLLA 1.3
Árg JAN. 01, Km 21.000.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 104.000,-
FORD FIESTA 1.8 D 5 HURÐAR
Árg APR. 97, Km 110.000.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 55.000,-
FORD ESCORT 1.6
Árg OKT. 97, Km 57.000. Sýnaður
28.11.01.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 73.000,-
MAZDA E
Árg MEI. 97, VIÐ HØGUM TAKI..
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 85.000,-
OPEL CORSA 1.2
Árg JAN. 02, Km 23.000.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 85.000,-
TOYOTA COROLLA 1.3
Árg JUN. 97, Km 123.000. Sýnaður
06.03.02.
TILBOÐ
UTTAN BÝTISBIL 69.000,-
CITROEN SAXO 1.5D 3H
Árg Jul-98, Km 122.000. Kr. 75000.
60.000,- Uttan býtisbil
CITROEN ZX 1.9TD 5H
Árg Mai 1997, Km 160.000. Prísur
fyrr Kr. 120000 – Nú Kr. 85000.
70.000,- Uttan býtisbil
CITROEN XSARA 1.6I STC.
Árg Sept. 2000, Km 32.000. Prísur
fyrr Kr. 128000 – Nú Kr. 122000.
105.000,- Uttan býtisbil
CITROEN XSARA 2.0HDI 5H
Árg Nov. 1999, Km 117.000.
Kr. 130000.
CITROEN XANTIA 1.9TD
Árg Apr. 1998, Km 148.000.
Kr. 120000.
105.000,- Uttan býtisbil
MITSUBISHI GALANT 1.8GLS
4H
Árg Des. 1990, Km 186.000.
Nýsýnaður. Prísur fyrr Kr. 45000 –
Nú Kr. 30000.
25.000,- Uttan býtisbil
FORD ESCORT 1.8D STC
Árg Nov. 1996, Km 74.000.
Kr. 75000.
PEUGEOT 406 2.2TD STC.
Árg Juni 1998, Km 100.000.
Kr. 135000.
TOYOTA STARLET 1.3 5H
Árg Aug. 1996, Km 84.000.
Kr. 65000.
SKODA OCTAVIA 1.6I GTX 4H
Árg Nov. 1999, Km 45.000. Sær
sera gott út. Kr. 120000.
105.000,- Uttan býtisbil
CITROEN JUMPER 2.5TD LH
Árg Aug. 1996, Km 120.000.
Sýnaður 04/2003. Kr. 120000.
115.000,- Uttan býtisbil
PEUGEOT EXPERT 1.9TD
Árg Feb. 1998, Km 106.000.
Kr. 95000.
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
Hoyvíksvegur
tel 322110
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
Fyrivarni verður tikið fyri villum
C
M
Y
K
14