Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 92 - 15. mai 2003 Daewoo tvífalda út- flutningin Koreanska Daewoo bilverksmiðjan tví- faldar útflutningin til 250.000 bilar í ár. Komandi ár verður út- flutningurin 400.000 bilar. Eftir ein steðg byrjar sølan nú aftur í USA og Canada Kelda: Motor Magasinet VW í Ukraina VW konsernin hevur tikið avgerð um at byrja at framleiða bil- ar í Ukraina. Talan verður um Polo, Golf, Bora og Passat. Kelda: Motor Magasinet Fiat og GM Í juni leggur italska Fiat bilverksmiðjan fram eina sanerings- ætlan í samstarvi við General Motors. Upp- lýsingarnar eru frá Fiat forsetanum Um- berto Agnelli. Kelda: Motor Magasinet Á páskum vóru fimm føroyingar frá motorsúkklufelagnu m "Føroya MC" á venjing í Road Racing motorsúkklukoyring í Fraklandi. Sum nakað nýtt verður skipað fyri líknandi koyring í Vestmanna leygar- dagin 24. mai ROAD RACING Magnus Gunnarsson Tað er stór tilgongd innan koyring við motorsúkklum í Føroyum. Umframt á- hugafelagið Føroya Ellis- akfør, har limirnir hava bæði bilar og motorsúkklur, er eisini felagið Føroya MC, har teir flestu av teim- um umleið150 limunum hava motorsúkklur. Á pásk- um vóru fimm føroyingar úr Føroya MC í Fraklandi á venjing í Road Racing motorsúkklukoyring, teir vóru: Hans Magni Daniel- sen, Torbjørn Hansen, Sof- us Jacobsen, Agnar Dahl og Torkil Hansen. Road Rac- ing er kappkoyring á motorsúkklum á rasara- bana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motorstødd (ccm). Koyr- ingin í Fraklandi varð deild upp í fýra klassar, gøtu- koyrarar og tríggir licens- klassar, sum vóru býttir upp eftir ferð. (licens-koyr- arar, skjótir licenskoyrar og heilt skjótir licenskoyrarar.) Av føroyingunum koyrdu Torbjørn Hansen og Hans Magni Danielsen millum gøtu-koyrararnar, hinir byrjaðu allir millum licens- koyrararnar. Eftir fyrsta dagin vórðu Sofus Jacob- sen og Agnar Dahl fluttir upp í kvikar-licenskoyrarar. Sigast má, at úrslitini vóru góð fyri teir tríggjar licens- koyrararnar. Í teirra motor- stødd (125 ccm) blivu teir nr. 2, 3 og 4. Road Racing er ein kappkoyring á motor- súkklum á rasarabana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motor- stødd (ccm)). Alt skuldi góðkennast, motorsúkkl- urnar og førararnir, klæðini teir vóru í o.s.fr.. Eisini trygdin var í lagi, læknar og sjúkrabilar vóru til reiðar, um nakað skuldi hent. Føroyingarnir vóru so væl nøgdir við venjingina í Fraklandi, at teir nú fara at skipa fyri Road Racing motorsúkklukoyring í Før- oyum. Leygardagin 24. mai verður bátastevna í Vest- manna. Í hesum sambandi hevur VÍF skipað fyri, at Road Racing verður á kaiøkinum í Vestmanna hendan dagin. Koyrt verður við 50 ccm motorsúkklum. Allar motorsúkklurnar skulu vera í forsvarligum standi, og tey sum koyra súkklurnar skulu vera í heildekkandi leðurdrakt, leðurhandskum og góð- kendum hjálmi og stivlum. Hetta er fyrstu ferð, at slík kapping verður fyri- skipað í Føroyum. Síðani Føroya-MC bleiv stovnað í 2000, hava limir roynt at fingið eitt øki til vega, har Road Racing kundi koyrast, men tað hevur ikki verið møguligt at fingið játtað loyvi at koyra á onkrum av- byrgdum øki - hvørki frá myndugleikum ella privat- um persónum/virkjum. Fyrireikararnir og limir- nir hjá Føroya-MC eru sjálvsagt fegnir um, at VÍF nú hava gjørt tað møguligt at koyra í Vestmanna, og vónandi verður hetta ikki síðstu ferð, at Road Racing verður í Føroyum. Torkil, Agnar og Sofus hava eisini roynt at koyra Road Racing í Danmark, har teir hava verið við í DM í 125 ccm standard. Torkil og Agnar luttóku í 2001, og tá endaði Agnar samanlagt á einum 7. plássi, hóast tað ikki var møguligt at luttaka til allar kappingarnar. Sofus luttók í 2002 og endaði tá á einum 6. plássi. Tilmelding til Road Racing í Vestmanna í sein- asta lagi mikudagin 21. mai hjá AD-Import, teldupostur: ad-import@ad-import.fo ella á tel. 320213 millum kl. 10-17. Her fæst eisini nærri upplýsing. Road Racing verður í Vestmanna Føroyingarnir høvdu eina garasju til smærri umvælingar og at goyma súkklurnar í Føroyskir luttakarar vóru við í kappingini Agnar Dahl og Sofus Jacobsen til road racing í Fraklandi á páskum Nr. 92 • hósdagur • 15. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fyri at øll feløgini í hálvfinaluni í steypa- kappingini skulu vera eins fyri, hevur kapp- ingarstjórin flutt dystin, sum skuldi vera í Gøtu í kvøld, til í morgin. Tað eru GÍ og KÍ alt annað enn fegin um GÍ–KÍ Jóannes Hansen Sambært skránni skuldi fyrsti landskappingardyst- urin í fyrsta umfarinum í 1. deild verið spældur í Gøtu í kvøld. Hann skuldi havt verið millum GÍ og KÍ. Nú hevur kappingarstjórin gjørt av at flyta dystin til í morgin, og tað eru bæði KÍ og GÍ so hørm um, at tey í mótmælisskrivi til nevnd- ina í FSF hava biðið um, at avgerðin hjá kappingar- stjóranum verður koll- dømd. Í mótmælisskrivin- um, sum er til skjals á heimasíðuni hjá GÍ, verður sagt, at feløgini ætla sær at spæla dystin í kvøld klokk- an 18.30, sum tað hevur verið avrátt. Starvsnevndin í FSF skuldi hava fund seinna- partin í gjár. Tí var ikki greitt, hvørja støðu starvs- nevndin fór at taka, tá ið blaðið fór til prentingar. Lesararnir mugu tískil aðrar vegir kunna seg um, um nú dysturin í Gøtu verð- ur í kvøld, ella um hann verður spældur í morgin. Feløgini eru ikki fegin um, at tey hava verið so illa kunnað í viðgerðini av flyt- ingini – bæði framman- undan og eftir at avgerðin er tikin. Tey halda ikki, at tað er rætt, at tey skulu lesa um hetta á heimasíðuni hjá FSF, og tey undrast á, at kappingarstjórin hevur tos- að við fleiri onnur feløg um spurningin, uttan at tey eru sett inn í málið. Eitt nú hev- ur samband verið við B36 fyri at fáa teir at vera við til at framskunda dystin í Vági, sum sambærst skránni skal spælast í morgin, til í kvøld. Tá ið tað ikki eydnaðist at framskunda tann dystin, er avgerð tikin um, at dysturin í Gøtu skal útsetast Tað halda GÍ og KÍ vera burtur- við í kæruni, sum er undir- skrivað av formonnunum báðum – Jógvani Gregersen í GÍ og Gesti Hovgaard í KÍ. Ein kiksari Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, staðfestir, at dysturin í Gøtu er útsettur til í morg- in, tí tað verður ikki mett at vera rætt, at tey fýra feløg- ini í hálvfinaluni sunnu- dagin ikki fáa somu hvíld- ina. Tað høvdu tey ikki havt møguleika fyri, um GÍ og KÍ spældu í kvøld, og um B36 skuldi spælt í Vági og NSÍ á heimavølli ímóti NSÍ í morgin. Í seinnu hálv- finalunum sunnudagin skal B36 spæla á útivølli ímóti KÍ, meðan GÍ skal spæla á heimavølli ímóti NSÍ. – At tað í skipanini er ásett, at GÍ og KÍ skulu spæla í kvøld, er eitt mis- tak. Eysturoyarfeløgini løgdu í vetur uppskot fyri FSF um, at ein dystur í hvørjum umfarinum skuldi spælast leygardag í Eystur- oy, har helmingurin av fe- løgunum í 1. deild hoyrir heima. Hetta metti FSF at vera skilagott uppskot, og so varð skráin broytt. Men í fyrsta umfarinum áttu vit ikki at havt flutt dystin fram til hóskvøld, tí tá vistu vit longu, at seinnu hálv- finalurnar vóru á skránni sunnudagin eftir, og at tað tískil var góður møguleiki fyri, at GÍ ella KÍ ella bæði liðini fóru at verða partur av hálvfinaluni. Feløgini halda, at kunn- ingarstøðið í sambandi við viðgerðina og avgerðina ikki hevur verið, sum tað eigur at vera? – Eg kunnaði munnliga GÍ um ætlanina mánamorg- unin, men tað er rætt, at KÍ ikki fekk beinleiðs boð, áðrenn avgerðin varð tikin, og at kunningin ikki hevur verið í lagi, tíverri. Orsøkin er tann, at vit liggja undir í arbeiði júst nú, og at feria og sjúka bóru við sær, at vit vóru serliga illa mannað á skrivstovuni fyrrapartin av vikuni. Hetta harmar okk- um. Men vit halda fram- vegis, at tað ítróttarliga er best, at øll liðini í seinnu hálvfinaluni verða eins væl fyri. Men ber tað til hjá FSF at flyta ein dyst, uttan at feløgini eru spurd um tað? – Í ásetingunum verður sagt, at um feløgini vilja flyta dyst, so skulu tey verða samd um tað, áðrenn tey seta seg í samband við FSF. Í hesum førinum eru tað ikki feløgini, sum vilja flyta ein dyst. Tað er kappingarstjórin, sum flytir dystin fyri at rætta eitt mistak, sum FSF hevur gjørt. Vit sleppa ikki undan mistøkum, og tað er altíð best, at mistøkini verða rættað. At feløgini eru rísin um kunningina, skilji eg væl, men tað kann ikki forða fyri, at tað verður gjørt, sum er rættast, segði Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, áðrenn hann fór til fundar saman við FSF nevndini í gjár. Hagtølini bíða Sum áður sagt ber verkfallið við sær, at plássið í blaðnum er avmarkað – eisini á ítróttarsíðunum. Tí verður tilfarið um landsliðshagtøl, sum vit í síðstu viku søgdu fór at verða í blaðnum í hesi vikuni, ikki við í hesi vikuni. Vit vóna, at tað verður rúm fyri tí í næstu viku. GÍ og KÍ eru í øðini inn á FSF C M Y K 17 16