Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 92 - 15. mai 2003 Fyribyrgingarráðið www.fyribyrg.fo Spurnarkapping Børn, sum eru passivir roykjarar, eru í vanda fyri at fáa: A) Millumoyrnabruna B) Bronkitis C) Fleiri og ógvisligari astmatilburðir D) Øll omanfyrinevndu Svar D: Óvirkin royking er ein álvarsom hóttan móti heilsuni hjá børnum. Pinku- og smábørn hjá roykjarum kenna tær mest álvar- somu fylgjurnar av óbeinleiðis royki. Hesi børn eru í øktum vanda fyri sjúkum í andaleiðini til dømis lunga- bruna og bronkitis. Børn, sum anda óbeinleiðis royk í seg, eru eisini í størri vanda fyri at fáa niðursetta lungafunk- tión og ertan í andaleiðini, til dømis hosta, slím og trongd. Óvirkin royking kann eisini føra við sær, at væta verður savnað í miðoyranum, og er hetta tann mest vanliga orsøkin til, at børn verða skurðviðgjørd. Børn, sum hava astma eru í serligum vanda. Óbeinleiðis roykur er orsøk til, at børn, ið hava astma, fáa fleiri og meira álvarsamar astmatilburðir, og børn, ið hava astma, verða meira asmatisk orsakað av óbeinleiðis royki. Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, hvussu nógvar krónur fert so at brúka til sigarettir komandi 10 árini? (35 kr. / 20 sigarettir) A) 1.500 kr. B) 5.700 kr. C) 30.000 kr. D) 64.000 kr. Svar D: Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, fert tú at brúka 64.000 kr. til sigarettir komandi 10 árini. [1,75 kr./stk. x 10 x 365 x 10] Um tú setir peningin, sum 10 sigarettir kosta, í bankan hvønn dag í 10 ár við eini rentu uppá 2,25%, hvussu nógv- an pening hevur tú spart? A) 8.000 kr. B) 15.000 kr. C) 35.000 kr. D) 70.000 kr. Svar D: Um tú setir tað, sum 10 sigarettir kosta í bankan hvønn dag við einari rentu uppá 2,25% (ungdómsrenta), eigur tú 70.000 kr. eftir 10 árum. Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær: A) At tey, ið ikki roykja, anda minni av passivum royki í seg B) At roykjarar roykja minni C) At fleiri leggja av at roykja D) At børn anda minni av passivum royki í seg E) Øll omanfyrinevndu Svar E: Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær, at tey, ið ikki roykja anda minni av passivum royki í seg, at roykjarar roykja minni, at fleiri leggja av at roykja, og at børn anda minni av passivum royki í seg. Hvussu leingi skal ein ungur roykja, aðrenn hann vísir eyðkenni til at verða bundin av tubbak: A) Nakrar fáar vikur B) Fleiri mánaðar C) Fleiri ár Svar A: Tað vísir seg í eini kanning, at tey ungu, sum sýna eyðkenni til trongd eftir tubbakki fáar vikur eftir, at tey eru byrjað at roykja, eru reglan heldur enn undantakið. Keldu: Kanningin er kunngjørd í apríl 2002 í Archives of Pediatrics & Adolescent Medicine. SANGVITJAN Tíðindaskriv Íslendska kallakórið Jøkull av Hornafjørðinum, ið telur 43 mans, kemur á sang- vitjan frá leygadegnum 17. mai til og við hósdagin 22. mai. Kallakórið Jøkul var stovnað á bóndafundi, sum varð hildin í Austur- Skaftafellssýslu í 1972. Sigurjón Bjarnason stjórnaði kórinum frá fyrsta degi 4. januar í 1972 til hann legði frá sær í 1992. Síðani hevur Jóhann Morá- vek verið kórleiðari, meðan Guðlaug Hestnes hevur syrgt fyri undirspælinum á klaver. Kallakórið Jøkul hevur ferðast víða, teir hava hildið konsert í øllum norð- urlondunum og í Italiu. Kallakórið hevur eisini hildið konsertir saman við íslendska synfoniorkestr- inum. Í 1999 gav mannskórið eina fløgu út í ber heitið »Í jøklana skjóli«. Nógvir av limunum hava havt samband við føroying- ar, tá teir hava vitjað á Hornafjørðinum, har teir flestu kórlimirnir búgva. Sunnudagin 18. mai syngur kallakórið Jøkul við guðstænastuna í Vestur- kirkjuni. Kl. 20:00 sama kvøld hevur mannskórið sína fyrstu konsert á Før- oyavitjanini í Vesturkirkj- uni. Næsta konsertin hjá kallakórinum verður í Fuglafirði týsdagin 20. mai kl 20:00. Mikudagin verður farið til Suðuroyar við kór- inum har seinasta konsertin verður hildin. Kallakórið Jøkull ferð heim aftur við leigu-flog- farið til Hornafjarðar í Íslandi hósdagin 22. mai. Hósdagin ímillum kl. 15.00-18.00 vitjar klovnurin »Nina« í SMS, har hon m. a. fer at gera ballón- skapilsir til børnini KLOVNUR Tíðindaskriv Hósdagin fær SMS vitjan av danska klovninum »Ninu«. Hon fer at ganga runt í SMS frá kl. 15.00 til 18.00 og gera ballón- skapilsir til børnini. Nina sigur, at hon dugir annað enn at gera ballónskapilsir. – Eg dugi eisini at ganda, og tað kann verða, at eg fari at vísa børnunum og teim- um vaksnu okkurt ganda- kynstur hósdagin, sigur Nina. – Um nógv børn koma í SMS hósdagin, taki eg heilt víst gandakuffertið við, leggur hon afturat. Tí vónar SMS at mong børn og vaksin støkka inn á gólvið hósdagin, soleiðis at Nina eisini sleppur at vísa nøkur gandakynstur. Týsdagin vóru hár- fríðkanarkvinnur í Suðuroyni á skeiði. Berit Kloster vitjaði og hon ferðast kring heimin fyri at fáa íblástur, sum hon síðani tekur við heim og hon leggur fram tað nýggjasta nýggja HÁRFRÍÐKAN Dagfinn Olsen Berit Kloster hevði í vikuni skeið í Suðuroynni. Hon ferðast í Noðurlondum, men eisini t.d. Póland og Spania eru ferðamál. Men sjálvsagt eru stóru ferða- málini fyri at fylgja hár- mótanum London og París. Har vitjar hon tvær ferðir árliga og fær íblástur frá tí nýggjasta innan klædna- og hármóta. Berit býr í Havn. Hon ferðast í Føroyum og Dan- mark og undirvísir í nýggj- asta hármótanum. Nýtt verður telda, Power Point, har teori verður sýnd, men so verður klipt eisini. Teori og praksis hond í hond. Skeiðluttakarar fáa frá- lærutilfarið og sleppa eisini at royna seg í nýggja mót- anum. Tað nýggjasta Týsdagin vitjaði Berit Kloster fríðkanarstovurnar í Suðuroynni. Tær savnað- ust í fríðkanarhølunum hjá Elinborg Østerø í Vági. Tað nýggjasta innan hár- móta kallast Asymetric, Nature style, Soft cut og Separate cut. Klipt verður inn í hárið, so lættari er at seta og forma. Talan er um skeið í ein dag, sum tó er langur dagur. Frá klokkan 8 á morgni, til umleið 19 á kvøldi. Uppmøtingin var góð til skeiðið, sum Wella spon- soreraði. Íslendska kallakórið Jøkull til Føroya Klovnur og ballónir í SMS Nýtt innan hárfríðkan á skránni í Suðuroynni Hárfríðkanarkvinnur í Suðuroynni á skeiði. Fremst nýggju hársniðini og skeiðhaldarin Berit Kloster (Mynd: D. Olsen) AUTO 311234 AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall in Í Býin C M Y K 19 18