fríggjadagur 16. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 93 - 16. mai 2003
Nr. 93 - 16. mai 2003
3
Til minnis um Terja Simonsen
Góði Terji.
Nú eru fimm mánaðir síðani tú
varð tikin frá okkum. Ilt er at fata,
at tú er ikki ímillum okkum longur.
Okkum untist bara átta ár saman
við tær. Har tú nú er staddur, hevur
tú tað gott. Eftir sita vit spyrjandi;
hví skuldi sjúkan raka so meint?
Vit fáa einki svar. Tú fylti nógv í
gerandisdegnum, tí kennist saknur-
in svárur. Sólglæma okkara er
slóknað. Terji – tú var so glaður fyri
lívið! Tú vildi øllum so væl, eisini
tá ið tú sjálvur var viknaður av
sjúkuni.
Terji, tær dámdi so væl at koma
til okkara í Onnugøtu. Har føldi tú
teg heima. Altíð møttu vit tær posi-
tivan og kerligan. Minnini eru góð,
sum vit hava eftir teg, Terji, og tey
verða okkara barlast fyri at koma
víðari.
Nú páskirnar eru farnar aftur um
bak, rennur mær til hugs, hvussu
inniliga tú ynskti at vera heima
páskirnar árið fyri, men lagnan
vildi tað øðrvísi. Vit eiga onnur kær
páskaminni um teg, tá ið tú so fittur
og hugagóður stákaðist við at
tekna, klippa og pynta.
Maria, Atli, Høgni og øll avvarð-
andi hava mist nakað so dýrabært,
at orð kennast fátøk. Tit vóru so
positiv, sterk og fyrimyndarlig, tá ið
harðast leikaði á, tað hjálpti øllum
so væl, sum vóru um tykkum.
Terji, takk fyri góð minni!
Sigrid mostir
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina
Eg eri eg, og tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat navn títt framvegis hoyra uppí okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært; tað er, eins og tað altíð var; tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
Alt er, sum tað eigur at vera.
MPV TIL SØLU
Nissan Prairie, árg. 94,
TÝSKUR bilur, svartur, bak-
hurðar
langsgangandi,
sportfelgur, sóltak, 2 sett
av dekkum, sóltak, el-rútar
og sentrallás.
SKAL SÍGGJAST!
EINANS kr.110.000 v/ mvg
tlf. 224910
Hervaldið í Føroyum
kann ikki virka uttan
danskar lógir, og tí er
tað undirornað, hvat
løgtingið sigur. Tað
ger danski verjumála-
ráðharrin føroying-
um púra greitt í
spurninginum um,
hví løgtingið ikki
varð spurt eftir, áðr-
enn harnaðarlógirnar
vórðu settar í gildi
VERJUMÁL
Ingi Rasmussen
Danski verjumálaráðharrin
er ikki at vika.
Hernaðarligu revsi- og
rættargangslógirnar skulu
vera galdandi í Føroyum.
Uttan mun til hvat Føroya
løgting heldur.
Tað gjørdi hann púra
greitt, tá Fólkatingið miku-
dagin viðgjørdi uppskotið
hjá
Tórbirni
Jacobsen,
fólkatingslimi, um at taka
hernarðarlógirnar av aftur.
Løgtingið samtykt ein-
mælt í mai mánað at heita á
donsku stjórnina um at
strika hernaðarlógirnar. Í
2001 samtykti løgtingið
eisini, at gomlu hernaðar-
lógirnar frá 1937 skuldu
takast av, og ongar setast í
staðin. Men hóast hetta
setti danska stjórnin nýggju
hernaðarligu lógirnar í gildi
fyri Føroyar av sínum
eintingum.
Tað var tvingandi neyð-
ugt, segði verjumálaráð-
harrin í Fólkatinginum.
– Bæði hendan og undan-
farna stjórnin vildu hava
eina dagføring av hernaðar-
ligu lóggávuni í Føroyum,
so at hon svarar til ta lóg-
gávu, sum vit hava í Dan-
mark. Stjórnin heldur ikki,
at økið kann liggja uttan ta
serligu hernaðarligu lóg-
gávuna, sum tørvur eisini
er á í Danmark. Út frá
fólkarættarligu grundregl-
um
áliggur
tað
eisini
donsku stjórnini at hava
eina innanhýsis hernaðar-
liga revsiskipan, sum lands-
ins hervald livir undir, sigur
Svend Aage Jensby, verju-
málaráðharri.
Verjumálaráðharrin vísir
samstundis á, at Danmark í
verjuhøpi er undirskipað
altjóða samtyktum og avtal-
um, og tá hervald er stað-
sett í Føroyum, noyðist
hernaðarliga revsilógin eis-
ini at hava gildið í landin-
um.
Hann vísti annars aftur, at
talan er um eitt eindømi, at
danska stjórnin setir lógir í
gildi fyri Føroyar uttan at
hava fingið samtykt løg-
tingsins fyrst. Hann vísti til,
at lógin um »dansk ind-
fødsret«, lóg um danskar
tænastumenn og lógin um
danska tjóðbankan virkar í
Føroyum, uttan at løgtingið
hevur givið loyvi.
Annars
segði
danski
verjumálaráðharrin
enn
einaferð, at hann boðaði
Anfinn Kallsberg løgmanni
frá, at hann vildi hava dag-
ført lógirnar um hervaldið í
Føroyum. Men hann gjørdi
samtundis púra greitt, at
talan var bara um eina
kunning, og at løgmaður
ongantíð hevði givið nakra
heimild at seta lógirnar í
verk fyri Føroyar.
Fólkatingið tekur ikki
undir við at taka
hernaðarlógirnar,
sum vóru lýstar fyri
Føroyar ímóti
løgtingsins vilja, av
aftur. Danskir
politikarar vísa á, at
stjórnin hevur eina-
ræði á verjuøkinum,
og at lógirnar mugu
vera eins fyri ríkið
VERJUMÁL
Ingi Rasmussen
Føroysku fólkatingslimirnir
komu aftur úr Danmark
sum av torvheiðum eftir
viðgerðina í Fólkatinginum
mikudagin.
Bara Eindarlistin og SF
søgdu seg taka undir við
uppskotinum um at taka
nógv umrøddu hernaðar-
lógirnar av fyri Føroyar.
Flokkarnir Vinstra, konser-
vativu, Dansk Folkeparti,
radikalu, Kristeligt Folke-
parti og sosialdemokratarn-
ir vóru allir ímóti.
Sostatt er líkt til, at upp-
skotið hjá Tórbjørn Jacob-
sen, sum eitt samt løgting
stendur aftanfyri, fellur við
einum braki, tá tað kemur
aftur úr nevnd.
Ein royndarsteinur
Søgan um hernaðarlógirnar
er long. Men síðsti parturin
av søguni er vorðin eitt
prinsippmál fyri føroyingar.
27. mars 2003 kunngjørdi
stjórnin umvegis ríkisum-
boðið av sínum eintingum
nakrar hernaðarligar revsi-
og rættargangslógir fyri
Føroyar. Uttan at løgtingið
varð kunnað. Hetta er eitt
brot við vanliga siðvenju,
sum sigur, at lógir, ið við-
víkja Føroyum, verða lagd-
ar fyri løgtingið til álitis.
Tað tilskilar grein 7 í
heimastýrislógini, eins og
stýrisskipanarlógin sigur, at
øll ríkislóggáva skal gjøgn-
um vanligu politisku við-
gerðina í Føroyum.
Eftir hetta legði Føroya
Javnaðarflokkur fram eitt
uppskot til ríkislógartil-
mæli fyri løgtingið um, at
lógirnar skuldu takast aftur.
Allir flokkar atkvøddu fyri
uppskotinum tann 2. mai
2003. Sostatt varð tað eitt
einmælt
løgting,
sum
kravdi lógirnar tiknar av
aftur.
Harvið er málið um her-
naðarlógirnar vorðið ein
royndarsteinur fyri viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark. Løgtingið reisti
seg ímóti stjórnini og gjørdi
greitt, at ongin ríkislóg skal
setast í gildi, uttan at lóg-
gevandi valdið í Føroyum
er spurt eftir og hevur sam-
tykt tað fyrst.
Virðing og álit
Bæði Tórbjørn Jacobsen og
Lisbeth L. Petersen gjørdu
sítt til at sannføra danskar
politikarar um týdningin av,
at lógir ikki verða kroystar
niður yvir føroyingar.
Tórbjørn Jacobsen bað
Fólkatingið um at »normal-
isera« viðurskiftini aftur
millum Føroyar og Dan-
mark og at hjálpa stjórnini
burtur úr kreppuni millum
londini við at lata alt málið
ganga umaftur.
– Ríkið liggur í tykkara
hondum. Danska stjórnin
hevur gjørt eitt klokkuklárt
lógarbrot, og tað kann eitt
lóggevandi ting ikki lata
fara aftur við borðinum. Nú
má handlast. Bæði fyri
Danmarkar
og
Føroya
skuld og fyri Ríkið, um tað
er tað, man vil, segði
Tórbjørn Jacobsen, sum
minti á orðini um »gensidig
respekt«, sum so ofta hava
verið at hoyra.
Hóast Lisbeth L. Peter-
sen var meiri tvíkend í sín-
ari talu, so varð boðskapur-
in á leið tann sami. Fram-
ferðarhátturin var skeivur,
tá hernaðarlógirnar vóru
lýstar uttan um løgtingið.
–
Fyri
okkum
er
prinsippið um, at løgtingið
skal kunnast, tað avgerandi
í hesum máli, og vit vilja, at
heimstýrislógin skal virð-
ast. Heimastýrislógin er
ikki bara løgfrøði. Hon er
eisini ein politisk avtala,
sum fyri okkum í Sam-
bandsflokkinum byggir á
sínámillum virðing og álit.
Tað er framferðarhátturin,
sum vit eru ímóti, og sum
vit vilja tryggja okkum ikki
verður brotin, segði Lisbeth
L. Petersen.
Hon var kortini trúgv
ímóti donsku stjórnini og
sínum systirflokki Vinstra
og atkvøður neyvan fyri
uppskotinum. Hon segði
seg hava fingið lovað, at
hendan søgan fór ikki at
endurtaka seg.
Eins lógir
Hvussu er og ikki. Danskir
politikarar lótu ikki við seg
koma, og tað tykist greitt,
at ein greiður meiriluti av
Fólkatinginum
atkvøður
ímóti uppskotinum at taka
hernaðarlógirnar av.
Sjónarmiðið er, at lógirn-
ar fyri donsku verjuna
mugu vera eins fyri alt tað
danska ríkið, og at hetta er
eitt málsøki, sum danska
stjórnin einsamøll hevur
ræðið á. Tað søgdu bæði
Vinstra,
konservativu,
sosialdemokratarnir
og
hinir flokkarnir.
Tað var bara Søren
Søndergaard úr Eindarlist-
anum, sum heilhjartaður
talaði føroysku sjónarmið-
ini. Hann skilur væl, at
føroyingar kenna tað sum
eina provokatión, at danska
stjórnin setir lógir í gildi
fyri Føroyar uttan at spyrja
føroyingar eftir. Tað er rætt-
ast at viðgera alt málið av
nýggjum, helt hann, men
lítli flokkurin ytst á vinstra-
veinginum
fekk
onga
undirtøku frá teimum, ið
sita við valdinum.
Málið er beint í politisku
og búskaparligu nevndina.
Fingu onki forstáilsi í Fólkatinginum
Heimastýrislógin §7:
Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga
ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í
lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar,
skulu stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið
bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska
heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram
fyri ríkisdagin.
Annars skulu ríkislógir, sum viðvíkja lokalum
føroyskum viðurskiftum, leggjast fyri føroyska
heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi
í Føroyum. Freist kann í hvørjum einstakum føri
verða sett fyri tíðina, tá álitið frá heimastýrinum
skal vera liðugt. Hevur tann í hesum petti nevnda
fyriløga vegna átroðkandi viðurskifti ikki kunna
farið fram, skal lógin skjótast verða send
heimastýrinum til ummælis.
Á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi
sáttmálum og øðrum internationalum semjum,
sum krevja ríkisdagssamtykt, og sum nerta við
serlig føroysk áhugamál
Fakta
Eitt hervald krevur lógir
Danski herurin í Føroyum krevur lógir at virka eftir, og tí vóru hernaðarlógirnar dagførdar, sigur
Svend Aage Jensby (vm.), sum her sæst í práti við Georg Robertson, NATO-aðalskrivara
C
M
Y
K
3
2
www.sosialurin.fo