fríggjadagur 16. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 93 - 16. mai 2003
Nr. 93 - 16. mai 2003
5
Verður landið
myrkalagt av verkfalli
í SEV, er ongin ivi um,
at politisk stig mugu
takast fyri at steðga tí,
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður í vinnumálum
ORKUVEITING
Áki Bertholdsen
– Fer eitt verkfall hjá SEV
at leggja landið myrkt, er
ongin ivi um, at Løgtingið
fer at leggja uppí.
Bjarni
Djurholm
er
landsstýrismaður í vinnu-
málum og hann heldur, at
tað er óhugsandi, at polit-
iski myndurgleikin fer at
seta seg afturá, skuldi tað
hent, at streymurin verður
slitin av tí, at maskinmeist-
ararnir hjá SEV fara í
verkfall.
Men tað kann gerast veru-
leikin longu um nakrar heilt
fáar dagar, tá ið maskin-
meistararnir hjá SEV skulu
hava løn næstu ferð.
Maskinmeistararnir og
SEV hava nýliga gjørt
nýggjan sáttmála. Men
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum vil ikki sáttmál-
an, tí hann heldur, at lønar-
hækkingin upp á 11% tey
bæði næstu árini er ov høg.
SEV hevur sostatt boðað
frá, at lønin næstu ferð
verður útgoldin eftir gamla
sáttmálanum.
Maskin-
meistararnir siga, at hendir
tað, er tað at meta sum um
at sáttmálaloysi er og tá
hava menninir rætt at fara
til hús.
Tað er eisini fráboðað at
fara maskinmeistararnir til
hús, verða motorarnir hjá
SEV sløktir samstundis, tí
teir kunnu ikki ganga
mannleysir.
Politisk stig verða
tikin
Vit hava spurt landsstýris-
mannin í vinnumálum um
landsins stjórn kann liva
við,
at
landið
verður
myrkalagt.
Og tað kann landsins
stjórn ikki.
Bjarni Djurholm ásannar,
at við ongum streymi er
heilt einfalt heldur onki
samfelag. Tað er ongin
orsøk at kjakast longi um
tað.
Men hann sigur, at hann
hevur lagt sær tað í geyma,
sum maskinmeistarafelagið
hevur sagt. Og tað er, at í
løtuni er ikki ætlanin at fara
í verkfall.
Hann vónar tí, at ósemjan
er loyst, tá íð lønin skal
gjaldast aftur. Og tað er
ikki óhugsandi, tí tá kann
støðan á arbeiðsmarknað-
inum verða munandi øðr-
vísi enn hon er nú.
Men samstundis leggur
hann dent á, at skuldi tað
komið hartil, at landið
verður myrkalagt, er tað
trupult at ímynda sær, at
landsins myndugleikar fara
at lata tað fara afturvið
borðinum, at Føroyar verða
sløktar.
– Tað kann ikki góðtak-
ast, at landið verður sløkt
og tí er onki at ivast í, at
Løgtingið verður kallað
saman at viðgera støðuna.
So fáa vit at síggja, um
meirilutin fæst fyri at seta
ein sáttmála í gildi við lóg,
so at endi fæst á einum
slíkum verkfalli beinanveg-
in.
Men Bjarni Djurholm
leggur eisini dent á, at hetta
er fyri hansara egnu rokn-
ing, tí málið er ikki umrøtt
politiskt.
Óvist hvussu tað skal
gerast
Hann veit ikki, hvussu ein
politisk loysn hevði verið,
skuldi tað komið har til.
– Støðan er tann, at SEV
og Maskinmeistarafelagið
hava samráðst seg fram til
ein sáttmála og tí er støðan
eitt sindur serlig.
– Her er ikki eitt sem-
ingsuppskot, sum skal taka
støðu til og spurningurin er
so, hvat løgtingið skuldi
samtykt, kemur tað hartil.
Bjarni Djurholm heldur
avgjørt, at partarnir á ar-
beiðsmarknaðinum eiga at
hava fullan og óskerdan
rætt til at skipa síni viður-
skifti, eisini sáttmálavið-
urskiftini og tað eigur av-
gjørt bara at vera heilt í
heilt serligum førum, at
politiski
myndugleikin
leggur seg út í tey viður-
skiftini.
– Tí hevði tað verið ein
ógvuliga trupul støða hjá
løgtinginum at komið í at
samtykt eina lóg, sum
gjørdi sáttmálan verri enn
tann, sum maskinmeistar-
arnir og SEV hava samráðst
seg fram til.
Bjarni Djurholm heldur
tí, at hetta hevði verið eitt
sera trupult mál hjá løg-
tinginum at tikið støðu til
og sjálvur vil hann ikki
geva eitt boð uppá, hvvussu
ein loysn skuldi verið.
– Hvat SEV viðvíkur,
hevur tað higartil altíð ver-
ið heilt óhugsandi, at eitt
verkfall kundi koma upp á
tal. Eg haldi, at partarnir
hava verið sera samfelags-
sinnaðir og eitt verkfall á
hesum øki hevur verið heilt
óhugsandi.
Men nú er tað óhugsandi
ikki heilt so óhugsandi
longur.
Annars vísir Bjarni Djur-
holm á, at eftir lógini skal
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum góðkenna sátt-
málan ímillum maskin-
meistararnar og SEV.
– Men spurningurin er,
hvussu langt inn í politisku
skipanina, sáttmálaviður-
skifti á arbeiðsmarknaðin-
um skulu koma.
– Eg haldi, at politiska
skipanin skal halda seg
burtur frá sáttmálaviður-
skiftunum og letur arbeiðs-
marknaðurin avgreiða hasi
viðurskiftini í friði. Og so
mugu vit hava tað álit á
pørtunum, at teir eisini vísa
tað neyðuga samfelagssinn-
ið, sigur Bjarni Djurholm.
Verður verkfall hjá SEV
má løgtingið leggja uppí
– Tað er skeivt, tá ið
sagt verður at
skattalættar eiga at
føra til lægri
lønarkrøv. Tvørtur-
ímóti føra teir við
sær, at lønarkrøvini
økjast, sigur Magni
Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Skattalættin, sum Løg-
tingið hevur samtykt, førir
ikki til at lønarkrøvini
verða linari.
Magni Laksáfoss, bú-
skaparfrøðingur, sigur, at
tað er beinleiðis skeivt, tá
ið Karsten Hansen tví-
heldur um, at skattalættin,
sum nú er latin, eigur at
føra til, at fakfeløgini skulu
halda aftur í lønarkrøvun-
um.
– Tað eru ógvuliga fáir
búskaparfrøðingar í øðrum
londum, sum halda, at
skattalættin hevur nakran
sum helst týdning fyri løn-
arkrøvini, so at tey verða
lægri.
Tvørturímóti er veruleik-
in, at skattalættin ger, at
lønarkrøvini verða enn
hægri.
– Tað kemur av tí, at
skattalættin førir til, at økt
trýst verður lagt á búskap-
in.
Magni Laksáfoss sigur,
at tá ið skatturin verður
lækkaður, verður meiri til
nýtslu og tað førir eisini til
økt forbrúk.
– Tað førir so aftur við
sær, at byggivirksemið
økist, at fólk keypa fleiri
bilar, keypa meiri klæðir og
ferðast meiri enn tey plaga.
Sostatt krevjast fleiri hand-
verkarar, samstundis sum
bilasølurnar, klædnahandl-
arnir og ferðaskrivstovurn-
ar noyðast set seta meiri
fólk í starv - sum so aftur
hava meiri til nýtslu o.s.fr.
– Sostatt er avleiðingin
av skattalættanum tann, at
enn meiri virksemi verður í
samfelagnum. Skattalættar
seta gongd á búskapin og
tískil verður eisini brúk fyri
meiri arbeiðsmegi. Og tá ið
tørvurin á arbeiðsmegi
økist, førir tað eisini til
størri trýst á arbeiðsmarkn-
aðin og tí førir tað til hægri
løn.
Búskaparfrøðingurin sig-
ur nevniliga, at arbeiðs-
marknaðurin er ikki øðrvísi
enn allur annar marknaður.
Tað merkir, at tað er spurn-
ingurin um útboð og eftir-
spurning, sum avgera prís-
in. Størri trotið er á arbeiðs-
megi, tess meiri kostar hon.
Størri arbeiðsloysið er, tess
minni krevja fólk í løn fyri
at fáa arbeiði.
Hann sigur, at støðan í
kreppuni í nítiárunum er
eitt gott dømi um tað, tí tá
hækkaði lønin als ikki í
nøkur ár, tá ið arbeiðsloysið
var størst.
Kemur tað hartil, at maskinmeistararnir hjá SEV fara í
verkfall, so at landið verður myrkalagt, er tað óhugsandi, at
Løgtingið ikki leggur uppí,
sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnumálum
Búskaparfrøðingur um samráðingar:
Skattalætti førir til hægri lønarkrøv
– Lønarkrøvini, sum nú eru sett fram, eru ein heilt natúrlig avleiðing av støðuni á
arbeiðsmarknaðinum. Skattalættin er við til at leggja trýst á búskapin so at lønarkrøvini herðast,
ístaðin fyri at linka, sum endamálið var, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur
Framhald á síðu 9
Vatn er ikki bara
vatn. Sum so nógv
annað riggar best at
selja tað í fløskum
VATN
Heri á Rógvi
Í nógvar mátar eru vit í
Føroyum modernaði. Tað,
sum ger seg galdandi uttan-
lands, ger seg alofta eisini
galdandi í Føroyum.
Soleiðis er tað kanska
eisini við drykkimentanini.
Tosað verður dúgliga um
hetta, og tað eru mest
bryggjaríini, ið hava sett
hetta á skránna. Talan er
sum oftast um øl og rús-
drekka, men eisini meira
ella minni púra vanligt vatn
vinnur fram.
Hóast vit í Føroyum eiga
kanska heimins reinasta
vant, er tað eisini hjá okk-
um spennandi at drekka
vatn úr fløsku.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvat verður koyrt í fløsk-
urnar av brúsi ella møgu-
liga eitt sindur av smakki.
Men rávøran er framveg-
is púra vanligt vatn.
Fleiri handlar, ið Sosial-
urin hevur tosað við, siga,
at tey fólk keypa støðugt
meira vatn. Tað eru fólk í
ógvuliga blandaðum aldri,
siga fleiri, men aðrir handl-
ar siga seg selja mest til
yngri kvinnur.
Og vatn eru jú sunnari
enn brús og sukur.
Vanligt
Bæði Føroya Bjór og Res-
torffs hava í nógv ár selt
Apolnaris og Club Soda.
Men fyri nøkrum vikum
síðani kom Føroya Bjór á
marknaðin
við
einum
nýggjum produkti, sum
heilt einfalt verður rópt fyri
Vatn.
Og tað er vatn í orðsins
rætta týdningi. Gott vatn úr
Klaksvík og eitt vet av kol-
sýru í 0,5 litur fløskum.
Stjórin í Føroya Bjór,
Einar Waag, sigur, at Før-
oya Bjór vildi útbyggja sítt
úrval, og tað er ein sann-
roynd, at vatn í øðrum lond-
um og partvíst eisini í Før-
oyum er væl umtókt.
– Vit halda eisini, at tað
føroyska vatnið er nakað
serligt, og vit vilja fegin
bjóða tað út – ikki minst til
ferðafólk,
sigur
Einar
Waag.
Føroyskt vatn hevur fyrr
verið frammi sum eitt
møguligt produkt til út-
flutning, og hetta er eisini
nakað, Einar Waag kundi
hugsað sær at gjørt, men
tað er ikki bara sum at siga
tað, at koma á eitt nú
danska marknaðin.
– Men rávøran er góð
nokk, sigur Einar Waag.
Frá Føroya Bjór frætti
vit, at fólk higartil hava tik-
ið væl ímóti nýggja vatnin-
um.
Mest í Suðuroy
Petur Zachariasen tekur sær
av søluni av vatni fyri Poul
Hansen heilsølu. Tey eru
umboð fyri Carlsberg, sum
selir ymisk produktir við
vatni umframt sodavatn.
Petur upplýsir, at tey hava
roynt seg við vatni við brúsi
og eru síðani komin við
fløskum, har næstan einki
brús er í.
Seinasta skríggj hjá Poul
Hansen er Evian vatn.
Hetta slagið av vatni er kent
um allan heim. Eins og
fleiri onnur av produktun-
um hjá Carlsberg í Dan-
mark, er talan um keldu-
vatn. Hetta slagið er úr
fransku alpunum, verður
sagt. Evian verður í Føroy-
um selt uttan brús.
Við teimum royndum,
Poul Hansen hevur gjørt,
merkist, at føroyingar eru
farnir at drekka vatn úr
fløsku.
Petur Zachariassen sigur,
at talan er ikki um nakra
heilt stóra sølu, men tað
hevur vundið upp á seg.
– Tað vísir seg, at fólk
gjarna vilja drekka vatn úr
fløsku. Tað er ikki tann
stóri munurin frá vatni í
krananum, men fólk vilja
helst hava tað í fløsku,
sigur Petur Zachariassen.
Sølan gongur best í
Havn, og tað vísir ein
tendensur uttanlands eisini,
at sølan gongur best í stóru
býunum.
Men sæð í mun til fólka-
tal, so eru suðuroyingar
raskastir at keypa vatn,
sigur Petur. Tað er ikki gott
at vita, hvat hetta skyldast.
Og
fylgja
føroyingar
gongdini aðrastaðni, so
verður drukkið enn meira
vatn og minni brús og
sukur.
Vatn sum søluvøra
Tað er inn at drekka vatn – vatn í fløsku. Føroyingar dáma væl at drekka vatn í fløsku heldur
enn úr krananum
Mynd: Jens Kristian Vang.
Tórshavnar
kommuna ger sær í
hesum døgum nakrar
tankar um, hvussu
býurin í framtíðini
skal síggja út
TÒRSHAVN
Heri á Rógvi
Nógv hvukku kanska við,
tá Ùtvarp Føroya bar tíð-
indini um, at ein rundkoyr-
ing skuldi gerast við Eyst-
aru bryggju – við Havnar-
gøtu og Skansan.
Rundkoyringin
kemur
kortini ikki í morgin, men
tað kann væl henda seg, at
hendan kemur einaferð í
framtíðini.
Formaðurin í Byggi- og
býarskipanarnevndini hjá
Tórshavnar býráð, Heðin
Mortensen, sigur, at komm-
unan í løtuni ger sær nakrar
leysar tankar um, hvussu
økið skal síggja út í fram-
tíðini.
– Málið er als ikki við-
gjørt politiskt, og tað eru
bert tankar í løtuni. Tað
kunnu lætt koma misskilj-
ingar í, tá tílíkt kemur fram
ov tíðliga, sigur Heðin
Mortensen.
Aðalmálið við tankanum
hjá kommununi er at skapa
meira lív í býin og betri at
skipa ferðsluna.
Skal ein nýggj stór rund-
koyring gerast, so fer hetta
eisini at merkja nakrar
broytingar í landslagnum.
– Verður nakað gjørt, so
fáa fólkini, ið tað fer at
raka, at vita tað fyrst og í
góðari tíð, sigur Heðin
Mortensen.
Næstu 25 árini
Hóast Heðin Mortensen
ikki kann siga tað heilt
nógvu um teir leysu tank-
arnar í við Eystaru bryggju,
so arbeiðir býráðið í Havn
við einari ætlan um, hvussu
Havnin og Suðurstreymoy
skulu síggja út komandi 25
árini.
– Tað er neyðugt at gera
eina
langtíðarætlan
úr
Kollafirði til Kirkjubø,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað eru
byggideildin hjá Tórshavn-
ar kommunu saman við
einari arkitekta fyritøku í
Danmark, sum saman við
Byggi og býarskipanar-
nevndini hava arbeitt við
hesari ætlanini.
– Til dømis hava vit ikki
meira byggilendi til eini
25-30 ár. Hetta ger, at vit
eisini verða noydd at hugsa
øðrvísi, sigur Heðin Mor-
tensen.
Ætlanin verður ikki so
langa tíð borin út í hvørt
hús, har borgararnir fáa
møguleikan at gera við-
merkingar, sigur Heðin
Mortensen.
Leysligir tankar um rundkoyring
Tað er á hesum økinum, at tosað verður at gera eina stóra rundkoyring fyri hesar báðar smærru. Men talan er bert um tankar
higartil
Mynd: Jens Kristian Vang.
Stutt fyri evstamark kom tíðindaskriv frá Føroya Handils-
skúla, har sagt varð frá, at skúlastjórin Ragnar Magnussen
av egnum áðum fer frá sum skúlastjóri 1. september 2003.
– Eg haldi, at eg havi verið nóg leingi, sigur Ragnar
Magnussen.
Hann hevur verið stjóri síðani 1986. Àðrenn tað var
hann inspektørur frá 1983.
Ragnar úr starvi
Ragnar
Magnussen
hevur verið
stjóri á
Handils-
skúlanum
seinastu 15
árini.
Mynd:
Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4