Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 93 - 16. mai 2003 Nr. 93 - 16. mai 2003 7 ÚTFERÐ Orð og myndir: Vilmund Jacobsen Ein útferðartúrur í Vágar- nar við gongutúri til eitt nú Gásadals ella bátsferð í Tindhólm, er avgjørt ein ferð, ið kann viðmælast einum og hvørjum arbeiðs- plássi, bólki, bindiklubba, familjum ella einstakling- um, sum kundu hugsað sær at gjørt eina slíka ferð, nú áðrenn summarfrítíðin byrjar, og fólk fara í ym- iskar ættir. Tíðliga seinasta summar var starvsfólkið á Sosialin- um og tey hjá Hestprenti, sum gera tekniska arbeiði fyri Sosialin, á útferð í Vágunum. Tá bar leiðin niðan á Egg, har tú kundi njóta frálíka útsýnið yvir hábærsligar drangar og steyrrætt berg. Eftir hugnaliga gongu- túrin í besta veðri saman við ferðaleiðaranum, Høgna, fóru vit eftir lítla hvíld og gott brúsubað til kalt borð á hotellinum. Á kalda borðinum var bæði heitur og kaldur matur, og tú saknaði einki. Við borð- haldið var undirhald, og tá ið fólk vóru mett og væl sett, kundu tey fara inn í kømrini at hugna sær, til dansurin byrjaði. Í Gásadali Seinasta leygardag var starvsfólkið á Sosialinum og Hestprenti aftur "fit for fight" til ein nýggjan túr í Vágarnar. Vit fóru úr Havn við bussi um middagin, og klokkan 14 seinnapartin byrjaði ferðin av Hotel Vágum. Eitt lítið lot hevði verið um morgunin, og okkurt ælið. Tó ikki so, at tað bilti, tí ælini vóru stokkut og fóru skjótt fram við. Stutt vestanfyri tunnils- munnan til Gásadals steðg- aði bussurin, og eftir nakrar leiðbeiningar frá ferðaleið- aranum, sum aftur hesaferð var Høgni, fóru vit til gongu niðan brekkuna. Tað tekur umleið hálvan annan tíma at ganga til Gásadals við vanligari gongd, men í ferðalagi gongur tíðin skjótt, tá ið fjasað verður um alt millum himmal og jørð á ferðini. Eitt sindur tungt er at koma niðan brekkuna, um gingið verður ov skjótt, men hendan dagin høvdu vit góðar stundir. Vit steðgaðu á viðhvørt, tá ið Høgni hevði eitt hvørt at siga frá, men veruliga kaffisteðgin tóku vit ikki, fyrr enn vit sóu omanyvir bygdina í Gásadali. Á ferðini greiddi Høgni eitt nú frá Líksteini og Kelduni Vívd, sum bæði hava sína søgu. Tunnilin Tað eru tey, sum siga, at tað er brattlendi oman til Gásadals. Hetta heldur kanska onkrum aftur í at fara túrin. Men her er einki brattlendi at tosa um og øll, sum eru hampiliga væl gongd, kunnu ganga hend- an túrin. Gøtan oman er góð, men tú skalt ansa eftir, at tú ikki glíður í leysa tilfarinum av smásteinum og eyri. Komin oman til Gása- dals, steðgaðu vit eina løtu í bygdini og prátaðu við fólk, sum vóru stødd í Gásadali hendan dagin. Onkur bjóðaði inn til kaffi, men vit tóku ikki av, tí vit vóru so mong í ferða- lagnum. Vit gingu heimaftur gjøg- num tunnilin. Hetta var ein øðrvisi túrur, tí myrkt var at ganga. Tað er nú ikki so ofta, at tú gongur úti í før- oysku náttúruni – á alljós- um degi – í myrkri! Gongutúrurin gjøgnum tunnilin tók 18 minuttir. Um kvøldið var aftur frá- líka gott kalt borð á Hotel Vágum við undirhaldi og dansi aftaná. Frálík útferð við Høgna til Gásadals Ferðaleiðarin, Høgni, greiðir frá, hvussu vit skulu fyrihalda okkum á ferðini til Gásadals. Útsýnið er vakurt, her vit eru komin niðan til varðan við skeltinum, Gásadalsbrekkan. Kaffisteðgur! - og nú fer at hella omaneftir, tá ið vit fara til gongu aftur. Høgni bjóðar kaffi og skuffukaku… tað letur Ann ikki á sær sita Í Gásadali. Prátað verður við fólk, sum eru komin til bygdina at vitja í nakrar dagar Summir av bussunum hjá Bygdaleiðum eru nú givnir at koyra, tí eingin olja er eftir. Strandfaraskipini sigla tó framvegis, tí tey hava fingið undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum til bæði at bunkra og proviantera VERKFALL Edvard Joensen Bygdaleiðir, sum koyra í Eysturoy og Norðoyggjum eru steðgaðar. Orsøkin er stutt og greitt, at einki brennievni er eftir, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins. – Leið 400 koyrir langt og brúkar tí nógv brenni- evni. Og einki stað er at bunkra uttan á støðunum fram við rutuni, og tær eru tómar. Sostatt gerst einki annað enn at seta bussar- nar, sigur hann. Í Klaksvík verða olju- goymslurnar blokeraðar, so einki verður koyrt út hað- ani. Sostatt er sama skilið har, og bussarnir standa. Hvussu leingi hinar leið- irnar fara t koyra, veit Poul Jákup Thomsen ikki at siga, men vísir til arbeið-ara- feløgini. Tað hevur undrað fólk, at bussarnir nú verða settir, meðan strandfaraskipini halda fram við at sigla. Ikki bara tað, at tey fáa brenni- evni. Tey poviantera eisini sum vanligt, vísa fólk, sum hava vent sær til Sosialin, á. Hví so er, hevur Poul Jákup Thomsen ikki rætti- liga hug at útgreina, men vísir aftur til arbeiðarafe- løgini. Tað sama sigur hann um spurningin, hvussu leingi skipini sleppa at halda fram. Monrad Kjælnes, skrivari hjá Havnar Arbeiðsmanna- felag, sigur, at frá byrjan varð gjørt av, at strand- faraskipini skuldu sleppa undan verkfallinum í tann mun, at tey bara sleppa at flyta ferðafók. Farmur má ikki flytast við teimum. Hendir tað, verða tey løgd við brestin. At tey bunkra og pro- viantera sum vanligt, er ikki heilt rætt kortini, hóast tey gera tað. Tað verður nevniliga gjørt undir eftir- liti, sigur skrivarin hjá Havnar Arbeiðsmannfelag. Fólk frá feløgunum er við, tá teir proviantera, fyri at tryggja sær, at teir ikki taka annað enn tað, sum brúk er fyri, umborð. At bussar og strandfara- skip fáa hvør sína viðgerð, kemst av, sigur Monrad Kjælnes, at tey, hóast upp- gávurnar líkjast í ávísan mun, kortini hava ógvuliga ymiskar uppgávur. Skipini flyta fólk um firðir og sund, har ikki landfast er. Tey, sum nýta bussarnar, hava hóast alt møguleika at ferð- ast á annan hátt, sigur hann. Heldur ikki flúgvingin hjá tyrluni er steðgað, sigur arbeiðsmannfelagsskrivarin . Tyrlan flýgur til útoyggj- arnar, og har er sama skip- an sum við skipunum gald- andi. Útbrent Stóra Beatlees til- takið, sum FS Vágar-stuðlar skipa fyri á Giljanesi leygarkvøldið, verður ikki ávirkað av verkfallinum, siga fyrireikararnir TÓNLEIKATILTAK Edvard Joensen Vágar: Størsta Beatles tiltakið í Føroyum nakrantíð verður sum ætlað á Giljanesi leygar- kvøldið, hóast verkfall er. Bólkarnir, sum fara at luttaka við løgum hjá Beatlunum hava vant eina tíð til hetta stóra tiltakið. Umframt verður so eisini plátuvendari, sum fer at leggja sololøg hjá teimum ymsu Beatl- unum á spælaran. Tey trý orkestrini hava lagt neyva skrá, sum spælt fer at verða eftir, eftir sum løgini eru vorð- in til. Fyrstir verða teir, sum nevna seg Ják' upsa skegg, við løgum sum I Saw Her Standing There, Eight Days A Week, Yesterday, Help, A Hard Days Night, I Want To Hold Your Hand og eini rúgvu afturat. Síðan er tað All That Rain, sum fara at spæla ikki minni kend Beatles- løg. Teirra millum eru løg sum Yellow Sub- marine, Nowhere Man, Run For Your Life, Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band og nógv onnur. Seinastir eru Show- men, sum taka tey nýggj- astu Beatlesløgini. Teirra millum finnast Hello, Goodbye, eins og Penny Lane, Let It Be, Ob-la-di, Ob-la-da, Back In USSR og ikki at gloyma Hey Jude. Titakið byrjar klokkan 23.00 leygarkvøldið og endar sunnumorgunin klokkan hálvgum fýra við felagssangi, har sungið verður All You Need Is Love. Siglingin millum Sørvág og Mykines er latin privatum felag at røkja. Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár í fyrsta umfari STRANDFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Mykinesleiðin er boðin út, og eitt privat felag í Vestmanna hevur fingið siglingina. Tað verður framvegis Súlan, sum í summar fer at sigla út í Mykines. Men tað eru ikki Strandfaraskip Landsins, sum fara at gera skipið út. Tað er felagið Sea Service hjá Palla Lam- hauge í Vestmanna, sum stendur fyri siglingini í summar. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, sigur, at tá boðið varð út, hevði felagið í Vest- manna lægsta boðið, sum so tikið varð av. Sáttmálin, sum gjørdur er við Sea Service, er bara galdandi fyri summarsigl- ingina í ár. Tað kemst av, sigur Poul Jákup Thomsen, at Skipa- eftirlitið arbeiðir við at gera reglur fyri ferðafólkaflutn- ing við glastrevjabátum og -skipum. Men tað er líkt til, at tað dregur eitt sindur út, og tí er hendan avtalan so gjørd fyri siglingina í summar. Tað er ikki vist, at tað verður Súlan, sum fer at sigla út í Mykines eitt annað ár, greiðir Poul Ják- up Thomsen frá. Arbeitt verður við at finna eitt størri skip, sum eisini gongur skjótari enn Súlan, sigur hann. Tað kemur meira enn so fyri, at Súlan ikki tekur alt fólkið, sum ætlar sær til Mykinesar um summarið, og tí trupulleikanum kann sleppast undan við størri skipi. Beatles tiltak hóast verkfall Mykinesleiðin útboðin Í Summar verður tað framvegis Súlan, sum fer at liggja við lendingina í Mykinesi. Men arbeitt veður við at finna annað, størri og skjótari skip til leiðina, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings leiðari á Strandfaraski pum Landsins Bussarnir í Norðoyggjum eru settir og førararnir farnir úr teimum Tey, sum skulu um firðir og sund, eitt nú við Másanum, hava bara skipini og tyrluna at líta á, og tey hava so fingið undantaksloyvi at sigla, hóast verkfall er C M Y K 7 6