fríggjadagur 16. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 93 - 16. mai 2003
Nr. 93 - 16. mai 2003
9
Bergur Djurhuus
Hansen
lærararáðsformaður
Lærararáðið á Føroya Stu-
dentaskúla og HF-skeiði
mótmælir avgerðini hjá
Mentamálaráðnum (MMR)
at taka ein málsligan fyrsta
studentsflokk av.
Fyri at skilja, hvussu
álvarsligt hetta er, eigur at
havast í huga, at flokkurin
er karmur um gerandis-
dagin hjá næmingunum.
Flokkurin er tað sosiala
rúmið, har álit og tryggleiki
borga fyri einum góðum
lívs- og arbeiðisumhvørvi.
Føroya Studentaskúli og
HF-skeið hevur flokkin
sum sjálvstøðuga eind. Við
tað, at tað bert eru rammu-
lógir fyri fakligt innihald,
og metodufrælsi ræður,
kann tað, ið gjørt verður í
teimum ymsu fyrstiflokk-
unum, vera sera ymiskt; tað
eru næmingarnir í tí ein-
staka flokkinum, ið saman
við lærarum sínum, koma
ásamt um hvat, ið flokkurin
skal arbeiða við. Í tvey ára
fakunum kann ein flokkur
t.d. gera nógv við tann
skrivliga partin í fyrsta
flokki og goyma annað til
annan flokk ella øvugt.
Tað ber til at siga, at
skipanin byggir á floks-
samleika. Ja, at flokkurin
er kjarnin í skipanini. Stórt
arbeiði verður lagt í at fáa
næmingarnar í tí einstaka
flokkinum at taka júst sín
flokk til sín, og nógv verð-
ur gjørt til tess at saman-
sjóða flokkin. Nevnast
kunnu floksveitslur, uttan-
landsferð, felags átøk av
ymsum slag o.s.fr.
Nú er ætlanin, at ein
málsligur fyrstiflokkur skal
syndrast og spjaðast út á
teir fýra eftirverandi flokk-
arnar. Flokkurin, talan er
um, telur 19 næmingar og
verður av øllum, ið kenna
hann, sagdur at vera óvan-
liga vælvirkandi (dugnalig,
sosial).
So má ein spyrja, hví
harraboð koma nú frá
MMR at fækka teir 5 kom-
andi málsligu 2. students-
flokkarnar niður í fýra?
Svarið kann bert vera, at
MMR hevur talt næmingar-
nar í øllum fimm flokkun-
um saman og síðani divi-
derað talið.
Men tað, at eingin flokk-
ur skal hava fleiri enn 24
næmingar, merkir jú ikki,
at tað skulu vera 24 næm-
ingar í hvørjum flokki. Tað
ber ikki til at definera ein
flokk út frá einum ávísum
tali. Tá ið ein flokkur, sum
byrjaði við 23-24 næming-
um, við endan á tí fyrsta
árinum telur 19, so upp-
fyllir hann tó allar treytir
fyri at vera ein flokkur.
Ovasti
myndugleikin
hevur jú avgjørt, at allir
skikkaðir umsøkjarar skulu
takast upp á Føroya Stu-
dentaskúla og HF-skeið.
Talið á skikkaðum umsøkj-
arum kann sjáldan divi-
derast við 24. Hetta merkir,
at flokkarnir kunnu hava
færri næmingar enn 24 frá
byrjan, t.d. tí 16 lupu av.
Hetta merkir væl ikki, at
næmingar skulu finna seg í
tilvildarligum avgerðum, ið
gera teir verri fyri?
Í fjør hendi júst tað sama,
nevniliga at ein flokkur
varð spjaddur út á hinar
flokkarnar. Næmingarnir
mótmæltu, men til fánýtis.
Tað er væl ikki so, at
MMR kalkulerar við at
upploysa ein flokk við end-
an á fyrsta skúlaári?
Í hesum ítøkiliga málin-
um er jú ikki talan um eina
neyðstøðu, sum hvør mað-
ur má geva seg undir, tí
flokkarnir vóru jú upptiknir
at byrja í august 2002.
Tá pedagogiska atlitið
verður offrað fyri at spara
nakrar krónur, minkar álitið
hjá næmingum og lærarum
á skipanina, tí einki sam-
svar er ímillum tey yvir-
skipaðu málini og tað, ið
verður gjørt í praksis.
Vit mótmæla tilvildar-
ligari avtøku av flokki og
heita á MMR um at taka
avgerð sína aftur.
Opið bræv til
Mentamálaráðið
VIÐMERKINGAR
Navnframi danski
landsliðsmálverjin,
Lars Høgh, skal virka
sum málmansvenjari
hjá A-landsliðnum
uppundir dystirnar
móti Íslandi og Týsk-
landi
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hetta er úrslitið av einum
samstarvi millum FSF og
Tryggingarfelagið Føroyar,
sum fíggjar tiltakið.
Lars Høgh skal vera mál-
mansvenjari hjá føroyska
landsliðnum uppundir dyst-
irnar móti Íslandi tann 7.
juni og Týsklandi tann 11.
juni. Hann skal skipa fyri
venjingini, og hann fer at
vera við til dystirnar.
Harumframt fáa allir mál-
verjarnir í 1. deild hjá
monnum og málverjar á
ungdómslandsliðunum høvi
at venja undir Lars Høgh.
Hetta
verður
dagarnar
aftaná dystin móti Íslandi.
Royndur málverji
Lars Høgh er ein sera
royndur málverji. Hann
hevur leikt 817 lands-
kappingardystir við besta
liðnum hjá OB, og hann
spældi sín fyrsta dyst á
besta liðnum í 1977.
Hóast góðu evnini sum
málverji hevur hann bert
leikt átta landsdystir, tí
hann altíð hevur staðið í
skugganum
av
øðrum
málverjum. Í 100 lands-
dystum hevur hann sitið á
beinkinum.
Tríggjar ferðir eydnaðist
tað honum at gerast dansk-
ur meistari við OB. Tað var
í 1977, 1982 og 1989. Fleiri
ferðir er hann kosin ársins
málverji í Danmark. Hann
gavst at spæla fótbólt í
2000.
Seinastu árini hevur hann
verið málmansvenjari og
ítróttarstjóri hjá OB. Har-
umframt hevur hann verið
málmansvenjari hjá Sund-
erland í ensku Premier
League, har danski lands-
liðsmálverjin
Thomas
Sørensen enn er málmaður.
Tørvur á málmans-
venjara
Dánjal Jákup Andreasen,
formaður í FSF, sigur, at
hann er sera fegin um, at
landsliðið fær ein málmans-
venjara
uppundir
hesar
týdningarmiklu dystirnar.
– Tá vit spurdu Henrik
Larsen, hvussu vit best
kundu nýta peningin frá
Tryggingarfelagnum, vísti
hann á tørvin á einum mál-
mansvenjara, og vit hava nú
fingið einum av teimum
bestu, sigur Dánjal Jákup
Andreasen.
Jens Erik Magnussen frá
FSF vísir á, at tað hevur
verið ein stórur trupulleiki
hjá landsliðnum, at tað ikki
hevur havt ein veruligan
málmansvenjara. Við hesi
loysnini sleppa venjararnir
at nýta alla sína orku til
hinar leikararnar. Hetta fer
at lætta um arbeiðsbyrðuna
hjá Henrik Larsen.
Avtalan millum FSF og
Lars Høgh er tó bert gald-
andi fyri hesar báðar dyst-
irnar.
Góð íløga
Gunnar í Liða, stjóri í
Tryggingarfelagnum, sigur,
at felagið gjarna vildi
hjálpa føroyska landslið-
num at vera so væl fyri sum
gjørligt uppundir kanska
tann størsta dystin hjá
liðnum nakrantíð.
– Hetta er ein tann størsta
avbjóðingin hjá føroyska
landsliðnum nakrantíð, tá
týsku varaheimsmeistar-ar-
nir koma á vitjan. Málmað-
urin verður óivað ein lykla-
leikari,
tá
tann
týska
maskinan kemur við fullari
ferð, sigur Gunnar í Liða,
sum er væl nøgdur við av-
taluni við Lars Høgh.
Spurdur um hvat tað
kostar at fáa hendavegin
svarar Gunnar í Liða ikki
beinleiðis, men leggur aft-
urat at tað ikki er bíligt.
Lars Høgh skal hjálpa
landsliðnum
Lars Høgh, sum hevur spælt 817 landskappingardystir við OB, skal taka sær av málmansvenjingini undan landsdystunum móti
Íslandi og Týsklandi
Formaðurin í Fótbóltssambandinum Dánjal Jákup Andreasen, sum situr mitt í, og stjórin í
Tryggingarfelagnum Føroyar, Gunnar í Liða, til vinstru, eru báðir fegnir um avtaluna, sum
millum annað hevur við sær, at Lars Høgh kemur higar at venja føroyskar málmenn
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
– Tey næstu árini
verður neyðugt at
hækka skattin aftur,
samstundis sum
landskassin má taka
lán, sigur Magni
Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
Búskapur
Áki Bertholdsen
– Tað er fíggjarpolitikkurin,
sum hevur størsta partin av
skyldini fyri, at lønarkrøv-
ini eru so høg, sum tey eru,
nú samráðingar eru ímill-
um fakfeløgini og arbeiðs-
gevararnar
Tað ivast búskaparfrøð-
ingurin, Magni Laksáfoss,
ikki í.
Hann sigur, at vit kunnu
spyrja
okkum
sjálvi,
hvussu tað ber til, at fak-
feløgini seta so stór krøv,
sum tey gera.
– Tað er ikki bara tí, at
fiskiskapurin hevur verið
so góður og prísurin høgur.
Tað, sum góður fiskiskapur
og fiskaprísir hava gjørt, er,
at teir lyftu okkum upp úr
eini djúpari kreppu við
ongum lønarvøkstri yvir-
høvur til ein lønarvøkstur.
– Bæði fiskiskapurin og
fiskaprísurin eru tvífaldað-
ar og sostatt er inntøkan av
hesum báðum fýra ferðir
størri nú, enn hon var fyri
nøkrum árum síðani
Hetta setti gongd á aftur
samfelagið á ein náturligan
hátt, tí tað skapti ein eftir-
spurning
– Men tað, sum hevur
lagt hetta ovurstóra trýstið
á búskapin, sum nú er á
honum, er tann førdi fíggj-
arpolitikkurin
hjá
samgonguni.
Magni Laksáfoss sigur, at
upp á nøkur heilt fá ár
hevur samgongan økt
útreiðslurnar av at reka
almennu tænasturnar eina
heila milliard, úr einari
milliard,
upp
í
tvær
milliardir.
– Hetta hevur lagt eitt
øgiliga stórt trýst á arbeiðs-
marknaðin, tí økingin í al-
mennu útreiðslurnar kemur
omaná økingina í fiski-
skapinum og fiskaprísin-
um.
Magni Laksáfoss sigur,
at trýstið á arbeiðsmarkn-
aðin hesi seinastu árini skal
eisini síggjast í ljósinum av,
at vit hava innflutt nógva
arbeiðsmegi seinastu árini.
– Fyri nøkrum árum síð-
ani vóru vit 43.000 fólk í
Føroyum,
nú
eru
vit
48.000. Av hesum 5.000
fólkunum, sum eru komin
afturat, eru kanska 2000
børn og onnur sum ikki ar-
beiða, men hini 3.000 eru
fólk í arbeiðsførum aldri.
Arbeiðsstyrkin í Føroy-
um hevur verið 30.000 fólk
og sostatt øktu vit arbeiðs-
styrkina eini 10% eftir nøk-
rum heilt fáum árum.
– Tað, sum er hent hesi
seinastu árini, er í fyrsta
lagi, at vit hava útvegað ar-
beiðið til øll tey mongu,
sum vóru arbeiðsleys í
kreppuni, umframt til tey
3.000, sum eru komin
afturat.
Sostatt hava vit beint fyri
øllum arbeiðsloysinum og
hava harafturat kunnað økt
arbeiðsstyrkina eini 10%.
Magni Laksáfoss sigur,
at í veruleikanum hava tey
3.000 fólkini, sum eru flutt
til landið, verið við til at
lætta trýstið á arbeiðs-
marknaðin og hava sostatt
eisini gjørt sítt til at halda
lønunum niðri.
Hann sigur, at hetta er eitt
talandi dømi um, hvussu
ómetaliga stórt trýst liggur
á arbeiðsmarknaðinum.
Og tí er tað eisini sjálv-
sagt, at lønarkrøvini økjast.
– Tað er heilt týðiligt, at
tað er virksemið í landin-
um, sum leggur tryst á løn-
irnar og førir til økt lønar-
krøv.
– Men tað er tann førdi
fíggjarpoilitikkurin við økt-
um almennum útreiðslum,
sum hevur skapt hetta trýst-
ið og sum tískil eisini er
tann beinleiðis orsøkin til
lønarkrøvini, sum nú eru,
sigur buskaparfrøðingurin.
Neyðugt at hækka
skattin
Magni Laksáfoss heldur
sostatt eisini, at av tí, at tað
er so stórur tørvur á ar-
beiðsmegi, kundu fakfel-
øgini ikki valt betri løtu at
farið til samráðingar í felag
og at kravt stórar lønar-
hækkingar.
– Men fyri samfelags-
búskapin er tað ikki heppið
at økja lønarvøksturin so
nógv nú, vit eru á aldu-
kambinum.
– So vil tíðin vísa, um vit
vit kunnu koma enn longur
upp á aldukambin. Men tað
dugi eg ikki at ímynda mær,
tí útlitini eru onki serligt,
hvørki fyri fiskiskapinum,
fiskaprísinum ella alivinn-
uni.
Tað skilst eisini á bú-
skaparfrøðinginum, at hann
ivast eitt sindur um fram-
tíðina.
– Nú tosar samgongan
um at tátta í komandi ár, tí
fíggjarlógin fyri 2004 skal
skerjast eitt sindur aftur-
ímóti fíggjarlógini í ár.
– Eg haldi, at tað er eitt
sindur undarligt, at hava so
stóra almenna nýtslu í
teimum góðum tíðunum,
sum vit hava havt seinastu
árini, og so at tosa um at
tátta í, nú tíðirnar eru við at
venda aftur.
Magni Laksáfoss sigur,
at tað var nú, at tað al-
menna skuldi átt pening at
slúsa út í samfelagið fyri at
hildið virkseminum uppi.
Men hann er eisini greið-
ur yvir, at vit eru ikki á veg
í eina kreppu, sum á nakran
hátt líkist henni, sum vit
vóru í fyri nøkrum árum
síðani.
– Tá ið kreppan var í níti-
árunum, høvdu kommun-
urnar lánt seg út á sjógv,
samstundis sum bæði vinn-
an og bankarnir vóru út av
lagi illa fyri.
– Sostatt er støðan nú
tann beint øvugta av tí, hon
var í nítiárunum, tí tá fóru
bæði kommunur, vinnulív
og bankar á húsagang og
landskassin,
sum
onki
skyldaði, mátti átaka sær
stóra skuld fyri at bjarga
teimum.
Nú eru bæði kommunur,
vinnan og bankarnir væl
fyri. Men hinvegin hevur
Landskassin einar fýra
milliardir í skuld og tað,
sum landskassin eigur í
landsbankanum, er í stóran
mun bundið og kann ikki
brúkast.
– Sostatt er nógv, sum
bendir á, at landskassin fær
ein stóran trupulleika tey
næstu árini. Verður gongdin
komandu árini, sum hon
hevur verið tey seinnu
árini, verða fleiri og fleiri
málsøki flutt yvir á komm-
unurnar at umsita fyri at
lætta um hjá landskassan-
um, tí kommunurnar hava
ráð til tað.
– Í nítiárunum bar til hjá
landskassanum at halda
uppat við øllum útbygging-
um, samstundis sum allur
studningur varð tikin av
fyri at spara pening.
Men hendan reseptin
nyttar onki í dag, tí nú er
ongin studningur at taka og
almennu
útbyggingirnar
eru so smáar, at har er
heldur onki at spara.
– Sostatt stava allar sam-
felags útreiðslurnar frá van-
ligum rakstri og tí er eisini
rættiliga trupult at skerja
tær.
Magni Laksáfoss sigur,
at samgongan hevur víst
seg ikki at hava rygg til at
skerja útreiðslurnar. Tí er
einasti máti at fáa tað at
ganga upp hjá landskass-
anum, at flyta enn fleiri
málsøki yvir á kommun-
urnar - og at hækka skattin.
Hann heldur, at politiskt
er tað trupult at tosa um
skattahækkingar nú, skatt-
urin akkurát er lækkaður.
– Tí verður landsbankin
uttan iva tømdur fyrst. Men
tað er skjótt gjørt og um
eini tvey ár er tað uppi og tá
verður eisini neyðugt hjá
landskassanum at taka lán,
sigur Magni Laksáfoss.
– Tí haldi eg, at lønar-
krøvini, sum nú eru sett
fram, eru ein heilt natúrlig
avleiðing av støðuni á
arbeiðsmarknaðinum beint
nú, sigur Magni Laksáfoss.
Onga ávirkan á
inflatiónina
Magni Lakáfoss er heldur
ikki samdur í, at størri løn,
førir til hægri inflatión, tvs,
prísvøkstur.
– Vit innflyta næstan
allar okkara vørur og tí
verður inflatiónin eisini
skapt uttanlands. Tað, sum
avgerð prísstøðið í Føroy-
um, er gongdin í oljuprís-
inum og matvøruprísinum
uttanlands, sum vit als onga
ávirkan hava ár.
– Sostatt hava vit at kalla
onga ávirkan á inflatiónina
í Føroyum
– Tí er als onki hald í tí,
tá ið sagt verður, at tað
nyttar onki at geva hægri
løn í Føroyum, tí alt verður
etið upp aftur av hækkandi
prísum.
Magni Laksáfoss sigur,
at hetta er ein góð mynd í
stórum samfeløgum, sum
USA, Týsklandi og Bret-
landi, sum ikki hava so
stóran innflutning, men
sum framleiða tað mesta av
vøruni sjálvi.
– Hinvegin skapar lønar-
vøkstur í Føroyum inflatión
í útflutningsprísinum, tí tá
ið lønin økist, verður vøran,
sum vit skulu útflyta, dýrari
at framleiða.
– Men prísurin á útflutn-
ingi kann ikki trýstast upp,
tí tað er marknaðurin, sum
vit selja til, ið avger prísin.
Tí førir lønarvøkstur til
trupulleikar í útflutnings-
vinnuni og tað gongur út-
yvir kappingarførið, sigur
Magni Laksáfoss.
– Tað er onki undarligt í
hesum her, tí hetta er púra
vanlig búskaparfrøði, legg-
ur hann afturat.
Hann heldur, at lønar-
vøkstur fer serliga at raka
fiskavirkini og at seta tey
undir trýst, tí tey fara at fáa
hægri útreiðslur.
– Hinvegin hava tey yvir-
skot nú, so tey verða ikki
trýst líka hart av eini lønar-
hækking nú, sum tey blivu í
áttatiárunum, táið tey øll
høvdu ovurstór hall at drag-
ast við.
– Og at tosa um at landið
fer at kollsigla fyri tað um
lønirnar hækka, heldur
hann er heilt burturvið.
Hinvegin heldur hann, at
tað er lítið høpi í, at saman-
bera lønarkrøvini í Føroy-
um við lønarkrøvini í øðr-
um londum og at brúka tað
sum prógv fyri, hvussu
órímilig lønarkrøvini hjá
arbeiðarafeløgunum eru í
Føroyum afturímóti lønar-
krøvum í øðrum londum.
– Støðan á arbeiðsmarkn-
aðinum í Føroyum kann als
ikki
samanberast
við
grannalond okkara. Í Týsk-
landi eru lønarkrøvini av-
markað, men har er stórt
arbeiðsloyvi. Tað ber hel-
dur ikki til at samanbera
okkara
viðurskifti
við
Grønland, har eisini ar-
beiðsloysi er og har viður-
skiftini eru heilt onnur, eins
og
arbeiðsloysið
eisini
veksur í Danmark og í
USA, sigur Magni Laksá-
foss, búskaparfrøðingur.
framhald av síðu 4
Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni
skyldina av at lønarkrøvini eru so stór
– Tað er nógv, sum bendir á, at landskassin fær ein stóran
trupulleika tey næstu árini, heldur Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
C
M
Y
K
9
8