Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 93 - 16. mai 2003 Nr. 93 - 16. mai 2003 11 Tað stendur framvegis í botni á arbeiðsmarknaðinum. Í tí frálíku sendingini Sostatt mikudagin, varð støðan á privata arbeiðsmarknaðinum sera klárt og greitt sett upp, og ein kundi gera sær eina meting av, hvat tað er, sum veruliga skilir partarnar. At tað eru krónur og oyru, vistu vit frammanundan. Men sendingin avdúkaði eisini nakað annað – nakað, sum vit kunnu síggja sum eina djúpa ideo- logiska gjógv millum verkafólk og arbeiðsgevara. Síggja vit burtur frá trætuni um krónur og oyru, var myndin tann, at her er talan um eitt veruligt stættastríð, enntá júst sum alt fleiri, vilja vera við, at stættastríð er ikki í Føroyum. Her er einki høgra og vinstra – bert samband ella loysing, vilja summi vera við! Formaður Føroya Arbeiðarafelags gjørdi greitt, at føroyski løntakarin hevði borið byrðarnar av kreppuni og goldið dýrt fyri, at landið kundi koma burtur úr kreppuni. Í øðrum lagi vísti hon á, at stríðið stendur um, at geva øllum løntakarum ein rættvísan lut í tí búskaparvøkstri, ið hevur verið sein- astu mongu árini. Eisini vísti hon á, at hetta seinna kravið var ein logisk fylgja av, at løntakaron hevði goldið fyri kreppuna. Hon tosaði um livikor og vísti á, at skattalættin er eitt eiti fyir tey lágløntu, meðan hann er góður fyri tey háløntu. Umboðið fyri arbeiðsgevararnar var ikki minni ideo- logiskur. Hann vildi vera við, at tær høgu tímalønirnar vóru ein meginorsøkin til kreppuna. Hetta er í roynd og veru ein nýggjur pástandur, sum valla heldur fyri eini nærri búskaparligari rannsókn. Eisini vildi hann vera við, at gekk ein krøvum løntakaranna á møti, so fór vinnulívið á heysin. Hetta er slíkt, ein arbeiðsgevari skal siga, og meira liggur væl ikki í tí. Meira áhugavert er, at høvuðsgrundgevingin hjá umboði arbeiðsgevaranna var at vísa til fíggjarmálaráðharran. Fíggjarmálaráðharrin, sum svav í tímanum, er vaknaður og verður í sínum nývakna tilstandi tikin til inntøku fyri arbeiðsgevararnar. Hetta er ein løgin støða. Einaferð var Tjóðveldisflokkurin álit og verji løntakarans. Tá á stóð í fimti og sekstiárunum, gjørdu tjóðveldisfólk manngarð um arbeiðarar og fiskimenn. Nú er vent í holuni! Nú nýtir Føroya Arbeiðsgevarafelag ein tjóðveldislandsstýrismann sum skotbjálva móti føroyska verkamanninum! Eftir stendur spurningurin, hvussu partarnir koma víðari. Uppíleggingin hjá fíggjarmálaráðharranum hevur ikki bøtt um støðuna. Nú er upp til partarnar at finna fram til eitt støði, sum gevur eina veruliga reallønarhækking, og sum framleiðslan megnar at bera. Hartil má sínamillum virðingin byggjast uppaftur, eitt nú við at hildið verður uppat við at seta fram pástandir, sum at føroyski arbeiðs- maðurin skapti kreppuna, og at okkara kappingarførið versnar. Øll vita, at tað var ikki var føroyski løntakarin, ið skapti kreppuna! Kappingarføri snýr seg heldur ikki bara um lønir. Tað veit eingin betri, enn júst umboðið hjá arbeiðsgevarunum í nevndu sending. Og fakfeløgini eiga eisini at taka í egnan barm og viðurkenna, at tað eru onnur virði enn bara fleiri krónur á lønarkonto. Her er talan um frítíð, eftirlønarviður- skifti, arbeiðsumhvørvi og trygd, ávirkan, útbúgving, skattatrýst eitt nú MVG á matvørum, bústaðarprísir og mangt annað. Stutt sagt at krevja, at landsins myndug- leikar fara at reka ein annan og meira ábyrgdarkendan løntakara- og almannapolitikk. Men her og nú snýr tað seg um krónur og oyru. Hetta verður alt eitt hart hoyggj at draga, men vit ivast ikki í, at partarnir, tá tíðin er búgvin, finna fram til hetta støðið, so vit kunnu koma víðari, tí fer verkfallið út um eitt ávíst tíðarmark, verður sum frálíður ivasamt, hvør vinnur uttan mun til úrslitið annars. DAGSINS MEINING Sosialurin Í botni VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. FAKFELAGSSTRÍÐ Tíðindaskriv frá Maskinmeistarum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og Maskinmeistarafelagnum At stríðast fyri einari søk, tá tað snýr seg um fak- felagsviðurskifti, hevur mangan verið bæði tungt og lemjandi, og óivað koma skeinur, ið hava langa tíð um at grøðast aftur. Men við góðum samanhaldi og stuðli felaganna millum, eru tíðandi mál rokkin verkafjøldini til frama og einstøku familiunum at gagni. Hetta átti sjálvsagt eisini at verið galdandi fyri maskinmeistarastættina, sum hevur sín leiklut í okk- ara lítla samfelag, bæði á sjógvi og landi. Og væl er hesin bólkur eisini umboð- aður, tá tað snýr seg um altjóða sigling. Í bløðunum hava lýsingar eftir maskinfólki til vaktar- skipini verið at sæð hesar seinastu mánaðarnar og sum skilst, er hetta ein træta, sum íkomin er av einum súltaðum máli, sum Fíggjarmálaráðið hevur goymt í eini tvey ár og av eini ókendari orsøk ikki hevur vilja avgreitt. Í eini seinastu roynd at trýsta Fíggjarmálaráðið at loysa málið, var bert ein møguleiki eftir. Maskin- meistararnir við teimum báðum føroysku vaktar- skipunum søgdu síni størv upp. Hetta má sigast, at vera eitt sera drastiskt stig at taka. Men neyvan var hetta gjørt fyri at siga seg úr starvi, og í vónini um, at taö ikki fór at standa á at fáa stuðul til tiltakið - ikki minst frá teirra egnu limum - varð hetta gjørt i góðum treysti. Men ikki skuldi hetta ganga so. Teirra egnu stungu teir i ryggin, skutl- aðu so tað neit, løgdu seg út i eina trætu sum teir ikki vóru partur av. Eitt fak- felagsstrið, har tað ræður um samanhald og støðu- festi, og ikki um svik og stuldur. Tí stuldur er hetta, tað er vist. Og hvat munnu hetta so vera fyri menn, ið soleiðis stjala seg til eitt arbeiði? Kan nakar arbeiðisgevari hava álit á teimum og hvør dugur man vera i slíkum monnum tá ið á stendur? Hettar eru jú bjargingar- skip, sum higartil hava gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, og tá ið bjargingar eru fyri, er ikki brúk fyri svíkum. Nei, tá er brúk fyri monnum, ein kann lita á. Monnum, ið tora at taka tøk, tá á stendur. Og hvat siga fakfeløg til at fáa slíkar limir, ið uttan at blunka, stinga sínar egnu í ryggin. Munnu teir ikki koma á svartalista alla- staðni. Jú, hesir sviku og tað so dyggiliga og koma so avgjørt at svíkja aftur. Og hvat við teimum falnu. Hvussu koma teir burtur úr hesari kreppu aftur. Hettar eru jú familju- menn og forsyrgjarar, ið illa kunnu missa inntøku og sum nú noyðast at leita sær eftir nýggjum arbeiði. Og hvat sigur landsins leiðsla til stovnsleiðarar, ið stuðla slíkum. Ein má spyrja, um teir eru sína uppgávu vaksnir, ella um teir handla út frá heilt øðrum kriterium og við motivum, ein so dánt torir at hugsa um, tíðansheldur at nevna. Men vónina má ein ikki missa og væntast má, at á einum framkomnum nútið- arsamfelagi, sum okkara, ber altíð til at finna skila- góðar loysnir, landi og fólki okkara at gagni. Livst so spyrst. Michael Joensen bóndi Á Sandi, tann 15. mai 2003 Í seinastu viku hendi ein syndarlig vanlukka á Sand- oynni, sum nú hevur fingið eina ógvuliga ótespiliga umtalu í Oyggjatíðindi. Av tí at okkurt av tí, sum verður skrivað í blaðnum tann 14. mai, sipar til mín, skal eg staðiliga avsanna tað, sum viðvíkur tí, sum eg skal hava hoyrt kvøldið fyri hendingina. Henda sama hósdagin fór eg sum vanligt í lembingini burtur í haga at hyggja eftir seyðinum, men hevði ikki hundin við. Eg hevði ikki hoyrt ella sæð nakað óvan- ligt kvøldið fyri, og fór tí ikki burtur í haga at for- vitnast. Eg kom fram á mannin, og tá eg sá, at hann var deyður, boðaði eg beinan- vegin sýslumanninum frá. Eg bíðaði hjá líkinum, inntil sýslumaðurin kom til, og hjálpti síðani til at fáa líkið oman til vegin. Eg havi ikki umrøtt hesa hendingina við nakran og als ikki við Oyggjatíðindi, ið sostatt ikki hevur nakað av tí, ið teir skriva, frá mær. Avsannan Kenna seg stungnar í ryggin Teir 10 maskinmeistararnir, sum missa størv síni á vaktarskipunum 1. juli, kenna seg stungnar í ryggin TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Fríggjakvøldið 16. mei kl 21.00 skipar tónleikasam- takið Grót fyri konsert í Losjuni í Gøtu. Konsertin er í sambandi við, at Heðin Ziska David- sen gevur nýggja fløgu út, hetta er onnur solofløga hansara. Heðin, sum av mongum verður mettur at vera ein av okkara allar fremstu guitarleikarum, er kanska best kendur sum guitaristur í Hatespeech, men hann hevur roynt seg í mongum øðrum høpi eis- ini, m.a. í ethnojazz bólkin- um Shalder og saman við Enekk. Fríggjakvøldið verður tað jazzkendur tónleikur Heðin og bólkur hansara fara at framføra. Saman við teimum fara eisini Headache Blues Treo á pall. Hesin bólkur gjørd- ist sera væl dámdur í Prix kappingini og telur nakrar av kendastu tónleikarum okkara, umframt Una De- bess á sang og guitar telur bólkurin Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvu á trummum. Heðin Z. Davidsen og Headache Blues Treo í Losjuni NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Brúdleyp Leygardagin 17. mai kl. 13.30 giftast í Skála kirkju Anna Drangberg, Skopun, og Jógvan Pauli Christiansen, Skála. Vælkomst verður í bygdarsal- inum á Skála frá kl. 21.00. Leygardagin 17. mai kl. 17.00 giftast í Vestur- kirkjuni Joan Hansen og Jan Rubeksen, Tórshavn. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Leygardagin 17. mai kl. 16.00 giftast í Vestmanna kirkju Finngerð Egilsnes, Vestmanna, og Ingolf Debes, Oyri. Brúdleypsadressan: Eydnan á Oyrar- bakka. Leygardagin 17. mai giftast í Sandavágs kirkju Birita Petersen, Sandavági, og John Heri Mouritsen, Sørvági. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í SÍF-húsinum. Leygardagin 17. mai giftast í Kollafjarðar kirkju Sunneva Petersen, Skálavík, og Sofus Joensen, Kollafjørður. Brúdleypsadressan: Bygdarhúsið í Kollafirði. 80 ár Dýra biðidag, 16. mai, fylla tvíburarnir Elisabeth Hentze, Sandur, og Dávur Clementsen, Tórshavn, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Café Karlsborg í Vágsbotni millum klokkan 14–18. 85 ár Dýra biðidag, 16. mai, fyllir Jóhanna Jacobsen, Tórshavn, 85 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 17. mai frá kl. 12.00 til 18.00 á Suðuroyarvegi 13. Dagurin 16. mai. Sára. Dagurin hevur navn eftir konu Abrahams. Hebráiska navnið merkir høvdingafrú. 17. mai. Bruno, deyður í 1045. Biskupur í Wurtzburg, sum saman við mongum øðrum komst av døgum á eini ferð í Ungarn. Navnið merkir hin brúni. 18. mai. Eirikur, deyður í umleið 1160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóhalgimenni alla miðøld. Navnið er norrønt og merkir hann sum ræður eina ella æviga. 19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára gomul varð tikin av døgum í Róm. Inga Ellingsgaard 60 ár Sunnudagin 18. mai fyllir Inga Ellingsgaard í Havn 60 ár. Hon er ættað úr Klaksvík, men foreldrini vóru ikki haðani. Mamman Palma Soldal var úr Sumba, og pápin Rasmus Rasmussen var av Kirkju. Umframt Ingu fingu Palma og Rasmus synirnar Mort- an í 1941 og Hans Jákup í 1946. Inga tók realprógv í Klaksvík í 1960. Hon hevði ymisk størv í Klaksvík í tvey ár og fór so til Keyp- mannahavnar, har hon fekk útbúgving innan postverk- ið. Hon giftist í 1964 við Einar Ellingsgaard av Eiði. Tey fingu døturnar Randi í 1970 og Beintu í 1971. Inga og Einar búðu í Dan- mark í nøkur ár, men fluttu heimaftur í 1977 og búsett- ust í Havn. Hon fekk starv á Postverkinum, har bróð- urin Mortan eisini starvast, og hann á Royndarstøðini í Hoyvík. Í dag fyllir Johan Christ- iansen í Havn 60 ár. Johan er sonur kenda havnar- mannin, Eli, sum eisini starvaðist sum kajfúti, og Honnu, sum var ættað úr Klaksvík. Johan er elstur av teimum 7 børnunum hjá Eli og Honnu, og vaks hann upp í einum góðum heimi á Dalavegnum. Í teimum trongu og hørðu tíðunum í 1950-un- um fór Johan longu blað- ungur í vinnu. Sum elstur av 7 syskjum lærdi hann longu tíðliga í lívinum at taka ábyrgd. Fyrst var hann ørindadrongur hjá P/F Poul Hansen, og longu 15 ára gamal í 1958 fór hann til skips við "Bresti". Í 1961 skifti Johan hýru og fór við "Hoyvíkingi". Í 1964 fór Johan uppá stýrimansskúla, og eftir lokið prógv í 1966 fór hann aftur við "Hoy- víkingi", til hann í 1969 fór at ganga til skipsførara. Sama árið giftist hann við Hjørdis, ið er ættað úr Fuglafirði. 1970 kom at verða eitt spennandi og umskiftiligt ár fyri Johan og konuna Hjørdis. Hetta árið fluttu tey inn í snotuligu húsini á Miðrás 4 við Frælsið í Havn, fyrstføddi sonurin, Eli, varð føddur, og Johan fekk skipsføraraprógv. Stutt eftir at alt hetta var farið aftur um, bleiv Johan uppringdur av sváginum og vinmanninum, Árna Sim- onsen, sum bað hann koma við sær sum stýrimaður við á "Fuglfirðingi". Her vóru teir í mongum vasi í Norð- sjónum. Ofta vóru teir inni í Lerwick, og har plagdu teir at keypa okkum heima- fólkum okkurt gott. Árni tók mangan til orðini: "Eg kenni ongan mann, sum kom so skjótt eftir trolinum sum Johan, tað var heilt fantastiskt!". Hetta sigur ikki so lítið um góðu arbeiðsevnini hjá Johan! Tá Árni fór til Grønlands í 1975 at føra trolarar hjá KGH varð Johan biðin at føra "Fuglfirðing", og gjørdi hann hetta fram til 1983. Tá føldi Johan, at tíðin var búgvin at royna okkurt nýtt. Í januar 1984 bleiv Jo- han settur í starv sum kaj- fúti hjá Tórshavnar Havn, har hann starvast enn, og gongur hann soleiðis í sporum pápa síns, Eli. Johan er javnan á sjó- num, hann loðsar mong út- lendsk før, harímillum snotulig ferðamannaskip. Johan hevur knýtt vinar- bond við mangar útlend- ingar gjøgnum sítt væl av- greidda virki, sum loðsur. Mangt eitt summarið hevur Johan eisini verið í bæði Vestur- og Eystur-Grøn- landi við "Vitanum" og "Sandfrakt" hjá P/F Sand- grevstri í Fuglafirði. Johan hevur enntá verið heilt í Angmagsalik í Eystur- Grønlandi. Eitt samljóð er millum øll fólk, ið kenna Johan, bæði landkrabbar og sjó- menn, at fittari og hjálp- samari fólk, enn Johan finst ikki. Umframt at vera sam- vitskufullur og eitt arbeiðs- grev hevur hann altíð verið fyrstur við tí hjálpandi hondini og uggandi orðin- um. Vit sum koma frá heimum, ið hava merkt harða sviðan av lívinum eru mangan sloppin at ásanna, at Johan var ein góður vinur at heita á, tá á stóð. Ikki hevur altíð verið viðrák á sjónum, men við sínum áræði og stillu guds- trúgv hevur Johan megnað at stýrt lívsskútuni gjøg- num vandasjógvar. Við hansara lið í skjótt 34 ár hevur verið konan Hjørdis, og saman hava tey skapt eina fjálga borg á Miðrás 4, har mangir gestir, bæði út- lendskir og føroyskir, hava notið stóran blíðskap. Jo- han er eisini tiltikin góður kokkur, døgurðabitarnir hann hevur borðreitt við millum ár og dag, eru víða gitnir. Vit fara at ynskja Johan og Hjørdis, børnun- um Eli, Elsu Mariu, Jóhan Martin og abbasoninum Christian alt tað besta í framtíðini og Harrans ríku signing. Hjartaliga tillukku við degnum. Vinir og familja Jóhanna Jacobsen 85 ár Í dag verður Jóhanna Ja- cobsen 85 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 17. mai í heiminum á Suðuroyarvegi 13 í Havn. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Jó- honnu, hava høvi at støkka inn á gólvið millum klokk- an 12.00 og 18.00. Jóhanna Jacobsen varð fødd í 1918, og hon er ætt- að heiman av Sandi. 15 ára gomul fór hon til Havnar at tæna. Hon giftist við Dánjal Johan Olsen á Tvøroyri, har tey festu búgv. Í fleiri ár arbeiddi hon í fiski á Tvøroyri. Seinni arbeiddi hon eisini í Havn, eitt nú sum heimahjálp. Jóhanna gjørdist einkja bert 53 ára gomul, og hon giftist seinni við Jens Arne Jacobsen. Jóhanna Jacobsen eigur seks børn, og tey siga um hana, at hon altíð hevur verið ein góð mamma. Johan Christiansen, kajfúti og navigatørur, 60 ár Mona Wang 40 ár á Dómara- skrivstovuni Hósdagin 15. mai hevði Mona Wang í Havn arbeitt 40 ár á Dómaraskrivstov- uni. Mona er fødd og upp- vaksin í Sandavági, dóttir Jacobu og Zacharias Thom- sen. Hon kom til Havnar í 1962 og arbeiddi á skriv- stovuni á Skipafelagnum, áðrenn hon fekk lærupláss á Dómaraskrivstovuni 15. mai 1963. Hon hevur so gott sum øll árini arbeitt á Tinglýsingardeildini. Mona er gift við Árna Wang úr Kaldbak, og tey hava búð í Kovalág í Havn síðan 1970. Tey eiga døtur- nar Vivi, sum býr í Sanda- vági og Ann-Mari, sum býr í Havn. Mona og Árni eiga fimm ommu- og abbabørn, tey eru: Anja, Mona, Kamma, Jóhan Arni og Jór- un. C M Y K 11 10