Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 • fríggjadagur • 16. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Frá vikuskiftinum komandi og fram til endan av fótbólts- landskappingini fara teldufyritøkan, Kervi, og Sosialurin at skipa fyri stórari vedding- arkapping DREYMAVEDDING Jákup Mørk Ímynda tær at hava eina heila millión, sum tú kanst spæla tær við, uttan at hugsa alt ov nógv um ringa samvitsku, um milliónin fer fyri skeyti. Hetta er støðan, sum veddingarhugaði nú kunnu koma í, tí tað er ikki bara fótbóltslandskappingin, sum nú fer av bakkastokki. Tað fer stóra dreyma- vedding-kappingin hjá Sosialinum og Kervinum eisini. Milliónin Dreymavedding er eitt veddingarspæl á alnetinum, har tú kanst royna tína vitan og eydnu. Tá ein hevur meldað seg til, og gjørt inngjaldingina, sum er eitt ómaksgjald uppá 100 kr, verða 1 millión spælikrónir settar á spælikontoina. Hesa milli- ón kann ein so nýta til at gera veddimál við, og royna at vinna so nógvar pengar sum møguligt. Tað eru ikki bert dystir úr føroysku kappingini, sum veddast kunnu um. Eins hjá eitt nú Dansk Tipstjeneste, er talan um dystir úr ymsum londum, formel 1, kurva- bólt, kappróður o.m.a. telj- ast millum greinarnar, sum veddast kann um. Sjálvur veddingarháttur- in, er sera einfaldur. Alt eft- ir, hvussu stóran favoritt talan er um, verða odds sett á einstøku møguleikarnar, og hjá veddaranum er so bara at velja, hvat viðkom- andi heldur vera mest sann- líkt. Eisini ber til at flætta fleiri veddingar saman, so- leiðis at samlaða afturgjald- ingin økist – men hinvegin eisini vandin fyri tapi. Fótbóltsferð Og eingin kapping uttan vinningar. Høvuðsvinning- urin til besta veddaran í 2003 verður ein fótbólts- ferð út í Europa, og hartil vera eisini fleiri aðrir góðir vinningar. Eitt nú fáa bestu veddararnir hvønn mánaðin sær onkra virðisløn, eins og djarvasti veddarin eisini fær okkurt gott. Á heima- síðuni fer sjálvandi at bera til at fylgja við, hvussu einstøku luttakrarnir standa seg í kappingini, og hartil fer Sosialurin hvørja viku eisini at siga frá, hvussu støðan í kappingini er. Fyri tey, sum vilja vera við alt fyri eitt, er at skunda sær inn á slóðina, http://dreymavedding.kervi .com, og tekna seg. Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 16.05 NSÍ-Skála Lassin Isaksen 16.05 HB-FSV Birgir Sondum 16.05 GÍ-KÍ Suni Johansen 16.05 VB-B36 Eiler Rasmussen 16.05 EB/S-B68 Páll Augustinussen 2. deild menn 17.05 B71-B36 Oddmar Andreasen 17.05 ÍF-B68 Tummas Pauli Olsen 17.05 VB-Sumba Rúni Gaardbo 17.05 KÍ-LÍF Regin Egholm 17.05 TB-AB Jens Petur Brattalíð 3. deild menn 18.05 NSÍ-Skála Jóannes Mikkelsen 18.05 HB-FSV Andrew Christiansen 18.05 GÍ-TB Jonhard Hansen 18.05 Royn-B36 Frits Poulsen 18.05 EB/S-ÍF Andreas Petur Hansen 1. deild kvinnur 16.05 EB/S-HB Jónleif Gerðisá 16.05 KÍ-GÍ Jan Gardar 16.05 B36-AB Ransin Djurhuus 16.05 FSV-B68 Emil Hentze Kappingin um Løgmanssteypið seinna hálvfinalan (Støðan eftir fyrra dystin í klombrum) 18.05 GÍ-NSÍ (1-1) Birgir Sondum 18.05 KÍ-B36 (1-4) Páll Augustinussen Steypakappingin, kvinnur fyrra hálvfinalan 18.05 HB-AB Petur Skarðenni 18.05 KÍ-B36 Rúni Gaardbo Í hálvfinalunum í steypakappingunum fer besta liðið yvir tveir dystir víðari. Stendur á jøvnum fer liðið við flest málum á útivølli víðari. Stendur framvegis á jøvnum verður talan um umdyst á 2X15 minuttir. Er framvegis eingin vinnari, verður sektasparkskapping. Um vikuskiftið fara knappliga 300 børn at kappast í ymsum ítróttagreinum um sonevnda skúla-FM FRÆLSUR ÍTRÓTTU Jákup Mørk Ikki síðani Oyggjaleikir- nar í 1989 hevur eitt so- mikið stórt tiltak innan frælsa ítróttin verið hild- ið í Føroyum. Tað er í øll- um førum greitt, nú seinastu fyrireikingarnar til skúla-FM verða gjørd- ar. Ikki færri enn 300 íðk- arar úr øllum landinum fara leygardagin at kappast á Svangaskarði, har fyrstu kappingarnar fara av barkastokki longu klokkan tíggju, og síðani verður hildið á mest sum út í eitt fram til klokkan sjey á kvøldið, tá hin seinasta av teimum 80 kappingunum er liðug. Heiðursmerkjahandan til bestu íðkararnar fer fram so hvørt, sum kapping- arnar eru lidnar. Fyriskipararnir heita annars á luttakararnar at møta í góðari tíð, so handan av startnummur- um og aðrar fyrireikingar kunnu greiðast sum best, og hartil verður eisini boðað frá, at tað ivaleyst er gott, um ein góður matpakki verður við í skjáttuni, tí talan verður ivaleyst um ein av teim- um strævnu døgunum. Dreymavedding Stóra veddingarkappingin hjá Kervinum og Sosialinum fer av bakkastokki um vikuskiftið FM hóast verkfall Lesið -tað loysir seg 13 12 Nr. 93 - 16. mai 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar 2. mai fingu Annika Baldvinsson og Henrik Nielsen, Skals, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3510 gr. 3 mai fekk Birgit eina lítlasystur, sum eitur Hanna. Hon vigaði 3800 g og var 52 cm long. Foreldrini hjá teimum eita Ann og Jens Jákup Hansen og búgva í Havn. 6. mai fingu Jórun Mortensen og Niels Jespersen, Hov, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4200 gr. 8. mai fingu Margit og Eyðfinn Joensen, Porkeri, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2850 gr. 9. mai fingu Gunnrið Jóanesarson og Mortan Simon- sen, Argjum, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3020 gr. 10. mai fingu Johild Poulsen og Sonni Mørk, Hvalba, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3680 gr. 10. mai fingu Gudny Johannesen og Rodmund Magn- ussen, Signabø, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr. 10. mai fingu Judith og Jón Jacobsen, Eiði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 12. mai fingu Mona og Hanus Gregersen, Tórshavn, ein son. Hann var 59 cm langur og vigaði 4200 gr. 13. mai fingu Mariann Rasmussen, Glyvrar, og Regin í Hjøllum, Saltnes, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3500 gr. Andlát 7. mai Asmund Olsen, Hósvík, 76 ár. Sofus Joensen, Tórshavn, bús. á Tvøroyri, 70 ár Rakul Biskopstøð, Klaksvík, 93 ár. 8. mai Wenningsted Hansen, Skopun, 53 ár 10. mai Tamar Samson, Klaksvík, 81 ár. 11. mai Erhard Poulsen, Eiði, 82 ár 12. mai Ola Hans Pauli Hansen, Svínoy, 90 ár. 13. mai Gullbrand Simonsen, av Sandi, 75 ár. Rakul Biskopstø deyð 7. mai andaðist Rakul Biskopstø í Klaksvík, 93 ára gomul. Hon var ættað úr Fuglafirði og giftist í 1930 við Óla Hans Biskopstø úr Klaksvík, har tey búsettust. Tey seinastu árini var Rakul á Røktarheiminum í Klaks- vík, og hon var klár til tað síðsta. Eitt høvuðsstarv í lívi hennara var at ala børn upp, tí hon og Óla Hans fingu 9 børn, sum eisini fingu nógv børn, so eftir- komararnir eru nógvir í tali. Tey 9 børnini hjá Rakul og Óla Hans eru: Julius varð føddur í 1930 og giftist í 1956 við Hallgerð Hansinu Joen- sen úr Fuglafirði. Tey búsettust á Biskupsstøð. Hans varð føddur í 1932 og giftist við Henny Niclasen av Glyvrum. Tey búsettust í Havn. Jónstein (kallaður Josh) varð føddur í 1933 og giftist í 1957 við Mariu Samson úr Klaksvík. Tey búsettust á Biskupsstøð. Hann doyði í 1964. Maria giftist uppaftur við Gutt- ormi Klein frá Gjógv. Tey búgva í Klaksvík. Petra varð fødd í 1935 og giftist við Janusi Gesti Ragnarsson. Tey búsettust á Neskeypsstaði. Sverri varð føddur í 1936 og giftist í 1960 við Beintu Joensen úr Klaks- vík. Tey búsettust í Havn. Volmar varð føddur í 1938 og giftist við Tór- hild Jensen úr Norðra- gøtu. Tey búsettust á Biskupsstøð. Oddni varð føddur í 1942 og giftist í 1970 við Jóhonnu Elisabeth Mørk- øre úr Klaksvík, har tey búsettust. Sigrid varð fødd í 1946 og giftist við Napoleon Joensen úr Havn, har tey búsettust. Yngstur er Karl Martin. Hann varð føddur í 1950 og giftist í 1976 við Juliu Kongsbakk úr Miðvági. Tey búsettust í Klaksvík. Tað vóru sostatt 20 ár millum elsta og yngsta barnið hjá Rakul og Óla Hans. Góða elskaða mamma, til- lukku við áttatiáradegnum. Mamma nú tú rundar tey áttati, má ásannast at tú hevur verið eitt arbeiðsgrev, tú hevur ikki spart teg. Mangan havi eg hugsa um tað stríð tú hevur havt av at uppala okkum 12 systkini. Men ongantíð merkti eg á tær at tú vart ónøgd við lut tín, tvørturímóti sá tað út sum at hesin barnaflokkur var tín lívs av-bjóðing. Eg merkti ongantíð at tú royndi at fáa okkum fram til lívsins hægstu og bestu størv. Men tað, sum var eitt og alt hjá tær var, at vit øll skuldu koma at kenna frelsaran frá Golgata, Jesus Kristus, tann stóra skapara og Harra, hvørs stórsligna náttúra, sum vit vóru um- gird av hvønn dag, talaði um. Fjørðan við tí vakra sandinum, har havið, hvønn einasta dag, við sínum fleiri túsund tonsum broytti sandin og ánna til eitt stilt og friðfult spæli-pláss og so aftur til vakrar skúmandi hvítar aldur. Fjøllini stóðu so vøkur og litrík í sól- skininum, og lokkaðu okk- um niðan á Húsar, ella longur burtur, men so á vetrartíð, myrk og hóttandi niður yvir okkum í buldr- andi ódn, eins og tey vildu taka okkum í sín náðileysa kalda hvassa slevjuta favn, táið hvirlurnar sugu luftina frá húsinum og síðani komu sum eitt sleggjuslag niður hinumegin. Húsini skulvu. Góða mamma, um so vindurin blásti í útnyrðing ella láganlandnyrðing, um tað var ódn ella long, um tað var flóð ella fjørða, vart tú tann sama, og altíð á sama stað. Tú vart har. Barlastin sjálv. Tí gjørdist trivnaðurin so ómetaliga góður. Baklandið var i ordan. Øll náttúran var spælipláss okkara. Men, mamma títt lív og tín atferð skapti trivnað og samljóð í øllum hesum. Eg trúgvi at hetta, saman við Gudsótta tínum, gjørdi alt so ómeta- ligt lætt og einfald. Hetta var loyndarmálið, kraftarkeldan. Meg minnist frá heilt lítilum, at tú hvørt kvøld, tá tú legði okkum at sova, tókst tær tíð til "at takka við okkum" sum vit plagdu at siga. Tú takkaði Gudi og baðst eina bøn - ikki eina "ramsu," - men eina livandi bøn, hvørt kvøld. Meg minnist, at tú við tínum sterku og eymu hondum enn einaferð ballaði dýn- una væl rundan um meg og kysti meg. Eg kendi heita andadrátt tín og sovnaði so við tað sama. Men so kom ein dagur. Mamma góða, tú gjørdist sjúk - støðan var hættislig - meg minnist at doktarin kom og tú skuldi við hast fara á sjúkrahúsið. Teir komu við eini børu og løgdu teg á hana, og fóru berandi við tær oman trappurnar. Tá var fyri mær sum at alt skramblaði sam- an, eg krógvaði meg, græt í loyndum og kundi ikki sovnað. Tað sum eg aldri hevði droymt um, hendi. Mamma var burtur. Alt myrknaði fyri mær. Óløgini løgdu seg miskunnarleys niður yvir mína óroyndu barnasál. Skipið fór á slavsíðu. Ballastin var burtur. Hvar skuldi eg venda mær. Jú, tann góði Gud, sum tú hvørt kvøld hevði biðið til fyri mær, til Hansara vendi eg mær, í barnsligum áliti, at biða til, fyri tær. Hann, sum hoyrir bønir smábarna sína, sendi teg aftur í øllum góðum. Skipið kom aftur á rættkjøl. Góða mamma tú hevur ongantíð kraft samfelagið eftir nøkrum, tú kendi pláss títt "inni í heimi tínum" og ikki "uttanfyri." Tú hvørki rópti eftir vøggustovu ella barnagarði, nei lív títt hev- ur verið sermerkt av takk- semi, nøgdsemi og fram um alt av Gudsótta. Frið- sæla atferð tín hevur sett størri spor eftir seg enn mangar tómar buldrandi talur. Mamma, kæra fostur- land okkara hevur fostra mangar góðar kvinnur, men tú ert hin besta. Hin besta. Mamma eg kundi hildið á og skrivað eina heila bók um teg. Nú tú fyllir áttati, kanst tú ikki reypa av at tú eigur nógv av heimsins virði, ognir og pening, men neyv- an er nakar so ríkur sum tú, 12 børn, 12 svigarbørn og mong ommu- og lang- ommubørn. Hetta er ikki bert ein rúgva av fólki, nei tú minnist tey øll við navni í bønum tínum og minnist eisini til hvønn einasta føð- ingardag. Tú ert miðdepilin, saml- ingspunktið. Hóast arbeiðsmegin tín ikki er tann sama, so er friðurin og takksemi ikki minni - men vónin er bjartari - til ein dag tú skalt fáa tína stóru løn frá Honum, sum tú í stilli og trúðfesti tænti her, Hann fer at siga: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv." Mamma vit hava ómeta- liga nógv at takka tær fyri og gleða okkum til ein hugnaligan føðingardagin í kvøld. Hendan heilsan er so bert ein lítil rósa frá mær. Hjartaliga tillukku. xxxx Andrea Hansen, Fuglafirði 80 ár 16. mai C M Y K 12