Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 93 - 16. mai 2003 Havnarmenn hava fingið Símun Elia- sen at skunda sær heim, soleiðis at missurin av Jan Dam verður minni sjónskur UPPTAKT Jákup Mørk HB byrjar kappingarárið á heimavølli móti FS Vágum. Ein dystur, sum skal vinnast. Ikki minst eftir vónbrotið í steypa- kappingini, har føroyski steyparisin »einans« kom til fjórðingsfinalurnar. Eftir dystin í Runavík var greitt, at Jan Dam verður noyddur at hava drúgvan steðg. Í hansara stað hevur HB skundað eitt sindur undir heim- komuna hjá Símuni Elia- sen, og ivleyst skal hann nýtast til at styrkja um miðverjuna. Í aðrar mátar er HB liðið ikki so nógv øðr- vísi, enn tað hevur verið. Janus M. Joensen, Nico Dugaro, Andrew av Fløt- um og Carsten From hava allir havt smærri skaðar at dragast við, men teir eru allir tøkir. Tað er Martin Christen- sen tó framvegis ikki. Hjá FSV man uppgáv- an í Havn vera stór í allar mátar. Ikki minst nú talan er um fyrsta dystin á árinum. Úr Vágunum verður annars sagt, at liðið er so toluliga væl fyrireikað til dystin. Eyðfinn Fjalsbak hevur havt trupulleikar við rygginum, og er tí ikki tøkur í løtuni, men í aðrar mátar tykist støðan vera á leið optimal. So er spurningurin, hvussu úr- slitið fer at tørna út, tá eitt nú Ari Thomassen, Jóhannis Joensen og Jens Erik Rasmussen skulu stríðast á vøllinum, sum áður hevur verið teirra heimavøllur. VB skal nú í gongd aftur eftir drúgvan steðg, og til uppgáv- una er helst neyðugt at vera heilt á topp- inum UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at vágbingar eru spentir til nýggja fótbóltsárið. Eitt nýtt lið skal byggjast upp, og hóast tað gjørdist til eitt skjótt farvæl í steypakappingini, so var hetta avgjørt upp á teir smáu marginalarnar. Tí er heldur einki at ivast í, at menn eru upp- settir upp á prógva seg sjálvar, nú B36 kemur á vitjan, og sum skilst, so eru vágbingar væl fyri. Eingi skaðar og eingi leikbann, og so er bara hjá venjaranum at finna sær teir 11, sum hann metir geva sterkasta liðið. Hjá B36 tykist støðan við fólki eisini at vera heilt góð. Heini í Skorini fekk skaða móti EB/ Streymi fyri góðari viku síðani, og hann verður helst ikki tøkur, men í aðrar mátar eru allir mans við. Og fyri B36 er heldur einki at ivast í, at teir fara eftir øllum. Longu undan kappingini er liðið rópt til stóran gull-favoritt, og skulu hesar vónir uppfyllast, skulu stig til. HB-FSV: Símun aftur í HB VB-B36: Spenningur á Eiðinum Jógvan Gregersen heldur, at FSF brúkar so nógva orku og tíð upp á landsliðið, at tað eigur at hugsast um divisiónsfelag, sum tað verður rópt í Danmark FÓTBÓLTS POLITIKKUR Jóannes Hansen Landskappingardysturin millum GÍ og KÍ, sum sam- bært skipanini skuldi havt verið í gjárkvøldið, verður í dag. FSF nevndin staðfesti mikudagin avgerðina hjá kappingarstjóranum at útseta. GÍ og KÍ høvdu mótmælt avgerðini, og GÍ formaðurin, Jógvan Greg- ersen, er rættuliga rísin: – Vit mugu staðfesta, at orkan og tíðini í FSF verður nýtt til landsliðið og ikki til heimligu kappingarnar, sum eru grundarlagið undir øllum. Spurningurin er, um feløgini ikki áttu at um- hugsað at stovna eitt felag, sum burturav tók sær av áhugamálunum hjá feløg- unum. Eitt divisiónsfelag, sum tað verður kallað í Danmark. Í løtuni tykist FSF ikki at hava orku og tíð til at reka heimligu kapp- ingina, sum teir eiga. GÍ formaðurin vísir á, at skráin er sera tøtt, og at tað er neyðugt við sera neyvari tilrættalegging av venjing- ini. – Í venjingini er tað ikki líka mikið, um dysturin verður spældur hóskvøld ella fríggjadag. Nú eru vit og KÍ verri fyri, enn hini feløgini, sum eru í hálv- finaluni í steypakappingini og hava fingið FSF at flutt okkara dyst ímóti KÍ. Fe- løgini hava havt møguleika at gera viðmerkingar til skipanina, men eingin hevur sagt nakað fyrrenn í hesi vikuni. Nú skulu vit spæla tríggjar dystir í seks dagar. Tað er tættari millum dystirnar, enn tað er í Ong- landi, sigur Jógvan Greger- sen og sigur seg vita, at landskappingardysturin hjá GÍ ímóti Skála, sum sam- bært skránni skal spælast 22. juni, er fluttur til 21. mai, sum er næsta miku- dag. Hann er fluttur, tí GÍ skal spæla í Intertoto. GÍ roknar við umleið sama liði sum í Runa- vík, meðan KÍ skal finna nýggja mið- verju, tí Alexander Djordjevic er skaddur GÍ–KÍ Jóannes Hansen KÍ hevur havt trupulleikar at verja higartil í ár. Tað vísa tølini. EB/Streymur hevur skorað átta mál ímóti teimum, B68 skoraði fimm næstsíðsta sunnudag, og síðsta sunnudag fóru fýra ígjøgnum í Gundadali ímóti B36. Tá varð stinnasti verjuskansin, Alexander Djordjevic, so mikið illa skaddur, at hann gongur á høkjum og verður neyvan tøkur næsta mánaðin. – Vit eru fullgreiðir yvir, at tað hevur verið ov lætt at skjóta mál ímóti okkum. Vit arbeiða við at tetta, og vit hava álit á, at tað fer at eydnast, sigur KÍ venjarin, Jan Joensen, sum hevur Ova Nysted tøkan aftur eftir leikbann. Meiri vil hann ikki siga um liðið. Men tað kann ivaleyst roknast við, at Eyðun Klakstein hesa ferð verður millum teir fyrstu ellivu. Eftir at hann í fýra dystum hevði skorað fimm mál, var hann síðst á beinkinum og spældli síðstu lítlu løtuna vongverji. Hjá GÍ høvdu teir roknað við, at fleiri av teimum, sum vóru skaddir sunnu- dagin ímóti NSÍ, fóru at vera tøkir hesa ferð. Hans Pauli Petersen var leik- bannaður og er tøkur aftur. Men nú er Jónreid Dalheim skaddur, og tað varð í gjár ikki roknað við, at Súni Olsen, Gidek og Poul Enni- garð fara at spæla í dag. Men kanska onkrir teirra vera tøkir í hálvfinaluni ímóti NSÍ, sigur GÍ for- maðurin Jógvan Gregersen. Í fjør vann KÍ 3–1 í Gøtu, meðan GÍ í fyrraárið vann 5–1 á heimavølli ímóti KÍ. Útvísingarnar í fjórðingsfinaluni í steypakappingini svíða, tá ið EB/ Streymur fær vitjan av B68 EB/STREYMUR–B68 Jóannes Hansen Á Mølini fær heimaliðið væl mannað lið, tá ið B68 kemur at vitja í dag. Men talan verður ikki um sama liðið, sum hevur staðið seg væl í steypakappingini. Ronnie Samuelsen og Hall- ur Jacobsen vórðu útvístir í fjórðingsfinaluni ímóti B36, og teir eru leikbann- aðir. Esmar Eiðisgarð er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Marek Wierzbicki fer at spæla. Hann breyt nøsina undir venjing týskvøldið. Fráveran av føstu monn- unum hevur við sær, at teir, sum higartil hava verið nógv á beinkinum, sleppa framat. Her verður hugsað um Jákup Martin Joensen, Eyðfinn Joensen, Teitur Joensen og Bárður Olsen. Talan er um góðar spælarar, men teir hava ikki somu dystarvenjingina sum teir, ið nú fara at sita uttanfyri. Hjá B68 vandi Fróði Benjaminsen ikki í fyrra- kvøldið. Hann fekk týs- kvøldið hald í ryggin. Í gjár vóru teir ikki greiðir yvir, um hann kortini verður førur fyri at spæla. Dánial Hansen og Øssur Hansen vóru smáskaddir fyrra- partin av vikuni, men teir vandu aftur mikukvøldið. Arnbjørn Danielsen hev- ur ikki loyvi at umboða B68 fyrrenn annan sunnu- dag, og John Heri Dam er ikki enn farin at venja á Svangaskarði. Í fjør endaði dysturin á Mølini millum hesi feløgini 3–3, og í fyrraárið vann B68 2–1. NSÍ venjarin er einki glaður fyri stóra favoritt leiklutin, sum hansara menn hava ímóti Skála NSÍ–SKÁLA Jóannes Hansen NSÍ, sum tekur ímóti Skála klokkan 16 í dag, verður mett sum størsti favorittur- in í fyrsta leikumfarinum. Tað er NSÍ venjarin, Jógv- an Martin Olsen, einki fegin um: – Tað verður strevið. Skála eigur nakrar av skjót- astu framrættaðu spælarun- um í landinum, og teir hava ein royndan og snildan venjara. Men vit eru greiðir yvir, at dystirnir á heima- vølli skulu vinnast, um vit skulu vera við, har tað er hugaligt at vera. Hjá NSÍ eru stríðsmað- urin á miðvøllinum, Kári Hansen, og miðvallarin í høgru, Gert Langgaard, so mikið vøddaskaddir, at tað verður ikki roknað við, at teir fara at spæla – hvørki í dag ella sunnudagin í Gøtu. Vongverjin í høgru, Brynj- olvur Nielsen, fór av vøll- inum ímóti GÍ sunnudagin, tí hann varð vøddaskaddur. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla í dag. Óli Hansen var leikbann- aður ímóti GÍ. Hann av- loysir Áka L. Hansen í mið- verjuni. Hesin seinast nevndi og Rúni Rasmussen og Jústinus Hansen eru evni til ellivu teir fyrstu. Á Skála er Pauli Hansen, sum hevur verið skaddur í fótliðnum í einar seks vikur, framvegis ikki tøkur. Sunnudagin vann Skála venjingardyst á heimavølli ímóti B71 4–2. Tá varð Jonhard Frederiksberg smáskaddur, men teir rokn- aðu í gjár við, at hann fer at spæla í dag. Í fjør vann NSÍ heimadystin ímóti Skála 3–1. Høgra síða punkterað GÍ formaðurin hugsar um nýtt felag Alexander gongur á høkjum Hava skotið seg sjálvar í fótin C M Y K 14 Nr. 93 • fríggjadagur • 16. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Russiski meistarin Ilya Repin Ilya Repin hevur gjørt fleiri ódeyðilig meistaraverk, skrivar Øssur Johannesen í grein um russiska málaran Lesið síðu 4 & 5 SAMRØÐA Solby A. Eliasen Norðoyri: Hjørdis Hansen er 24 ára gomul. Hon er heimagang- andi, men átta tímar um vikuna gongur hon á landbúnaðarskeiði í Klaksvík. Hon byrjaði á skeiðinum í Kollafirði í novembur í fjør, men tað bleiv flutt til Klaksvíkar, tí at tað vóru so nógvir umsøkjarar úr Norðoyggjum. So beint nú koyra tvey skeið. Eitt í Kollafirði og eitt í Klaksvík. Hjørdis er annars ikki upp- vaksin á einum bóndagarði ella við seyðahaldi av nøkrum slagi. Tá tað kom fram, at fólk sum ynskja at hava festi um hendi, skulu hava eina útbúgving, byrj- aði tankin at spíra í høvdinum á henni. – Eg haldi, at tað er sera áhugavert og spennandi, hóast eg ikki havi fingist við tað fyrr, sigur hon og leggur stórflennandi afturat, at hon hevur bert verið á fjalli einaferð í sínum lívi. Tað var fyri stuttum. – Eg helt, at eg heldur mátti royna tað, tí tað gongur ikki, um ein einaferð skal fara at verða bóndi, at ikki hava verið so frætt sum á fjalli, sigur hon. Henni dámdi væl at ganga á fjalli og rokast uppi í á rættini. Hjørdis hevur ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um at gerast bóndi, men hon sigur tó, at tað er okkurt festi í bygdini, sum hon hevur gott eyga á. – Um eitt festi hevði verðið boðið út, so hevði eg kanska umhugsað at søkt, men tað merkir so, at eg má hava nógva hjálp – serliga í fyrstuni, heldur hon fyri. Tað kemst serstakliga av, at Hjørdis og maðurin, Jóhan, eiga tvey smábørn. Fimm ára gomlu Ninni og tvey ára gamla Heðin. Spurd um, hon ikki heldur, at tað hevði verðið øgiliga bundis- ligt at verið bóndi, svarar Hjørdis skemtandi, at tað er tí, hon hevur sett fram krav um,at um hon hevði tikið ein garð við neytum eisini, at so skal Jóhan læra seg at fáast við mjólkineytini eisini, so hon kann sleppa frá at fara upp so tíðliga hvønn morgun. – Nei, tvætl, men man má also vera fleiri um tað, haldi eg. Eg hevði ikki megnað tað einsamøll, tá smábørn eisini eru í húsinum, sigur Hjørdis meiri álvarsom á málinum. Læruríkt skeið Hjørdis letur væl at skeiðinum. Hon sigur tó, at tað hava verið ymsir trupulleikar hjá teimum, tí tey fluttu norður beint eftir nýggjár, men burtursæð frá tí, er tað sera spennandi, heldur hon. – Næstan øll hini, sum eru á skeiðinum eru uppvoksin við tí, so viðhvørt kann eg slettis ikki tosa uppi í, sigur hon flennandi. Samstundis leggur hon tó afturat, at tað ikki merkir, at hon ikki lærir nóg mikið á skeiðinum, men heldur merkir tað, at henni manglar arbeiðsroyndir. Á skeiðinum hava tey seks lærugreinar sum verða endaðar við roynd so hvørt, sum tær eru liðugt gjøgnumgingnar. Læru- greinarnar eru: Mikrobiologi, plantur, tøkni, verkætlan, húsdjór og búskap. Tey eru 16 fólk, sum ganga til skeiðið, og tað er fullteknað. Harav eru seks kvinnur. Hjørdis sigur, at áhugin úr Norðoyggjum var so stórur, at tvey noyddust at halda fram í Kollafirði, tí tað var fult í Klaksvík. Skeiðið endar um stutta tíð. – Tá havi eg so pappírini, sum skulu til fyri at reka ein garð, so mugu vit bara fáa at síggja, hvussu tað verður í framtíðini við, sigur Hjørdis Hansen at enda. Landbúnaður er spennandi Tað heldur 24 ára gamla Hjørdis Hansen av Norðoyri, sum hetta seinasta hálva árið ella gott tað, hevur gingið á yrkisskeiði í landbúnað í Klaksvík. Hon sigur, at um hon fekk møguleikan til at taka yvir okkurt festi, so hevði hon tikið av Hjørdis Hansen av Norðoyri hevur gingið á landbúnaðarskúla hetta seinasta hálva árið. Hon kundi hugsað sær at verðið bóndi Mynd: Jens Kristian Vang 15