fríggjadagur 16. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2003
FÓLK OG FRÍTÍÐ
Ingrid Bjarnastein
Skálavík, Norðasti Hagi: Sjey
kilometrar í beinari linju úr
bygdini Skálavík, liggja húsini í
Norðasti Hagi.
Páll í Dalsgarði, bóndi, og
Laura Joensen plaga at gera túrar
í Norðasta Haga við ferðafólki,
bæði útlendingum og føroyskum,
til eini fjarskotin hús, sum liggja
beint niðri við sjóvarmálan.
Húsini hava ongar nýmótans
hentleikar, tey eru, sum tá tey
vórðu bygd, og sum vit koyra til
Norðasta Haga í jeepinum hjá
Pálli greiðir Laura okkum frá:
– Húsini eru um hundrað ára
gomul. Tey hava ongar nýmót-
anshentleikar. Onki wc, onki el,
onga telefon, onki sjónvarp, og
tú noyðist út á bukkuna og yvir í
ánna at vaska tær ella verður tað
til "etaguvask" við vaskifati.
Vit koyra á einum vegi, sum er
gjørdur av grúsi. Páll hevur
sjálvur gravað vegin við einum
bulldosara, sum hann lænti fyri
fleiri árum síðani. Vegurin er
langur og knortlutur, og ein
vanligur bilur hevði ongantíð
klárað vegin fram. Hetta kann
sanniliga kallast fyri "off-road"
koyring.
Føroyskan mat
Til garðin, sum Páll hevur fest
eftir pápabeiggja sín, hoyra
umleið 480 seyðir. Og tí liggur
væl fyri at borðreiða við góðum
føroyskum mati til teir mongu
gestirnar, sum vitja um
sumrarnar.
– Tað eru mest bólkar, sum
gera henda túrin. Sum oftast
gista tey eitt vikuskifti. Okkara
áhugi er at gera teimum mat, og
borðreiða føroyskan mat fyri
teimum, sum er frá sjálvum
garðinum, verður greitt frá.
Pláss eru til umleið 10 - 14
gistandi í húsunum í Norðasta
Haga. Páll og Laura hava havt
upp til 30 fólk, men tá hava tey
havt telt og nýtt gróthúsið afturat
at sova í. Kunningarstovan skipar
fyri fleiri túrum um sumrarnar,
og eisini eru fleiri dagtúrar á
skránni. Tá verður til dømis
komið við báti til Skopunar, og
síðani gingið til húsini í
Norðasta haga, har Laura og Páll
borðreiða við alskyns góðum
mati áðrenn leiðin gongur til
Skálavíkar. Eisini gongur túrurin
onkuntíð hinvegin, og tá verður
gingið úr Skálavík í Norðasta
Haga og síðani til Skopunar
gjøgnum Dysjurnar og síðani við
Teistanum aftur á Gomlu Rætt.
Onkuntíð hava heil arbeiðs-
pláss verið á vitjan, og til ber at
borðreiða fyri eini 30 fólkum
inni. Eru líkindini góð kann talið
á útferðarfólki væl størri. Tá
verður borðreitt uttanfyri. Størsta
tal, ið hevur vitað, eru umleið 80
fólk. Tað er eisini fleiri ferðir
komið fyri, at ferðafólkini eru
antin komin ella farin avstað við
sluppini Norðlýsið, sum kann
leggja at niðri við eini náttúr-
ligari lending, sum er stutt frá
húsunum.
– Skipað verður fyri fleiri
túrum um árið. Vit plaga at gera
ein drunnhvítatúr í juli mánaði,
ein gongutúr uppá Tind, sum er
hægsta fjall á Sandoynni og
aðrastaðni. Tað sigst, at ein
góðveðursdag kanst tú síggja
sjey kirkjur, tá tú stendur ovast
uppi. Nú er onkur tó komin
afturat. Eisini plaga vit viðhvørt
at ganga út undir Borg, sum er
nær við, greiðir Laura frá. Hon
er tann meira prátingarsama,
meðan Páll er ein friðaligur, men
stak fyrikomandi og fryntligur
maður.
– Vit eru ofta úti í húsinum um
summarið og um heystið tá
raksturin kemur fyri. Hagin hjá
Lívið gerst einfaldari
Páll í Dalsgarði og Laura Joensen í Skálavík plaga at fara gongutúrar við fólki í
Norðasta Haga í Skálavík til eitt hús, sum ongar nýmótanshentleikar hevur.
Ongin telefon, onki sjónvarp, onki el, vatn er í køkinum, og tú mást út í ánna at
baða tær og út á bukkuna at hjálpa tær sjálvum.
– Eg haldi, at lívið gerst einfaldari, tá tú kemur út í húsini, sigur Laura Joensen,
sum hvørt summar saman við Pálli so at siga býr í húsunum í Norðasta Haga
Páll í Dalsgarði og Laura Joensen gera fleiri ferðir um árið útferðir við ferðafólki í húsini í Norðasta Haga í Skálavík
Mynd: Jens Kr. Vang
Dalsgarði er eini 900 hektarar, so
tað er ikki heilt lítið. Tá farið
verður í Norðasta Haga, plaga
Laura og Páll eisini at gera
gongutúrar frá sjálvum húsunum.
Tá verður ofta farið niðan í
Dysjarnar ella til Hvalnes, sum
eisini liggur nær við. Økið
rundanum er sera friðarligt við
ríkum fuglalendi og plantulívi.
Abbi Páll bygdi húsini í 1910,
og Páll festi í 1971. Abbi Páll sat
heili 60 ár á garðinum, áðrenn
nakar tók yvir.
Lata væl at
Ein kolkomfýrur verður brúktur
til at matgera á, og til hita eru
gassbluss afturat. Og ein noyðist,
sum sagt, út í ánna at vaska sær
meðan ein býr í húsunum í
Norðasta haga.
– Lívið gerst nógv einfaldari á
henda hátt. Flestu fartelefonirnar
røkka heldur ikki norð, og tú
noyðist eitt petti frá húsunum um
sambandið skal røkka. Men fólk
lata væl at. Vit hoyra ofta aftur
frá fólki, bæði útlendingum og
føroyingum, sum hava verið
túrin.
– Tað er nógv lættari at hava
nógvar gestir har úti enn tað er
heima við hús, heldur Laura. -
Tíðin fellur lættari.
Vit hava nú koyrt í góðan
hálvan tíma, og vit steðga nú
jeepinum. Vegurin heldur fram
eitt fitt strekki afturat. Runt um
hamaran, sum vit nú standa á, og
omaneftir framvið hamrinum
longri niðri.
Tað er kalt í veðrinum, sjálvt
um sólin sær. Eitt sindur av vindi
er, men útsýnið er frálíkt. Vit
síggja niður á húsini, sum standa
eitt lítið petti frá sjóvarmálanum,
og við síðuna av húsunum stend-
ur ein hjallur og eitt gróthús.
Takið er eitt sindur illa farið av
vetrinum, men tað verður gjørt í
stand aftur, áðrenn summarið
kemur.
Páll tekur kikaran fram, sum
vit standa og práta. Vit síggja
Teistan fara av Gomlu Rætt og
framvið Heystoynni. Og í
kikaranum telur Páll heili 11
russarar á Nólsoyarfirði.
Rundanum húsini er náttúran
ógvuliga vøkur.
– Tað er ógvuliga ymiskt, hvat
vit plaga at gera her, tá fólk eru
her. Alt eftir, hvat fólkið hevur
áhuga fyri. Her eru nógvar
plantur, lundaland og møguleiki
er eisini fyri fleiri gongutúrum,
greiðir Laura frá.
Høgt er útav hamrinum, men
friðarligt er. Ógvuliga friðarligt,
og tað hoyrist ikki nógv annað
enn ljóð frá náttúruni. So tað
liggur væl fyri at njóta tann góða
friðin, og lurta eftir fuglunum og
aldubrotinum, sjálvt um vit
standa ein fitt petti frá sjóvar-
málanum.
Vit koyra síðani aftur til
Skálavíkar. Teinurin tykist heldur
stytri, nú vit eru á veg heimaftur,
men hann er framvegis eins
knortlutur, og tað kann tykjast
eitt sindur løgið, at jeepurin ikki
punkterar. Men tað er ongin
trupulleiki. Vit koma aftur til
Skálavíkar, og borðreitt verður
við kjøti frá garðinum, sum
hevur steikt saman við eplum í
ovninum meðan vit hava verið
burtur. Tað smakkar óføra væl,
so til ber bara til at ímynda sær,
hvussu tað man vera at sita í
friði og náðum í Norðasta Haga
og njóta ein góðan føroyskan
bita ein góðan summardag.
Sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2003
3
Eg átti einaferð ein hamstara,
sum æt Áarross. Hann var øgi-
liga fittur, men nokkso býttur.
Áarross var ikki heilt sum
hamstarar flestir, dugdi t.d. ikki
at renna í hjólinum. Men at
hamstra dugdi hann líka væl sum
aðrir klókir hamstarar.
Tá eg gav honum mat í
skálina, fylti hann allan matin í
kjálkarnar, og bar hann inn í
húsið, har hann goymdi matin
saman við lorti og pissi og
øðrum delikatessum. Einaferð
um mánaðin luktaði búrið so
illa, at eg vaskaði tað, og tá fóru
stórir partar av hamstraða
matinum í skrell.
Hvat feilar fólki, spurdi eg
fryntligu donsku krambakonuna
hjá Frantz. Hon svaraði blíð-
mælt: "de tror der bliver
hungersnød". Alt rugbreyð var
útselt beint eftir, at verkfallið var
lýst, og eg noyddist at keypa ein
drýl.
Drýlur er góður matur, so eg
slapp væl. Tann, sum var aftan
fyri meg í køini, fekk bert
italienskar bollar.
Eg kundi ikki lata vera við at
hugsa um Áarross, tá eg gekk
heim við drýlinum undir armin-
um. Hví tramin hamstra fólk
sum vóru tey ør ella hamstarar?
Hví hamstra breyð? Bakararnir
hava vitað, at verkfall kom, og
hava sjálvandi fyrireikað seg, so
tað blívur neyvan hungursneyð.
Tá man hevur so ótilroknilig
fólk í fakfeløgunum, at tey
krevja so óhoyrdar lønarhækk-
anir, so vita flestu handlar og
bakarar, at teir skulu fyrireika
seg. Men fólk tykist ikki at fata
tað, tey fylla vognin við vørum
og keypa breyð til restina av
árinum, og um nakrar vikur, so
fer breyðið og mjólkin í skrell, tí
tey lukta so illa.
Eg hoyrdi um eina konu, eina
gamla kona, sum ræddist
verkfallið so illa, at hon keypti
eitt kilo av ger, og eina rúgvu av
mjøli. Hon var bangin fyri, at
gerið skuldi spillast, og koyrdi
tað tí í frystiboksina. Hetta var
sjálvandi ikki so smart. Hendan
søgan hevur einki við restina av
hesi klummu at gera, men hon er
nokkso stuttlig haldi eg.
Áarross doyði fyri nøkrum
árum síðan. Ein morgunin lá
hann deyður í búrinum hjá sær.
Hjólið, sum hann ikki hevði
brúkt, stóð stilt. Í húsinum hjá
honum lá ein stórur bunki av
mati og lorti, sum eitt minnis-
merki ella gravsteinur yvir
hamstarar og hamstursfólk um
allan heim. Einki fekk hann við
sær, og hann livdi í yvirflóð av
mati og lorti.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Hann livdi í yvirflóð av mati og lorti
Niels Uni Dam skrivar:
Páll tekur kikaran, og kikar inn á Nólsoyarfjørð. 11 russarar sær hann henda mai morgunin í besta veðri í Norðasta Haga uttanfyri Skálavík
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
17
16