fríggjadagur 16. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2003
LIST
Øssur Johannesen
Russiski Ilya Repin (1844-1930)
er ein tann størsti listamaðurin
nakrantíð í alheimslistasøguni.
Hann málaði tað fyrsta russiska
samfelagið, fyrst og fremst
menniskjalýsingar. Ein sjálvs-
mynd er frá 1878. Hann er í
svørtum jakka og slipsi. Aftan
fyri hann er ein djúpur, reyður
litur, myrkur og flottur í klang-
inum. Andlitið lýsir, eyguni eru
følin og kensluborin. Hetta er hin
følsami eygleiðarin, ið hyggur út
í menniskjaverðina og eygleiðir
menniskju í líðing og kærleika.
Hann skrásetir og fangar hesar
ymsu menniskjalagnurnar í eini
mynd frá 1871, ið kallast Jesus
vekir jairvsa dóttir frá deyðan-
um. Vit síggja heimsins ljós og
frelsaran Jesus taka í hondina á
hesi deyðu gentu, eitt yvirnatúr-
ligt og gandakent úttrykk er í
andlitinum á Jesusi. Fólk standa
í myrkrinum undrandi og forvit-
in. Jesus er í einum bláum koti.
Andlitið á deyðu gentuni er
bleikt og følið, seingjarklæðini
eru hvít, ein ljósastaki við trim-
um kertuljósum stendur á borð-
inum. Stemningurin í hesum
skýmliga heldur myrka rúmi er
mystiskur.
Ein onnur mynd kallast
Pamdragarnir á Volgaánni. Vit
síggja ellivu arbeiðsmenn stríð-
ast við at draga ein stóran bát
aftan á sær. Hetta ómenniskj-
ansliga harða stríðið hevur fest
seg við stórari kraft í andlitini á
hesum arbeiðaranum. Teir stríð-
ast øgiligt, teir síggja móðir og
troyttir út, men eisini ein innari
vilji og treiskni síggjast týðiliga í
andlitum teirra. Teir vilja ikki
geva upp. Hetta er helst sterkasta
arbeiðaramynd, ið eg havi sæð.
Aftanfyri teir sæst tann stóra
Volgaáin og í bakgrundini stóri
báturin báturin, ið teir stríðast
við at draga. Sandur sæst fremst
á myndini og aftan fyri teir sæst
tann markleysa himmalrúmdin í
ljósablaúm litum. Tað er arbeið-
arafjøldin, sum heldur heiminum
á flogi. At Ilya Repin var
sosialistur, er ikki nakar ivi um.
Øll rætthugsandi menniskju eru
sosialistar. Tað eru bara blindir
grádigir idiotar, ið trúgva uppá
kapitalismuna.
Ein mynd kallast Sadko í
undirvatnsheiminum. Hetta er
ein sjáldsama rík og poetisk
mynd. Fremst á myndini síggja
vit eina nakna havfrúgv. Vit
síggja krossfiskar og fiskar av
ymsum slagi í hesm veldiga og
ríka urtagarði á havsins botni.
Vit síggja fleiri menniskjur í hesi
myndini. Tað er eitt sera intenst,
guddómiligt og yvirnatúrligt ljós
í hesi myndini og eisini myrkir
skuggar. Litklangirnir eru
ótrúliga flottir. Hetta er ein sera
rík og neyv mynd av tí ókendu
verðini á havsins botni. Ilya
Repin var ein tekniskt ótrúliga
virtuosur málari. Hann dugdi væl
at síggja, eygleiða og endurgeva
neyvt, tað hann hevur sæð og
upplivað.
Ein forvitin ein eitur ein mynd
frá 1877. Eyguni á hesum manni
eru intens og stingandi. Hann er
heilt týðiliga bergtikin av onkr-
um mystiskum og loyndarfullum.
"Eingin skilur lívið og eingin
skilir deyðan," segði Tórbjørn
Olsen eina ferð við meg. Ein
onnur portrettmynd kallast The
Archdeacon frá 1877. Maðurin
er í einum svørtum kappa,
skeggið er veldugt og grátt-hvítt.
Andlitsbráið er merkt av beisk-
leika og av djúpum, døprum
Russiski meistarin Ilya Repin
Ilya Repin hevur gjørt fleiri ódeyðilig meistaraverk. Hann
lýsir menniskjað soleiðis sum tað er
álvara. Stóru hendurnar siga tó
frá eini styrki.
Eitt portrett av einum, ið kall-
ast Arkmip Kuinji frá 1877, er
endurgivið í svørt-hvítum.
Eyguni eru intens myrk og kraft-
mikil. Maðurin hevur skegg.
Ljós og skuggarnir á andlitinum
eru ófatiliga flott málað. Hesin
maðurin hevur tað ikki gott.
Hann pínist innaní, men lívsins
beiskleikar hava tó givið innlit,
mátt og substans. Ein fantastiska
hugtakandi tekning eitur Tann
kubanska Sarah. Hetta er ein
fantastiska vøkur myrkhærd
kvinna. Náði og kærleiki merkj-
ast týðiliga í hesum vakra andliti.
Ein onnur kvinnumynd er av
Pelagia Strepetova. Líðing sæst í
myrku eygunum á hesari fantast-
iskari kvinnu. Hon hevur ikki
funnið kærleikan enn, men hon
er søkjandi og hevur vón. Hetta
er ein hálovan til tann kvinnuliga
vakurleikan. Ljós og skugga-
spælið í andlitinum eru fantast-
iska flott málað. Klæðini hjá hesi
kvinnu eru myrk og myrkareyður
litur í bakgrundini skapar
dynamikk í myndini. Hetta er ein
"besjela" mynd. Ilya Repin hevði
ein sterkan og samkensluríkan
áhuga fyri menniskjanum. Sálin
er eitt ótømandi hav. Ljósið
hevur ongan enda. Myrkrið
hevur heldur ongan enda. Eitt
portrett er av Vladimir Stasov.
Hetta er ein sera týdningarmikil
og karismatiskur maður. Hann
hevur stórt skegg. Hetta er ein
eldri maður, sum hevur havt eitt
ríkt andslív og hevur upplivað
nógv. Andlitsbráið er álvarsamt,
men eisini milt og kærleiksfult.
Onnur helvtin av andlitinum er
ljós, hetta skapar ein sterkan
dynamikk í hesi myndini. Eitt
annað portrett er av tí kenda
russiska komponistinum
Mvsorgsky frá 1881. Hann var
alkoholikari. Nøsin er reyð,
andlitsbráið er ríkt og livandi og
sera kensluborið, men tað er
doyvt av alkoholi. Mvsorgsky
var ov kenslusamur til at vera
edrúur. Tað var pínufult fyri hann
at vera edrúur, tí doyvdi hann
pínuna hjá sær við alkoholi.
Ein onnur mynd kallast Tey
høvdu ikki væntað, at hann kom
aftur frá 1888. Vit síggja eitt
landastrok í brúnum síðum koti.
Eyguni á hesum manni eru
forpínd og sterk. Vit síggja,
hvussu fólkini eru kløkk og
skelkað. Tey hildu, at hann langt
síðani var deyður. Í eini mynd frá
1874-85 síggja vit ein mann
blíva lýstan í bann av einum
óndum fantastiskum presti, sum
heldur einum krossi í hondini.
Hesin neyðarsligi maðurin, sum
verður lýstur í bann, er bleikur,
slitin, forpíndur og sær
neyðarsligur út.
Í einum málningi frá 1885
síggja vit Ivan hin Ræðuliga
hava dripið sonin hjá sær. Hann
heldur hann í fanginum. Blóð er
á andlitinum hjá hansara dripna
soni. Skuldarkenslan yvir hetta
ræðuliga brotsverk stendur neglt
við stórari kraft í tí óhugnaliga
intensa og sjúkliga eygnabrá-
num. Ljós, skuggar og klang-
spælið í hesi myndini eru eina-
standandi flott. Ingálvur av
Reyni segði við meg, at "sjálvt
Hitler og Judas kunnu fáa
fyrigeving um teir bóðu um tað".
Eitt portrett er av Mikhail
Glinka, sum arbeiðir við operaini
Rusian Ocliudmila. Hetta er ein
sera klókur maður, sum er
upptikin av sínum arbeiði av at
lesa og skriva. Andlitisbráið er
myrkt og bergsøgið.
Í eini mynd frá 1888 síggja vit
ein mann, sum skal avrættast.
Hann sær øgiliga forpíndur út.
Hann hevur ketur um hendurnar.
Tann kraftigi bøðilin heldur í
einum stórum svørði klárur at
høgga heysin av hesum neyðars
manni. Andlitisbráið á bøðlinum
er rátt, kalt og sera ónt, men ein
prestur roynir at steðga hesi
avrætting. Andlitsbráið á prest-
inum er dapurt, álvarsligt, men
eisini fult av vísdómi. Tveir aðrir
fangar við ketu um hendurnar
síggjast eisini. Hvør vinnur,
presturin ella bøðilin, fáa vit ikki
at vita, men eg vænti, at prest-
urin við sínum næstrakærleika
og vísdómi er sterkari og vinnur
á tí ónda bøðlinum.
Ein onnur mynd avmyndar
nakrar menn, sum skriva
mótmælisbræv til tann turkiska
sultanin. Teir eru fullir, gott
veitslulag er í hesi myndini, men
sanniliga eisini arging og
óndskapur.
Ilya Repin hevur gjørt nakrar
myndir av stóra russiska
rithøvundanum Leotolstoy. Vit
síggja hann í eini meistaraligari
tekning sita við borðið. Hann
sær sera konsentreraður og
klókur út. Hetta er ein maður,
sum hevur hugsað meiri enn
fjøldir av fólki, men nakað
dapurt, álvarsamt og forpínt eru
yvir tí kraftfulla andlitisbránum
hjá hesum sera klóka manni.
Skeggið er stórt og hann sær
rættiliga slitin og herdaður út.
Eitt langt lív hevur fylt henda
mann við vísdómi og innliti.
Men genialt skapandi fólk pínast
ofta inni í sálini av sterkari
líðing. Tað er líðingin, sum hevur
skapt tann størsta skaldskapin,
listina og tónleikin, vit kenna.
Ilya Repin hevur gjørt eina
sjálvsmynd, tá hann var gamal
maður frá 1920. Skeggið er grátt,
eygnabráið er følið og kenslu-
borið. Hann hevur eitt langt og
skapandi lív aftan fyri. Hann
hevur sæð og upplivað nógv
gjøgnum eitt langt lív.
Mær dámar ikki allar myndir-
nar hjá Ilya Repin, men hann
hevur gjørt fleiri ódeyðilig
meistaraverk. Hann lýsir menn-
iskjað soleiðis sum tað er.
Sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2003
5
C
M
Y
K
21
20