fríggjadagur 16. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2003
23
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Tað vil eg ikki siga, men eitt
elektriskt orgul høvdu vit eina-
ferðina. Spældi onkrar sálmar á
tað. »Ongum er so trygt at fara«
til dømis.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Eg haldi, eg má svara nei uppá
handan spurningin. Trummur í
Eiðis Ljómfelag vil eg ikki
ordiliga telja við.
Syngur tú undir brúsuni?
– Nei. Men skrúvi wc-útvarpið
hart frá. Og leggi onkuntíð eina
fløgu á.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Man ikki tað? Sum tannáringur
við bløðunum Go! og Vi Unge?
Ájú.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Rættuliga nógv. Vil siga, at eg
lesi yrkingar gjøgnum tónleik.
Tónleikur er mítt bókmentunar-
liga filtur. Rokklyrikkur. Inn-
gongdirnar eru til dømis Hank
Williams og David Bowie. Men
eisini danskarar sum C.V.
Jørgensen og Love Shop.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Eini 3000 fløgur og kanska
1000 LP plátur. Og nakrar single
plátur í nøkrum flower power
mappum.
Hvat er tín yndisfløga?
– Tað broytist alla tíðina. Ein
fløga, sum eg ofta vendi aftur til
eru sálmar við norska yrkjaran-
um Edvardi Hoem. Hildegunn
Riise syngur saman við einum
russiskum kóri úr Heilaga And-
ans Kirkju í Moskva. Upptøkan
er gjørd við DAT bandupptakara
eftir einari nátt - akkurát ta nátt-
ina í oktober 1993, tá undantaks-
støða var og hernaðarvagnarnir
rulla inn í Moskva. 14 dagar
seinni varð fløgan á gøtuni undir
heitinum »Den fattige Gud«.
Skrúvar tú hart frá, kanst tú
hoyra hernaðarvagnarnar í
gøtunum. Eitt statement!
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– »Kramgoda låtar« við
Vikingarna.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Brúdleypið í Kána, Veronica,
Blue Hawaii, Jag trodde englarna
fanns - teir eru fleiri. Og ikki
minst danskir veitslusangir. Hvat
hugsa tey fyri sær? Á bláman við
øllum donskum veitslusangum!
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Hallmark, MCPS, K-Tel og
líknandi útgávur, sum eru
desiderað feilkeyp í altjóða
lufthavnum, tí góðskan er aldri í
lagi, og røttu nøvnini aldri
luttaka. Pínligt at uppdaga, at við
smáum stavum stendur okkurt
sum »At least one of the original
members is participating« ella
okkurt sovorðið. Keypið aldri
fløgur uppá tilboð í lufthavnum!
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– He'll Have to Go.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Tað veldst um fólkið. South-
state blues við Allman Brothers,
Jeff Healey og Stevie Ray
Vaughn í onkrum føri. Deep
Purple in Rock og Aqualung um
tað eru Jóan Petur og Kartni.
David Olney og Lefty Frizzell,
um tað er countryklubbin. Walk-
ers og Middle of the Road er eis-
ini stuttlig at draga fram av og á.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Ongan.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Einsíðugt motoriskur dansitón-
leikur í strekkmarsj við ferðandi
bíligum skandinaviskum dansi-
orkestrum, sum brúka strings og
stórar flippur. Legg merki til, at
hetta er ikki galdandi fyri Sven
Ingvars. Teir eru tann ektaða
vøran. Alt hitt eru efturapingar.
Dansistøð taka lívið av
tónleikinum.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Eingin. Mín tónleikur er til
invortis brúk.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Something's happening við
Herman's Hermits.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Tað kann bara verða í einum
føri. Tað er at gera Hank
Williams atkomiligan á enn
einum máli - føroyskum.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
- ...qué? Long Black Veil,
kanska?
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Paul McCartney í Parkini
herfyri.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Pete Townshend og havt
samrøðu við hann. Fyrsti
spurningur: Hvat meint tú við, tá
tú skrivaði "I hope I die before I
get too old"? Annar spurningur:
How old are you now?
6
Sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2003
Í hesum døgum er vísindafesti-
valur í Gøteborg í samfullar
níggju dagar. Tað er m.a. lærdi
háskúlin í Gøteborg og Vís-
indaráðið, ið skipa fyri. Hetta
er sjeynda árið á rað, at skipað
verður fyri einum líknandi
festivali, har fleiri hundrað
granskarar siga frá, og
túsundavís av forvitnum fólki
leita sær inn til býin at lurta og
læra um IQ og EQ.
Í ár ber festivalurin heitið:
"Vísindi, kærleiki og forstá-
ilsi", og kærleiki er ársins
boðskapur. Tað eru ikki færri
enn 200 punkt á skránni um
kærleika. Nøkur av hesum
bera heitið: Mál og kærleiki,
Tónleikur og kærleiki, Hvar
ert tú mín elskaða? Um kær-
leika á netinum, Hevur
kærleikin bæði eina góða og
eina ónda síðu? Kærleiki, list
og kreativitetur, Tað strongda
hjartað, Tann kærleiksfulla
skipanin, Arbeiði, hugur ella
disiplinering, Kærleiki, kemi,
mussar og kórsangur, Man tað
løna seg at mussa ein frosk?
Hesin lítli brotpartur av heitum
siga okkum nakað um, hvussu
kærleikin verður lýstur.
Í alt eru 500 tiltøk á skránni
og tey eru spjadd um allan
býin, eins og lærdi háskúlin, ið
húsast á 24 støðum í býnum.
Tó eru tey flestu tiltøk í
miðbýnum.
Tvey undirheitir eru á festi-
valinum, nevniliga ’orka’ og
’vert at vita’. Heitið orka
verður m.a. lýst soleiðis: Hvat
er tað, tú etur? Hevur kjarn-
orka nakra framtíð — heima
og úti í verðini? Alternativ til
kjarnorku, Ávirkast veðurlagið
av okkum menniskjum?
Sólarbýurin Gøteborg 2050.
Hitt undirheitið, vert at vita,
rúmar hópin av upplýsandi
fyrilestrum sum til dømis: 50
ár við DNA, Tann heilaga
Birgitta 700 ár, Bøn og
meditatión, Brennandi ella
útbrend? Dansur, sangur og
polsk tónleikasøga, Hvat er
kenslur fyri nakað? Viagra í
dag, hvonn ígjár, Telduverðin
— hvar gongur markið?
Á skránni eru eisini filmar,
sjónleikir, tónleikur, kjak og
workshops. Fleiri tiltøk eru
beinleiðis ætlað fyri børn, ung
og familjur. Ein serstøk skrá er
løgd til rættis fyri skúlarnar,
og í ár luttaka yvir 30.000
næmingar og lærarar í sokall-
aði skúlaskránni. Festivalurin
hevur skipað fyri einum
’Eksperimentverkstaði’ og
einum ’Fysik- og lasershowi’,
har næmingarnir kunnu royna
seg á ymiskan hátt.
Ætlanin við Vísindafesti-
valinum er m.a. at opna dyrnar
á lærda háskúlanum, koma út
til fólk og at fáa fólk at koma
innar. Man ynskir at stimbra
forvitnið og tráanina eftir at
læra. Eitt mál er eisini at geva
íblástur og geva luttakaranum
møguleika at seta fram spurn-
ingar. Aftanfyri tiltakið liggur
hetta at læra fyri lívið. Vit liva
í dag í einum samfelag, ið
krevur, at einstaki borgarin er í
støðugari menning. Tað er ikki
longur nokk at taka eina út-
búgving, fáa eitt fast arbeiði
og seta seg afturá. Flestu
arbeiðspláss og arbeiðsfunk-
tiónir krevja áhaldandi útbúgv-
ing og menning m.a. av
tøknifrøðiligum og av kapp-
ingarligum ávum. Fylgir tú
ikki við, verður tú afturúrsigld
innan stutta tíð, missir kanska
arbeiðið og fært trupulleikar
við at finna eitt nýtt arbeiðs-
pláss. Tað er tí neyðugt, at
samfelagið og einstaka
arbeiðsplássið stimbra sítt fólk
at læra fyri at kunna kappast
við onnur. Ein vegur at økja
menningarhugin, er, at gera
ein vísindafestival. Hevur tú
hug at kunna teg meir, kanst tú
vitja inn á heimasíðina hjá
teimum:
www.goteborg.com/vetenskaps
festival
Vísindafestival
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Kirsti Dee Hansen, Gøteborg, Kirsti.Hansen@svenska.gu.se
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Birgir Kruse
Amerikanarar ávara
um, at yvirgangs-
felagsskapurin al-
Qaeda ætlar at søkja
at málum í Miðeystri,
Asia og Afrika
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Amerikanska stjórnin hev-
ur flutt teir flestu av sínum
diplomatum úr Saudiarabia
aftan á sjálvmorðsbumbu-
atsóknina í Riyadh, og í
øðrum londum hava amer-
ikansku
sendistovurnar
fingið boð um at fyrireika
seg til nýggjar atsóknir frá
al-Qaeda.
Amerikanarar ivast ikki í,
at atsóknin í saudiarabiska
høvuðsstaðnum var tann
fyrsta í einari røð av at-
sóknum, sum al-Qaeda
hevur lagt til rættis fyri at
vísa, at felagsskapurin er
førur fyri at skipa fyri slík-
um atsóknum, hóast hann
er viknaður munandi síðani
11. september í 2001.
Í
Washington
verður
hildið, at vandin fyri at-
sóknum er serliga stórur í
Miðeystri, Asia og Afrika,
tí her er tað serliga trupult
at verja amerikanskar ríkis-
borgarar, sjálvt um teir van-
liga búgva saman í býar-
pørtum eins og í Riyadh.
Millum annað verður stúrt
fyri atsóknum í londum
sum Malaysia og Kenya, og
uttanríkisráðið í Washing-
ton hevur mælt amerikanar-
um frá at fara hagar.
Samstundis fýlast amer-
ikanarar á, at myndugleik-
arnir í Saudiarabia vóru ov
seinir at taka neyðug stig,
tá USA herfyri ávaraði teir
um, at yvirgangsmenn ætl-
aðu at fremja eina atsókn.
Millum annað hevði USA
biðið
Saudiarabia
økja
vaktarhaldið í býarpartin-
um, har flestu útlending-
arnir búgva, men tað bleiv
ikki gjørt.
USA sendi mikudagin
nakrar serfrøðingar hjá FBI
at hjálpa saudiarabisku løg-
regluni at avdúka, um tað
var al-Qaeda, sum skipaði
fyri atsóknini í Riyadh.
Men eisini her stungu trup-
ulleikar seg upp, tí tá FBI-
serfrøðingarnir mikukvøld-
ið skuldu fara umborð í eitt
flogfar í Týsklandi, máttu
teir setast aftur, tá innferð-
arloyvi teirra til Saudi-
arabia vóru ikki avgreidd.
UTTAN ÚR HEIMI
Túsundtals danir missa
arbeiðið
Arbeiðsloysið í Danmark hevur verið veksandi tað
seinasta árið, og nýggjar framrokningar vísa, at upp-
aftur fleiri fólk fara at missa arbeiðið í næstum.
Í vikuni boðaði stóra telefelagið TDC frá, at har
verða 1650 fólk uppsøgd, og SAS hevur eisini boðað
frá nógvum uppsagnum. Samstundis vísir tað seg, at
ídnaðarvirkini hava ikki havt tað framgongd, sum tey
høvdu roknað við, og at tær tí verða noyddar at koyra
nógv fólk til hús.
Eitt kanning, sum Jyllandsposturin hevur gjørt, vís-
ir, at umleið 10.000 fólk á stórum ídnaðarvirkjum
kunnu vænta at missa arbeiðið í summar. Uppsagn-
irnar fara samstundis at bera í sær, at nógv smá virkir,
sum gera ymisk arbeiði fyri tey stóru virkini, verða
noydd at koyra fólk til hús.
Ókendur maður forseti
Ætlanin var, at argentinar skuldu velja sær nýggjan
forseta sunnudagin, men tað verður av ongum, tí fyrr-
verandi forsetin, Carlos Menem, valdi at taka seg
aftur sum valevni.
Avgerð hansara ber í sær, at hitt valevnið, tann 53
ára gamli Nestor Kirchner, tekur við forsetaembætin-
um. Hann er guvernørur í einum landsparti, men var
at kalla fullkomiliga ókendur í Argentina, til fráfar-
andi forsetin, Eduardo Duhalde, bað hann stilla upp.
Kortini eydnaðist tað honum at fáa næstflestar at-
kvøður í fyrra valumfarinum, og seinastu dagarnar
hava veljarakanningar víst, at hann hevði fingið um-
leið 60 prosent av atkvøðunum, hevði seinna valum-
farið verið sunnudagin sum ætlað.
Men uppgávan hjá nýggja forsetavum verður alt
annað enn løtt. Argentina hevur ovurhonds stórar bú-
skapartrupulleikar, og meiri enn helmingurin av fólk-
inum livir á fátækramarkinum.
Njósnarar fyri rættin
Ein dómstólur í Stockholm viðger í hesum døgum
eitt sakarmál ímóti trimum svium av iranskum upp-
runa, sum eru ákærdir fyri njósning.
Teir tríggir menninir vórðu tiknir í november í fjør.
Málið vakti stóran ans, tí tað elvdi til, at svenska
uttanríkisráðið gav tveimum russiskum diplomatum
boð um at fara av landinum alt fyri eitt. Myndugleik-
arnir vildu vera við, at teir tríggir menninir av iransk-
um uppruna høvdu latið russisku diplomatunum
loyniligar upplýsingar um ymsa framleiðslu hjá stóru
fyritøkuni Ericsson.
Tann høvuðsákærdi í málinum, Afshin Bavand,
arbeiddi hjá Ericsson, til hann varð uppsagdur í
august í 2001. Verður hann funnin sekur, kann hann
fáa lívlanga fongsulsrevsing, skrivar svenska tíðinda-
stovan TT. Hinir báðir kunnu fáa seks ára fongsul.
Eiga at selja SAS
Norski vinnumálaráðharrin, Einar Gabrielsen, hel-
dur, at norski staturin eigur at selja sín part av parta-
brøvunum í skandinaviska flogfelagnum SAS.
Norski staturin eigur 14 prosent av SAS. Við blaðið
Aftenposten sigur Einar Gabrielsen, at tað er ikki tíð-
arhóskandi longur, at tað almenna er partaeigari í
flogfelagnum, og tí eigur staturin at selja sín part, sig-
ur hann. Hinvegin heldur hann ikki, at tíðin er búgvin
enn, men at tað gongur tann vegin.
Norski vinnumálaráðharrin sigur, at hann ætlar sær
ikki at nýta eigarapartin til at ávirka leiðsluna í
skandinaviska flogfelagnum, men at hann sjálvandi
nýtir hetta høvið til at greiða frá sínum sjónarmiðum.
Sjálvan raksturin leggur hann seg ikki útí, tí SAS skal
sjálvandi rekast á handilsligum grundarlagi.
Seinastu tíðina eru
viðurskiftini millum
USA og Kuba versnað
nógv. Nú siga nakrir
amerikanskir kongr-
esslimir, at táttandi
tiltøk gera bara ilt
verri, og at fult sam-
starv er tann rætti
vegurin fyri at fáa
stýrið hjá Castro frá
USA/KUBA
Árni Joensen:
Í meiri enn 40 ár hevur
USA roynt at kvala stýrið
hjá Fidel Castro á Kuba,
men handilstiltøkini hava
havt øvugta ávirkan og
hava styrkt stýrið á karib-
isku oynni. Tiltøkini hava
gjørt, at kubanararnir geva
USA skyldina av øllum tí
illa, og tað hevur gagnað
Castro.
Nú halda nakrir kongr-
esslimir í Washington, at
USA hevur rikið ein skeiv-
an politikk ímóti Kuba. Í
einum uppskotið, sum hev-
ur til endamáls at styðja
demokratiseringsrørslur á
Kuba siga kongresslimirn-
ir, at tað einasta, sum kann
taka beinini undan stýrin-
um hjá Castro, er fult sam-
starv. Millum annað mæla
teir til at lata amerikanarar í
stórum tali vitja Kuba. At
skerja sambandið og at
forða fyri samhandli er at
lata Castro stýra gongdini,
siga teir, og teir mæla tí
kongressini til at seta øll
handilstiltøk ímóti Kuba úr
gildi.
Amerikanska
stjórnin
fordømdi Kuba í síðsta
mánað, tá tríggir menn,
sum høvdu rænt eina ferju,
sum teir ætlaðu sær til USA
við,
vórðu
avrættaðir.
Mikudagin vórðu 14 kub-
anskir diplomatar koyrdir
úr USA og skuldsettir fyri
njósning. Samstundis hevur
stjórnin avmarkað ferða-
møguleikarnar
millum
USA og Kuba.
Republikanski umboðs-
mannatinglimurin
Jeff
Flake úr Arizona og demo-
kratiski senatorurin Max
Baucus úr Montana, sum
eiga uppskotið um at seta
øll handilstøk ímóti Kuba
úr gildi, siga, at seinastu til-
tøkini hjá Bush-stjórnini
gera bara ilt verri og skerja
møguleikarnar hjá teimum
kubanum, sum vilja hava
størri demokrati.
Fleiri yvirgangsatsóknir
í væntu
Ætla at »fría« Kuba við frælsi
Amerikanarar ávara um, at sjálvmorðsbumbuatsóknin í Riyadh var bara tann fyrsta í einari røð. Vandin fyri øðrum atsóknum
er serliga stórur í Miðeystri, Asia og Afrika
C
M
Y
K
23
22