fríggjadagur 16. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 93 - 16. mai 2003
Nr. 93 - 16. mai 2003
25
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara fer úr starvi er eitt áhugavert
og fjøllbroytt starv sum deildarstjóri leyst at søkja í
Vinnu- og Miðnámsskúladeildini í Mentamálaráð-
num.
Mentamálaráðið er skipað við 3 deildum: Fólkaskúla-
deild, vinnu- og miðnámsskúladeild og mentamála-
deild.
Høvuðsuppgávurnar hjá vinnu- og miðnámsskúla-
deildini eru at:
•
Fyrisita hægru umsitingina av vinnu- og mið-
námsútbúgvingum
•
Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar á
økinum
•
Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
•
Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugabólkar
•
Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av
økinum
•
Standa fyri dygdarmenning og KT í skúlaverkinum
Deildarstjórin er leiðari á vinnu- og miðnáms-skúla-
deildini, og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni,
menningini av deildini og teimum útbúgvingum og
stovnum, ið eru og koma á økinum. Deildarstjórin
skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á
einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður og
mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
•
Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla
•
Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
•
Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt menn-
andi leiðslustíl
•
Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið og
aðrar áhugabólkar
•
Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir, serliga nú
starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum
•
Áhuga fyri avbjóðingum
Vit bjóða:
Mentamálaráðið mennist alsamt og verður tú sjálv/
sjálvur í stóran mun við til at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir,
umframt
uttanlandasamstarv.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
tætt saman við politisku myndugleikunum og
stovnum innan undirvísing, gransking og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggamálaráðið og viðkomandi yrkisfelag ella eftir
nærri avtalu.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðalstýrini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19.
mai 2003. Starvið verður sett frá 1. august 2003 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf.
35 50 50.
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í vinnu- og miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlarnir, Teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlin, Sjó-
mansskúlarnir,
Maskinmeistaraskúlin og lærlingaútbúgvingar.
Deildin stílar fyri KT og dygdarmenning í
undirvísingarverkinum.
Deildarstjóri til
vinnu- og miðnámsskúladeildina
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
Urtagarðsarbeiði
Umframt røkt av urtagørðum gera vit eisini
grasvallir, tún, bríkar úr hagagróti og annars alt
innan nýgerð av urtagørðum.
Fa. Urtagarðsrøkt
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn,
Tel 318813, Fax 313374
team 85 • 35800
Skeiðsdepilin, sum nú hevur 15 ár á baki, er í dag
størsti skeiðsútbjóðari í Føroyum.
Vit veita útbúgving á tí tekniska økinum eins væl
sum á tí handilsliga. Vit hava Tekniska skúla og
Føroya Handilsskúla í Havn. Á Føroya Handilsskúla
á Kambsdali kunnu vit hava skeið fyri Eysturoynna
og Norðuroyggjar. Eftir tørvi hava vit eisini skeið í
Suðuroynni og í Vágum.
Skeiðini eru víðfevnandi:
Leiðaraútbúgving og leiðsluamboð
Persónlig menning eins væl og
starvsfólkamenning
Søla, tænasta og útflutningur
At arbeiða við teldu og forritum
Búskapar- og roknskaparlæra
Mál
Serstøk skeið innan almennu fyrisitingina
Serstøk skeið innan heilsuverkið
Skeið fyri meistarar, handverkarar og
teknikkarar
Vit eru ávegis, ein nýggj leið liggur fyri framman,
tí leggja vit nágreiniliga dent á:
innanhýsis skeið í tøttum samstarvi við
kundan
ráðgeving um framtíðar- og miðvísar
førleikar
Ring og hoyr nærri.
Georg Suðurgarð, gs@hsh.fo ella
Doris Tróndarson,dt@hsh.fo, Tel 318813
Vit vitja fegin tykkara stovn ella fyritøku og tosa um
tykkara útbúgvingartørv.
Útbúgving, eftir- og víðariútbúgving á
Føroya Handilskúla og á Tekniska Skúla
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Happadráttargrunnurin
Gjørt verður kunnugt, at nú kann søkjast um stuðul úr Happadráttar-
grunninum.
Endamál grunsins er at veita stuðul til nýskapandi og nýhugsandi tiltøk
til frama fyri brekað. Tær umsóknir, ið eru sendar Happadráttargrunn-
inum í 2002 og 2003 verða viðgjørdar saman við nýggju umsóknunum.
Tær umsóknir, ið eru sendar Happadráttargrunninum í 2001 verða ikki
viðgjørdar og verða tí at senda av nýggjum saman við oyðiblaði,ið kann
fáast við at venda sær til Almannamálaráðið,tlf.30 40 50.Umsóknir verða
at senda til:
Happadráttargrunnurin
Almannamálaráðið
Eirargarði 2
100 Tórshavn
Umsóknir skulu vera ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. mai
2003.
Ráðið fyri Happadráttargrunnin
C
M
Y
K
25
24