Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 94 - 20. mai 2003 Nr. 94 - 20. mai 2003 3 Týr hevur gjørt avtalu við russiska forlagið CD-Maximum, sum hevur tryggjað sær rættin at geva fløguna How far to Asgaard út í Russlandi, Estlandi, Letlandi, Litava og øð- rum fyrrverandi sov- jetiskum lýðveldum TÓNLEIKUR pop.fo Nú hevur Ormurin langi sett kós eystureftir. Rockbólkurin Týr hevur gjørt avtalu við CD-Maxi- mum, sum er av russiskum uppruna, og felagið fær lis- ensrættin yvir útgávuni How far to Asgaard í fleiri lond- um. CD-Maximum kann geva fløguna hjá Týr út í Russ- landi, Ukraina, Hvítaruss- landi, Kazakhstan, Kyrgist- an, Moldova, Georgia, Ar- menia, Aserbajdjan, Usbe- kistan, Tadjikistan, Turk- menistan, Estlandi, Let- landi og Litava. Avtalan umfatar útgávu, promotoion og útbreiðslu av fløguni. Tað er felagið IntroMent- al Management, sum hevur syrgt fyri avtaluni millum Týr og russiska forlagið. Tónleikurin hjá Týr er komin víða, og hann verður spældur á nógvum útvarps- støðum kring Europa og USA, og fleiri ummæli hava eisini verið í serligum rock- tíðarritum og á heimsíðum. Týr gjørt útgávu- sáttmála eystanfyri Russiska forlagið, CD-Maximum, hevur fingið rætt- indi til at geva út fløguna How far to Asgaard úr í Ruslandi, Estlandi, letlandi og Litava C M Y K 3 2