týsdagur 20. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 94 - 20. mai 2003
Nr. 94 - 20. mai 2003
5
Tað má sópas væl,
áðrenn viðurskiftini
koma í rættlag aftur,
sigur maskinstjórin á
Brimli, sum enn ikki
veit annað enn, at
hann fer úr starvi 1.
juni
TRÆTA
Edvard Joensen
Tað eru nógv ting, sum
skulu ruddast uppaftur,
áðrenn alt aftur verður, sum
tað var, heldur Almfinn
Jacobsen. maskinstjóri á
Brimli, sum er ein av
maskinmonnunu hjá Vakt-
ar- og Bjargingartænastuni,
sum søgdu størvini frá sær
orsakað av, at starvsviður-
skiftini hjá teimum ikki
vóru nøktandi.
Almfinn Jacobsen hevur
drúgvar royndir sum mask-
inmaður hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni. Hann
byrjaði umborð á Tjaldrin-
um, beint sum tað var kom-
ið í 1976, og er nú maskin-
stjóri á Brimli. Fram til 1.
juni, um einki broytist í
teirri trætuni, sum nú er.
Hann sigur við Sosialin,
at hann í skrivandi stund
ikki kennir annað til ver-
andi støðu enn tað, øll onn-
ur hava frætt, og at hann
hevur fingið fundarboð til
mikudagin.
Hvat fer at henda á tí
fundinum, sum Vaktar- og
Bjargingartænastan hevur
boðað til, hevur hann ikki
hóming av, sigur hann.
Eftirlønin
Ósemjan stendst av, at
maskinmenninir,
sum
gjørdust tænastumenn i
2001, ikki fingu eftirlønar-
viðurskiftini upp á pláss,
samstundis sum avttalan
um tænastumannanormer-
ingarnar varð gjørd. Tað
gekk heldur drúgv tíð, uttan
at nakað hendi, sigur Alm-
finn Jacobsen, maskinstjóri
á Brimli.
Fyri at leggja trýst á
myndugleikarnar,
tóku
maskinmenninir so tað stig
at siga seg úr størvun sínum
fyri at vita, um tað fór at
hjálpa.
– Vit ætlaðu ikki, at tað
skuldi spyrjast slíkt rok
burturúr, sigur hann. Men
her standa vit so nú.
Hann viðgongur, at teir
ikki roknaður við, at aðrir
fóru at søkja størvini, og at
teir, sum søgdu seg úr
teimum, fóru at fáa størvini
aftur. Men soleiðis varð so
ikki.
– Nú er so støðan tann,
havi eg frætt, at teir menn-
inir, sum hava søkt størvini
og fingið tey, eru farnir at
siga tey frá sær aftur, sigur
Almfinn Jacobsen. Men
vit, sum í løtuni eru í størv-
unum, vita einki. Og sum
eg skilji, veit maskinmeist-
arafelgið
heldur
einki
meira, enn vit gera.
Førleikin
Sambært Útvarpi Føroya
hevur leiðarin á Vaktar- og
Bjargingartænastuni, Elmar
Højgaaard, sagt, at ein
grund til, at verandi mask-
inmenn ikki bara kundu fáa
størvini aftur, er, at ikki
allir teirra lúka tey førleika-
krøv, sum væntandi fara at
vera galdandi, tá eitt nýtt
»Tjaldur« helst verður bygt
í 2007.
Ta grundgevingina skilir
Almfinn Jacobsen als ikki.
Han sigur, at maskinmenn-
inir, sum í dag eru umborð
á vaktarskipunum, lúka øll
galdandi krøv.
– Talan er um einar tveir
maskinmenn sum ikki klára
ey krøv, sum sett verða til
maskinur av eini ávísari
stødd. Teir eru í dag við
Tjaldrinum, men kunnu
ikki koma umborð á Brim-
il, tí hann hevur maskinu,
sum er størri, enn teirra
pappír loyva, sigur hann.
Men at grundin til at teir
ikki kunnu halda fram, tí
eitt nýtt Tjaldur kanska
kemur um eini fýra ár,
heldur hann vera burturvið.
Verandi Tjaldur kann sakt-
ans sigla nógv ár enn og fer
ivaleyst eisini at yvirliva
starvstíðina hjá onkrum av
hesum monnunum, sum
vera farnir frá við eftirløn,
áðrenn nakað nýtt Tjaldur
verður bygt kortini, sigur
hann.
Almfinn Jacobsen leggur
dent á, at tað var ikki mis-
nøgd við Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuna,
sum
gjørdi, at hendan støðan
kom í. Men nú hon er har,
má hon eisini loysast, sigur
hann.
Hann sigur, at enn hevur
hann ikki annað starv at
fara í, um tað skuldi hent, at
hann má í land av Brimli
tann 1. juni. Uppsøgnin er
send, og hon kann ikki
takast aftur nú, ásannar
hann, men vónar kortini, at
málið verður loyst, sum teir
ætlaðu, ið reistu tað. Nevni-
liga at eftirlønarviðurskift-
ini koma upp á, pláss hjá
bæði teimum í føstum
starvi og hjá avloysarunum,
og at teir, sum eru í starvi,
sleppa at halda fram.
Tað skal sópast væl
Maskinmenninir á Brimli
hava sagt upp og fara saman
við maskinmonnunum á
Tjaldrinum í land um 14
dagar, um ikki onnur loysn
finst á trætuni
Mynd: Edvard Joensen
Formaðurin í Mask-
inmeistarafelagnum
sigur, at felagið
frættir lítið um málið
um maskinmenninar
við vaktar- og bjarg-
ingarskipunum
TRÆTA
Edvad Joensen
Formaðurin í Maskinmeist-
arafelagnum, Jógvan Nybo,
sigur, at hann veit í løtuni
ikki stórt meira enn tað,
hann frættir í pressuni, um
málið um maskinmenniniar
við vaktar- og bjargingar-
skipunum.
– Eg havi bara hoyrt í Út-
varpinum, at leiðarin á
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni skuldi hava fund við
maskinmenninar.
Meira
nýtt veit eg í løtuni ikki um
hatta málið, segði Jógvan
Nybo, tá Sosialurin tosaði
við hann, áðrenn blaðið fór
ti prentingar.
Biðin um viðmerkingar
til tað, leiðarin á Vaktar- og
Bjargingartænastuni segði
um
undantaksloyvi
til
maskinmenninar, vísti hann
til tíðinadskriv, sum Mask-
inmeistarafelgið sendi út,
og sum er prentað aðra-
staðni í blaðnum i dag.
Jógvan Nybo segði seg
hava skilt, at nú høvdu helst
teir flestu, ella allir teir,
sum søktu størvini við
vakrar- og bargingarskip-
unum, tikið umsóknir sínar
aftur. Men um tað merkir,
at teir, sum sagt hava upp,
fáa størvini aftur, visti hann
ikki at siga. Hann bíðaði
eftir, at tann fráboði fund-
urin millum stovnsleiðaran
og maskinmenninar hevði
verið.
Formaðurin i Maskin-
meistarafelgnum vil ikki
gera viðmerkingar til, um
talan er um menn, sum eru
limir í Maskinmeistara-
felgnum, ið hava søkt
størvini umborð á vaktar-
og bjargingarskipunum, og
hvat í so fall fer at henda
við limaskapi teirra, tá teir
hava sett seg í móti ynski
felagsins um, at limir í
Maskinmeistarafelagnum
ikki skuldu søkja hasi
størvini.
Hann sigur seg bert vita,
at talan er um føroyingar,
og at nakrir teirra helst eru
limir í Maskinmeistarafel-
agnum.
Tað var ikki gjørdligt at
fáa viðmerking frá Elmari
Højgaard, leiðara á Vaktar-
og
Bjargingartænastuni,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Lítið at frætta í løtuni
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum, er
í løtuni varin við at gera
viðmerkingar til trætuna um
maskinmenninar á vaktar-
og bjargingarskipunum
C
M
Y
K
5
4