Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 94 - 20. mai 2003 Nr. 94 - 20. mai 2003 7 Hóast Apotekið hevur fingið undantaksloyvi at flyta heilivág, so kann tað væntast, at fara at verða trupult at flyta heilivágin til tær smærru bygd- irnar, tí nú er brennievni av álvara farið at ganga undan hjá Postverkbilunum, sum vanliga flyta heilivágin VERKFALS- AVLEIÐINGAR Solby A. Eliasen Frá Apotekinum verður sagt, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki at flyta heilivágin, tí tey hava fing- ið undantaksloyvi. Sostatt verður heilivágur fluttur við strandferðsluni til eitt nú Suðuroyar og Norð- oyggjar. Men so er tað upp til støðini sjálvi at syrgja fyri, at heilivágurin kemur fram til rætta stað. Men nú hevur ein annar trupulleiki stungið seg upp, sum ger, at heilivágurin óbeinleiðis verður raktur av verkfallinum kortini. Van- liga flytur Postverkið heili- vágin út til smábygdirnar, men nú er dieseloljan við at verða uppi hjá teimum, so ikki er greitt, hvussu longi bilarnir fara at koyra afturat. Jonna Hansen, apotekari á Tjaldurs Apoteki, sigur, at tað verður ein fundur mill- um postverkið og apotekið, har tað fer at verða greitt, hvussu longi afturat, tað fer at bera til at flyta heilivág- in. – Vit hava nóg mikið av heilivági, og apotekið koyr- ir sum vanligt, men tað er flutningurin, sum fer at geva okkum trupulleikar, so soleiðis koma vit at merkja verkfallið hóast alt, sigur hon. Hon sigur eisini, at um so verður, at Postverkið hevur nóg mikið til at koyra heili- vágin út, so kann tað fram- vegis fara at gerast ein trupulleiki, tí tað verður bert koyrt til eitt nú deildina í Runavík. So mugu fólk frá hinum bygdunum har um leiðir sjálvi avheinta tað har. Og soleiðis verður eisini aðrastaðni í landinum. – Og hvussu skulu tey so kunna tað, um tey onki bensin ella diesel hava eftir, spyr Jonna Hansen. So tað verða smábygdirnar fyrst og fremst, sum fara at merkja tað. Sum sagt so hevur heili- vágur fingið undantaks- loyvi, og tað hevur somu- leiðis við sær, at tað verður vaskað í avgreiðslunum tveir tímar um dagin. – Apotekið koyrir sostatt sum vanligt, men vit fara helst at fáa trupulleikar við flutninginum, sigur Jonna Hansen, apotekari. Um verkfallið hjá arbeiðarunum heldur fram tær komandi vikurnar, so verður ikki nógv til av teimum sterkaru løgunum til Norðoyastevnu. Deildin í Klaksvík er nú farin at merkja verkfallið av álvara, men í høvuðstaðnum er ikki so galið enn VERKFALS- AVLEIÐINGAR Solby A. Eliasen Í fjør var Norðoyastevna serstakliga váttlig leygar- dagin. Men tað komst ikki bert av rúsandi løgunum, sum fólk aloftast eiga inni til eina stevnu. Heldur var tað tað oysandi regni, sum førdi til tað. Um tað verður regn aftur í ár ella ikki, tað er ikki gott at vita enn, men um verkfallið hjá arbeiðar- unum heldur fram, so týður nógv upp á, at norðoya- stevnan í ár verður nakað turrislig, tá tað kemur til teir sterkaru løgirnar. Tí nú byrjar verkfallið av álvara at merkjast. Jógvan Jacobsen, rakstr- arleiðari á Rúsdrekkasølu Landsins sigur, at tey hava ikki flutt nakra vøru til tey støðini, har Strandfaraskip- ini sigla, síðani verkfallið varð lýst. – Vit fáa tó flutt vøru til tey støðini, har tað er koyr- andi. Tað vil siga til Salt- angará og vestur í Vágarn- ar, sigur hann. Hann sigur eisini, at tey sjálvandi tóku hædd fyri, at verkfallið fór at koma, so tey fyltu goymslurnar kring landið áðrenn, men hann viðgong- ur tó nú, at um hetta heldur fram, so fer at verða tómligt til Norðoyastevnuna, sum verður um knappar tvær vikur. -– Sum vit hava skilt, so er við at tømast í Klaksvík nú, og tað verður tískil ikki betur til Norðoyastevnu, um verkfallið varar so longi, sigur hann. Hann leggur tó afturat, at í Havn er ikki nakar stórvegis trup- ulleiki enn, og nógv er framvegis á goymslu. Trygvi Poulsen, deildar- leiðari í Klaksvík sigur, at hillarnar eru farnar at tøm- ast av álvara í Klaksvík. – Vit eru farin at mangla ávís sløg, sigur hann og væntar, at onnur sløg eisini fara at verða uppi í dag ella í morgin. – Onkrar hillar eru tómar, og har kemur so heldur ikki meira, men so keypa fólk bara okkurt annað. Tað plagar so at vera, at tá tey ikki fáa júst tað slagið, sum tey vilja, so taka tey til takkar við onkrum øðrum ístaðin, sigur Trygvi Poulsen. Tá tað kemur til brenni- vín, sigur Trygvi, at serliga gin er farið at ganga undan, meðan hini bæði sløgini, akvavit og vodka, enn eru í goymslunum. Trygvi heldur tó ikki, at tað fer at verða nakar trup- ulleiki til Norðoyastevnu, tí tað letur til, at fólk eru byrj- að at leggja inn undir seg. Hann sigur, at tey hava keypt meira enn vanligt farnu vikuna, og tað kann týða upp á, at tey vilja tryggja seg til stevnuna. Og harafturat heldur hann, at onkur helst fer at keypa inn aðrastaðni í landinum, har tað møguliga ikki er so tómligt. – Tað er ongin ivi um, at handilin verður serstakliga tómur til Norðoyastevnu, um verkfallið heldur fram, men eg trúgvi, at flestu fólk fara at eiga inni til ta tíð, tí tað týður gongdin í søluni fyri tíðina uppá, sigur Trygvi Poulsen, deildar- leiðari í Rúsuni í Klaksvík. Øl fer ikki at mangla Bryggjaríini bæði í landin- um merkja somuleiðis verkfallið væl. Framleiðsl- an liggur still, men frá báð- um verður sagt, at goymsl- urnar eru fullar, so ølið fer ikki ganga undan. Jóhan Mortensen sigur, at Res- torff´s hevur øl á goymslu til einar tríggjar vikur, meðan stjórin á Føroya Bjór stutt og greitt sigur, at ølið fer ikki at mangla. Hvørki bryggjaríini koyra vøru út, og tað merkti høvuðsstaðurin í seinastu viku, tá Veðrølið var uppi. Bæði bryggjaríini hava tó tikið hædd fyri verkfallin- um og roynt at fylt goymsl- urnar upp, áðrenn tað gjør- dist veruleiki. Tað standa verkfalsvaktir við goymsluna hjá Føroya Bjór í Havn, men Einar Waag sigur, at tað verður ikki koyrt út, so longi verkfall er. Tað sigur Jóhan Mortensen eisini. – Vit hava eina klokku- klára avtalu við Havnar arbeiðsmannafelag, so vit fara ikki at gera nakað verkfalsrakt arbeiði, sigur hann. Tað standa tó ikki verkfalsvaktir við goymsl- urnar hjá Restorff´s í Havn og heldur ikki hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Handlarnir eru eisini farnir at tømast fyri soda- vatn nú, men tað kemur ikki meira út, tí onki verður sum sagt koyrt út, meðan verkfall er. Flutningur av heilivági darvaður Tørvurin á brennievni fer helst at darva flutninginum av heilivági tað sum eftir er av verkfallinum hjá arbeiðarunum Mynd: Álvur Haraldsen Norðoyastevnan kann fara at verða turrislig Nógva staðni, men langt frá allastaðni, eru hillirnar tómar VERKFALL Heri á Rógvi Hvat kann vera betri enn mánamorgunin enn ein túr- ur runt í ymsar handlar í Havnini. Vit hava mynda- tólið við. Nú skulu vit út og finna avleiðingar av verk- fallinum, sum nú hevur staðið upp á síðani 8. mai. Á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum vita tey, at fólk eru farin at ilskast inn á verkfallið. Fólk eru vorðin troytt av, at samfelagið ikki virkar sum vant, og hóast arbeiðarafeløgini hava sína fatan av veruleikanum, so er ikki nógv at ivast í, at verkfallið merkist. 2. mai kom frítíðarlønin á kontoina, og hóast hesin peningur helst skuldi verið nýttur seinni í summar, so kemur hann væl við nú. Men hendan mánamorg- unin eru ikki nógv fólk úti og keypa. Stóra parkerings- plássið uttanfyri FK í Hoy- vík er mestsum tómt. Verk- fall ellla ikki verkfall. Tað eru óivað fá, sum keypa inn mánamorgun. Finn Nielsen, stjóri í FK, sigur, at talið av kundum hevur verið tað sama sum vanligt, men nú bensinið farið at ganga undan væntar hann færri vitjanir, og tað er kanska eisini farið at merkjast. Ein túrur runt í FK í Hoyvík avdúkar, at tað, Tómar hillar Tað er frítt val á øllum hillum, men ikki nógv at taka av. Ikki allastaðni standa hillarnar púra tómar, men í fleiri handlum. Mynd: Álvur Haraldsen. sum kann kallast frískt og grønt, ikki er til longur. Har eru hillarnar skrall- tómar. Og frysti og køli boksirnar eru stórt sæð tómar eisini. Sjálvt rís og pasta eru hamstraði. – Fólk fóru fyrst í teir stóru handlarnar, tá verk- fallið byrjaði. Hjá okkum varð nógv útselt fyri einari viku síðani, men í onkrari deild eru enn eitt nú ostur eftir, sigur Finn Nielsen. Hann heldur, at fólk flest taka tað við einum smíli. – Hvørki tey ella vit fáa gjørt nakað sum er, sigur Finn Nielsen. Men í FK hava tey enn slaktaravørur. Hetta skyld- ast, at tey hava egnan slakt- ara, og hesin fekk nýggja vøru beint undan verkfall- inum og eigur nógv á gloymslu. Nokk til fleiri vikur, sigur Finn. Men tær vørurnar, sum eru útseldar, undantikið mjólk, koma ikki aftur. Aðrar vørur eru eisini við at tømast út, men Finn roknar ikki við, at tað fer at merkjast so øgiligt afturat. Sjokuláta er enn at fáa, og tað verður tað eisini langt fram í tíðina – bæði hjá FK og aðrastraðni. Og skuldi nakar verið svangur, so liggja í øllum førum nokk av turrum bógvum og tjógvum og bíða eftir einum komandi eigara. Ikki alt tómt Heldur ikki í SMS eru ser- liga nógv fólk ein tílíkan mánamorgunin. Í Mikla- garði eru ikki bíðirøðir við kassarnar, men nøkur fólk eru komin oman at keypa sær eitthvørt. Tað eru kor- Veðrølið hjá Føroya Bjór er uppi onkrastaðni, og í fleiri handlum eru sodavatnsgoymslurnar nú við at tømast Tær frísku vørurnar eru farnar og koma ikki aftur fyrr enn eftir verkfallið Mynd: Àlvur Haraldsen tini ikki tey heilt stóru inn- keypini. Eins og í FK eru ikki heilt nógvir pakkar av blæðum á hillunum. WC- pappíri er heilt burtur. Men í Miklagarði er langt frá tómt. Tær nógvu av boksunum eru fullar av kjøti og aðrari vøru. Kjøt trýtur ikki í langa tíð, fáa vit at vita. Men sum alla aðrastðni er tað vøran, sum kemur hvørja viku, ið restar í. Aðrastaðni, vit hava spurt okkum fyri, verður søgan úr FK og Miklagarði endurtikin. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tóm- ar hillarnar eru, men tað fríska er ikki til. Stórar mongdir Poul Michelsen stjóri í heil- søluni við sama navnið roknar ikki við, at nakar fer at doyggja í hungri, soleiðis sum fylt varð upp áðrenn verkfallið. – Vit selja ótrúliga upp- undir verkfallið. Útfrá tí rokni eg við, at fólk hava keypt nógv undir seg, sigur Poul Michelsen. Hann sigur, at hetta er eyðkent fyri hamstringina, at fólk keypa so nógv, tey kunna, so skjótt tey hava møguleikan. Annars útflýggja tey hjá Poul Michelsen bert til sjúkrahús, ellisheim og annað og koyra mjólk út. Eingin vøra bíðar við bryggjuni, sigur Poul Michelsen, sum ikki dugir at síga, hvat verkfallið fer at kosta heilsøluni. C M Y K 7 6