Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 94 - 20. mai 2003 Nr. 94 - 20. mai 2003 9 MARKNAÐARRÁK Positiva gongdin á lánsbræva- marknaðunum, síðani ameri- kanski tjóðbankin, FED, hevði rentufund 6. mei, helt á fram í síðstu viku. Sostatt hava lánsbrøv sum heild aftur staðið seg væl seinastu dagar- nir. Umframt árinini frá tjóð- bankanum, hava eisini lykla- tøl stimbrað lánsbrævagongd- ini. Nevnast kann, at tøl fyri prísgongdina á framleiðslurá- vørum í USA hava staðfest prísgongdina á nýtsluvørum. Herumfram hava eisini tøl fyri smásølu í USA víst á, at striltið gongu í amerikanska búskapinum. Slík negativ tíð- indi stimbra lánsbrøvum og renturnar eru sostatt sum heild falnar seinastu vikuna. Hóast lánsbrøv hava staðið seg væl, hava partabrøv eisini staðið seg hampuligt seinastu vikuna. Vanligt er, at sokallað øvugt samsveiggj er millum láns- og partabrøv, men sein- astu vikurnar hevur hetta ikki verið galdandi. Hesir báðir virðisbrævabólkar, hava so- statt sveiggjað ótengdir hvør at øðrum. Orsøkin er, at positivu ársfjórðingsrokn- skapirnir enn hava ávirkað og at útlitini fyri rentulækking- um vilja stimbra gongdini. Vantandi prísvøkstur er stimbrandi fyri lánsbrøv og sera sannlíkt vilja longu láns- brøvini sostatt standa seg væl, so leingi hesin er fellandi ella støðugur. Hóast prísvøksturin undatikið orku og matvørur, sokallaði kjarnupísvøksturin, er fellandi meðan samlaði prísvøksturin er hækkandi, vil samlaði prísvøksturin sann- líkt eisini fella sum frálíður. Hóast oljuprísurin síðani byrjanini av mei er hækkaður umleið 13% er hesin kortini fallin 23% síðani byrjanina av mars. Fallið í oljuprísinum vil sum frálíður vísa seg í prís- vøkstinum, og sostatt stimbra lánsbrævamarknaðirnar. Vit meta tí framvegis, at long lánsbrøv kunnu standa seg væl komandi tíðina, hóast renturnar í løtuni eru á einum lágum støði. Havast skal tó í huga, at størri váði er tengdur at longum lánsbrøvum enn stuttum lánsbrøvum. Seinasta tíðin hevur verið merkt av roknskaparkunn- gerðum. Áhugaverdastu virk- ini hava kunngjørt, og av- markað árin skal væntast frá hesum viðurskiftum komandi tíðina. Partabrøv hava staðið stinn seinastu dagarnar, og roknast kann eisini við at hesi fara at vera rímuliga støðug næstu vikuna. Hóast PanFish í stóra høpinum ikki er týð- andi virki longur, er áhuga- vert at nevna, at teir kunngera roknskap 22. mei - sigast má, at PanFish hevur serføroyskan áhuga í hesum døgum. Vantandi prísvøkstur stimbrar lánsbrøv Vika 19, 2003 www.kaupthing.fo Tann parturin av alivinnuni, sum bæði er raktur av ILA- sjúku og verkfalli, hevur tað ógvuliga trupult í hesum døgum, og tað eru stór virðir, sum fara fyri bakka. Á Gøtuvík hevur P/F Luna laks gangandi fyri 30 milj. krónur, og har stríð- ast menn við undan- taksloyvi frá arbeið- arafeløgunum at fáa sjúka fiskin upp úr aliringunum. - Hetta er sum eitt brennandi virki, ið fer uppí royk, sigur Atli Gregersen hjá P/F Luna VERKFALL OG ALING Vilmund Jacobsen Stutt fyri verkfallið á privata arbeiðsmarknaðin- um gjørdist veruleiki, varð ILA-sjúka í útbroti staðfest í tveimum aliringum hjá P/F Luna á Gøtuvík. Í hes- um ringum ganga tilsamans 800 tons av laksi, og tá ið súkan er í útbroti, er støðan ógvuliga álvarsom. Einasti "heilivágur", sum hjálpir, er at tøma ringarnar so skjótt tilber, soleiðis at smittan ikki breiðir seg til granna- ringar og grannafirðir. Takksamir Atli Gregersen, sum hevur ábyrgdina av alingini hjá P/P Luna, er sera fegin um undantaksloyvið, sum fel- agið hevur fingið frá ar- beiðarafeløgunum. Felagið hevur nevniliga fingið loyvi at hava 30 fólk í ar- beiði, og tað merkir, at takast kunnu eini 20-25 tons av laksi um dagin. Laksurin verður kruvdur, pakaður og frystur í Gøtu og á Strondum, har felagið hevur leigað seg inn. - Undantaksloyvið er ein stórur bati, tí nú sleppa vit at kryvja og pakka so nógv, sum vit klára at frysta. Hann sigur, at teir leyg- ardagin og sunnudagin tóku góð 40 tons úr tí aliringin- um, sum er harðast raktur. Í hesum ringinum doyggja einir 150 fiskar um dagin; í hinum einir 75-100. - Men tá ið sjúkan er í út- broti, veksur fellið skjótt, og vandi er fyri, at tað eks- ploderar. Soleiðis kunnu vit rokna við, at einir 1000 fiskar skjótt fara at doyggja í ringunum um dagin, sigur Atli. Fíggjarligt tap Hann vísir á, at hóast und- antaksloyvið, sum Luna hevur fingið, er ein stórur bati, hevði felagið helst tik- ið einar tríggjar ferðir so nógv úr ringunum um dag- in, um einki verkfall var. Haraftrat kemur, at allur fiskurin, sum nú verður tikin, verður frystur, og tað minkar um søluvirðið. - Høvdu vit ikki verkfall, høvdu vit helst tikið eini 60 tons úr ringunum um dagin. Tá hevði fiskurin ikki verið frystur, men seldur pakkað- ur og ísaður av landinum umframt til portiónsvirkir í Føroyum, sum meirvirka laks. Atli sigur, at hóast støðan ikki er fullnøktandi, nú verkfall er, eru teir sera fegnir um at vera slopnir "framat" fiskinum, sum hann tekur til. Spurdur, hvussu stórur missurin verður, nú fiskur- in verður frystur og ikki seldur ísaður, sigur hann: - Tað veldst sjálvsagt um, hvussu leingi verkfallið varar, og hvussu stórur partur av fiskinum verður tikin á henda hátt. Siga vit, at eini 200 av teimum 800 tonsunum í ringunum, sum hava ILA í útbroti, verða tikin, er talan um eitt tap í prísi uppá einar 400.000- 500.000 krónur. Hinvegin vita vit ikki, hvussu stórt fellið kann gerast, sum tíðin gongur. Atli sigur, at samlaða virðið av fiski í aliring- unum hjá Luna á Gøtuvík liggur um 30 milj. krónur. Loðandi virki - Vit hava 5 aliringar á Gøtuvík, harav ILA er í út- broti í teimum tveimum. Hann sigur, at ILA-sjúk- an er so mikið álvarsom, at hon hevur fráboðanar- skyldu. - Vit hava fingið kravboð frá landsdjóralæknanum um, at ringarnir, har ILA er í útbroti, skulu tømast sum skjótast, men sum er, má hetta taka ta tíð, tað tekur. Vit kunnu ikki gera annað enn tað, vit hava fingið loyvi til frá arbeiðarafeløg- unum í verkfalli, sigur Atli. Luna hevur eisini aling á Miðvági og aðrastaðni, og har eingin sjúka er, megna formenninir at gera tað mest neyðturviliga arbeiði, soleiðis at fiskurin í fyrsta lagi verður hildin á lívi. Hann sigur, at eitt ali- brúk, sum er rakt av ILA í útbroti undir einum verk- falli, er at sammeta við eitt virki, sum stendur og brennur. - Eldurin má sløkkjast sum skjótast. Annars fer alt fyri bakka, og í hesum før- inum er stórur vandi fyri, at sjúkan breiðir seg og ger feigdina um seg. Long ígerð Spurdur, um ILA-sjúkan breiðir seg skjótt, sigur Atli, at tað undarliga tykist vera, at sjúkan smittar seint. - Í øllum førum er greitt, at ígerðartíðin er long, men kortini er ILA staðfest næstan í hvørjum króki í Føroyum, har aling fer fram. So, vit kunnu í hvussu er siga, at sjúkan smittar ríkiliga illa. Hvað- ani hon kemur í hvørjum einstøkum føri, er ilt at siga, tá ið ígerðartíðin er lutfalsliga long, sigur Atli. Hann heldur, at smittu- vandin er størri, tá ið fisk- urin hevur ILA í útbroti. - Líkt er til, at fiskurin "osar" eina øgiliga smittu úr sær, tá ið hann doyr, sigur Atli Gregersen. Deyði laksurin "osar" eina øgiliga smittu úr sær NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 20. mai.Angelica. Teir kenna onga halga konu við hesum navni. Lærarar prógv sum bókavørðar Mikudagin 15. mai fingu 33 lærarar prógv sum bóka- vørðar í fólkaskúlanum. Tað er fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum saman við Center for Videregå- ende Uddannelse, CVU, í Keypmannahavn, sum hava skipað fyri hesum skeiði . Skeiðið, sum byrjaði í sep- tember í fjør, hevur fyri ein stóran part verið hildið sum fjarlestur. Eisini hava instruktørar frá CVU verið í Føroyum. Skúlabókasavn- ið og námsfrøðiligi tæn- astudepilin fær størri og størri týdning í fólkaskúl- anum. Fólkaskúlalógin frá 1997 sigur, at skúlabóka- savnið skal skipast sum námsfrøðiligur tænastudep- il. Harvið setur skúlalógin krøv til fólkaskúlalærarar um at fáa útbúgving sum bókavørðar. Hesi fingu prógv sum bókavørðar í fólkaskúlanum: Á myndini: Hanna Mikkelsen, Sumbiar skúli/Kommunuskúlin, Jensebeth Absalonsen, Viðareiðis skúli, Poula úr Gørðum, Skopunar skúli, Elin Olsen, Sankta Frans skúli, Súsanna K. Hammer, Norðskála/Oyri skúli, Lís í Jákupsstovu, Tofta skúli, Eyðgerð Abrahamsem, Fuglafjarðar skúli, Maria V. Christiansen, Eysturskúlin, Sjúrður á Kósini, skúlin á Ziskatrø, Hanne Jacobsen, Studentaskúlin í Hoydølum, Henning Tausen, Hoyvíkar skúli, Dagbjartur Debes, Føroya Læraraskúli, Anja Pálsdóttir, Venjingarskúlin, Katrin Reynisdóttir, Velbastaðar skúli, Mariann Steinberg Poulsen, Sørvágs skúli, Marin Joensen, Kollafjarðar skúli, Lydia Didriksen, Eysturskúlin, Gyðja Hjalmarsdóttir, Vestmanna skúli, Bergljót Reinert, Hvalvíkar skúli, Sørvi Andreassen, Vágs skúli, Bergljót av Skarði, Studentaskúlin í Hoyvík, Asta Wolles, Eiðis skúli, Aug- usta E. Petersen, Vestmanna skúli, Lena Jacobsen, Leirvíkar skúli, Bjørg J. Simonsen, Sernámsdepilin, Fríðbjørg Joensen, Sumbiar skúli, Ólavur Christiansen, Stranda skúli, Harriet Hansen, Argja skúli, Julia Lamhauge, Gøtu skúli, Asbjørn Berthelsen, Runavíkar skúlar, Karl A. Thomsen, Gøtu skúli, Eli Hentze, Sandoyar Meginskúli, Solveig Debess, Tofta skúli, Tove Rasmussen, CVU Tøkk Hjartans takk fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, sum víst var okkum, tá okkara kæra og elskaða kona, mamma, systir, vermóðir og omma Vilgerð Astridardóttir Tórshavn lá sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk øll tit, sum vóru um hana, og tit sum á einhvønn hátt hjálptu til, meðan hon var sjúk. Tit vóru ein stór hjálp í neyðini. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til starvsfólkið á B6 og á oknologiskudeild á Landssjúkrahúsinum, tøkk til Lágargarð. Tøkk fyri troystarrík orð og til tykkum mongu, sum ringdu og luttóku í stóru sorg og sakni okkara. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til Spedalskheitsmissiónina. Hjartans tøkk øll somul Familjunnar vegna Andrias og Manijeh Tøkk Øllum tykkum, ið við gávum, telegramm og á annan hátt gleddu okkum á silvurbrúd- leypsdegnum, takka vit hjartaliga. Jóhanna og Eifinn á Reynatrøð Pat Boone spyr eftir myndum Í tveimum av útvarpssend- ingunum "Afturhvarv" sum Birgar Johannessen og Djóni Andreasen skipa fyri hvørt leygarkvøld, hava teir saman við Victor Carlsen havt telefonsamrøður við heimskenda amerikanska golpel- og country sangar- an Pat Boone. Tá Pat Boone, saman við familj- uni, var í Føroyum í 1977, vóru nógvar myndir tiknar av teimum í býnum og á konsertunum, sum vóru hildnar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tilsamans 5000 fólk vóru til konsert- irnar. Victor Carlsen stóð fyri øllum fyrireikingunum til vitjanina í Føroyum. Í telefonsamrøðunum við Pat Boone, sum í dag er 68 ára gamal, kom fram, at hann ongar myndir hevði frá túr- inum í Føroyum, og at hann fegin hevði vilja fingið myndir og annað tilfar sum minni um túrin. Victor Carlsen og Birgar Johann- essen hava nú tikið stig til at savna inn tiltar, myndir, útvarpsamrøður o.a. frá vitjanini. Teir heita á fólk, sum liggja inni við mynd- um frá vitjanini um at siga teimum frá. Myndirnar verða skannaðar og sendar aftur til viðkomandi. Tey sum hava myndir kunnu seta seg í samband við Victor á tel. 212927 ella teldupost:victor@kallnet.fo Petur í Gong deyður 4. august 1923 – 15. mai 2003 Hóskvøldið, 15. mai, and- aðist Petur í Gong í Havn 79 ára gamal. Petur var føddur og uppvaksin í Havn, sonur Elsubeth Mal- enu, f. Petersen, úr Svínoy, og Sámal í Gong í Havn. Hann lærdi til skipstimb- urmann á Tórshavnar Skipasmiðju. Undir krígn- um var hann eina tíð í Ís- landi, har hann arbeiddi á eini skipasmiðju. Eftir kríggið fór hann til Dan- markar á tekniskan skúla. Í 1946 giftist hann í Keyp- mannhavn við Jenny Hentze, úr Trongisvági. Tey fluttu heim aftur til Føroya í 1947. Petur ar- beiddi eina tíð á Lítlu Beding í Klaksvík, áðrenn hann byrjaði sum sjálv- støðugur byggimeistari í Havn í umleið 1950. Hann hevði stórt byggivirksemi, og nógv fólk arbeiddu hjá honum. Hann gjørdi fleiri útstykkingar, bygdi sethús, raðhús, og aðrar bygningar til virkir og stovnar. Hann bygdi t.d. studentaskúlan í Hoydølum, sjómannskúlan í Havn og húsini hjá Havn- ar Arbeiðmannafelag. Hann var við í útbygging- ini av Klaksvíkar Sjúkra- húsi í 60-unum og í nógv- um øðrum størri byggiar- beiðum. Tíðliga í sjeytiár- unum stovnaði hann eina plastikrør verksmiðju á Heygnum Mikla í Havn. Petur sat í býráðnum í Havn í umleið 35 ár. Hann byrjaði sum varamaður á priva listanum hjá H.C.W. Tórgarð, og tá Tórgarð doyði í 1957, yvirtók Petur listan. Uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong var í mong ár størsti listin í býráðnum. Jenny í Gong andaðist í 1987. Jenny og Petur fingu 6 børn, tey eru: Janus, Sámal, Knút, Elsebeth, Marjun og Helgi. C M Y K 9 8