týsdagur 20. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 94 - 20. mai 2003
Nr. 94 - 20. mai 2003
11
Málið um maskinmmeistararnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum er
ein løgin søga. Tað gamla og hátt virda yrkisfelagið, Mask-
inmeistarafelagið, hevur stríðst fyri at fáa sáttmála-
viðurskiftini á vaktar- og bjargingarskipunum í rættlag. Sum
ein liður í hesum stríði søgdu meistararnir á skipunum seg úr
starvi. Hetta varð gjørt fyri at stuðla felagnum. Men hetta
vápn virkar bara, um allir starvsfelagar standa saman. Eitt
slíkt tiltak hevur tí sum fortreyt, at eingin starvsbróðir uttan
fyri skipanina søkir størvini hjá teimum, ið hava sagt upp.
Bert á hendan hátt kunnu teir, ið hava stríðst fyri betri sømd-
um, heysta fruktirnar av sínum stríði. Maskinmeistarafelagið
hevur tí heitt á allar sínar limir um ikki at søkja størvini. So
langt so gott. Men sum øllum kunnugt gekk ikki, sum Mask-
inmeistarafelagið og meistararnir á vaktar- og bjargingar-
skipunum høvdu ætlað og væntað. Nakrir av starvsbrøðrum
uttanfyri Fiskiveiðieftirlitið søktu størvini og fingu tey.
Eftir hendingina hava ábreiðslurnar á teir, sum hava fing-
ið størvini hjá stríðsmonnunum, ikki trotið. Men teir
vónsviknu meistararnir og felag teirra tykjast gloyma
størstu syndarnar í hesum máli. Hesir eru almenni ar-
beiðsgevarin – fiskimálaráðharrin og ovasti maður í
starvsfólkamálum: fíggjarmálaráðharrin. Við at góðtaka
hesa mannagongd hava hesir myndugleikar evstu polit-
isku ábyrgdina av óskilinum. Vit loyva okkum at ivast,
hvørt her bert er talan um tilvild. Síðan fullveldissam-
gongan tók við hava vit upplivað ein margháttligan og
harðrendan almennan starvsfólkapolitikk. Ein politikk,
sum er eyðkendur av andsøgnum og illvilja mótvegis yrk-
isfelagsskapunum og fakfelagsrørsluni sum heild.
Andsøgnirnar vísa seg við, at tað almenna proklamerer
ein nýggjan setanar- og starvsfólkapolitikk. Bert sakligar
grundir skuldu vera støði undir almennum setanum. Men
myndin í gerandisdegnum er ein heilt onnur, tá
starvsfólkapolitikkur skal innast í verki. Hvat liggur aftan
fyri atburðin móti Maskinameistarafelagnum? Er hetta ein
avleiðing av, at løgmaður hevur avreitt starvsfólka-
politikkin? Er hetta hevnd? Er hetta ein gerð til skrekk og
ávaringar fyri onnur virkin og framfýsin yrkisfeløg? Er
hetta eitt mál fyri umboðsmannin?
Er tað ikki í ljósinum av øllum hesum, ið trætan millum
Maskinmeistarafelagið og landsstýrið kanska skal síggjast.
Talan er kanska ikki um eina tilvildarliga trætu. Er atburður
Fiskiveiðieftirlitsins og fíggjarmálaráðsins ein liður í einum
miðvísum politikki, ið hevur til endamáls at gera føroysk
yrkisfeløg veikari. Var tað ikki henda samgongan, ið legði
út við at tosa um íslendskt lønarlag? Hetta er ein ørkymlandi
støða, ið reisir nógvar moralskar og politiskar spurningar.
Landsstýrismenninir hava enn møguleika at fáa hetta mál
aftur á rættkjøl við at fara inn í málið og beina burtur tann
órætt, ið er framdur móti tænastumonnunum á vaktar- og
bjargingarskipunum. Eftir tað seinasta, ið er hent, har teir, ið
høvdu søkt størvini móti ráðum Maskinmeistarafelagsins,
hava tikið umsóknir sínar aftur, er høvi at geva hesum máli
eina sømiliga loysn. Henda loysn má merkja, at teir ”gomlu”
maskinmenninir fáa síni størv aftur. Og hetta kann væl bert
gerast við eini politiskari avgerð, har báðir avvarandi lands-
stýrismenn eru samdir um eina slíka loysn. Hendir hetta ikki,
eigur løgtingið at hyggja at málinum og kanna, um teir hava
umsitið hetta mál á fullgóiðan hátt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Maskinmeistararnir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kom og dyrka ónøgdina!
Rúni Nielsen
Ein nøgdur ófaklærdur
Tað letur til, at ónøgdin
hevur góðan gróðrarbotn í
landið okkara. Men eg
haldi henda gróðrarbotn
vera væl veltan og sáddan
av ávísum fakfelagsleiðar-
um. Ongin nevndur ongin
gloymdur. Farið verður í
skotgrøvina
øðrumegin
áðrenn
samráðingarnar
byrjar. Hin parturin stendur
sum kánus. Hann veit
úrslitið. Verkfall er úrslitið
hvussu víkir ella vendir.
Hetta er ein meldur undar
slit. Viðurskiftini millum
arbeiðstakara og -gevara
versnað ár um ár. Men
verkfallið býtur seg aftur í
halan. Sama dag sum verk-
fallið byrjar fer prísurin á
gerandisvørum upp. Hetta
kemst av dýrkaðari lossing,
útkoyring,
tænastu
og
øðrum dagsverkið framt av
tímaløntum er. Lønarhækk-
ing verður etin upp av prís-
hækking. Eisini missa tey,
sum eru verkfallsrakt, stór-
an part av síni inntøku. Tað
tekur á og dag at vinna
mista fongin innaftur. Men
hvat? Júst komin uppundan
aftur, er aftur verkfall.
Meldurin heldur áfram.
Hvat er stóra ætlanin aftan-
fyri verkføllunum? Er tað
at taka lívið av ymsum
vinnum her á landi? Er tað
at fáa fólk frá at útbúgva
seg? Tímalønin hjá ófak-
lærdum er nú so nær hand-
verkaralønini, at áratíggjur
skulu til fyri, at handverk-
arin merkir ágóðan av, at
hann fór í læru til sítt lívs-
verk. Er hetta rætt? Er
endamálið at enda bert at
markerað
seg,
dyrkað
ónøgdina og vísa, hvussu
stórt vald ein fakfelagsfor-
maður hevur? Eg spyrji
bara.
ÍSRAELSFELGIÐ
Tíðindaskriv
Á aðalfundinum hjá Ísra-
elsfelagnum sum var hildin
á
Hotel
Hafnia
tann
27.04.03 hevði Símun Ab-
salonsen sera áhugaverdan
fyrilestur
við
heitinum
»Miðeystur og vit«.
Fyrilesturin lýsti grund-
leggjandi spurningin mill-
um kristindómin, jødadóm-
in og islam.
Ísraelsfelagið vónar, at
Símun kann halda henda
sama fyrilestur aðrastaðni
kring landið. Ísralsbólkurin
úr Gøtu sang hebraisk og
føroysk løg.
Í samband við nevndar-
val fóru onkrar smáar
broytingar fram - í nevnd
vóru vald:
Svenning av Lofti, for-
maður, Maigun Solmunde,
næstformaður,
Brynhild
Poulsen, skrivari, Álvur
Kirke, kassameistari, Poul
Johan Djurhuus, nevnd-
arlimur, Rikka Øregaard,
eykalimur,
Sámal
Blá-
hamar, eykalimur.
»Miðeystur og vit«
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Plátufelagið TUTL gevur í
hesum døgum út nýggja
fløgu.
Fløgan
kallast
»TJANT«, og manningin á
fløguni er: Heðin Ziska
Davidsen – gittar, Anders
Hagberg – floyta og sakso-
fon, Mikael Blak – kontra-
bass og Brandur Jacobsen –
trummur. Løgini eru øll
skrivað av Heðin Ziska
Davidsen og tónleikurin er
improvisatiónstónleikur við
íblástri av jazzi, rokki og
etniskum tónleiki. Mann-
ingin kann sigast at vera av-
leggari av bólkinum Ygg-
drasil, ið seinni á árinum
fer á konsertferð í Evropa
og USA.
Í samband við útgávuna
verður konsert í Losjuni í
Gøtu, fríggjakvøldi 16. mai
kl. 21.00. Har verður
tónleikur av fløguni fram-
førdur, umframt at Head-
ache Blues Treo spælur.
Tað er tónleikasamtakið
Grót, ið skipar fyri kon-
sertini.
Tjant – nýggj fløga frá Tutli
Heini Dahl
Oyndarfjørður
Fíggjarmálastýrið hevur nú
í langa tíð sópað alt Norð-
ureuropa fyri at finna nidd-
ingar og svíkjarar til at
manna okkara bjargingar-
skip við. Soleiðis kunnu
tænastufólk í fíggjarmála-
stýrinum ótarnað røkta
teirra egnu forfengiligheit,
til ógagns fyri Føroya Fólk.
Maskinstjórin á Brimli og
tit tíggju, sum nú standa
uttan arbeiði, mugu síggja í
eyguni, at tit hava tapt móti
fíggjarmálastýrinum. Sjey
navnleys fólk av tykkara
egnu stungu tykkum í rygg-
in. Her má eg síga sum
norðmaðurin. "Fy for
fanden" .
At fáa umboðsmannin at
kanna Fíggjarmálastýrið er
slett ikki óhugsandi. Pro-
sessin tekur langa tíð, so tit
eru helst deyðir í raki, áðr-
enn nakað úrslit fæst hag-
ani. Tí vil eg vóna, at tit
bliva settir í annað starv
skjótt.
Niddingar og svíkjarar
Búskaparfrøðingur ella politiskt valevni
Annita á Fríðriks-
mørk,
tingkvinna
Tjóðveldisfloksins
Magni Laksafoss hevur í
Sosialinum 16. mai nakrar
hugleiðingar um búskapar-
gongdina.
Trupulleikin er bara at
M.L. fleiri ferðir mótsigur
sær sjálvum í samrøðuni,
og at hann til tíðir sigur
beinleiðis ósatt.
Tað sum hevur eyðkent
M.L. í sínum úttalilsum
seinastu árini er, at óansæð
hvørji politisk stig sitandi
samgonga tekur, so meinar
hann, at tað samgongan
ger, er nakað lort. Samrøð-
an í Sosialinum 16. mai er í
so máta onki undantak.
Trupulleikin er sjálvandi at
M.L. úttalar seg sum polit-
iskt valevni hjá sambands-
flokkinum meðan hann tit-
tillerar seg sum búskapar-
frøðing.
Aldukambur ella upp-
gongd
Tá ið tosað verður um
framtíðina er altíð áhuga-
vert at hoyra spádómar frá
frøðingum um hvønn veg
vit fara. Men tað sum er
imponerandi við M.L. er, at
hann megnar í eini og somu
samrøðu at vísa á, hví bú-
skapargongdin í samfelagn-
um nú fer at fara bæði upp-
eftir og niðureftir.
M.L verður siteraður fyri at
siga bæði. Fyri tað fyrsta, at
skattalættin er ótíðarhósk-
andi nú, tí so nógv ferð er
á búskapinum, og at skatta-
lættin vil einans føra til økt
virksemi, økt lønarkrøv og
harvið økir um búskapin.
Men seinni í samrøðuni
broytir hann meining um
ferðina, nú sigur hann, at
ferðin er steðgað, at vit eru
á aldukambinum, og mein-
ar hann tí: "at tað var nú, at
tað almenna skuldi átt pen-
ing at slúsa út í samfelagið
fyri at hildið virkseminum
uppi".
Ikki eiti á. Nú verður
knappliga rátt okkum til at
steðga ferðini á búskapin-
um og til at slúsa pengar út
samfelagið fyri at halda
virkseminum
uppi.
Eg
meini tað.
Førdi fíggjarpolitikk-
urin:
Í blaðnum verður samrøðan
býtt upp í tvær greinar.
Onnur av greinunum ber
yvirskriftina: "Fíggjarpolit-
ikkurin hjá sitandi sam-
gongu skyldina av, at
lønarkrøvini eru so stór";
og har kemur so ein røð av
atfinningum.
Vit eru nokk samd um, at
alt er ikki gott hvørki í sam-
felagnum ella við sitandi
samgongu, men at nógv er
vorðið nógv betri síðani
sitandi samgonga tók við
fyri 5 árum síðani, man
verða ringt at mótmæla.
Orsøkirnar eru í høvuðs-
heitum, at búskapurin hev-
ur verið uppgangandi í
grannalondunum, at fiski-
skapurin og fiskiprísirnir
hava verið positivir og at
fleiri tiltøk frá politiskari
síðu hava megnað at hand-
farið uppgongdina. Her
skulu verða nevnd nøkur
dømi:
Lønarvøksturin og
gjógvin
Tað er rætt at almennu út-
reiðslurnar eru øktar nógv
síðani kreppuna, men stór-
ur partur er farin til tann
lønarvøkstur, sum lønmót-
takarin
misti
gjøgnum
kreppuárini. Vit hava eisini
sæð at gjógvin millum tær
høgu og tær lágu inntøkur-
nar er minkað heilt fitt hesi
árini sitandi samgongan
hevur sitið.
Sjálvberandi
búskapur
Nakað, sum eisini eyð-
kennir førda búskaparpolit-
ikk er stevnan um sjálvber-
andi
búskap.
Hendan
samgongan, sum hevur sit-
ið í fimm ár, hevur megnað
at skorið blokkin við einum
triðingi hetta tíðarskeiðið.
Hetta hóast øgiligt trýst um
meirútreiðslur frá øllum
síðum. Hetta at hava sjálv-
berandi búskap er eitt mál,
sum allir flokkar siga seg
verða fyri, men M.L veit
nokk, at tað eru ikki allir,
sum høvdu tora at framt
hetta í verki. Sambands-
flokkurin sum var ímóti
niðurskurðinum av blokk-
inum hevði óteljandi dømi
um, hvussu hasar 366 mió
kundu verið brúktar til
almennar tænastur. Tær
somu almennu tænasturnar,
sum M.L sigur verða øktar
alt alt ov nógv.
Stuðul til vinnulívið
Eisini hevur hendan sam-
gongan megnað at latið
verið við at slúsa pengar út
aftur í stuðul til vinnulívið.
Hóast øgiligt trýst frá bæði
andstøðuni og pørtum av
samgonguni. Men førdi
fíggjarpolitikkurin megn-
aði at halda hesum aftur.
Lutfallið millum
málsøkini
Førdi fíggjarpolitikkurin
seinastu árini hevur eisini
víst, at tað bar til at broyta
lutfallið millum, hvussu
nógv verður latið til ymsu
málsøkinum í samfelagn-
um.
Fíggjarpolitikkurin
hevur nemliga víst, at al-
mannamál,
heilsumál,
mentan og útbúgving hava
verið nógv hægri raðfest nú
enn nakrantíð áður.
Samanumtikið er neyvan
nakar ivi um, at førdi fíggj-
arpolitikkurin hjá sitandi
samgongu hevur slóðað
fyri nógvum og grundl-
eggjandi broytingum í før-
oyska samfelagnum. Broyt-
ingum, sum hava gagnað
flestum føroyingum, og
sum koma at seta positiv
spor langt inn í framtíðina.
VIÐMERKINGAR
Profetiirnar hjá Eilifi
Høgni Hoydal
Eilif Samuelsen viðger í
lesarabrævi røðuna, sum
undirritaði helt á aðalfund-
inum hjá Føroya Lærara-
felag.
Í stuttum, so roynir Eilif
at skúgva kjarnuna í røðu
míni til viks. Hann fer aftur
á gamla lagið um, at vit
(altso sambandsflokkurin)
gjørdu tað og tað, men tit
hava bara elvt til rok, síðani
tit tóku við.
Veruleikin er tann, at vit
hava brúkt nærum 5 ár at
rudda upp í tí vánaligu fyri-
reikingini,
sum
Eilif
Samuelsen og hansara sam-
gonga gjørdi, tá tey sam-
tyktu nýggju fólkaskúla-
lógina.
Lógir og karmar
hanga saman
Víst
inniheldur
nýggja
fólkaskúlalógin nógv gott
og hon var eitt stórt fram-
stig. Og víst verður nógv
ótrúliga gott arbeiði gjørt á
skúlunum við nýggju lóg-
ini.
Men hon var alt ov illa
viðgjørd og ov illa umhugs-
að politiskt, áðrenn hon
varð sett í verk. Við tí úr-
sliti, at tað positiva, sum
átti at verið grundarlagið
undir okkara fólkaskúla,
endaði alment í einum
longum víggi um pening,
játtanir, niðurskurðir og
uppgávur hjá lærarunum,
heldur enn í orðaskifti um
at seta nýskapan í verk og
geva skúlunum rúmd og
ábyrgd.
Tí hava vit nýtt so stóra
orku til at viðgera og skapa
karmar um tann góða
fólkaskúlan eftir arbeiðið
hjá Eilifi, har hann ikki út-
vegaði
fólkaskúlanum
neyðugar karmar at fremja
tann góða skúlan.
Alt er gjørt seinni
Eilif nevnir tildømis skúla-
stýrini. Ja, tey setti Signar á
Brúnni í verk, meðan hann
sat sum landsstýrismaður.
Vit hava lagt ætlanir og
brúkt øgiliga orku uppá at
fáa sett í verk møguleikar-
nar í nýggju fólkaskúla-
ógini - onki varð fyrireikað
frá undanfarnu samgongu.
Og vit hava hækkað
játtanina til fólkaskúlan við
50 prosentum, síðani Eilif
Samuelsen sat. Men vit
mugu sjálvandi spyrja, um
vit fáa nóg nógv gott
burturúr?
Annlis Bjarkhamar hevur
sett sjøtul á eitt gott og
veruligt arbeiði saman við
skúlunum um, hvussu vit
fáa trivnaðin og tann góða
fólkaskúlan á skránna. Og
hetta arbeiðið skal nú
fylgjast upp.
Tað var høvuðsboðskap-
urin í míni røðu.
Fakfeløg eru meira
enn limatreytir
Tá Eilif Samuelsen sigur, at
eitt fakfelag bara skal tak-
ast við lønar- og sáttmála-
viðurskifti hjá sínum lim-
um, so eri eg beinleiðis
ósamdur. Eitt fakfelag er
nogv meira enn tað. Tað
haldi eg eisini, at Føroya
Lærarafelag hevur prógvað
í síni longu søgu. Felagið
hevur eina langa siðvenju
fyri at ganga undan at við-
gera skúlaskap, pedagog-
ikk, innihald í læringini og
at útvega amboð til at røkka
málunum.
Profetiirnar halda
vónandi
Eilif Samuelsen spyr at
enda, um hetta er profetisk
tala hjá undirritaða, at vit
nú skulu tosa um innihald
og mál, heldur enn um
sáttmálaviðurskifti
og
pengar. Og svarið er: Ja,
vónandi verður tað prof-
etisk tala.
Eg vóni, at vit nú hava
ruddað upp í tí mesta, sum
hevur ligið á láni, soleiðis,
at teir praktisku spurning-
arnar fara at menna seg
nattúrliga við okkara mál-
um fyri skúlan.
Profetiirnar hjá Eilifi
Hinvegin kann eg sláa fast,
at profetiirnar hjá Eilifi
Samuelsen, hava víst seg at
vera luftkastellir.
Serliga Tjóðveldisflokk-
urin og Signar á Brúnni
vístu á og ávaraðu um tær
vantandi fyrireikingaranr
og tær vantandi fíggjarligu
metingarnar og raðfesting-
arnar, tá nýggja fólkaskúla-
lógin varð skundað ígjøgn-
um. Men Eilif Samuelsen
segði fyri Løgtinginum, at
nýggja fólkaskúlalógin fór
ikki at kosta nógv meira.
Kanska eina millión meira
um árið til sjálvan fólka-
skúlan og so einar 6 milli-
ónir til forskúlaskipan, varð
sagt tá.
Til upplýsingar, so hava
vit síðani 1997, tá Eilif sat
sum landsstýrismaður, økt
játtanina til fólkaskúlan við
73 milliónum krónum.
So góði Eilif Samuelsen.
Eg hevði ynskt at tú hevði
hugsað longur fram, gjørt
fyrireikingar og gjørt nakr-
ar haldbarar profetiir, áðr-
enn tú legði fólkaskúlalóg-
ina fyri tingið.
C
M
Y
K
11
10
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!