Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 94 - 20. mai 2003 Nr. 94 - 20. mai 2003 13 Aftur ein rækjutrolari fer nú undir hamaran South Island hjá vág- bingum er lagdur og verður seldur á tving- silssølu í næstum RÆKJUKREPPA Áki Bertholdsen Kreppan hjá rækjuflotanum hevur nú ført til at enn ein trolari er farin á húsagang. South Island, fekk ikki meiri enn trý ár í føroyska fiskiflotanum, tí nú er hann lagdur og fer undir hamar- an. Øll manningin er søgd upp og reiðarin, Eli Frede- riksen, í sigur, at ongar vónir er um at bjarga hon- um og tí fer hann undir hamaran. Hann kom á Havnina mitt í farnu viku og har verður hann liggjandi til verkfallið er av og hann sleppur at avreiða. Tað vóru stórar vónir wettur til South Island, tá ið vágbingar keyptu hann úr Íslandi tíðliga í 2000, men síðani hevur tað verið ein long mótbrekka hjá honum eins og hjá øllum hinum rækjuskipunum. Og nú hava so fíggingar- stovnarnir sagt kredittin upp og vilja ikki fíggja hann meiri og so er bara ein vegur og tað er undir ham- aran. Reiðarin sigur, at báturin hevur fiskað væl, tó at hann ikki minnist tonsatalið. Men prísurin hevur verið út av lagið vánaligur í longri tíð og hartil hevur oljuprísurin rættiliga tikið himmalfluktina. Og nú South Island ligg- ur í Havn og bíðar eftir at sleppa av við veiðina, fáa teir ikki so frægt sum sjey krónur fyri kilo av ídnaðar- rækjunum. Og marknaðurin fyri tær kókaðu rækjurnar eru so vánaligur, at teir hava ong- an sum helst prís fingið fyri tær enn og tær verða tískil lagdar á goymslu í vónini um at sleppa av við tær seinni. Eli Frederiksen sigur, at prísurin fyri ídnaðarrækjur- nar skuldu helst verið einar 12 krónur kilo og tær kók- aðu rækjurnar skuldu helst gingið fyri einar 18-20 krónur kilo. Ongin glotti fyri framman Hann sigur ,at tað er ikki til at siga, hví støðan á heims- marknaðinum er blivin so vánalig. – Men veruleikin er, at tað eru matstovur kring um í heiminum, sum keypa tað mesta av rækjunum. Og matstovuvinnan er eisini í svárari kreppu nógva staðni, tí óttin fyri yvir- gangsatsóknum ræðir fólk frá at fara á matstovur at eta. Samstundis hava bæði kanadiarar bara økt rækju- kvoturnar í takt við at prís- urin er fallin fyri at halda stand og grønlendingar fylgja eftir og er bara við til at trýsta prísirnar enn meiri. Og hann sigur frá fólki, sum fylgja við rækju- marknaðinum, at ongin glotti er at hóma og at kreppan í rækjuvinnuni kann fyri tað vara nøkur ár enn. Vágbingar keyptu South Island úr Íslandi í februar í 2000 fyri 60 milliónir krón- ur og hann skuldi fiska fyri 31 milliónir um árið fyri at bera seg. Men tað hevur verið so langt frá, tí hvørki í 2001 og 2002 fiskaði hann so frægt sum fyri raksturin og tíðansheldur hevur nakað avlop verið at betala av- dráttir við. Men í fyrstuni kláraðu teir so dánt rentur- nar. –Sostatt er skuldin bara vaksin og vaksin og tað var onki at gera longur. Hvussu stór skuldin er, minnist hann ikki í løtuni. Eli Frederiksen sigur, at teir, sum nú eiga bátin, hava slept honum og fara ikki at royna at fáa hann aftur. Upprunaliga er South Is- land kendi íslendski trolar- in Bessi. Hann varð bygdur í 1989 og hevur fiskað av- bera væl. Í 1996 varð hann umbygdur til rækjur. Ikki tann síðsti Eli Frederiksen sigur, at South Island er triði rækju- trolarin, sum fer av knóra- num, bæði Hvannaberg, sum eisini vágbingar áttu og Kappin úr Havn eru far- nir frammanundan. Og hann væntar, at sum støðan er í løtuni verður South Island ikki tann sein- asti, so vánalig er støðan. –Nakrir rækjutrolarar eru eftir, men tað sær svart út hjá øllum flotanum nú. Samstundis hevur lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum gjørt púra greitt fyri kortum, at ongi politisk stig verða tikin fyri at bjarga rækjutrolarunum. Hann skal ikki siga, at tað var hendan útsøgnin, sum fekk fíggingarstovnar- nar at geva skarin yvir beint nú, tí tað kom nokk so knappliga, men tað kann vera, heldur hann. Tí er alt, sum bendir á, at South Island nú fer av landinum aftur. Arbeiðsgevarar kanna blokadur Arbeiðsgevarafelagið er farið at kanna hvussu umfatandi blokadurnar eru, sum teir siga eru ólógligar VERKFALL Áki Bertholdsen Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú farið at kanna eftir, hvussu umfatandi blokad- urnar ímóti teimum ymsu fyritøkunum og arbeiðs- plássini eru. Síðani verkfallið varð lýst, hava arbeiðarafeløgini blokerað seraliga heilsølur og vørugoymslur. Jan Mortensen á Arbeiðs- gevarafelagnum sigur, at arbeiðsgevararnir fara ikki at gera nakað við blokadur, sum hava til endamáls at forða fyri at vøra sum so verður flutt. Men at forða fólki, sum vanliga plaga at heinta sín- ar vørur, at gera tað, nú verkfall er, er ólógligt. Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at handilsmenn sjálvi heinta vørur frá heil- sølum og av goymslum og at tað eisini er vanligt, at handverksmeistarar sjálvur heinta timbur og tilfar frá timburhandlum. –Og at nokta teimum tað, nú verkfall er, er ólógligt, sigur Jan Mortensen. Hann sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú farið at kannað eftir, hvussu umfatandi tær ólógligu blo- kadurnar eru. Men um meiri skal gerast við málið, er ikki viðgjørt enn. Men hann væntar ikki, at arbeiðsgevarafelagið fer at taka stig til at melda. – Men eru tað fyritøkur, sum føla seg gingnar ov nær, stendur tað teimum sjálvsagt frítt fyri at biðja løgregluna hjálpa sær við trupulleikanum, sigur hann. – Annars er tað greitt staðfest at tað er ólógligt at blokera vegir. At so Arb- eiðarafeløgini siga, at tey ikki leggja nakað í tað, má standa fyri teirra egnu rokning, sigur Arbeiðsgev- arafelagið Væntar boð Fyrrapartin í gjár høvdu arbeiðsgevararnir enn onki hoyrt frá semingsmonnun- um. Men teir sótu framveg- is og bíðaðu. Spurningurin er so, um nakað er at samráðast um enn. Jan Mortensen endurtek- ur, at arbeiðsgevararnir vilja undir ongum umstøð- um tosa um eina lønar- hækking ið íkist tí, sum arbeiðarafeløgini hava kravt. Ikki fleiri undantøk Arbeiðarafeløgini bíða eis- ini. Georg Hansen, næstfor- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at verður tað neyðugt at herða blokadur- nar, verður tað gjørt, men enn hevur tað ikki verið viðgjørt. Hann sigur, at verkfallið merkist meiri og meiri fyri hvønn dag, sum gongur. Nú eru bussarnir hjá bygda- leiðum og postbilarnir við at verða settir. Og Georg Hansen sigur, at tey fáa ikki undantaks- loyvi til at fylla tangarnar. Hinvegin fáa strandfara- skipini undantaksloyvi til at bunkra olju South Island liggur við bryggju í Havn og loysir ikki aftur. Sostatt er triði rækjutrolarin farin av knóranum. Eigararnir hav slept øllum vónum um at bjraga honum og hann verður nú seldur á tvingsilssølu Enn er støða ikki tikin til um blokadurnar skulu herðast. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at summar blokadur eru ólógligar og tær verða nú kannaðar Um verkfallið stendur við í juni mánaða, so kann hetta gerast ein trupulleiki fyri týsk sjónvarpslið, sum koma til Føroya. Tí um heilt illa stendur til, so sleppa týsku sjónvarpsbilarnir ikki í land FÓTBÓLTUR Ingrid Bjarnastein Verkfallið hjá arbeiðaran- um kann raka rættiliga meint, og um illa vil til og verkfallið stendur við inntil juni mánaða, so kann tað bera soleiðis á, at týsku sjónvarpsbilarnir, sum skulu senda frá dystinum ikki sleppa í land í Føroy- um, og soleiðis ikki kunnu senda dystin víðari til allar tær milliónirnar, sum sita og bíða niðri í Týsklandi. – Um so er, so verður tað katastrofalt, sigur Dánjal Andreasen, formaður í Fót- bóltsambandi Føroya í stuttari viðmerking. Fótbóltsambandið hevur sáttmála um sjónvarpsrætt- indini við Sport 5, sum síð- ani hevur selt rættindini víðari til týska filmsfelagið ARD, og dysturin millum Føroyar og Týskland skal so forvinna peningin inn- aftur, sum Sport 5 hevur brúkt uppá at keypa rætt- indini til frá føroyingum. Her kann nevnast, at fyrr- verandi formaðurin í FSF, Torleif Sigurðson segði aft- aná lutakastið í 2001, at tað at Føroyar vóru komnar í bólk saman við Týsklandi merkti einar seks milliónir krónur eyka til Fótbóltsam- bandið. Og nakrar av teim- um milliónunum koma utt- an iva frá sjónvarpsrættind- unum til sjálvan dystin. Tískil kunnu milliónir koma at standa uppá spæl um verkfallið ikki er av í juni. Týsku filmsliðini koma helst til Føroya í vikuni undan dystinum. Tórsvøllur klárur Men hvussu er ella ikki, so verður Tórsvøllur, har dyst- urin skal spælast, klárur. Tað er Poul Michelsen, for- maður í grunninum fyri Tórsvøll, ikki í iva um. – Vøllurin verður klárur og alt anleggið sum heild verður klárt, og tað verður so gott, sum tað kann vera, sigur Poul Michelsen. Sjálvt um landið liggur lamið av verkfallinum, hev- ur hetta ikki ávirkað Tórs- vøll munandi. – Á Tórsvølli eru tvær enterprisur, sum arbeiða. Byggitek arbeiðir enn, tí har eru tað handverkarar, og teir eru ikki umfataðir av verkfallinum. Í suður- endanum arbeiðir Gunnar Waagstein, men hetta ar- beiðið liggur stilt í løtuni, men tað er ongin vandi í tí. Tí sjálvt um hetta arbeiðið ikki verður liðugt, so ber væl til at spæla dystin hóast alt, greiðir Poul Michelsen Sosialinum frá. Restin av arbeiðnum er sjálvboðið og krevur tí onga lønútgjalding, og hetta arbeiðið heldur eisini fram sum vanligt. – Eg skal ásanna, at tað verður pirriligt, um verk- fallið heldur fram inn í juni mánaða, men eg eri mest bangin fyri týsku sjón- varpsbilunum, tí um teir ikki sleppa í land at senda frá dystinum vegna verk- fall, so verður hetta ein katastrofalur fíggjarligur missur. Sjálvur Tórsvøllur verður klárur. Um ikki annað so klárur, at alt rigg- ar. Poul Michelsen ivast ikki í, at støðið á Tórsvølli fer at verða fult so gott sum alla aðrastaðni. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá ar- beiðsmannafeløgunum, men ongin hevur verið at hitta vegna fundarvirksem- ið fyrrapartin í gjár. Milliónir standa uppá spæl Um illa vil til, so standa fleiri milliónir uppá spæl í juni mánaða, um verkfallið stendur við. Um heilt illa stendur til, so sleppa týsku sjónvarpsliðini ikki í land við bilunum, og tískil ber ikki til hjá teimum at senda víðari frá sjálvum dystinum Hóttir við knívi HÓTTAN Ingrid Bjarnastein Beint fyri klokkan fýra náttina til leygar- dagin vóru tveir mans, sum gingu við Keyp- samtøkuna í miðbýn- um steðgaðir av einum øðrum manni. Hesin maðurin tekur ein knív fram, og hóttir við at stinga menninar. Á ein ella annan hátt fáa menninir tosa hóttandi mannin frá at stinga, og brádliga rennur maðurin bara avstað. Politiið í Havn upp- lýsir, at teir hava fing- ið eina góða frágreið- ing um, hvussu mað- urin sær út, og arbeitt verður í løtuni við at fanga mannin. Rútar brotnir HERVERK Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið, sum hevur verið rættiliga langt av tí, at Dýri biðidagur var fríggja- dagin, hevur politiið í Havn fingið tvær frá- boðanir um herverk. Annað var í Trón- dargøtu, har ein rútur var brotin, og somu- leiðis var ein rútur eisini brotin í Dóm- araskrivstovuni í C. Pløyens gøtu. Politiið hevur ongan gerningsmann funnið, og heldur ongin er mistonktur enn. Upplýst verður ann- ars av politigarðinum, at løgreglan hevur ver- ið úti til húsaófriðir einar tvær ferðirnar um vikuskiftið, og nøkur smærri ferðslu- óhapp hava eisini ver- ið. Men ongin fólka- skaði stóðst av ferðsluóhappunum. Fýra persónar hava verið og gist í brumm- uni um vikuskiftið. Onkur er eisini vorðin tikin fyri at koyra ávirkaður, men politiið ásannar, at nógv minni koyring er nú, tí tað er verkfall. VIÐMERKINGAR Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Vit hava í farnu viku sæð, at Arbeiðsgevarafelagið nú varpar út skriv, sum danska Løgmálaráðið hevur skriv- að í samband við kæru, sum undirritaðu feløg sendu um framferðina hjá donsku løgregluni í Føroy- um undir verk-fallinum í 2001, tá løgreglumenn sera ágangandi gjørdu seg inn á fakfelags-fólk. Helst er eingin ivi um, at fútin ella varafútin hava latið Arbeiðsgevarafelagn- um avrit av nevda brævi. Váttar illgruna okkara um, at fútin og løgreglan ganga ørindi arbeiðs-gevar- anna. Hetta, at Arbeiðsgevara- felagið nú fer í fjølmiðlarn- ar við brævinum, sum teir óivað hava fingið av fúta- skrivstovuni váttar illgruna okkara um, at fútin og løgreglan tæna arbeiðsgev- arasíðuni, tá fakfeløg royna at vinna limum sínum sømulig lønar- og starvsset- anarkor. Hetta, at løgreglan tænir teimum sum hava maktina í samfelagnum er einki nýtt, tí somu royndir hava fak- feløg í grannalondum okk- ara. Løgrelumenn og arbeiðs- gevarar teirra standa sam- an. Tað er neyvan nakað nýtt í tí, at løgreglumenn halda hondina yvir hvørjum øðr- um, og í Danmark hava vit fleiri dømi um, at leiðslan fyri løgregluni har, í flest øllu førum heldur hondina yvir løgreglumonnum sín- um. Tað er tí ikki at undrast á, at hóast vit høvdu fleiri dømi um ein framferðar- hátt, sum ikki átti at komi fyri í einum rættarsamfel- ag, so kom danska løg- málaráðið við vanliga lestr- inum um, at tey »grundað á frágreiðinga frá løgregl- uni« ikki metti at nakað skeivt varð gjørt. Hvussu kunnu vit vænta annað, tá løgreglan skal kanna seg sjálva? Arbeiðsgevarafelagið etur alt rátt, og frá teirra síðu verður ikki sett eitt einasta spurnartekin við á hvørjum grundarlag løg- málaráðið hevur viðgjørt kæru okkara. Og hví skal arbeiðsgevarafelagið eisini tað? Tað passar jú í teirra kramm, at eingin verulig kanning fer fram av tí sum fór fram í 2001, tá løgregl- an so íðin vardi arbeiðsgev- arasíðuna. Arbeiðsgevarafelagið fiskar eftir at fáa løgregl- una at leggja upp í aftur hesuferð Ikki er ilt at lesa millum linjurnar, at Arbeiðsgevara- felagið aftur undir hesum verkfallinum vil hava fútan og løgregluna at leggja seg út í lógliga verkfall okkara. Vit skulu tó gera bæði Arbeiðsgevarafelagnum og fútanum greitt, at vit ætla ikki at lata okkum ræða av beinleiðis og óbeinleiðis hóttanum teirra, tí vit ætla framvegis at stríðast fyri rættvísu lønarkrøvunum hjá limum okkara. Fútin og Arbeiðsgevarafelagið avdúka seg C M Y K 13 12