týsdagur 20. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 20. mai 2003
15
4. flokkur
roynir seg í
sangi
4. flokkur í Vágs
skúla vitjaði í vikuni í
útvarpsstovuni á Suð-
urrás, har tey sungu
heimagjørdan sang
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
4. flokkur í skúlanum í
Vági hevur við sanglærar-
anum skrivað sangin “Lítla
Ása”. Í vikuni sluppu tey at
royna seg sum sangarar.
Tey vitjaðu í útvarpsstov-
uni á Suðurrás og har tóku
tey sangin upp.
4. flokkur og sangur
teirra verður at hoyra í
sendingini Viðurgerði, sum
verður send hósdag klokk-
an 17 og endursend fríggja-
dagar klokkan 14. Nú
summarskrá
útvarpsins
byrjar, er hetta seinasta
sending av hesum slag á
hesum sinni.
Føroyska poppidolið
skal á stóra pallin, og
hann hevur fingið
góða tíð millum fleiri
av høvuðsnøvnunum
á festivalinum. Tað er
óvanligt, at ein sang-
ari verður tikin inn á
høvuðspallin so stutt
áðrenn festivalin
Tað var ein pallborðsfundur
í Fuglafirði, sum fingu
umboðini fyri festivalin í
Jelling at spíla eygu og
oyru upp. Brandur Enni
sang nakrar sangir, og tað
gjørdi hann so sannførandi,
at samband beinanvegin var
millum Jelling og Brand.
Hóast tað er óvanliga
seint at seta nýtt navn á
skránna fyri høvuðspallin,
so er tað nú greitt, at
Brandur skal spæla í Jelling
síðst í mai mánaði. Hann
hevur fingið gott pláss á
stóra pallinum, har hann
skal syngja millum nøvn
sum Nik & Jay og Kim
Larsen tann 29. mai kl.
14.15.
Á heimasíðuni hjá Jelling
Festivalinum – www.jell-
ingmusikfestival.dk
-
greiða teir frá um Brand
Enni.
Eisini Déjá Vu fer at
spæla í Jelling. Teir spæla á
einum av minni pallinum
tann 30. mai kl. 19.00.
4. flokkur í Vágs skúla vitjar í útvarpsstovuni á Suðurrás
Brandur skal syngja í Jelling
15
14
Nr. 94 - 20. mai 2003
Hartar USA
Leiðarin í altjóða kjarnorkustovninum, Mohamed
ElBaradei, heldur, at altjóða samfelagið eigur at upp-
fata kríggið í Irak sum eina ávaring um, at tað er
neyðugt við betri samanhaldi í heimssamfelagnum.
– Hetta eigur at siga okkum, at tað loysir seg best
at loysa trupulleikar við orðaskifti og samráðingum.
Eg haldi ikki, at kríggj er tann besta loysnin, hvørja
ferð vit eru ósamd um, hvussu trupulleikar skulu
loysast, sigur Mohamed ElBaradei.
Saman við svianum Hans Blix hevði hann ábyrgd-
ina av ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak. Teir báðir
hava síðani kríggið mælt USA til at lata eftirlits-
menninar sleppa aftur til Irak at leita eftir møguligum
hópoyðingarvápnum, men tað vilja amerikanararnir
ikki. ElBaradei sigur amerikansku avgerðina vera
ørkymlandi, og hann leggur amerikansku stjórnina
undir líkasælu.
Fekk viðgerð í London
Ein fýra ára gomul iraksk genta fekk sunnudagin
hjartaskurðviðgerð í London, eftir at sjúkrahúsið í
Bagdad, sum skuldi viðgera hana, varð herjað av
ránsmonnum. Irakska gentan varð fødd við einum
hjartabreki, og hon lá á einum sjúkrahúsi í Bagdad, tá
amerikansku hermenninir tóku býin.
Tað tók læknunum á Royal Brompton-sjúkrahúsin-
um í London tríggjar tímar at viðgera gentuna, og
læknarnir siga, at hon hevur tað gott eftir umstøðun-
um.
Hjálparfelagsskapurin Chain of Hope sigur, at fleiri
hundrað iraksk børn eru í somu støðu sum tann fýra
ára gamla gentan, og at teimum tørvar viðgerð sum
skjótast. Men tey nógvu herverkini og ránini á sjúkra-
húsunum í Bagdad hava gjørt, at trot er á ymsari út-
gerð, og tí kunnu børnini ikki fáa ta neyðugu viðgerð-
ina har, sigur felagsskapurin. Tann fýra ára gamla
gentan er heldur ikki tað fyrsta irakska barnið, sum
hevur fingið viðgerð í Bretlandi. Í síðsta mánað varð
eitt seks mánaðar gamalt barn viðgjørt á einum
sjúkrahúsi í Liverpool.
Kommunur leggja saman
Tað er ikki bara í Føroyum, at tosað verður um kom-
munusamanlegging. Soleiðis er eisini í Danmark.
Sambært Jyllandspostinum arbeiðs í hvussu er 40
danskar kommunur í hesum døgum við ætlanum um
at leggja saman, og áðrar ganga í tonkum um at gera
tað sama. Høvuðsorsøkin til gongdina er, at stjórnin
væntandi skjótt fer at koma við boðum um, at komm-
unurnar skulu leggjast saman í størri eindir, og tí
velja nógvar kommunur at taka stigið, áðrenn stjórnin
ger tað fyri tær. Talsfólk hjá stjórnarflokkunum hava
eisini sagt, at vilja kommunurnar ikki leggja saman
við góðum, verða tær tvingaðar til at gera tað.
Í fjør gjørdu tær fimm kommunurnar á Bornholm
av at skipa oynna sum eina kommunu, og í næsta
mánað skulu íbúgvararnir í teimum báðum kommun-
unum á Ærø taka støðu til ta sama. Á Langeland hava
kommunurnar stutt síðani gjørt av at leggja saman.
Keypa færri bilar
Tann skeiva búskapargongdin í Evropa ávirkar nú
eisini hugin hjá fólki at keypa sær nýggjan bil, men
myndin er ikki tann sama allastaðni.
Eitt nú vísir tað seg, at eysturríkarar, finnlendingar,
italiumenn og sviar hava keypt fleiri nýggjar bilar
higartil í ár enn somu mánaðir í fjør. Serliga í Finn-
landi er bilasølan vaksin nógv, heili 21 prosent.
Í hinum ES-londunum keypa fólk ikki so nógvar
nýggjar bilar longur, og í Danmark er bilasølan mink-
að sera nógv. Í apríl keyptu danir 23 prosent færri
bilar enn í apríl í fjør, og hetta var tann ringasti apríl-
mánaði hjá donsku bilasølunum í heili 35 ár. Men eitt
bilmerki heldur tørn í Danmark og væl tað. Tað er
japanska Mazda, sum í apríl seldi næstan 60 prosent
fleiri bilar enn í apríl í fjør, og seinastu fýra mánað-
arnar eru 40 prosent fleiri Mazda-bilar seldir í Dan-
mark enn somu mánaðir í 2002.
Var fólkaatkvøða í
Noregi nú um
limaskap í ES, høvdu
64 prosent atkvøtt
fyri
NOREG OG ES
Árni Joensen:
Seinastu mánaðarnar hava
meiningakanningar
í
Noregi givið teimum, sum
eru ímóti ES-limaskapi,
veksandi undirtøku, men
sambært einari nýggjari
kanning er gongdin vend
nú.
Kanningin, sum blaðið
Aftenposten og norska út-
varpið hava gjørt, og sum
varð almannakunngjørd í
gjár, vísir, at høvdu norð-
menn sloppið at tikið støðu
til spurningin nú, høvdu 64
prosent atkvøtt fyri lima-
skapi í ES. Bert 19 prosent
siga, at tey høvdu atkvøtt
ímóti, og tey seinastu 17
prosentini hava ikki tikið
støðu.
Kanningin avdúkar eis-
ini, at 22,7 prosent av teim-
um, sum søgdu nei á fólka-
atkvøðuni um ERS-lima-
skap í 1994, høvdu atkvøtt
ja nú.
Aftenposten skrivar, at
meðan meiri enn helming-
urin av teimum spurdu
kvinnunum
vóru
ímóti
limaskapi fyri einum góð-
um mánað síðani, taka 60
prosent av kvinnunum nú
undir við ES-limaskapi.
Hendan sama gongdin er
eisini galdanfi fyri tey, sum
hava lá- og meðalinntøkur,
skrivar blaðið.
Men valið sunnudag-
in gav eisini einum
víðgongdum høgra-
flokki stóra fram-
gongd
BELGIA
Árni Joensen:
Av teimum belgisku stjórn-
arflokkunum vóru tað ser-
liga sosialistarnir, sum
fingu eitt gott úrslit sunnu-
dagin, men kortini ikki nóg
mikið til at broyta lutfallið
millum sosialistarnar og
teir liberalu flokkarnar í
samgonguni. Eisini flokk-
urin hjá Guy Verhofstadt,
forsætisráðharra
hevði
framgongd.
Harafturímóti høvdu um-
hvørvisflokkarnir eitt vána-
ligt val, og tað ger, at flokk-
arnir halda ikki fram í sam-
gongustjórnini.
Teir liberalu flokkarnir
fingu 49 umboð í tjóðar-
tingið og sosialistarnir 48,
so flokkarnir hava greiðan
meiriluta í tinginum, sum
hevur 150 limir.
Men valið gjørdist eisini
ein stórsigur hjá tí tjóð-
skaparsinnaða høgraflokk-
inum Vlaams Blok. Flokk-
urin fekk næstan 19 prosent
av atkvøðunum, og tá er
vert at hava í huga, at hann
fekk allar atkvøðurnar í tí
flamska
partinum
av
Belgia. Hetta er tað besta
valið hjá flokkinum, síðani
hann var stovnaður fyri 25
árum síðani.
Ísraelski forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon,
vil ikki koyra Yasser
Arafat í útlegd, men
hann skal byrgjast av
í Ramallah
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
- Vit eiga at koyra Arafat í
útlegd, tí so høvdu vit
sloppið undan at síggja
hann ganga eftir reyðum
leyparum, tá hann kurteis-
liga tekur í hondina á leið-
arum víða um heimin, skal
ísraelski
verjumálaráð-
harrin, Shaul Mofaz, hava
sagt á einum stjórnarfundi
sunnukvøldið.
Men Ariel Sharon, for-
sætisráðharri vildi ikki
koyra Arafat í útlegd. Ístað-
in varð avgjørt at byrgja
palestinska forsetan av í
Ramallah. Hetta ber mill-
um annað í sær, at útl-
endskir
politikarar
og
diplomatar, sum fara til
Ramallah at tosa við Ara-
fat, sleppa ikki at tosa við
ísraelsku stjórnarlimirnar.
Ariel Sharon sigur, at
Arafat hevur ábyrgdina av
teimum nógvu palestinsku
sjálvmorðsbumbuatsóknun
um
seinastu
dagarnar.
Hesum
vísa
palestinar
aftur. Teir vilja haraftur-
ímóti vera við, at ísraelska
mótstøðan ímóti teirri sein-
astu amerikansku friðar-
ætlanini ger, at ófriðurin
heldur fram.
Palestinar hava góðkent
amerikanska
uppskotið,
men tað hevur Ísrael ikki
gjørt.
Norðmenn vilja upp í ES
UTTAN ÚR HEIMI
Arafat skal byrgjast av
Belgiska stjórnin heldur fram
Guy Verhofstadt kann halda fram sum belgiskur forsætisráðharri.
C
M
Y
K
14