Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • týsdagur • 20. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Gøtumenn eiga ólavsøkuspenningin Alt tað, sum eigur at eyðkenna avgerandi steypauppgerð, var á skránni, tá ið NSÍ og GÍ skiftust um at eiga atgongumerkini til steypafinaluna HÁLVFINALA Jóannes Hansen Bro, bro brille, klokken ringer elleve. Frá barnaár- unum komast øll við spælið, har endamálið er at komast undan svørtu grýt- ini so leingi, sum tað bar til. Nakað soleiðis kendist tað í Gøtu sunnudagin. Tað ráddi um at sleppa undan óynsktu støðuni, sum var tann, at mótstøðuliðið vann at- gongumerkini til steypa- finaluna. Hóast líkindini tíðliga seinnapartin vóru so mikið vánalig, at tað tóktist rættu- liga ivasamt, um tað yvir- høvur var spælandi, so sóu trúføstu viðhaldsfólkini, sum treiskaðust ímóti bæði bensintroti og veðri, framúr seinnu hálvfinalu. NSÍ var tvær ferðir í finaluni, og alt endaði við, at GÍ, sum í útgangsstøðuni var omaná, tí teir høvdu skorað á útivølli, aftur hevði vunnið atgongumerk- ini til ólavsøkufinaluna. Avgerandi málið til 3–2 fekk heimaliðið, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Málskjútti var miðverjin Bartal Eliasen. Eftir at NSÍ í 73. minutti hevði javnað til 2–2 og harvið hevði fyri- munin av útivallarmálum, legði heimaliðið, sum hevði lotið undan, gestamálið undir trýst. Jens Martin Knudsen stórbjargaði fleiri ferðir, og Bartal skoraði, eftir at GÍ tvær ferðir upp í slag hevði sent hornaspørk innfyri. Seinnu ferðina varð bólturin beindur burtur, men GÍ smekkaði innfyri aftur, og so stóð miðverjin á rætta staðnum. Heimafagnaðurin yvir 3–2 málið var sjálvandi sera stórur. Men tað stóð nógv á síðstu løtuna. NSÍ tveitti allar bindingar fyri borð. Teir lupu á við øllum arsenalinum, og tað var fleiri ferðir um reppið, at teir fingu bóltin inn um Jacek Przybylski, sum bjargaði og hálvbjargaði ferð eftir ferð. Fyri hann og liðfelagarnar á vøllinum og viðhaldsfólkini í lívdini undir hálvtakinum kom síðsta bríkslið sera væl við. Báðir partar á kamb- inum og í dalinum NSÍ hevði lotið undan í fyrra umfarinum. Í kvirlun- um var vindurin so nógvur, at tað ikki var spælandi, men inn ímillum var tað ikki so galið. Veðrið var høvuðsorsøkin til, at tað ikki var so nógv av saman- hangandi spæli fyrstu stóru løtuna. NSÍ legði seg á odda og harvið á finalukós, tá eitt korter var farið. Jónstein Petersen fór um koll í brotsteiginum, dómarin peikaði á ellivu metra blett- in, og Brynjolvur Nielsen vísti enn eina ferð, hvussu tryggur hann er, tá ið hann stendur andlit til andlit við málverjan. Sammett við landskapp- ingardystin ímóti KÍ var GÍ styrkt á miðvøllinum, har Gidek var komin afturíaft- ur. Nógv av heimaspælin- um gekk út uppá at raka Popczynski. Messias hekk uppi í honum, men onkra ferðina dragnaði eitt sindur. Eitt nú í 32. minutti, tá tað eydnaðist leikandi venjar- anum at draga seg leysan og senda framvið Jens Martini Knudsen og dygst innanfyri stólparótina. Tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, tókt- ist tað sum um NSÍ fekk mønustingin. Ein av nýggju monnunum, Símun Louis Jacobsen, sneiddi seg leys- an miðskeiðis á NSÍ helvt- ini og við dómadagsskoti undan vindinum var Jens Martin Knudsen prísgivin. Leiðslumálið til heima- liðið hevði við sær, at allar taktiskar bindingar vórðu tveittar fyri borð. Lotið var mest sum dottið burtur, og síðsta stóra hálva tíman vóru áskoðararnir vitni til ferð, intensitet og harvið undirhald, sum var fleiri flokkar omanfyri tað, áskoðararnir til landskapp- ingardystirnar í Runavík og Gøtu Dýra biðjudag høvdu sæð. Tá ið Sjúrður Jacobsen eitt stórt korter undan leik- loki javnaði til 2–2 og aftur sendi NSÍ á finalukós, var málið so vakurt, at tað hjá uttanfyri standandi kendist sum verdugt punktum fyri dramaið. Úr stórari fjar- støðu – og við lotinum ímóti! – valdi Sjúrður at smekka til, bólturin brast í tvørtræið og niður í graslík- ið, og fagnaðurin millum gestirnar kendist sum sig- ursrákið. Men so spenti Gí seg uppaftur meiri út, Bartal skoraði, og hóast NSÍ síðstu løtuna gav alt og eitt sindur afturat, so noyddust teir at ásanna, at uppi á landi verður ólav- søkan í ár ikki gul og svørt, sum hon var í fjør. Tað verða teir bláu og gulu, sum á hesum sinni skulu verja æruna hjá Eysturoy ímóti høvuðsstaðnum. Seinna hálvfinala GÍ–NSÍ 3–2 (1–1) 0–1: Brynjolvur Nielsen 15. 1–1: Krzystof Popczynski 32. 2–1: Símun Louis Jacobsen 50. 2–2: Sjúrður Jacobsen 73. 3–2: Bartal Eliasen 81. GÍ samanlagdur vinnari við málmuninum 4–3 GÍ: Jacek Przybylski – Poul Andrias Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Han- sen – Hans Pauli Petersen, Høgni Madsen, Símun Louis Jacobsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni – Símun Samuelsen, Krzy- stof Popczynski NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Jústines Hansen, Ian Højgaard, Rúni Rasmussen, Jónstein Peter- sen – Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen Leikandi venjari hjá GÍ, Krysztof Popczynski, sum hevði eing góðan dag, fer her framvið Rúna Rasmussen hjá NSÍ Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 94 - 20. mai 2003 100 ÁRA MINNI Tíðindaskriv Í august mánaða 1902 skriv- aðu skopuningar, maður og kvinna í Skopun, undir áheitan til táverandi Sand- oyarprest, Andreas Christian Evensen, um at prædikað skuldi verða á móðurmálin- um í Skopunar kirkju. Av 146 vaksnum fólkum í Skopun skrivaðu 122 undir áheitanina til Evensen, og av teimum 146 vaksnu í bygd- ini vóru enntá nakrir menn til skips. Sostatt skrivaðu í alt 83% av teimum vaksnu í Skopun undir áheitanina til Oyggjarprestin. 6. mars í ár vóru júst 100 ár liðin, síðani danska kirkjumálaráðið gav prest- inum, A. C. Evensen loyvi til at prædika á føroyskum í Skopunar kirkju. Hin 20. apríl 1903 sendir táverandi próstur, Fríðrikur Petersen, loyvið suður til A.C. Even- sen, prest. Óvist er tó, hvønn dag, prædikan eftir kirkjumálaráðsins loyvi, er hildin; men helst hevur tað verið um várið sama ár. Í hesum sambandi er bólkur skipaður til tess at fyrireika hátíðarhald í Skopun til minnis um tógva stríð skopuninga fyri at hoyra Guds orð borið fram á móðurmálinum. Hátíðarhaldið verður frá sunnudegnum, 1. juni, og endar 2. Hvítusunnudag. Skráin fyri hátíðarhaldið í Skopun er ikki endaliga løgd enn, men verður lýst í fjølmiðlunum, so skjótt hon er endaliga løgd. Á hátíðarhaldinum verða Gudstænastur, framsýning- ar, fyrilestrar og fólka- fundur. Fyrireikingarbólkurin, ið m.a. er umboðaður av Skopunar bygdarráði, kirkjuráðnum í Skopun og ungmannafelagnum Sam- ljóð væntar, at mangir úti- setar úr Skopun vitja heim- bygdina hátíðarvikuna, eins og øll onnur eisini eru hjartaliga væl komin til til- tøkini, ið skipað verður fyri til minnis um, at skopun- ingar, sum fyrstir í Føroy- um, fingu loyvi at hoyra Guds orð á føroyskum í kirkjuni. Hátíðarhald í Skopun Mása vann í Klaksvík TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Seinasta undanumfar av Ársins songrødd 2003 varð um vikuskifti. Tiltakið sum var í KÍ-høllini í Klaksvík eydnaðist væl og tá ið av tornaði stóðu tær báðar Mása Tróndheim og Evi Halsdóttir eftir sum ávíka- vist blivu nr.1 og 2. Sostatt skulu tær umboða Klaksvík og Norðoyggjar í stóru finaluni, sum verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði komandi leygarkvøld kl. 22. Tað verða 12 luttakarar, sum fara á pallin hetta kvøldið, tvey vera: Elsa Maria M. Olsen, Óluvá Højgaard, Ninna Katrin Johansen, Julia í Kálvalíð Jocobsen, Eyð- stein Jacobsen, Annika Jón- sveinsdóttir, Nomi Háberg Hansen, Eydna á Fløtum, Kamilla Ravnsfjall, Rúna á Rógvu Simonsen, Mása Trondheim og Evi Hals- dóttir. Listaframsýning á Kunnningar- stovuni í Klaksvík FRAMSÝNING Tíðindaskriv Ungi Klakksvíkingurin, Pauli Guðjónsson, hevur framsýning av kol-, akryl- og akvarellmyndum á Kunningarstovuni allan maimánað og nakað inn í juni. Pauli, sum gongur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur heilt frá barnsbeini av havt áhuga fyri teking. Men ikki fyrr enn fyri 3 - 4 árum síðani byrjaði hann av álvara at mála. Framsýningin er opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl 10 -12 og frá kl 13 - 16, sigur Norðoya Kunningar- stova. Fundur um fasta framtíð Mikukvøldið 21. mai kl. 19.00 verður al- mennur í Býráðshøll- ini í Klaksvík. Evnið er framtíðin hjá frítíðar-, ítróttar- og mentanarlívinum í býnum, nú Norðoya- tunnilin um nøkur ár fer at kollvelta lokal- samfelagið FAST SAMBAND Tíðindaskriv Í fasta sambandinum til og frá meginøkinum liggja nógvir nýggir møguleikar og vansar. Virksemið hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløg- um, frítíðarfeløgum, fyri- skiparum og mentanar- lívinum fær nýggjar avbjóð- ingar, og so er stóri spurn- ingurin, um Norðoyggjar fara at draga ella at dragna. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur sett ein stýrisbólk at fyrireika Klaks- vík til fasta sambandið. Í hesum stýrisbólki sita um- boð fyri millum annað vinnulív, skúlar og heilsu- økið í Norðoyggjum. Stýris- bólkurin fer at seta nakrar arbeiðsbólkar at arbeiða við ávísum økjum, og tann fyrsti av hesum bólkum er settur. Tað er arbeiðsbólkurin, sum skal lýsa frítíðar- og mentanarøkið í Norðoyggj- um. Bólkurin skal geva eitt boð upp á, hvat eigur at vera gjørt og betra á hesum øki næstu árini, og tað verður gjørt í eini frágreiðing til stýrisbólkinum. Í bólkinum eru Eyðun Klakstein, sum er samskipari, Erik Biskopstø og Jastrid Gullaksen. Bólk- urin fer komandi tíðina at tosa við avvarðandi feløg, persónar og stovnar fyri at savna upplýsingar, hugskot og meiningar um frítíðar- økið. Ein liður í hesum arbeiði er almenni fundurin, sum verður í Býráðshøllini 21. mai. Á hesum fundi verður lagt upp til kjak um støðuna innan ítrótt, frítíð og mentan, og hvat skal henda á hesum økjum næstu árini. Øll, sum varða av ítrótti, frítíð og mentan í Norð- oyggjum - ella hava áhuga fyri hesum - eru væl komin á fundin. C M Y K 16