týsdagur 20. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 20. mai 2003
19
Jákup á Borg heldur,
at KÍ átti at havt
hugsað meiri um ær-
una í 2. hálvleiki, enn
nógvir av spælarun-
um tóktust gera, og
KÍ venjarin vildi
ynskt, at tað var
sunnudagur aftur í
morgin, so fyrsta
stigið at vaska
skommina burtur
kundi verið tikið
HÁLVFINALA
Jóannes Hansen
Leikluturin hjá KÍ í kapp-
ingini um Løgmanssteypið
er av á hesum sinni. Í sær
sjálvum er tað ikki nakað
nýtt. Eftir at KÍ av álvara
spenti álopsbogan í Gunda-
dali í vónini um at broyta
3–1 til 3–2 og í staðin fekk
eitt mál ímóti sær, so B36
var frammanfyri 4–1, tá ið
teir sunnudagin vitjaðu í
Klaksvík, lá tað í kortun-
um, at tað var B36, sum
skuldi verða annar parturin
í ólavsøkufinaluni, og so-
leiðis verður tað.
Søgan er, at B36 í fótbólts-
mekkanum hjá klaksvíking-
ingum gjørdi fullkomuliga,
sum teir vildu og fult og heilt
klæddu heimaliðið av við
7–1 sigri. Í steðginum var
støðan 2–0, og í 2. hálvleiki
skoraðu
havnarmenninir
fimm ferðir, áðrenn Hjalgrím
Elttør pyntaði um.
Talan er um ógvusligasta
úrslitið í hálvfinaluni, síð-
ani tað fyrstu ferð varð
spælt um Løgmanssteypið í
1989. Og tað var um repp-
ið, at KÍ metið fyri heima-
tapi í nýggjari tíð fall. Men
málið hjá Hjalgrími bar
sama úrslit við sær, sum í
minniliga landskappingar-
dystinum á Norðoyastevnu
í 1989, tá ið tað var HB,
sum vann 7–1.
Góvu skarvin yvir
Klaksvíkingar tóktust ætla
sær at fáa fleiri mál og
harvið hótta viðførið, sum
B36 hevði við norður. KÍ
útgangsstøðan líktist nógv
3–3–4. Men dysturin var
ikki gamal, tá ið allir KÍ
dreymar um steypafótbólt á
Ólavsøku vóru horvnir sum
døgg fyri sól. Sonny Johan-
sen og Heðin á Lakjuni
skoraðu B36 málini í 1.
hálvleiki, og harvið var
spurningurin, hvussu stórur
B36 sigurin fór at verða.
Klaksvíkingar
tóktust
ikki í steðginum at hava
ásannað, at alt var tapt, og
at málið nú skuldi verða at
spæla fyri at fáa eitt so
heiðurligt úrslit, sum tað
bar til. Verjuspælararnir
vóru frammarlaga á vøllin-
um, og tá ið teir ikki megn-
aðu at renna kapp við Jákup
á Borg og Heðin á Lakjuni,
segði tað seg sjálvt, at
málini skolaðu ígjøgnum
hjá Kartini Joensen, sum
ferð eftir ferð var fullkomu-
liga prísgivin.
KÍ gav stutt sagt skarvin
yvir. Fleiri spælarar hildu
uppat at gera nakað til
nyttu, og tað tóktist ikki
vera orka til at hugsa um
æruna.
– Tað var týðuligt, at teir
punkteraðu, tá ið við tíðliga
í 1. hálvleiki høvdu skorað
tvey mál. Men tað undrar
meg, at teir ikki stríddust
fyri æruni. Eg hevði í
hvussu so er ongantíð funn-
ið meg í tí, um liðið hjá
mær í hvussu so er ikki
royndi at spæla fyri æruni,
er viðmerkingin hjá Jákupi
á Borg, sum sjáldan áður
hevur upplivað at hava so
stórt pláss at dusa sær á,
sum hann hevði í Klaksvík
sunnudagin.
Roknar tú við, at leiklut-
urin hjá KÍ í ár verður lítil?
– Fótbóltur er eitt undar-
ligt spæl. At tað gongst av
skriðuni ein dag, er ikki tað
sama sum, at tað fer at
ganga illa í næstu roynd-
unum. GÍ vann steypabólk-
in, sum vit vóru í. Tá ið teir
vitjaðu okkum í Gundadali,
vunnu vit 5–1. Eg rokni
faktiskt við, at bæði KÍ og
GÍ fara at gera um seg í
landskappingini, men sjálv-
andi er tað ikki bara sum at
siga tað at vaska ein
sovornan blett av sum 7–1
tap – bæði hjá spælarunum
og hjá felagnum í síni heild,
heldur ein av landsliðs-
spælarunum hjá B36.
Skommin skal vaskast
burtur
Nýggi KÍ venjarin, Jan
Joensen, ynskir ikki at fjala
yvir tað, sum gekk fyri seg:
– Hatta var ein stór
skomm. Eg vildi ynskt, at
tað var sunnudagur aftur í
morgin, so næsti lands-
kappingardysturin var á
skránni, og vit harvið fingu
møguleikan at fara undir
fyrsta partin av at vaska
burtur. 7–1 tap á heimavølli
hvørvur ikki beinanvegin,
men vit mugu gera tað, sum
vit kunnu, og tað er gott, at
tað verður á heimavølli, at
vit sunnudagin fáa møgu-
leika at vísa, at vit eru betri
enn tað, sum varð víst ímóti
B36.
Úrslitini siga, at tit hava
stórar trupulleikar í verju-
spælinum?
– Hesa ferð var alt ein
stórur trupulleiki. Kanska
vit vóru so væl nøgdir við
sigurin í Gøtu, og so trúðu
spælararnir ikki upp á, at
vit kundu pressa B36 og
kanska skapa spenning um
samlaða úrslitið. Teir fluttu
seg væl og nógv, meðan vit
alla tíðina vóru í millum-
støðum. Fleiri av málunum
í 2. hálvleiki mintu um
piltaliðsfótbólt. Jú, tað var
eyðmýkjandi, og verju-
spælið er ikki gott. Tað siga
úrslitini eisini.
Men hava tit møguleika
at rætta upp á tingini?
– Allan Joensen verður
við aftur sunnudagin, og vit
vóna, at Ove Nysted verður
tøkur. Aleksander Djor-
djevic verður ikki tøkur
ímóti VB. Men tað ræður
um hjá okkum øllum at
koma fyri okkum aftur og
at fáa sjálvsálitið upp á
pláss aftur. Skulu vit fáa
nyttu burturúr sigrunum,
sum vit vinna á útivølli, so
mugu heimadystirnir vinn-
ast. Ikki minst tann ímóti
VB. Tað vita vit allir, sigur
sera vónbrotni KÍ venjarin.
KÍ–B36 1–7 (0–2)
0–1: Sonny Johansen
0–2: Heðin á Lakjuni
0–3: Jákup á Borg
0–4: Jákup á Borg
0–5: John Petersen
0–6: Heðin á Lakjuni
0–7: sjálvmál
1–7: Hjalgrím Elttør
B36 í finaluna við málmun-
inum 11–2
KÍ: Kartin Joesen – Sámal
Eyðfinn Akursmørk (Eyð-
un Klakstein, 46.), Ove
Nysted (Olgar Danielsen,
62.) (Eyðun Klakstein,
46.), Jan Andreasen – Fríð-
in Ziskason, Símun Joen-
sen (Jan Joensen, 46.),
Harley Bertholdsen – Atli
Danielsen, Erling Fles,
Hjalgrím Elttør, Arnold
Joensen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Allan Mørkøre, Pól Thor-
steinsson, Fróði Clement-
sen, Kenneth Jacobsen –
Jákup á Borg, Julian Johns-
son, Sverrir Kjærbo, Heðin
á Lakjuni – John Petersen,
Sonny Johansen
B36 skrædlaði klaksvíkingar
Venjarin í Molde er
undir hørðum trýsti
frá áskoðarunum,
sum biðja hann siga
seg úr starvi vegna
vánalig úrslit
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fríggjadagin var Molde við
Jákupi Mikkelsen á beink-
inum fyri lemjandi ósigri í
bestu
norsku
deildini.
Molde tapti heili 3-0 á úti-
vølli móti Bryne, og nú
krevja
áskoðararnir,
at
høvdini rulla. Jákup kom
ikki á vøllin í hesum dyst-
inum.
Venjarin Gunder Bengts-
son hevur verið undir sera
hørðum trýsti seinastu dag-
arnar, og fjølmiðlarnir hava
eisini funnist harðliga at
svenska venjaranum, sum
saman við Kalle Bjørklund
hevur ábyrgdina av liðnum.
Sunnudagin hevði nevnd-
in í Molde kreppufund,
men hon valdi ikki at siga
venjaranum úr starvi. Fjøl-
miðlarnir vilja vera við, at
orsøkin til tað er, at venjar-
arnir hava tvey ár eftir av
sáttmálanum, og felagið
hevði skulað rindað teim-
um umleið fýra milliónir
krónur fyri sáttmálaskeiðið
umframt at fáa ein nýggjan
venjara inn.
Kreppuloysn
Nevndin hevur tó tikið
vánaligu
úrslitini
til
eftirtektar og hevur sett
eina kreppuætlan í verk.
Nevndin hevur tí sett eina
nevnd
við
fyrrverandi
spælarum og nevndarlim-
um hjá felagnum, og teir
skulu nú hjálpa venjaranum
at fáa skútuna á rættkjøl.
Hon skal nú seta tiltøk í
verk, men enn er ikki greitt,
hvørji hesi tiltøkini vera.
Molde hevur bert fingið
fimm stig í seks teimum
fyrstu dystunum í ár, og
hetta kann felagið als ikki
liva við.
– Vit mugu gera okkurt.
Vit kunnu ikki liva við hes-
um óskilinum, sum hevur
valdað
seinastu
tíðina,
sigur Bertil Stranden, sum
er ítróttarstjóri í felagnum
og limur í kreppunevndini.
Fleiri leikarar hava gjørt
vart við sína ónøgd seinastu
tíðina, og lagið hevur verið
í botni allastaðni í felagn-
um.
Tað er rok í Molde
19
18
Nr. 94 - 20. mai 2003
Buldrið og brakið
undan fyrsta
umfarinum eigur at
bera við sær, at
leisturin við at hava
týdningarmiklar
dystir Dýra biðjudag
og sunnudagin, sum
er tveir dagar aftaná,
eigur at verða tikið til
nýggja viðgerð
SAMANUM 1. UMFAR
Jóannes Hansen
Eftir langa upphiting í
bólkaumfarinum í steypa-
kappingini var í vikuskift-
inum av álvara ferð sett á
fótbóltsárið. Burtursæð frá
rimmar hálvfinaluni í Gøtu,
so vóru leikligu avrikini
einki at reypa hurrá fyri. Í
øllum fimm landskapping-
ardystunum varð tað spark-
að meiri, enn tað var spælt.
Á Eiði og í Gundadali
vórðu fýra mál skorað,
meðan samlaða talið í
hinum trimum dystunum
var trý. Í fleiri førum stóð-
ust málini av mistøkum í
verjuni, heldur enn av
snildum og væl upphugsað-
um álopsspæli.
At leikdygdin ikki er
góð, nú mai mánaði er
meiri enn hálvrunnin, er
vert at hugsa um. Tað hevur
verið spælt og kappast í
bólkaumfarinum í steypa-
kappingini síðani 22. mars,
men í nógv teimum flestu
førunum tykjast spælarar-
nir ikki enn at vera tunaðir
til neyvt og ferðmikið spæl.
Kappingin um Løgmans-
steypið hevur altso ikki
hvest fótbóltsspælið nóg
nógv, og tað eigur at vera
tilfar til sodningar.
Nú var talan í vikuskift-
inum um fyrsta umfarið, og
nógv kann fáast í rættlag
næstu vikurnar. Men tað er
eisini neyðugt, tí tað standa
stórar
avbjóðingar
fyri
framman. Tað eru átjan
dagar, inntil landsliðið skal
royna seg í Reykjavík, og
Týsklands vitjanin er bara
22 dagar burtur.
Ólavsøkufinalan
Í steypakappingini gjørdist
tað sunnudagin greitt, at
B36 og GÍ skulu spæla
steypafinalu á ólavsøku.
Hetta er fyrsta ferðin yvir-
høvur, at hesi bæði feløgini
sama ár hava spælt seg í
finaluna. Felags fyri bæði
B36 og GÍ er, at tey eiga
hvør sín lut í Løgmans-
steypinum, sum tað hevur
verið spælt um síðani í
1999. Tað liðið, sum fer at
enda omaná ólavsøkudag,
verður tað fyrsta, sum fer at
eiga tveir lutir í steypinum,
sum tað skal spælast um til
og við 2008 – um ikki okk-
urt felag longu framman-
undan hevur vunnið tað til
ognar. Higartil hevur lítið
bent á, at tað skal laga seg
soleiðis.
GÍ var annar parturin av
sonnum
steypadrama
í
Gøtu, meðan B36 eyðmýkti
KÍ. Hesir báðir dystirnir
eiga at verða tiknir við, tá
ið fyrsta umfarið í lands-
kappingini verður vigað við
tí fyri eyga at meta um,
hvussu tey tíggju í bestu
deildini eru fyri.
Tepurt hjá fleiri
GÍ avrikið sunnudagin vísti
aðra síðu av gøtumonnum,
enn tað, sum sást fríggja-
dagin. Tá vóru teir rættu-
liga máttleysir og tunnir. Í tí
førinum vóru Gidek og
Súni Olsen ikki við. Gidek
var við sunnudagin, og tað
hevði stóran týdning.
Serliga eftir eyðmýking-
ina í steypadystinum ímóti
B36 munnu tey trý stigini,
sum KÍ fekk í Gøtu fríggja-
dagin, kennast sum søtur
biti. Klaksvíkingar kunnu
ikki á nakran hátt bera í
bøtuflaka fyri 7–1 heima-
tapinum. Men uppgerðin
vísti, at á sama hátt sum hjá
GÍ, so kemur tað sera illa
við hjá KÍ, at lyklaspælarar
eru burtur frá. Hesa ferð
saknaðu teir Allan Joensen,
Aleksander Djordjevic og í
2. hálvleiki Ova Nysted, og
uttan teir leið KÍ skipbrot.
At allir fara at verða tøkir
alla tíðina, inntil kapping-
arárið verður av síðst í sep-
tember, er ov bjartskygd at
rokna við. Tað tykist sum
um, at tað bæði í KÍ og GÍ
er so mikið tepurt við til-
fari, at gongdin frameftir er
treytað av, at lyklaspæl-
ararnir sleppa undan skað-
um og leikbannum. Serliga
gøtumenn hava í steypa-
kappingini víst, at teir
kunnu røkka langt, um teir
hava allar teir bestu tøkar,
og so skal avrikið fríggja-
dagin eisini síggjast í ljósi-
num av, at GÍ hevði hálv-
finaluna tveir dagar seinni
at hugsa um.
Líta á teir ungu
Tað er rættuliga ymiskt,
hvussu venjarar takla støð-
una, tá ið tað berst føstu
monnunum frá. Undanfarin
ár hevur aftur og aftur verið
at sæð, at royndir spælarar,
sum hava sett skógvarnar á
hillina, verða gravaðir fram
aftur, heldur enn at ungir
spælarar hava fingið møgu-
leikan.
Í vikuskiftinum var sjón
fyri søgn, at fleiri venjarar
hveppa seg ikki við at geva
ungu monnunum møgu-
leikan. Dømi um hetta eru
GÍ og NSÍ venjarin, sum
vístu ungum monnum álit.
Tað man fara at loysa seg í
longdini, sjálvt um tað
kostar eitt sindur fram á
leiðini. Í Klaksvík eigur tað
at vera hugsunarvert, at
liðið, sum eftir steðgin
legði rygg til B36 eyðmýk-
ingina, fyri ein stóran part
var mannað við spælarum,
sum eru farnir um besta
fótbóltsaldurin.
VB oftast málleyst
Undan
kappingarbyrjan
hevur B36 verið roknað
millum favorittarnar. Tað
eru teir framvegis. Mál-
leysur javnleikur í Vági er
ikki so galið úrslit. Í fjør
endaðu fimm dystir mál-
leysir. VB var fýra ferðir
annar parturin av 0–0
dystunum, og í trimum av
førunum
var
hetta
á
Vágseiði. B36 tapti 2–1 í
Vági í fjør, so hóast árstals-
felagið ikki er at finna mill-
um teir fremstu á fyrstu
støðutalvuni,
so
vísti
vikuskiftið, at tað skal
roknast við teimum.
HB gjørdi sítt í Gunda-
dali ímóti FS Vágum, NSÍ
sítt í Runavík ímóti Skála,
og bæði EB/Streymur og
B68 kunnu liva við javn-
leikinum á Mølini.
Skála hevur verið tippað
sum mest upplagda boðið
upp á niðurflyting. Í Runa-
vík sást, at tað neyvan
stendur so heilt illa til, sum
tað kanska hevur verið róð
framundir. Men spælihug-
urin og sjálvsálitið hjá
skálamonnum restina av
sumrinum man vera treytað
av, at teir um ikki so langa
tíð fáa okkurt stigið, og
soleiðis er tað hja øllum
hinum eisini.
Eiga at umhugsa
skránna
Undan
vikuskiftinum
gjørdu GÍ og KÍ stóran
vørr, tí teirra landskapp-
ingardystur varð fluttur frá
hóskvøldinum
og
til
fríggjadagin. Tað tóktist
meiri vera mannagongdin
enn sjálvt flytingin, sum
teir ilskaðust inn á.
Men tað hevði kanska
verið upp á sítt pláss, um
leisturin við landskapping-
arumfari Dýra biðjudag og
hálvfinalum tveir dagar
seinni hevði verið tikin til
nýggja viðgerð. At bara
tveir dagar eru ímillum
týdningarmiklar uppgerðir
so tíðliga á árinum er púra
óneyðugt.
Í skránni er lagt upp til, at
fleiri landskappingardystir
verða spældir mitt í viku.
Tað er ein fín skipan, og tað
hevði einki gjørt, um eitt
umfar í landskappingini var
Dýra biðjudag, og at hálv-
finalurnar vóru t. d. týs-
kvøld og mikukvøld. Tann
broytingin hevði havt við
sær, at spælararnir fingu
longri hvíld millum dystir-
nar, og so hevði tað eisini
dryppað av til bløðini, sum
høvdu havt møguleika at
fylgt betri við og spjatt fót-
bóltstifarið yvir fleiri út-
gávudagar.
Spælararnir eru ikki nóg væl fyri til stóru
avbjóðingarnar
Støðan 1. deild
menn
1. HB
3-1
3
2. NSÍ
2-0
3
3. KÍ
1-0
3
4. EB/St
2-2
1
5. B68
2-2
1
6. B36
0-0
1
7. VB
0-0
1
8. GÍ
0-1
0
9. FSV
1-3
0
10 Skála
0-2
0
GÍ og KÍ høvdu eitt strævið vikuskifti við dysti fríggjadag og sunnudag. FSF skuldi umhugsa at givið leikarunum meira hvíld millum dystirnar.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18