týsdagur 20. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 20. mai 2003
21
Silvurvinnararnir
gjørdu sær dælt av
brotssparki, sum var
fullkomuliga óneyð-
ugt og av misskiljing
millum málverja og
miðverja hjá skála-
monnum
NSÍ–SKÁLA
Jóannes Hansen
NSÍ gjørdi tað, sum teir
skuldu, tá ið Skála vitjaði
við Løkin. NSÍ vann 2–0,
teir fingu trý stig á kontoina,
og teir komu undan trýst-
inum, sum tað altíð er at vera
stórfavorittur á heimavølli
ímóti liði, sum av mongum
verður roknað millum mest
uppløgdu evnini at detta
niður í lægri deild.
Men tað vóru avgjørt
glottar at hóma á Skála liðn-
um, sum í løtum í fyrra
hálvleiki og eisini fyrstu
løtuna eftir steðgin vísti
frægasta fótbóltsspælið, sum
var at síggja. Serliga vóru
tað sentralu miðvallararnir,
sum vóru skilagóðir. Ársins
spælari í hondbóltinum,
Sveinur Justinussen, sum
bara hevur vant, síðani eina
viku eftir at hondbólts-
kappingin var av, gjørdi so at
siga einki mistak. Hann
dugdi væl at søkja røttu
støðurnar, og hann valdi al-
tíð einfaldu avspælingarnar.
Aleksander Jovevic vísti
eisini gott hegni, og hann er
heilt víst fongur hjá Skála,
serliga um hann minnist til
at sleppa sær eitt vet skjótari
av við bóltin, enn hann í so
ofta gjørdi hesa ferð.
Trupulleikin hjá skála-
monnum var, at teir ikki
megnaðu at spæla seg til
upplagdar møguleikar. Jens
Martin Knudsen í NSÍ mál-
inum var so at siga arbeiðs-
leysur. Sjálvandi kom tað
illa við hjá Skála, at einasti
landsliðsspælarin hjá teim-
um, Jónhard Frederiksberg,
longu miðskeiðis í fyrra um-
farinum noyddist at taka av
seg vøllinum, tí hann hevði
fingið meint spar í knæið.
Pétur Geir Svavarsson loysti
av. Íslendingurin er komin til
Skála fyri góðum mánað
síðani, men hann er ikki so
mikið sannførandi, at hann
er upplagt fyrsta val sum
álopsspælari í staðin fyri
Boga Gregersen.
Styrkin at sekta
NSÍ arbeiddi nógv, men teir
høvdu trupult við at fáa fót-
bóltsspælið at hanga saman.
At Gerg Langgaard og Kári
Hansen ikki vóru við var
stórur saknur. Í álopinum
stríddust brøðurnir Helgi og
Sonni L. Petersen, og teir
vóru uppií so at siga hvørja
ferð, tá ið vandi var framm-
anfyri málið hjá Eugen
Voda. Í 1. hálvleiki royndi
Helgi eftir fríspæling frá
bróðrinum at lyfta upp um
Skála málverjan, sum fekk
fingurin á, og í 2. hálvleiki,
tá ið støðan var 1–0, hevði
Sonni eftir fríspæling fra
Iani Højgaard, stóran møgu-
leika úr stuttari fjarstøðu í
vinstru. Hann var eitt sindur
trongdur, og málverjin fekk
hondina á bóltin.
NSÍ setti hol á, tá ið tað
restaðu átta minuttir av fyrra
umfarinum. Lassin Isaksen
bríkslaði fyri brotssparki,
sum skálamenn púra óneyð-
ugt høvdu framt. Eftir inn-
kast í vinstru var Sjúrður
Jacobsen afturi við baklinj-
una á veg úr brotsteiginum,
tá ið beinini vórðu tikin und-
an honum. Brynjolvur Niel-
sen var enn eina ferð tryggur
úr ellivu metrum.
Eftir at Skála fyrstu løtuna
eftir steðgin hevði verið væl
við, setti heimaliðið teir upp
á pláss. Skála spælararnir
vórðu so mikið kroystir, at
teir gloymdu ella ikki kendu
seg at hava tíð at spæla.
Sentralu
miðvallararnir
vórðu lopnir um, og so øktist
trýstið á teirra verju.
Spenningurin og harvið
intensiteturin hvarv, tá ið tað
restaðu átta minuttir, og aftur
var talan um verjumistak.
Brynjolvur Nielsen legði úr
høgru og fram ímóti brots-
teiginum. Agnar Højgaard
hevði møguleikar at beina
bóltinum butur, men hann
drálaði – ivaleyst tí hann
roknaði við, at málverjin
skuldi taka bóltin – og so
stakk arbeiðssami Sonni L.
Petersen seg fram ímillum
teir báðar, sneiddi framvið
málverjanum og setti í málið.
Jógvan
Martin
Olsen
hevði valt at geva unga Júst-
inus Hansen møguleikan í
høgru fyri skadda Gert
Langgaard. Ungi maðurin
hevði í fyrra umfarinum
stóran møguleika at skjóta
mál, men tað miseydnaðist.
Eftir frísparksinnlegg frá
Sjúrði Jacobsen var Jústinus
leysur, men royndin fór
omanfyri málið. Hann man
kortini fara at skjóta mál um
ikki so langa tíð.
NSÍ–Skála 2–0 (1–0)
1–0: Brynjolvur Nielsen br
38.
2–0: Sonni L.Petersen 83.
NSÍ: Jens Martin Knudsen –
Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Perreira,
Sjúrður Jacobsen – Jústines
Hansen (75: Andy Olsen),
Ian Højgaard, Rúni Rasmus-
sen, Jónstein Petersen (88:
Áki L. Hansen) – Sonni L.
Petersen, Helgi L. Petersen
Skála: Eugen Voda – Arn-
old Berg, Dusan Jaic, Agnar
Højgaard, Iulian Floresco –
Hanus Thorleifsson, Alex-
ander Jovevic, Sveinur Just-
inussen, Alexandur Johan-
sen – Pétur Geir Svavarsson,
25.), Bogi Gregersen
HB kom væl frá byrj-
an í landskappingini,
tá havnarliðið vann 3-
1 á uppflytarunum úr
Vágunum. HB var
betra klárt betra liðið,
men spenningurin
helt sær tó til móti
endanum av dystinum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Bæði liðini, sum vóru á
vøllinum í Gundadali Dýra
Biðidag, fingu gullmerki
um hálsin eftir seinasta
kappingarár. HB sum før-
oyameistarar í 1. deild og
FS Vágar sum vinnarar av
2. deild.
HB skal verja sítt meist-
araheitið, meðan FS Vágar
skal verja sítt pláss í bestu
deildini.
HB legði væl fyri, og
støðan var longu 2-0 eftir
ein hálvan tíma. HB var
meira ágangandi og nógv
vandamiklari í álopsspælin-
um enn FS Vágar, sum ikki
hevði nakað serligt at bjóða
uppá í fyrra hálvleiki.
From leggur fyri
Danin Carsten From fekk
sítt fyrsta mál í føroysku
landskappingini eftir átjan
minuttir, tá hann varð
spældur leysur av Rúna
Nolsøe. Tað tóktiskt sum
verjan hjá FS Vágum ikki
fylgdi heilt við í hesum
álopinum, tí Carsten From
var ógvuliga leysur við
málverjanum. Nýggi áleyp-
arin hjá HB helt høvdið kalt
og sendi róliga framvið
málverjanum.
HB helt fram við fram-
fýsnum álopsspæli, tað sum
eftir var av fyrra hálvleiki.
Hetta bar ávøkst tíggju
minuttir seinni.
Hesuferð var Rógvi Jac-
obsen á blettinum. FS
Vágar megnaði ikki at
rudda upp eftir eina frí-
sparksstøðu í brotsteig-
inum, og bólturin endar hjá
Janusi Joensen, sum sendir
innfyri. Her er Rógvi Jac-
obsen hægstur og leggur
HB framum við tveimum
málum.
HB veruliga stýrdi dyst-
inum fyri steðgin og ilt var
at síggja, hvussu FS Vágar
skuldi hótta HB-liðið. Hó-
ast heimaliðið hevði yvir-
vág í leiki eftir steðgin,
hevði tað ilt við at beina
allan iva til viks.
Fuglfirðingurin Símun
Eliasen er nú aftur at síggja
á HB-liðnum, og hann
spældi ein góðan dyst í
verjuni.
FS Vágar minkar um
munin
Jens Erik Rasmussen var
tann leikarin hjá FS Vágum,
sum skuldi skapa nakað
frameftir vøllinum, og hann
var eisini upphavsmaðurin
til teir báðar málmøgu-
leikarnar, sum vágamenn
fingu í seinna hálvleik.
Báðuferð var tað eftir
uppspæl í vinstru síðu, at
tann royndi miðvallarin gav
HB-verjuni
trupulleikar.
Fyrru ferð sendi hann
innfyri til brasilska leikaran
Clayton Suares, men skotið
hjá honum fór uppum mál-
ið. Hann var staddur tætt
undir málinum og skuldi í
minsta lagi havt rakt málið.
Aðru ferð Jens Erik brýt-
ur ígjøgnum í vinstra borði
endar tað við máli til FS
Vágar. Hesuferð tveitir El-
finn Ørvarodd seg fram og
prikar bóltin framvið Bárði
Johannesen og minkar um
munin.
Nú var dysturin brádliga
spennandi aftur, tí hóast
spælið fyri tað mesta fór
fram á hálvuni hjá FS
Vágum, so kundu teir hótta
við skjótálopum.
FS Vágar kom nú eitt
sindur meira við í dystin, og
HB viðhaldsfólki fór at
ótolnast. HB skuldi nú hava
avgerandi málið fyri sláa
sigurin fastan, men tað gekk
heldur striltið hjá teimum,
og FS Vágar stríddist nú
meira manniliga.
Rógvi slær sigurin
fastan
Tá tíggju minuttir vóru eftir
at spæla vísti miðvallarin
Rógvi Jacobsen seg aftur
sum ein vandamiklan harra.
Rúni Nolsøe, sum legði
upp til fyrsta og síðsta mál-
ið, brýtur ígjøgnum í høgru
síðu og sendir eitt neyvt
innlegg til Rógva Jacobsen,
sum stútar í netið.
Nú var dysturin at kalla
avgjørdur, og HB-ararnir
kundu anda lættan. HB
hevði greiða yvirvág allan
dystin og skapti fleiri mál-
møguleikar enn mótstøðu-
liðið, men FS Vágar syrgdi
fyri, at spenningur var í
dystinum til tað síðsta.
HB misti ein mann í
dystinum. Kári Nielsen
varð stutt fyri steðgin borin
av vøllinum við einum
brotnum fóti. Hann er lagd-
ur í gips og verður neyvan
at síggja aftur á liðnum fyrr
enn um einar seks vikur.
Hetta var ein heldur trilv-
andi byrjan hjá meistara-
liðnum, og HB-ararnir halda
óivað, at dysturin gjørdist
óneyðuga spennandi, tí teir
skuldu havt avgjørt áðrenn.
Hinvegin var FS Vágar til
dystin fús, og gav ongantíð
HB frið í sinni. Teir arbeiddu
væl og góvu eisini heima-
liðnum ein hvøkk í seinna
hálvleiki, áðrenn HB fekk
triðja málið.
HB - FS Vágar 3-1 (2-0)
1-0: Carsten From, 18
2-0: Rógvi Jacobsen, 29
2-1: Elfinn Ørvarodd, 63
3-1: Rógvi Jacobsen, 79
HB: Bárður Johannesen -
Hallur Danielsen, Eli Thor-
steinsson, Símun Eliasen,
Janus Joensen - Kári Niel-
sen (Tór-Ingar Akselsen),
Rúni Nolsøe, Rógvi Jacob-
sen, Nicu Dogaru - Andrew
av Fløtum, Carsten From
(Hendrik Rubeksen)
FS Vágar: Jákup Joensen -
Sjúrður Ellefsen, Albert Ari
Thomassen, Jóhannus Jo-
ensen, Silva Braga - Ruslan
Screlea, Jens Erik Rasmus-
sen,
Elfinn
Ørvarodd
(Birgir Joensen), Vlad Osi-
povs (Rói Árting) - Bjarni
Prior
(Jack
Johansen),
Clayton Suares
NSÍ sektaði mistøkini hjá Skála
HB - FS Vágar 3-1 (2-0)
Meistararnir fingu góða byrjan
21
20
Nr. 94 - 20. mai 2003
Ungu og óroyndu
gøtumenninir megn-
aðu ikki at fáa nakað
burturúr, tá ið royndu
klaksvíkingarnir við
størri tyngd vitjaðu
GÍ–KÍ
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar fóru Dýra
biðjudag úr Sarpugerði í
góðum hýri. Bæði teir, sum
fóru ígjøgnum bergholi til
Leirvíkar, og teir, sum ferð-
aðust upp á gamla mátan og
stutt undan dystarbyrjan
umborð á útróðrarbátum
vóru komnir skúmandi inn
eftir Gøtuvík.
Leikliga avrikið hevði ikki
verið nakað at reypa av. Men
tað løgdu gestirnir, sum
høvdu verið í Gøtu, vertin á.
Tað ráddi um at fáa øll trý
stigini, og tað eydnaðist.
Einasta málið fekk KÍ, tá
ið seinna umfarið var stív-
liga hálvrunnið. Eftir diag-
onalt skifti úr høgru, var tað
Hjalgrím Elttør, sum av
brotsteigarmarkinum
í
vinstru og einar tíggju metr-
ar frá baklinjuni sendi
tvørtur um aftur. Bólturin
skapp at ferðast framvið
málinum og aftur um hand-
ara stólpan, har bólttryggi
miðvallarin í høgru, Atli
Danielsen, varð leysur og
við knøunum og lørunum
stýrdi bóltinum framvið
Jacek Przybylski og í málið.
Hvørki GÍ málverjin ella
Kartin Joensen í KÍ málin-
um høvdu aðrar uppgávur
at síggja til. Tað vóru stutt
sagt ikki aðrar royndir
ímóti málinum teir 90 min-
uttirnar í góðveðrinum í
Norðragøtu.
Fyrstu løtuna var Pop-
czynski tvær ferðir um
reppið at gerast leysur, men
hann kendi ikki sína vitjun-
artíð. Í báðum førunum fór
hann frá miðstrikuni og
royndi at renna frá í hesum
førunum ikki ov væl skipaðu
verjuni. Í tí fyrra førinum
varð møguleikin heilt góður,
men Popczynski tøvdi eitt
vet, og so megnaði skilagóði
Jan Andreasen at skerma av.
Í seinna førinum tøvdi
Popczynski eitt sindur og fór
til høgru, hann spældi ikki
væl staddar viðspælarar, og
so syrgdi KÍ verjan fyri, at
møguleikin hvarv. Tíðliga í
2. hálvleiki fekk Popczynski
gula kortið, tí dómarin metti,
at hann hevði verið ov nógv
sjónleikari, tá ið hann – eftir
at innlegg var komið úr
høgru – fór um koll í
brotsteiginum. Og eina ferð
seinni vísti venjarin aftur, at
tað er fyrst og fremst hann,
sum verður roknaður sum
álopshóttan hjá GÍ. Eftir KÍ
hornaspark!, fór GÍ í skjótt
álop, verjuparturin hjá KÍ
var illa skipaður, og tað
eydnaðist akkurát at beina
bóltinum til GÍ horna,
áðrenn Popczynski kundi
royna ímóti málinum.
Ove Nysted – hóast hann
spældi við sera smáum
marginalum, so var hann
stinnur í miðverjuni – hevði
tvær tær bestu KÍ royndir-
nar, umframt málið hjá Atla
Danielsen. Í tí fyrra førin-
um sendi hann úr 73! metr-
um. Bólturin stakk í vøllin
og upp um eitt sindur uttar-
laga stadda málverjan, sum
tóktist vera um ein háls,
men bólturin dalaði niður í
nettakið. Í tí seinna førinum
royndi Ove at stúta frí-
sparksinnlegg, men bóltur-
in fór við síðuna av.
Munurin var í tyngd-
ini og royndunum
Talan var um lítið av sam-
anhangandi fótbóltsspæli.
Heldur vóru tað oftast lang-
ar og/ella høgar sendingar
og adressan var heilt ofta
ókend. KÍ var eitt vet om-
aná. Serliga í 2. hálvleiki
funnu teir viðhvørt betri
hvønn annan, enn heima-
menninir gjørdu. Klaksvik-
ingarnir vóru betri fyri í
nærdystunum, og tað sást,
at spælararnir hjá KÍ høvdu
væl fleiri royndir, enn gøtu-
menninir, sum ikki fyltu so
nógv, og sum vóru sera
strongdir, og harvið spark-
aðu meiri, enn GÍ hevur
gjørt øll tey árini, teir hava
verið í bestu deildini.
Aftur hesa ferð høvdu
skaðar við sær, at tað vóru
blaðungir dreingir – Símun
Samuelsen, Símun Louis
Jacobsen og Høgni Madsen
– sum royndu at stríðast
ímóti Allani Joensen og
hansara monnum á sentrala
miðvøllinum, og sjálvandi
sást tað á GÍ avrikinum, at
Súni Olsen og Gidek ikki
vóru tøkir.
KÍ spældi 4–4–2, og GÍ
var í 3–5–2 útgangsstøðu.
Hans Pauli Petersen var
ytstur høgru megin, og
Bárður á Lakjuni, sum var
ein tann bólttryggasti av
teimum gulu og noyddist at
taka seg burturúr, tá nakrir
minuttir vóru eftir, var
ytstur vinstrumegin.
Símun Louis Jacobsen
tóktist at hava sum høvuðs-
uppgávu at halda Allani Jo-
ensen burtur frá bóltinum,
og setningurin hjá Poul
Andriasi Jacobsen í verjuni
var at hanga uppií Hjalgrími
Elttør. Tjóðrið hjá lykla-
spælarunum hjá KÍ var ikki
langt, men hjá Hjalgrími var
tað nóg langt til, at hann átti
avgerandi fót á í sambandi
við sigursmálið.
Tá ið KÍ var komið á
odda, royndi GÍ at flyta
fólkið fram, og tá hevði KÍ
møguleikar í snarálopum,
sum stóðust av, at GÍ misti í
uppspælinum.
Hjalgrím,
sum var óførur at halda
bóltinum frammi á vøllin-
um síðstu løtuna, var tvær
ferðir tætt við, men honum
eydnaðist ikki at skjóta.
GÍ–KÍ 0–1 (0–0)
0–1: Atli Danielsen 69.
GÍ: Jacek Przybylski – Poul
Andrias Jacobsen, Bartal
Eliasen, Leivur Hansen –
HansPauli Petersen, Símun
Louis
Jacobsen,
Símun
Samuelsen, Høgni Madsen,
Bárður á Lakjuni (Hanus
Jacobsen, 79.) – Krzystof
Popczynski, Magnus Skora-
líð (Áslakur R. Petersen,
85.)
KÍ:
Kartin Joensen –
Sámal Eyðfinn Akursmørk,
Ove Nysted, Jan Andrea-
sen, Harley Bertholdsen –
Atli Danielsen, Allan Joen-
sen, Fríðin Ziskason (Sím-
un Joensen, 71.), Arnold
Joensen – Hjalgrím Elttør,
Eyðun Klakstein (Erling
Fles, 67.)
Tyngdin og royndirnar vóru á muni
Óli spæli ein góðan
dyst við Hvidovre í 1-
1 javnleikinum móti
Brønshøj. Christian
Høgni slapp ikki
uppí part, tá Vejle
tapti 5-4 móti AC
Horsens
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Óli Johannesen og liðfel-
agar hansara í Hvidovre
stríðast fyri at lívbjarga sær
í næstbestu donsku deild-
ini. Um vikuskiftið endaði
tað við 1-1 javnleiki á úti-
vølli móti Brønshøj.
Óli Johannesen varð
hesuferð fluttur av mið-
vøllinum og aftur í verj-
una, tí ein annar verjuleik-
ari er skaddur.
Hvidovre kom framum
við einum sjálvmáli beint
fyri steðgin og høvdu tí
góðar vónir til seinna hálv-
leik. Men Brønshøj, sum
eisini liggur í tunga endan-
um, megnaði at javna stutt
inn í seinna hálvleik.
Sagt verður, at Óli Jo-
hannesen spældi ein góðan
dyst fyri Hvidovre, sum
hevði fleiri góðar møgu-
leikar at skora sigursmálið
seint í dystinum.
Hvidovre liggur næstaft-
ast á stigatalvuni, men hev-
ur enn góðan møguleika at
vinna seg upp um niður-
flytingarstrikuna, tí liðini
omanfyri eru ikki farin úr
eygsjón.
Christian Høgni ikki
við
Vejle berjist hinvegin við
at vinna seg uppaftur í
Superliguna og tók ímóti
AC Horsens á heimavølli.
Horsens vann 5-4 eftir at
hava verið á odda 4-0 eitt
skifti í fyrra hálvleiki.
Vejle eltir Frem á øðrum
plássi og misti harvið trý
týdningarmikil
stig.
Christian Høgni slapp ikki
uppí part á hesum sinni og
var ikki við í hópinum.
Horsens legði seg fram-
um 4-0 eftir hálvum tíma,
áðrenn Vejle svaraði aftur.
Heimaliðið javnaði síðani
til 4-4, áðrenn Horsen fekk
sigursmálið, tá fimm min-
uttir vórðu eftir at spæla.
Málini hjá Hvidovre skutu
Tommy Knudsen, Ulrik
Balling, Peter Degn og
Michael Blom.
Óli Johannesen og Hvidovre fingu javnt
C
M
Y
K
20