Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2003 23 Todi Jónsson skoraði enn einaferð fyri FCK sunnudagin. FCK tapti tó heimadystin móti botnliðnum Vi- borg og gav harvið Brøndby møguleikan at fara framum. Jón Rói var ikki við í hóp- inum hjá Brøndby í 2-1 sigrinum á Aab SUPERLIGA Stefan í Skorini FCK stríðist fyri lívinum í donsku superliguni. Felagið hjá Toda Jónsson var fleiri bátslongdir frammanfyri arvafíggindarnar Brøndby, men nú liggja teir gulu og bláu frá Vestegnen aftur fremst. Sunnudagin var Viborg á vitjan í Parkini, og botnlið- ið úr Jyllandi vann fyri fyrstu ferð nakrantíð í Park- ini. Endaliga úrslitið var 3- 2 til gestirnar. Hetta var ein dyggur frammaná hjá FCK, sum stríðist fyri at endur- vinna meistaraheitið. Todi Jónsson byrjaði á beinkinum, tí venjarin valdi at hava Peter Møller og Sibusiso Zuma í álopinum. Todi varð tó settur inn í seinna hálvleiki, tá FCK skuldi fram á vøllin at skora mál. Todi gjørdi eisini vart við seg og skor- aði seinasta málið í dystin- um til 3-2, men tað eydnað- ist ikki FCK at fáa útjavn- andi málið. Viborg gav teimum nær- um 22.000 áskoðarunum ein skelk, tá Imants Bleide- lis legði útiliðið framum eftir bert seks minuttum. Hann fekk fótin á ein leysan bólt eftir trunkaspæl í FCK-brotsteiginum. FCK svaraði skjótt aftur, og liðformaðurin Peter Nielsen skoraði eftir upp- spæl frá Zuma, tá seytjan minuttir vórðu leiktir. Eftir hetta legði FCK hart trýst á Viborg málið, og fólk bíðaðu eftir fleiri mál- um til heimaliðið. Teir grønu úr Viborg høvdu tó aðrar ætlanir, og stutt fyri steðgin skoraði Thomas Krause fyri Viborg, tá hann fangaði ein tilvildarligan bólt frammanfyri FCK málinum. Brendi brotsspark Eftir steðgin helt trýstið frá FCK fram, og teir fingu eisini ein gyltan møguleika at javna. Ein verjuleikari hjá Viborg tekur bóltin við hondini, og dómarin peikar á brotssparksblettin. Arek Onyszko bjargaði tó skotinum frá Peter Nielsen, sum spældi sín dyst numm- ar 100 fyri FCK. Síðani varð Todi settur inn fyri miðvallaran Erik Mykland. Hetta var ein greið ábending um, at venj- arin vildi hava tey trý stig- ini hendan dagin. Tó var tað Viborg, sum fyrst fekk mál. Ungarski málverjin hjá FCK, Rabo Rabóczki, skuldi rudda burtur, men sendingin fór beint til Sør- en Fredriksen, sum sendi í tóma málið úr hálvthundr- að metrum. Nú fóru áskoðararnir hjá FCK at gera vart við sína ónøgd við liðið, og háðandi bríkslini dundu í Parkini. FCK helt fram at stríðast, og tað eydnaðist Toda Jóns- son at minka um munin, tá fimm minuttir vóru eftir at leika. Hetta var níggjunda landskappingarmálið hjá klaksvíkinginum í hesum kappingarárinum. FCK snávaði harvið enn einaferð í dystinum um meistaraheitið, og nú er tað aftur Brøndby, sum situr á ovastu rók. Jón Rói ikki við Jón Rói Jacobsen var ikki við í Brøndby hópinum til sera torføra útidystinum í Aalborg. Aab legði best fyri, og Mads Bro Hansen legði heimaliðið framum í fyrra hálvleiki við beinleiðis frísparki. Brøndby svaraði tó aftur við máli frá Morten Wieghorst fyri steðgin. Dysturin var sera tættur, men tað vísti seg, at lið- felagarnir hjá Jón Róa vóru meira nærlagdir í avgerandi løtunum. Peter Foldgast, sum er flúgvandi í løtuni, skoraði sigursmálið við høvdinum, tá hann sera hegnisliga beindi eitt inn- legg frá Jonas Kamper í málið. Aab hevði risastórar mál- møguleikar móti endanum av dystinum, og ein roynd fór á tvørstongina. Brøndby megnaði tó at halda fast um leiðsluna og fór avstað við trimum sera virðismiklum stigum. Brøndby endurvann sostatt oddasessin frá FCK. Brøndby hevur nú 51 stig og er fremst. FCK hevur 50 stig á øðrum plássi. Fimm dystir eru nú eftir at spæla, og tað verður óivað ein sera spennandi endi uppá hetta kappingarárið. Todi skoraði men FCK snávaði Todi skoraði sítt níggjuna landskappingarmál ímóti Viborg sunnudagin. FCK tapti tó, og nú er Brøndby aftur fremst Mánadagin byrjaði kappingin um norð- urlandameistaraheiti ð í bridge í Føroyum. Hetta er aðru ferð, at føroyingar skipa fyri eini slíkari kapping, og málið hjá føroysku liðunum er at enda í miðjuni av kapping- ini BRIDGE Stefan í Skorini Bestu brigdespælararnir í Norðurlondum eru í hesum døgum savnaðir í Føroyum til NM kappingina í bridge. – Málið hjá okkum er at enda miðskeiðis í stigatalv- uni, sigur Mortan Rasmus- sen, sum er ein av føroysku fyriskiparunum. Føroysku liðini er altíð endað aftast í teimum kapp- ingum, sum tey hava lut- tikið í seinastu tjúgu árini, men vónirnar undan hesi kappingini eru góðar. Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi eru í flokki fyri seg, og síðani mugu Finn- land og Føroyar kappast um tey aftastu plássini. Føroyar hevur luttikið í NM síðan fyrst í áttatiárunum. Heimselitan Nakrir av heimsins bestu bridge spælarum eru við í kappingini í Føroyum. Nevnast kann Geir Helge- mo úr Noregi, sum er yrkis- spælari í útlondum. Seks lond eru við í NM- kappingini. Tey einastu Norðurlondini, sum ikki luttaka, eru Grønland og Áland. Umleið sjeyti luttakarar eru við í kappingini, sum verður spæld á Hotel Hafnia í Havn. Møguleiki er hjá áhugaðum at fylgja við í kappingini, tí tann eina høllin verður opin fyri almenninginum. Eisini ber til at fylgja við á heima- síðuni www.bridge.fo. Kappingin endar fríggja- dagin, tá nýggi Norður- landameistarin verður kosin. Útlendsku gestirnir fáa eisini møguleika at gera nakrar útferðir, meðan teir eru í Føroyum. Føroyska mansliðið sær soleiðis út: Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, Jóannes Mouritsen og Heð- in Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr. Venjari og liðformaður er Svend Novrup. Kvinnuliðið er hetta: Marjun Restorff og Arn- leyg Mikkelsen, Jóna Grunnveit og Henriette Svenstrup, Laila Danielsen og Maria Christiansen. Venjari og liðformaður er Marner Joensen. Føroyingar skipa fyri: Norðurlendingar kappast í bridge Høgni Hoydal, uttast til vinstru, setti mánamorgunin NM í bridge. Setanin var í Listaskálanum, og kappingin fer fram á Hotel Hafnia Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 94 - 20. mai 2003 VB og B36 býttu stigini sínámillum, tá liðini hittust á Eiðin- um. Liðini høvdu ógvuliga ilt við at skapa málmøguleikar, og dysturin var mest merktur av, at tveir spælarar fingu reyða kortið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini VB og B36 máttu taka til takkar við einum stigi í part í einum lítið undirhaldandi og málleysum dysti á Eið- inum. Liðini skaptu fáar málmøguleikar, og tá tað endiliga bragdaði, vóru leikarar ov lítið nærlagdir í seinastu og avgerandi løtu. B36 hevði júst vunnið stórt á KÍ í fyrru hálvfinal- uni og skuldi tí verið væl koyrandi, men grús kom í maskinaríið, tá liðið var gestur hjá vágbingum, sum altíð eru sterkir á heimavølli. Longu tá hálvur tími varð leiktur, varð ein leikari hjá VB rikin av vølli. Nýggi verjuleikarin hjá vágbing- um Dejan Nikolic, hevndi seg inn á Allan Mørkøre, tá hesin gjørdi fríspark móti honum beint uttanfyri brotsteigin. Dómarin hevði beinanvegin reyða kortið á lofti. Fyrsti dysturin hjá jugoslavanum í føroysku landskappingini fekk so- statt ein bráðan enda. Nú B36 hevði yvirvág í manntali, gav hetta eisini útiliðnum yvirvág í spælin- um, tí VB mátti flyta ein áleypara aftur í verjuna. Predrag Ziskovic, sum er leikandi venjari, flutti seg sjálvan aftur í verjuna á plássið hjá Nikolic. Nú var Birgir Jørgensen einsamallur í álopinum, men hann royndi tó at bíta frá sær, hóast hann var heldur einsamallur til tíðir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki verður næsti mað- urin rikin av vølli. Hesuferð er tað Klæmint Matras hjá B36, sum sá reytt. Predrag Ziskovic royndi at skerma bóltin út av síðulinjuni, tá Klæmint ger eina heldur grova takkling. Dómarin metti, at hendan takklingin var so vandamikil, at Klæmint fór undir brúsuna áðrenn liðfelagarnir. Eftir hetta kom VB eitt sindur meira við í dystin. Møguleikarnir Hóast fáar málmøguleikar, so hendi tó okkurt nevni- vert frammanfyri málunum hjá málverjunum Bjarna og Tróndi. Birgir Jørgensen stóð fyri teimum bestu royndunum hjá VB. Tvær ferðir royndi hann seg við langskoti, sum tó fóru beint uppum málið. B36 hevði eisini onkra naska roynd móti málinum hjá VB. Heðin á Lakjuni hevði kanska teir bestu møguleikarnar hjá útiliðn- um. John Petersen var sloppin oman á baklinjuna og leggur útfrá til Heðin á Lakjuni, sum stendur rætti- liga leysur á brotsteigar- markinum. Skotið fór tó omanfyri málið, og teir brendu møguleikarnir lýsa kanska best dystin sum heild. Eisini royndi Heðin seg við beinleiðis frísparki, sum fór dygst framvið stólpanum. Eingin ivi er um, at tað er sera torført at spæla á úti- vølli móti VB, og B36-arar- nir munnu ikki vera heilt ónøgdir við ein javnleik á Eiðinum, hóast havnarliðið fer eftir meistaraheitinum í ár. VB - B36 0-0 VB: Bjarni Johansen - Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic, Bobo Madzar - Michael í Lágabø, Dan Djurhuus, Palli Augustin- ussen, Mortan úr Hørg, Milan Kuljic - Birgir Jørg- ensen, Predrag Ziskovic B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Fróði Clement- sen, Kenneth Jacobsen - Jákup á Borg, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Heðin á Lakjuni - John Pet- ersen, Sonni Johansen VB - B36 0-0: Fáir málmøguleikar á Eiðinum John Petersen og annar av tvíburðunum hjá VB í hornatøkum. VB og B36 býttu stigini ímillum sín í fyrsta landskappingardystinum í ár Savnsmynd Gestirnir høvdu í fyrra umfarinum møguleikan at avgera, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og tað gjørdi heimaliðið avgjørt heldur ikki í seinna hálvleiki EB/STREYMUR–B68 Jóannes Hansen Heimaliðið á Mølini á Eiði og gestirnir av Toftum fingu Dýra biðjudag eitt stig burturúr í part. Úrtøkan var tann sama, sum hon var í fjør, tá ið B68 var á Eiði. Ta ferðina var úrslitið 3–3. Hesa ferð var tað 2–2. Sum seinna umfarið leið, so kundi heimaliðið havt avgjørt sær til fyrimunar. Teir vóru á odda 2–1, tá ið Magni á Lakjuni hevði tveir risa møguleikar, men hann var ikki nóg neyvur, og Albert Sævarsson, sum hesa ferð av álvara vísti, at tað er fongur í honum, vann tvídystirnar. At heimaliðið, sum var skert, tí teir restaðu leik- bannaða Ronnie Samuelsen (Marek spældi við brotnari nøs), var omaná, hevði, sum seinna umfarið leið, við sær, at B68 slepti eitt sindur í verjupartinum, sum teir í útgangsstøðuni høvdu dúvað uppá. Dánial Hansen og Øssur Hansen vórðu fluttir fram á vøllin. Tað bar størri tyngd í álopsspælinum við sær, og sjey minuttir fyri leiklok gav hetta úrslit. Øssur Hansen sendi innfyri úr vinstru, og Súni Fríði Jo- hannesen setti krúllin undir bóltin, sum fór framvið Gunnari á Steig og í málið. Órudduligt Eisini á Eiði bar uppgerðin brá av, at talan var um fyrsta umfarið. Oftast vóru sendingarnar langar og ikki so neyvar, og serliga teir á heimaliðnum gjørdu ofta skjótt av, tá ið teir úr verju- støðuni royndu at lyfta fram til vandamiklu menninar á toppinum – Magna á Lakjuni og Sorin Anghel. B68 fekk skjótt hol á. Ein av ungu monnunum, sum rættuliga tykist hava bitið seg fastan á liðnum, er Jóh- an Petur Poulsen, sum ofta er á miðvøllinum í høgru. Hann smekkaði til úr høgru. Bólturin tók í mið- verjan Egil á Bø, og so var Gunnar á Steig meiri prís- givin, enn hann annars hevði havt verið. Løtu eftir leiðslumálið hevði B68 tveir stórar møguleikar at økja. Serliga stórur var møguleikin hjá einum øðrum av ungu monnunum, Kristiani Ant- on Andreasen, sum mann- aði álopið saman við Súna Fríða Johannesen. Kristian Anton gjørdist einsamallur við EB/Streyma málverjan- um, og Gunnar á Steig vann uppgerðina teirra millum. Eftir hornaspark javnaði EB/Streymur. Egil á Bø er gamal álopsspælari, og síð- ani hann fyri nøkrum árum síðani varð umskúlaður til miðverja, hevur hann so ofta – serliga í sambandi við deyðbóltsstøður – víst, at hann framvegis hevur máltevið. Tað gjørdi hann aftur hesa ferð. Tveir minuttir undan steðginum legði EB/Streym- ur seg framum, og talan var um rættuliga flott mál. Eftir útspark frá Gunnari á Steig og tvær sendingar, tamdi Hans Pauli Samuelsen og smekkaði til úr stórari fjarstøðu. Bólturin fór sum ein pílur upp í nettakið, og harvið kundi tað stóran part av seinna umfarinum ganga fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum. So var tað, at B68 spenti álopsbogan alt meiri, og hann helt,soleiðis at liðini fingu eitt stig í part. EB/Streymur–B68 2–2 (2–1) 0–1: Jóhan Petur Poulsen 7. 1–1: Egil á Bø 36. 2–1: Hans Pauli Samuelsen 43. 2–2: Súni Fríði Johannesen 83. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Eyðfinnur Joensen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Høgni Hansen (Bárður Olsen, 53.) – Marni Djur- huus, Marek Vierzbicki, Jákup Martin Joensen (Teitur Joensen, 88.), Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Magni á Lakjuni B68: Albert Sævarsson – Bogi Petersen, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Øssur Hansen – Jóhan Petur Poulsen, Fróði Benja- minsen, Jan Ingi Petersen, Øssur Jacobsen (Kristian Poulsen, 80.) – Súni Fríði Johannesen, Kristian Anton Andreassen (Mannbjørn Nesá, 70.) Aftur javnt á Mølini C M Y K 22