týsdagur 20. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 94 - 20. mai 2003
Sunnudagin eydnað-
ist tað Gunnar Dahl-
Olsen at gerast
Jútsk/Fynskur meist-
ari á 100 km súkkling.
Nú tað styttist til Oyggja-
leikir
hevur
føroyska
súkklulandsliðið verið á
venjingarlegu í Danmark.
Á skránni hava verið bæði
venjingar og kappingar.
Sunnudagin luttóku før-
oysku súkklararnir sum
sagt
í
kappingini
um
Jútska/Fynska
meistara-
heitið. Kappingin fór fram í
Svenborg á Fyn.
Veðrið var av tí fagrasta
tá teir umleið 40 súkklarar-
nir byrjaðu kl. 11 sunnu-
morgunin.
Teinurin var uml. 100 km
og koyrast skuldi trý umfør
á 33 km.
Komnir nakað út á annan
umgang sluppu Gunnar og
Bogi Kristiansen leysir frá
høvuðsfeltinum. Teir sóu
sær nú ein møguleika at
sleppa avstað, og sostatt
longu tíðliga í kappingini at
avgera kappingina. Teir
koyrdu nú alt teir vóru
mentir, og skjótt høvdu teir
eitt minutt aftur til høvuðs-
feltið.
Hendan
munin
megnaðu teir at halda líka á
mál.
Tá góður kilometur var
eftir á mál fór Gunnar frá
Boga og megnaði at koyra
sigurin heim, og vann so-
statt kappingina við uml.
10 sek.
Gott ein minutt seinni
kom høvuðsfeltið á mál.
Á føroyska landsliðnum
eru umframt Boga og
Gunnar, eisii Sverri Mohr
Edvinsson og Eli Christian-
sen, ið á fyrsta sinni slepp-
ur at royna seg í Oyggja-
leikahøpi.
Jens Sigurð Simonsen er
eisini úttikin til landsliðið,
men hevur givið avboð
vegna ein skaða í knænum.
Venjarar á føroyska lands-
liðnum eru Geyr Gilsteins-
son og Gunnar Dahl-Olsen.
Høvuðsstuðul er Statoil
Føroyar.
Soleiðis gjørdist úrslitið
fyri nýggju teir fremstu:
H30 - 97,5 km.
1.
Gunnar
Dahl-Olsen
(Thorshavn CC) 2.26,32.
2. Bogi Kristiansen (CC
Gladsaxe) 2.26,41.
3. Henrik Dam Nielsen
(Fyens
Bicycle
Club)
2.27,28.
4.
Henning
Sørensen
(Hammel CK) s.t.
5. Jan Christoffersen (Fy-
ens Bicycle Club) s.t.
6. Tommy Jacobsen (Vejen
BC) s.t.
7. Torleif Røberg (Thorsag-
er Motion Cykling) s.t.
8. Thorsten Schiller (Bov
CC) 2.27,38.
9. Peter Claussen (Esbjerg
CR) s.t.
Sverri átta sekundir
frá bronsuni
Leygardagin stóð einkult-
startur á skránni hjá før-
oyska súkklulandsliðnum.
Tá
var
kappast
um
Jútska/Fynska
meistara-
heitið í 30 km einkultstarti.
Sverri Mohr Edvinsson
var væl koyrandi hendan
dagin, men mátti taka til
takkar við einum fjórða
plássi, bert átta sekundir frá
bronsuni.
- Eg gav alt eg kundi,
men ergri meg um, at eg
ikki hitaði betur upp undan
kappingini, segði Sverri
eftir kappingina.
Statoil Kring Føroyar
2003
Tórshavnar
Súkklufelag
skipar aftur í ár fyri árligu
Statoil
Kring
Føroyar
etapukappingini.
Í døgunum frá 16. til 20.
juli skipar TSF fyri aftur-
vendandi súkklukappingini
Statoil Kring Føroyar, og
aftur í ár eru kappingin sett
saman av fimm etapum.
Byrjað verður aftur í ár í
Klaksvík, har ein sokall-
aður
Prologur
verður
koyrdur. Ein prologur er ein
stuttur einkultstartur, og
endamálið er at lata sterk-
asta súkklaran í førara-
troyggjuna.
Á næsta degi koyra
súkklararnir á Eysturoynni,
har málið verður við Stat-
oilstøðina í Runavík. Á
hesum teini mugu flest allir
geva alt teir eiga og bíta
tennirnar saman tá koyrast
skal harða teinin um Eiðis-
skarð.
Triðja dagin fara súkklar-
arnir til Sands. Ein 30 km
einkultstartur stendur tá á
skránni, og er Sandoyggin
sera væl egnað til júst hetta
slag av súkklukapping.
Leygardagin
19.
juli
verður koyrt á Suðuroynni,
og sleppa súkklararnir aftur
upp í hæddirnar, tá súkklast
skal niðan á Hestin. Í ár
verður málið við Statoil-
støðina í Vági.
Finalan verður koyrd á
Streymoynni, og har verður
málið við Statoilstøðina í
Gundadali.
Tórshavnar Súkklufelag
vónar at undirtøkan verður
góð í ár og tilmeldingarnar
eru so smátt byrjaðar.
Í fjør vísti súkklarar frá
Ynes
Mon
kappingini
stóran áhuga, og í ár hava
íslendingar longu nú melda
fimm amnns til. SKF2003.
Kappingin er fyri bæði
ungdóm og seniorar og fyri
kvinnur eisini.
Fyrireikingarnar
eru
farnar ígongd fyri langari
tíð síðan, og tað mesta er
um at verða komið uppá
pláss, sigur formaðurin í
Tórshavnar Súkklufelag,
Gunnar Dahl-Olsen.
TSF hevur júst havt aðal-
fund, og umfram Gunnar
sita Geyr Gilsteinsson,
næstformaður, Sverri Mohr
Edvinsson sum er kassa-
meistari, Jens Sigurð Sim-
onsen sum er skrivari og
Eirikur Olsen.
Súkkling:
Gunnar vann kappingina um
Jútska/Fynska meistaraheitið
Toppnøvn í
Sarajevo
Føroyavinurin Ivan
Sokolov hevur støð-
ugt seinastu 10 árini
ligið omanfyri 2600-
ratingmarkinum og
nærkast nú 2700.
Hann telvar í løtuni
saman við eitt nú
Alexei Shirov í 33rd
Bosnian Tournament
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Við
somikið
kendum
nøvnum sum David Bron-
stein, Michail Tal, Viktor
Korchnoi, Predrag Nikolic
og Garry Kasparov, sum
vinnarar av kappingini, er
talan um eina sera søgu-
ríka og altíð vælmannaða
kapping við heimsstjørn-
um. Í ár er einki undantak.
Absoluttu toppnøvnini í
ár eru Shirov (2735 rating-
stig) og Bareev (2734).
Enn hevur 16 ára gamla
undurbarnið
Radjabov
(2644) ikki førkað seg
innum topp 10, men hann
er væl á veg og kanska
verður hendan kapping
honum ein vegur fram til
hetta mál. Í øllum førum
vinnur hann sær rating í
hvørjari kapping hann
luttekur í. Einki og eingin
tykist at steðga honum.
Sokolov, sum seinast
var í Føroyum í 1997,
hevði á næstseinasta lista
heili 2688 í rating, men er
siðani follin eitt petti
niður
á
eitt
eisini
vælljóðandi tal, 2677. Í
fjør bleiv hann næstir í
røðini
í
hesu
somu
kapping, aftanfyri Mov-
sesian úr Slovakia, sum
somuleiðis luttekur í ár.
Sokolov góða byrjan
Einans eitt umfar eru
telvað í skrivandi løtu.
Vinnarahugurin
tykist
avgjørt at vera til staðar,
eftirsum at vinnari bleiv
funnin í fýra av teimum
fimm talvunum. Shirov,
Sokolov,
Radjabov
og
Movsesian vunnu allir. Ein
av favorittunum, Bareev,
mátti lúta fyri Movsesian.
Sokolov vann á lægst rat-
aða telvaranum, Dizdar-
evic (2491). Teir tíggju lut-
takararnir skulu allir telva
ímóti hvørjum øðrum.
Talvið hesa vikuna er
sigurin hjá Sokolov.
Talvið hesa vikuna
GM Sokolov,I (2677) -
GM Dizdarevic,E (2491)
Bosnia GM Sarajevo BIH
(1), 18.05.2003
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Nf3 Nf6
4.Ric3 dxc4 5.a4 Fa5
6.Bd2 Ff5 7.e3 Be6 8.Be2
(Tann tryggi hátturin var
Rie5, sum gevur hvítum
finnuna aftur) 8...Ribd7
9.0-0 h6 10.a5 Rc8 11.Fa4
Bd5 12.Rixd5 Rixd5?
(cxd5 tykist sera nátúrligt.
Møguliga varð svartur
bangin fyri Fb5 og tí
heldur veiku b-finnuni)
13.Bxc4 g5 14.Rfe1 b5
15.axb6 Ri5xb6 16.Fa6 g4
17.e4 Fh5 18.Rie5 Rixe5
19.dxe5 Bg7 [19...Fxe5??
20.Bc3] 20.e6! (Skræðir
svørtu støðuna sundur, og
kongurin verður nakin av tí
sama 20...Be5 21.exf7+
Kf8
(Kongurin
kann
tykjast tryggur á f8, men
tað heldur ikki í longdini
22.g3 Rd8 23.Rad1 Kg7
24.Ba2! (Idéin við leikin-
um
kemur
seinni...)
24...Bd4
25.Fe2
Fg6
26.Bf4 Kh7? (Als ikki tíð
til slíkt. e5 var helst betri)
27.e5! Diagram
Støðan eftir 27. e5
e6??
Hóast
fyriuttan
hendan vána leik, stendur
svartur til tap. Hvítur
hevur meirfinnu, bispa-
parið og sum heild betri
støðu 28.Bb1 og frúgvin
er trælabundin. 1-0
C
M
Y
K
24
Nr. 94 - 20. mai 2003
25
Miðnámsskúlin
í Suðuroy
Frá 1.august 2003 er eitt starv í Evnafrøði leyst at
søkja.
Harumframt eru, somuleiðis frá 1. august 2003,
hesir tímar leysir at søkja:
Ítróttur
4,5 tímar
Alis/Evnafrøði
4,5 tímar
Lívfrøði miðstig
5,5 tímar
Geografi
3,5 tímar
Tónleikur
8,0 tímar
Sálarlæra
4,0 tímar
Leiklist
4,5 tímar
Latín
3,0 tímar
Setan fer fram sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Yrkisfelag Studenta- og HF lærara
(YF).
Umsóknin á oyðublað frá YF verður stílað til
Mentamálaráðið, men verður send til
Miðnámsskúlan í Suðuroy
Postboks 130
FO-900 Vágur
att. Ole V. Laursen, deildarleiðari
Tlf. 373622, fax 374026, e-mail ole@midnam.fo
Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í sein-
asta lagi 3. juni 2003.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3559
Navn: Sp/f Fragd
Adressa: Undir Hálsi 18,
700 Klaksvík
Kommuna: Klaksvíkar
Kommuna
Stovningardato: 30.04.2003
Viðtøkudato: 30.04.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Stovnarar: Páll Samuelsen,
Stangavegur 74, 700
Klaksvík og Jákup Pauli
Joensen, Undir Hálsi 18, 700
Klaksvík.
Stjórn: Jákup Pauli Joensen,
Undir Hálsi 18, 700
Klaksvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum.
Grannskoðari: Sp/f
Grannskoðan Jóannis
Skorheim, Klaksvíksvegur
28, 700 Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
30.04.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka tænastuvinnu,
keyp, søla og annað virksemi
í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 14.
mai 2003
Kristin Balle
_______________________
Á Toll- og Skattstovu Føroya ,Vága Øki er avloysarastarv
svarandi til fulla starvstíð leyst at søkja fyri starvsfólk í
barnsburðarfarloyvi frá 16/6 2003 - 15/4-2004.
Arbeiðsuppgávur
Talan er um fjølbroytt arbeiði, ið umfatar bæði eftirlits-
arbeiði og avgreiðslu og eru uppgávurnar m.a. hesar:
•
persónlíkning,
fyribilslíkning,
stuðulsskipaninar,
journal, dupultskattamál, eftirlønir/rentutrygging.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður, skal helst hava skrivstovu-
útbúgving e.l., vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga
væl at leggja arbeiði til rættis.Stórur dentur verður lagdur
á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er vanur við teldu-
arbeiði - kunnleika til EDV er ein treyt - og skal vera førur
fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðinum. Tað er ein
fyrimunur við arbeiðsroyndum innan skattalóggávuna.
Setunarviðurskifti
Løn og setunarviðurskifti verða ásett eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir
og møgulig viðmæli skulu sendast til Toll- og Skattstovu
Føroya,Vága øki innan 28 mai 2003.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til
Elsu Brimvík, økisstjóra á tlf. 357700.
Toll- og Skattstova Føroya
Vága Øki
380 Sørvágur
Toll- og
Skattstova
Føroya
Vága øki
Avloysarastarv
á Toll- og Skattstovu
Føroya,Vága Øki
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum,
hvørs uppgáva er at
fyrisita toll-, mvg-,
kolvetnisskatta- og
avgjaldslógirnar,
inntøkuskattalógina v.m.
og alla skuldarinn-
krevjing hja landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er
skipaður soleiðis, at
planlegging og menning
fer fram í Stýrinum á
Argjum. Tær seks
økisskrivstovurnar, ið
eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja
raksturin.
Í Vága Øki, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 11
starvsfólk.
25