fríggjadagur 18. juni 1993síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 113 — 18. JUNI 1993
Tíðindablaðið
Stýrisformaður í Ferðaráð Føroya:
Ferðafólk leita
norðureftir
- Kenna vit okkara vitjunartíð, so kunnu vit tvífalda
okkara ferðamannavinnu eftir fimm árum, sigur Magni
Arge
Tað er ikki eitt starv burt-
urav at verða stýrisformað-
ur í Ferðaráð Føroya. Hetta
er uppgáva, sum tú verður
biðin um at átaka tær, eftir
áheitan úr Landsstýrinum.
Magni Arge, formaður
fyri stýrinum í Ferðaráð-
num varð spurdur, um hann
vildi átaka sær hesa upp-
gávu, og eftir stuttari um-
hugsunartíð, tók hann av.
Næststersta vinnan
Magni Arge: - Eg hugsaði,
at her kundi eg fara undir
uppgávu, sum eg meti gróð-
rarlíkindi eru fyri. Eg vil
eisini fegin verða vid til at
menna ferðamannavinnu-
na, og hervið eisini skapa
nøkur arbeiðspláss.
- Um vit siga at fiskivinn-
an er høvudsvinna okkara,
eftir henni gevur alivinnan
næststørstu inntøkuna, so
kemur ferdamannavinnan
inn á triðja plássið.
- Eg vil fegin verða við til
at gera ferðamannavinnuna
til næststørstu vinnu í Før-
oyum. Tað er ikki óhugs-
andi, um vit bera okkum
rætt at.
- Endamálið við stýrinum
fyri Ferðaráð Føroya er at
menna og skipa ferða-
mannavinnuna her á landi.
Ferðaráðið hevur stjóra
og starvsfólk, sum hava
dagliga arbeiðið um hendir,
meðan stýrið hevur ábyrgd
av, at hetta arbeiðið verður
gjørtsambært endamáls-
greinini.
Arbeiðið hjá stýrinum er
at samskipa vinnuna inn-
lendis og útlendis. Tað er
eisini Ld. at fáa greiðu á,
hvørp áhugamál ferðafólk
hava, sum vitja hendavegin.
- Eitt nú kunnu vit ikki
lýsa við sólríkum fridøgum,
men vit hava annað at bjóða
- Eitt nú náttúruvakurt og
reint umhvørvi, skiftandi
verdurlag, og at tað er ljóst
allan sólarringin um summ-
arið 0.s.fr.
Ferðastreymurin í d
gongur norðureftir »
Kanningar = aðrastaðni
prógva, at ferðamanna-
streymurn nú meira vendir
norðurefur, ístaðin ul sól-
strendurnar sunnanfyri.
Fólk tíma ikki longur at
ferðast í stórum hópum ul
sólstrendumar, eins og tey
sum búgva har, vilja sleppa
burtur úr hitanum.
- Tað er her vit skulu
kenna okkara vitjunartíð,
við at geva fólki umstødur
til at royna slíkt, sum tey
bert kunnu uppliva um okk-
ara leiðir.
- Ferðamannavinnan í øll-
um londum hevur tað fel-
ags, at hon virkar í sjálv-
drátti. Soleiðis er eisini hjá
okkum. Í teimum londum,
har tað er eydnast at fáa
breitt samstarv í lag, hevur
vinnan størstu framgongd..
- Vit skulu skapa sam-
starv í vinnuni í Føroyum
og við grannalond okkara
soleiðis, at vit kunnu gerast
ein partur av ferða-
ulboðunum í Nordurlond-
um, íslandi og Grønlandi og
Skotlandi, sum vit nå eisini
hava samband vid sjóvegis.
- Okkum nytist ikki at
uppfinna tann djúpa taller-
kin. Hini londini hava verid
so leingi í hesu vinnu, og vit
kunnu læra av teirra roynd-
um.
Fleiri ferðatilboð
i einum
- Vit kundu Ld. givið ferða-
fólki tilbod, saman við
ferðavinnuni í grannalond-
unum. Føroyar kunnu ger-
ast ein partur av rutuni, sum
hugsandi gongur til eitt ella
fleiri av hinum løndunum.
- Við slíkum tilbodum á
leiðini kundu vit hugsandi
fingið ment ferðavinnuna
mundandi eftir fáum árum.
- Eg meti, at møguleikin
er at menna ferðamanna-
vinnuna til umleið 200 mió.
krónur eftir 10 árum.
- Megna vit tað, og helvtin
av inntøkuni eru lønariit-
reidslur, so skuldi hetta
skapt eini 700 arbeidsplåss.
H6ast øll ikki eru heiltid-
í.
+
…” 0 me
Magni Arge, styrtsfor
maður i Ferðaráð
Føroya
Ferdamannavinnan |
øllum londum hevur havi
tað felags. at hon virkar
1 | nih
sjálvdrátti. Eisini hjá
okkum. Í teimum Í
har tað hevur eydnast at
Ndum
fáa breitt samstarv í las
hevur vinnan havi stórstu
framgonzad
arstørv, so hevði tað eisini
munað í landskassanum
[løtuni arbeiðir stýrið fyri
Ferðamannaráðið við
ætlanum um at gera eina fel-
ags skrá við ulbodum til
ferðafólk, sum ætla sær
hendavegin at ferðast.
- Tilboðini eru her. Vit
skulu bert gera tey betri og
samskipa alt í eina ferða
mannaskrá, so fólk vita,
hvat tey kunnu fara til, hvar
tey kunnu búgva, hvussu tey
kunnu ferðast kring landið
0.s.fr., sigur Magne Arge.
Ferðamannaskráin kemur
ut sum bóklingur ella faldar:
og skal verða liðugur at
leggja fram á ferðamanna-
framsýning í Grønlandi 24.
september.
Ferðamannaráð Føroya
gevur út og rindar helming-
in av útreiðslunum. Hin par-
” tin skal vinnan sjálv gjalda.
- Tað verður gjørt fyri at
fáa vinnuna at samstarva.
- Eitt nú í Danmark er tað
ógvuliga torført at verða við
í ferðavinnuni, um tú ikki
ert við í slíkum samstarvi
við ferðaráðnum har, sigur
Magne Arge.
Kanningar og
verkætlan
Ferdaråd Føroya er á fíggj-
arlógini, og hevur i år fýra
mió. krónur at arbeiða við.
Upphæddin er hækkað við
einari mió. krónum í ár, av tí
at marknaðarkanning og
sergreining av ferðamanna-
vinnuni í Føroyum verða
gjørdar í løtuni.
Endamålid vid kanning-
ini er at gera eina verkætlan,
sum skal visa å, hvussu
vinnan frameftir skal skip-
ast her å landi.
- Hvørjar fortreytir hevur
tå fyri at verda formadur
fyri styrinum i Ferdaråd
Føroya?
hæld 3
Ord: Dagny
Mynd: Kalmar
Eg havi stóran gåk, sigur
Magni Arge speiliga bros
andi, men sigur annars, at
hann ikki rætuliga veit, hví
júst hann varð settur
- Magni Arge heldur, at
hann er toluliga almennur
persónur, dugir at:tosa við
fólk og hevur royndir við
fremmandafólkum í sínun
arbeiði, sum útvarpsmaður
og innan vinnulívið
Umframt heta hevur
hann útbúgving sum sam
felagsfrødingur, við ser
greim í jóumalisukki os
hevur lisið føroyskt og
norðurlendskt mál á Fróð
skaparsetnnum
- Hetta starvið krevur, at
tú hugsar um tað fíggjarliga
i vinnuni, men eisini at
náttúran ikki skal líða undir
at vit bjóða ferðafólkum
hendavegin
Til tess hevur stýrið fyr
Ferðaráðið fingið samstarv
í lag við Landsverkfrød
ingsstovnin.
Í næstum verða skelti set!
upp ymstastaðni í Førovum
nátthús verða bygd framvið
vegjaðarnum, eitt nú við
Leynasand, á Getueiði og
Oyragjógv. Ikki bert tað
landsverkfrødingurin átek
ur sær eisini viðlíkahaldið
og ætlar at rekja hesi sum
ein part av veganetinum
Ætlanin er eisini at bøta
um hagagøtur, har ferðafólk
kunnu leita sær út í náttúru
naeftiråvisum rutum. Hetta
verður gjørt fyri at gera tað
lættari hjá ferðafólkunum,
men samstundis eisini fyri
at verja náttúruna.
Serstakt føro
vitjunarmål ag
Hetta er tað, sum nýggi
stýrisformaðurin vil seta í
verk beinanvegin ella innan
eitt ár, men dreymurin er at
gera økid við Aimar til eitt
stórhvalasavn.
- Hugsa tær náttúruvakra
ekið við Aimar. Har hevði
borið til at bjóða útlending-
um at kunna seg um segu-
ligu stórhavlaveiðuna.
Samstundis kundu vit
sum aftursvar til umhvør-
visfelagsskapirnar - sagt út-
lendingum frá grindaveiðu-
ni, sum ein part av okkara
mentan, og út frá okkara
sjónarmiðum.
- Um vit gjørdu slíkt savn,
tvist eg ikki í, at londini í
Norðuratlandshavi høvdu
viljað verið við í slíkum
projeku. Tað hevði avgjørt
vakt ans í útheiminum, og
fingið nógv fólk at leita hig-
ar.
- Afturfyri fingu føroyingar
gagnliga ávirkan á kjakið
um grindadråp i útlondum.
sigur Magni Arge.