mikudagur 21. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 95 - 21. mai 2003
Nr. 95 - 21. mai 2003
3
Við Bøveg er gott at búgva. Her er útsýnið so frágerða
gott. Allur fjørðurin liggur við føtur tínar, og litirnir úr
hesum vatni livir í djúpum, bláum havliti, grønum bøliti,
jarðgrønum fjallaliti, í stálgráum hvitmyljum og í
skarum sólarljósi, sum er í dandandi lygnum. Ættarlið
eftir ættarlið hava á æviskeiði síni latið hetta ljós flotið
inn i eygnakrókarnar dag um dag, viku eftir viku og ár
um ár. Hetta ljós er ogn okkara. Jógvan og Oluffa, kon-
an, hava búð við Bøveg eini 20 ár. Barnvaksin eru tey
bæði i Fuglafirði - hon Heimi á Miðju og Jógvan við
Bakkageil í sama umhvørvi. Hjá honum var gluggin út
imóti firðinum ein málningur, sum eygað dagliga festi
seg við. Ljósið kemur úr erva - av fjallagreinunum, og
dettur niður a vágna, liggur har og fær okkara tankar at
leita til farnar dagar og løtur. So mangur situr soleiðis
frammi i vindeygakarminum, hyggur og hugsar. Jógvan
var einki undantak. Her sat hann í sólarrenningini, tá ið
morgunsólin nam við Nón og í skýmingarløtum, tá ið
dagslýsið goymdi seg i Blábjørgum, Lorviksfjalli og í tí
djúpa vatninum.
Per Lagerkvist sigur i yrking síni
Det är vackrest när det skymmer í týðing hjá
Alexandur Kristjansen.
Kámt um heiðar dimmið lýsir.
Øll tann gleðin, himin hýsir,
ljómar milt um fjøll og dal og líð
og seg sveipar
eymt um bygd og bý.
Eymliga mær kína mjúkar hendur.
Harrin sjálvur sáar fjarar strendur.
Alt er nær og fjart sum ellissorg.
Alt er givið
okkum upp á borg.
Alt eg eigi - alt skal takast frá mær.
Um eitt bil skal løtan takast frá mær.
Hagin, heimið, dagsins
dýru orð.
Eg skal fjakka -
eina uttan spor.
1967 tók Jógvan lærara-
prógv. Hetta var i juni
mánaði. Martin Holm,
sáli, hevði hildið talu
fyri okkum, og sálmurin
Guð, tú sum ljósið lætst
skýna so bjart, varð
sungin, tá ið vit fingu
prógvið.
Eftir
hetta
bjóðaði Bjarni Skaalum
Út undir Klett úti á
Reyni. I hesum hópi var
Jógvan Ólason. Hetta var
fagnaðarløta av teimum
stóru. Tá ið vit vóru setstir i bestustovu hjá Nigga,
segði Bjarni: Nú skulu tit hoyra eina nýggja LP, sum eg
havi fingið við Beatlaløgum. - Av hesi fløgu ljómaði
Yesterday. Vit stóðu i miðjum vavi í teimum ljóðkátu
sekstiárunum. Høvdu dansað eftir løgunum frá Faroe
Boys í Sjónleikarhúsinum, og nú ljómaði Yesterday úr
stovuni hjá Nigga úti í Tinganesi. Vit lurtaðu, tóku lag-
ið til okkum og hugsaðu, at løtan í gjár á Læraraskúl-
anum var nú farin. Við lærarapróvnum stóðu vit í miðj-
um kringi og vóru mansbørn á foldum. …øll tann
gleði, himin hýsir, ljómar milt um dal og líð… Hetta
var løta, sum vit seint gloymdu, og sum vit ofta róðu
afturá… Alt ljóst lá fyri framman, og dagurin í gjár var
lunnbótin í útbúgvingini sum lærari og skuldi vera tín
barlast í hesum gerningi.
Jogvan var lærari í Oyndarfirði, Leirvík, Gøtu og
Fuglafirði. Hann starvaðist við Fuglafjarðar skúla frá
1978 til fyri tveimum árum síðani. Øll hesi ár sessaðust
vit á lærarastovuni í skúlatíðini og umrøddu skúlamál,
samfelagsviðurskifti, bygdamál, prátaðu um seyð,
snøristúrar, havhestatúrar og gamlar dagar frá skúlatíð-
ini í Havnini, tá ið vit búðu i kjallarinum hjá Gertrude
og Absalon Eysturoy.
Hóast tað var i gjár .. yesterday..… alt er nær og fjart
sum ellissorg… so var árinið frá hesi tíð ein partur av
lunnbótini. Onkuntíð mælti Jógvan, at hann kundi hugsað
sær at liva bert ein dag aftur av hesum ljóðkátu sekstiár-
unum í Havnini undir lonini hjá Gertrude og Absalon
Eysturoy. Tað er dreymurin at fáa fatur í tí, sum var gott..
men ... Alt er givið okkum upp á borg.. svá er, og hetta faa
vit einki gjørt við, men minnisríkar løtur fra hesi tið,
høvdu vit ofta a munni, sum seint fara í óminni.
Sangari var Jógvan góður, og hava vit bæði í sorgar-
stundum, vertskapi og gleðiløtum sungið saman. Løt-
an, sum var í gjár, var góð, men: Alt eg eigi - alt skal
takast frá mær. Um eitt bil skal løtan takast frá mær.
Hagin, heimið, dagsins dýru orð.
Hann var ein góður lærari, læt einki falla av, tá ið tað
kom til undirvísing. Hann duldi heldur ikki fyri, tá nýtt
kom inn í skúlan, at árinið av hesum kundi gera, at
kunnleikin, sum næmingarnir skuldu hava, var skerdur,
og hugsi, at rætt hevði hann í hesum.
Jógvan var ein góður starvsfelagi. Tá ið um skúlamál
galt, var hann greiður í síni støðutakan. Hann hevði
hetta í sær, at næmingarnir skuldu duga, og eru nógv
dømi um tað. Hetta er ein lítil partur av tí, sum rann
mær til hugs hesa løtu, har minnisbrot um Jógvan
skuldu festast a blað.
Síðstu árini hevur Jógvan verið heilsuveikur, og sást
hann ofta sita framman fyri køksgluggan við Bøveg og
hyggja út á fjørðin, har ljós og hav møttust. Henda
gluggamynd er stórbar, sum vit eru ein partur av. Luffa
var Jógvani ein góður stuðul í hesi trongu tíð, tá ið
sporini hjánaðu burtur á leiðina... Eg skal fjakka - eina
uttan spor. Tá ið løtan nærkast, er tað ljósið, sum er
kring okkum og í sálminum: Guð, tú sum ljósið lætst
skýna so bjart, sum ger okkum eym og smá… tað, at vit
fara burtur uttan spor, er eisini eitt spor, sum ljósið
tekur til sín og goymir í magni og anda.
Friður verði yvir minninum um Jógvan Ólason,
lærara úr Fuglafirði.
Frits Johannesen
Jógvan Ólason,
lærara úr Fuglafirði, til minnis
C
M
Y
K
3
2