mikudagur 21. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 95 - 21. mai 2003
Nr. 95 - 21. mai 2003
5
– Verður tað neyðugt,
fer Strandferðslan at
biðja politiið hjálpa
sær at forða fyri, at
trygdarreglarnar
verða brotnar
TRYGDAR-
VIÐURSKIFTI
Áki Bertholdsen
Tá ið fólk ferðast úr oyggj í
oyggj við skipunum hjá
Strandferðsluni at fylla sær
bensin og diesel upp í
dunkar, bróta tey trygdar-
reglarnar hjá Strandferðsl-
uni.
Tí hevur Strandferðslan
nú steðgað hesum flutningi.
Sandur hevur verið at
kalla einasta staðið í land-
inum, har bensin og diesel
hevur verið at fingið og tað
hevur fingið fólk úr øllum
meginøkinum á pílagríms-
ferð til gloymdu oynna at
fylla sær tangarnar.
Hetta hevur ført til, at
flutningurin
ímillum
Skopun og Gomlurætt hev-
ur sett met hesar seinastu
dagarnar.
Sunnudagin flutti Ternan
sostatt 219 bilar og 795
ferðafólk flutt um Skopun-
arfjørð og tað er met.
Mánadagin var eisini nógv-
ur flutningur, tí tá vóru 195
bilar fluttir um Skopunar-
fjørð.
Og sum tað sást í Degi og
Viku mánakvøldið, var tað
ikki hissini, sum fólk
hamstraðu av bensini og
diesel.
Fleiri fyltu upp í dunkar
og onkur enntá upp í tunnur
at hava við sær inn á
meginlandið aftur.
Ólógligt
Men hesin flutningur er
ólógligur.
Eftir IMDC- reglunum,
sum eru altjóða reglar fyri
vandamiklum flutningi við
skipum, er tað bara loyvi at
flyta ein litur av bensini og
fimm litrar av diesel í
dunkum við ferðamanna-
skipum.
Samstundis
upplýsir
Brandstøðin, at tað verða
eisini serlig krøv sett til
dunkarnar.
Sostatt hava tey, sum
hava flutt bensin og diesel í
dunkum um Skopunarfjørð
hesar dagarnar, næstan utt-
an undantak sett trygdar-
reglarnar hjá Strandferðsl-
uni til viks.
Men Strandferðslan hev-
ur nú steðgað hesum flutn-
ingi.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur, at
skiparin á Ternuni tók
sjálvur stig til at steðga
flutninginum í gjáramorg-
unin.
– Tá ið fólk koma um-
borð á Gomlurætt, verða
tey gjørd varug við, at tað
ikki er loyvt at hava meiri
enn ein litur av bensini og
fimm litrar av diesel í
dunkum.
– Og tey, sum koma
umborð í Skopun, verða
spurd um tey hava bensin
ella diesel við sær í dunk-
um.
Johan Isholm á Strand-
ferðsluni, sum hevur við
trygdarviðurskiftini at gera,
sigur, at hinvegin hevur
manningin
hjá
Strand-
ferðsluni ikki loyvi til at
kanna bilarnar.
– Men vit vóna, at fólk
eru so mikið at sær komin,
at tey ikki seta trygdina til
viks, sigur hann.
Hinvegin siga bæði hann
og Kristian Davidsen, at tað
er ein uppgáva hjá løgregl-
uni at kanna eftir um
ólógligur flutningur fer
fram.
– Men fær manningin hjá
Strandferðsluni
illgruna
um, at fólk hava dunkar við
sær, verður tað meldað til
løgregluna, sum síðani
kannar málið.
–Vit
seta
trygdina
ógvuliga høgt og hava vit
illgruna um, at trygdarregl-
arnar verða brotnar, fara vit
at biðja løgregluna hjálpa
okkum,
sigur
Kristian
Davidsen.
Pláss verður fyri 24
børnum og
barnagarðurin skal
halda til í hølum í
skúlabygninginum
BARNAANSING
Áki Bertholdsen
Tvøroyri: Nú fáa tvørafólk
eisini útibarnagarð.
Ein meiriluti av Tvøroyr-
ar býráði samtykti mána-
kvøldið at gera útibarna-
garð á Tvøroyri og hann fer
at taka børn inn longu 1.
august.
Pláss verður fyri 24 børn-
um í útibarnagarðinum,
sum skal hava støð í hølun-
um í skúlabygninginum á
Tvøroyri, har Nautilus hev-
ur verið.
Men áðrenn hølini kunnu
takast í nýtslu til útibarna-
garð, skulu tey umvælast
fyri einar 70.000 krónur.
Á býráðsfundinum kom
fram, at tørvurin á barna-
ansing er nøktaður á Tvør-
oyri.
Men tað standa eini 40
børn á bíðilista eftir at
sleppa í barnagarð og or-
søkin til tað er, at tað eru so
nógv, sum vilja sleppa úr
kommunalu dagrøktini í
barnagarð.
Ætlanin er so at taka nøk-
ur av teimum eldru børnun-
um í útibarnagarðin so at
pláss verður fyri fleiri
vøggustovubørnum í sjálv-
um barnagarðinum, tí nógv
av teimum, sum standa á
bíðilista eru vøggustovu-
børn.
Av tí, at talið á børnum í
dagrøktini fer at minka, tá
ið útibarnagarðurin letur
upp, fer tað bara at kosta
kommununi
10.000-
12.000 krónur um mánaðin
eyka at skipa útibarnagarð-
in.
Fýra ímóti trimum
Men býráðið var ikki samt
um at útibarnagarðurin skal
gerast.
Finnleif
Guttesen
úr
Sambandsflokkinum helt
ikki, at kommunan átti at
brúka pening til at ganga
nøkrum serligum ynskjum
á møti, tá ið tørvurin á
barnaansing er nøktaður,
samstundis sum alt annað
liggur á láni í kommununi.
Hann vísti eisini á, at tað
fór at gera, at dagrøktar-
mammur misti bæði arbeiði
og inntøku.
Sverri Midjord úr Javn-
aðarflokkinum dugdi ikki
at skilja, hví barnaansing
skuldi verða ein almenn
uppgáva, tí tað var tað ikki
fyrr, tá ið nógv meiri ar-
beiði var á Tvøroyri og tað
hevði gingið fínt.
Pauli Einarsson legði
dent á, at hann tók undir
við einum útibarnagarði,
men hann tók ikki undir
við, at akkurát skuldi fáa
hølini, sum Nautilus hevði
verið í.
Honum dámdi ikki, at eitt
øki, sum varð gjørt til
ítróttarøkið alsamt meiri og
meiri varð tikið til barna-
ansing. Hann mælti ístaðin
til at leggja eina heildar-
ætlan fyri økið ístaðin fyri
at taka eina avgerð nú.
Men hinir fýra býráðs-
limirnir, Bergur Bærend-
sen, Dan Nielsen, Heri
Mortensen
og
Kristin
Michelsen atkvøddu fyri at
gera útibarnagarð í hølun-
um hjá Nautilus og sostatt
varð málið samtykt.
Settu trygdina hjá Strandferðsluni til viks
Gera útibarnagarð á Tvøroyri
Í august i ár letur útibarnagarður upp í Tvøroyri við plássi fyri 24 børnum
Strandferðslan hevur nú forðað fyri meiri ólógligum flutningi av bensini og dieselolju við skipum sínum
Fólk í verkfallið siga
seg missa túsund
krónur um vikuna
VERKFALL
Heri á Rógvi
Fleiri fólk í verkfalli, sum
Sosialurin hevur tosað við,
siga, at tey hava fingið at
vita, at tey fáa 70% í verk-
falspeningi.
Hesi tíðindi eru kortini
ikki váttaði. Vit hava roynt
at fáa tað váttað hjá ar-
beiðarafeløgunum, men tað
einans svarið, vit hava fing-
ið, er “eingin viðmerking”.
Rokna vit eitt sindur við
tølunum, so vísir tað, at ein
persónur í verkfalli fær
umleið 2.600 kr. um vikuna
í løn.
Hesum skulu tey eisini
gjalda skatt av, verður
upplýst hjá Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Tímalønin er 92,2 kr. og
92,52 fyri “skitið” arbeiði.
Roknað við við tí lægra
talinum, so er ein vanlig
vika, t.e. 40 tímar, verd
3.688 kr. Affurat hesum
kemur frítíðarløn áljóðandi
442,56 kr ella tólv prosent.
Tað hevur ikki eydnast okk-
um fyri vist at fáa upplýst,
um fólk fáa frítíðarløn,
meðan tey eru í verkfalli.
Tað er sjálvsagt ymiskt,
hvat fólk forvinna, tá hugs-
að verður um yvirtíð og
annað, men útfrá okkara út-
rokningum er minsta inn-
tøkan túsund krónur um
vikuna í vanligari løn.
70% av lønini í verkfalspengum
Neyðugt er eisini at vera til arbeiðis, tá tað er verkfall – sum
vaktir. Men lønin er ikki líka góð sum vanligu arbeiðsdagarnir
Mynd: Jens Kristian Vang
Bæði arbeiðsum-
hvørvið og privata
lívið verður betri við
positvari hugsan,
sigur Carsten Somm-
erskov, sum í farna
viku savnaði føroy-
ingar í hópatal um
positivar tankar
POSITIVT
Heri á Rógvi
“Hyggi runt í rúminum við
brillunum hjá einum rein-
gerðarfólki; hygg síðani
runt í rúminum við brillun-
um hjá innrættingararki-
teki. Og til síðst hyggi tit so
runt í hesum rúminum og
hugsi tykkum, at tit skuldu
selt innbúgvið á einari upp-
boðssølu.”
Soleiðis byrjaði Carsten
Sommerskov skeiðið hjá
sær á Hotel Føroyum síðsta
fríggjakvøld.
Hendan venjingin hevði
til endamáls at vísa, hvussu
fólk hugsaðu. Síggja fólk
møguleikar ella trupulleik-
ar – positivir ella negativir
tankar.
Fólk, sum eru positiv, liva
bæði betri og longri enn
teirra negativu medmenn-
iskju. Tískil kann gott loysa
seg at gerast meira positivur.
Ja, hetta gevur heilt einfalt
betri lívsgóðsku.
Hetta er boðskapurin hjá
Carsten Sommerskov. Hann
er 52 ára gamal og býr í ein-
ari lítlari bygd á Sælandi.
Hann hevur sett á stovn og er
stjóri fyri fyritøkuna Vækst,
sum arbeiðir við skeiðum
sum hesum í at fáa fólk at
hugsa positivt og at læra
fyritøkur og privat persónar
at fáa meira burturúr daglig-
degnum.
Upprunaliga er hann út-
búgvin sjúkrasystir í teimum
døgum, tá hetta starv kall-
aðist sjúkrasystir. Har ar-
beiddi hann saman við
krabbameinssjúklingum,
sum skuldu doyggja. Her
byrjaði at fáast við mentala
venjing, og tað gjørdist so
byrjanin til hansara komandi
livibreyð. Tað byrjaði í smá-
um í 1979, og síðani 1988
hevur hetta verið full-
tíðarstarv.
– Í dag brúki so at siga
einki av tí, eg lærdi sum
sjúkrasystir. Eg nýti tað, eg
havi lært so við og við, sigur
Carsten Sommerskov, sum
eisini hevur verið á einum
ótal av skeiðum sjálvur.
– Eg velji bert at fara til
tey bestu av teimum bestu
skeiðunum, sigur Carsten
Sommerskov.
Á hesum skeiðum halda
menn sum Al Gore fyri-
lestrar.
Góð undirtøka
Í Føroyum er eingin Al
Gore, men Carsten Somm-
erskov hevur hildið skeið
fyri nógvum fólkum í Før-
oyum.
Hann letur væl at undir-
tøkuni í Føroyum. Hetta,
við at halda fyrilestrar fyri
nógvum fólkum, er ikki
nakað nýtt fyri Carsten.
Umframt at halda skeið fyri
og arbeiða saman við stór-
um donskum fyritøkum, so
nýtir hann oftani styttri
skeið sum hetta fríggja-
kvøldið.
– Í oktober havi eg leigað
Cirkusbygningen í Keyp-
mannahavn, har pláss er
fyri einum 1.500 fólkum.
Vit eru ikki 1.500 á Hotel
Føroyum fríggjakvøldið,
men eini 150 fólk vóru
komin saman.
Og maðurin dugdi at fáast
við fólk. Fyrst í umleið
hálvfems minuttir tosaði
hann út í eitt. Hann undirhelt
og rúnarbant ein stóran part
av áhoyrarunum. Ikki tí.
Onkur stakk av í steðginum.
Og fólkið var rættiliga
undirhildið. Láturin rung-
aði stundum, og fólk vóru
skjótt út fyri at ogna sær
bøkur og fløgur, sum Car-
sten hevur givið út í hópatal
við positiva boðskapinum.
Retorikkurin hjá Carsten
er imporandi, og hansara
teknikkir og teori ógvuliga
einfaldar. Og kanska hetta
fær onkran at hugsa pos-
itivari. Summi hildið hetta
vera júst tað, men onnur
hildu talan vera um nakað
fjas, sum ein og hvør kann
siga sær sjálvum.
Tríggjar
tímar
langa
skeiðið hjá Carsten Somm-
erskov fríggjakvøldið var í
tveimum
pørtum.
Eftir
steðgin snúði tað seg um,
hvussu hetta við positivari
tilveruna kann fáast at virka
við ymsum metodum og
venjingum.
Og sambært Carsten er
uppskriftin til positivari
tankar og positivari lív
einføld.
– Endurtøkan er lykilin.
Tað sær kanska ikki altíð so
vakurt út, men tað er neyðugt
at gera tað umaftur og um-
aftur, sigur Carsten. Og fyri
teimum mongu áhoyrarunum
fríggjakvøldið sigur hann:
– Dette er mental træn-
ing, og det virker.
Endurtøka er lykilin til positivar tankar
Forsætisráðharrin og lands-
stýrisformaðurin í Grøn-
landi hava í felag sett eina
nevnd, sum skal arbeiða
við, hvussu grønlendska
vinnulívið á bestan hátt
kann mennast. Nevndin
telir átta limir. Ein teirra er
Sverri Hansen.
Sverri er leirvíkingur, og
hann er mest kendur fyri
tíðina, hann var formaður
fyri Framtaksgrunnin undir
kreppuárunum í Føroyum.
Sverri er til dagligt stjóri
fyri Útnorðurgrunnin.
Nevndin skal vera liðug
við sítt tilmæli 1. november
í ár, og ætlanin er, at ar-
beiðið skal nýtast í sam-
bandi við samráðingarnar
millum grønlendingar og
danir um blokkstuðulin
eftir 2004, upplýsir Stats-
ministeriet í tíðindaskrivi.
-hr
Sverri í nevnd
Fyrrverandi formaðurin fyri
Framtaksgrunnin er vorðin
limur í eini nevnd, sum skal
gera eitt tilmæli um grøn-
lendska vinnulívið í
framtíðini
Carsten Sommerskov
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4