Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 95 - 21. mai 2003 Nr. 95 - 21. mai 2003 7 Verfallið hjá arbeið- arunum er nú veru- liga farið at merkjast. Og heldur tað áfram, kemur føroyska ferðavinnan veruliga at merkja sviðan av verkfallinum. Kanska ikki her og nú, men í framtíðini. Hetta heldur Sissal Krist- iansen frá Ferðaráð- num VERKFALL/ AVLEIÐINGAR Ingrid Bjarnastein – Verkfallið ávirkar í stóran mun ferðavinnuna. Mynd- in, sum vit geva av okkara landið, hevur nógv at siga. Serliga í framtíðini tá ferðafólkini fara heimaftur, og tosa um okkara land. Um myndin er vánalig, so tíma fólk ikki at viðmæla øðrum at koma, og tey tíma ikki at koma aftur sjálvi. Orðini eigur Sissal Krist- iansen á Ferðaráð Føroya. Verkfallið rakar eisini ferðavinnuna, bæði nú og eisini í framtíðini. Norður- landahúsið er stongt, ongin olja er at koyra ferðafólk runt við, og hotellini koyra við lágum blussi. – Tað er ikki hugaligt hjá fólkum at koma til eitt land, sum liggur lamið. Hotellini fáa onki gjørt við tað, men tað er ikki so lætt hjá ferða- fólkunum at skilja. Um tey koma til eitt skitið hotell við ongum wc-pappíri, so er tað júst hetta, sum tey fara at bera víðari um okk- ara land, og eg trúgvi, at hetta kann koma at kosta okkum í framtíðini, sigur Sissal, sum vísir á, at tað er verri at bøta uppá eitt rykti enn tað er at betra eitt. Spillorka Nógv hevur verið tosað um verkfallið møguliga kemur at raka fótbóltdystin mill- um Føroyar og Týskland. Men tað er ikki bara dyst- urin millum Føroyar og Týskland sum stendur í vanda. Í løtuni er Sissal mest bangin um dystin millum Ísland og Føroyar, tí eisini har liggur eitt megnar arbeiði aftanfyri. – Vit skulu yvir til Reykjavíkar áðrenn dystin har vit skulu hava eina framførslu í Listaskálanum í Reykjavík. Føroyskan tónleik, klæðir, list og ann- að skal vísast fram, men eg eri bangin fyri, at er verk- fallið ikki liðugt, so fáa vit hetta ikki yvir, tí hetta verður roknað sum farmur, greiðir Sissal frá. – Eg velji at trúgva, at verkfallið verður liðugt áðrenn heimadystin móti Týsklandi. Ferðavinnan í Føroyum hevur í meira enn eitt ár fyrireika seg at taka ímóti týskarum, og longu nú er ein týskur tíðindamaður á veg til Føroya. Eisini sjálvt um tað er verkfall. – Henda tíðin á árinum hevur eisini stóran týdning fyri hotellini, so verkfallið kann koma at hava ein stór- an spillorkutýdning. Um fólk skulu til Føroyar í framtíðini, so koma tey at minnast, at hotellini vóru skitin, tú fekk onki bensin og ongar bussferðir vórðu gjørdar, tí ongin olja var at fáa. Sjálvt um vit veita tað, vit kunnu, so er tað ikki nóg gott, um ferðafólkini fara vónbrotin avstað aftur, og hetta kann koma at kosta í framtíðini, sigur Sissal. Pensionistar avlýst Tað standa nógvir pengar hjá ferðavinnuni uppá spæl um verkfallið ikki er liðugt áðrenn dystin ímóti Týsk- landi. Hotellini fara ikki at vera før fyri at taka ímóti teimum mongu gestunum, og heldur ongin matur verður til teirra. – Um tey lítlu tingini ikki eru í lagið, so gongur tað ikki. Sum til dømis at fáa eina pylsu til fótbóltsdyst- in, ella at fáa sær eina øl. Týskarar eru jú ein av heimsins mest øl-drekkandi tjóðum. – Um verkfallið verður liðugt ein dag áðrenn gest- irnir koma, so skulu vit nokk fáa alt í lagið aftur. Men um tað er longur, so klára vit tað ikki, sigur Sissal. Og longu nú eru fólk setst aftur vegna verkfall. Pensjionistafelagið í Havn skuldi fáa vitjan av Salling Pensionistforening nú, men tey hava nú avlýst ferðina. – Tey hava avlýst ferðina av teimum verðandi um- støðunum, sigur Sune Joen- sen, nevndarlimur í pen- sjionistafelagnum í Havn. Eitt ferðalag uppá 33 skuldi eftir ætlan koma til Føroya, men nú tað er avlýst, so verður tað í øllum førum ikki í ár. – Sjálvandi eru báðir partar harmir um hetta, men vit høvdu eisini eina líknandi hending fyri tveimum árum síðani. Tá skuldi eitt íslendskt pen- sionistafelag koma at vitja í Føroyum, men tá var eisini verkfall, so tey settust eisini aftur. Tey skuldu búgva á Hotel Føroyum, og har varð onki vaskað. Donsku pensionistarnir, sum skuldu koma nú, skuldu búgva privat, so tað var ikki vegna vantandi uppihald, at tey ikki valdu at koma. Ferðavinnan kann missa nógv Ferðavinnan kann veruliga koma at svíða fyri verkfallið. Um myndin av Føroyum ikki er nóg góð, tá ferðafólkini fara avstað aftur, so kann hetta koma at kosta ferðavinnuni nógv í framtíðini Verkfallið hjá arbeið- arunum hevur mill- um annað ført við sær, at dagstovnar eru stongdir, tí teir ikki verða vaskaðir. Hetta hevur fingið ein spurning, um for- eldur eiga at rinda fult gjald, nú børnini ikki verða ansað, at stinga seg upp BARNAANSING/- VERKFALL Solby A. Eliasen Nú hevur verkfallið hjá arbeiðarunum vart í næstan tvær vikur. Og dagstovnar, barnagarðar og skúlar hava verið stongdir í nakrar dagar. Tað er ikki nakað, sum týðir upp á, at endin av verkfallinum er nær, og tí eru foreldur farin at seta spurnartekin við, um tey nú eiga at gjalda fyri barna- ansingina, sum tey hava mist. Tá pedagogarnir vóru í verkfalli fyri nøkrum ár- um síðani, rindaðu foreldur í Tórshavnar kommunu ikki fult fyri barnaansingina, men tað er ikki nakað, sum beinleiðis týður uppá, at tað verður soleiðis hesuferð. Sosialurin hevur tosað við Tórshavnar og Klaks- víkar kommunu. Frá báð- um kommununum verður sagt, at spurningurin hevur verið uppi og vent, men ongin endalig støða er tik- in. Somuleiðis siga báðar kommunurnar, at sáttmálin sigur, at foreldur rinda 30 % og kommunan 70 %, og tað er útgangstøðið í báðum kommununum. – Verkfall ella ikki, so eiga foreldur at rinda 30 % av barnaansingini í komm- ununi, sigur borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, tá hann verður spurdur, um Tórshavnar kommuna hev- ur ætlanir um at lata foreld- ur sleppa frá at rinda gjald- ið, nú børnini ikki verða ansað á stovni, meðan verkfall er. Jan Christiansen sigur, at kommunan ikki er liðug at tosa málið ígjøgnum enn, men útgangsstøðið hjá teimum er, at sáttmálin sig- ur, at kommunan rindar 70 % og foreldrini 30 %. – Um børnini eru á stovn- inum ella ikki, so kostar tað kommununi næstan tað sama at reka stovnarnar, og kommunan kann ikki gera við, at tað er verkfall, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at hann tó skilir væl, at foreldur kanska seta spurnartekin við um, tey nú eiga at rinda fyri eina tænastu, sum tey ikki hava fingið í eina tíð nú. – Eg skilji eitt og hvørt menniskja, sum roynir at spara nøkur oyru, men hetta verkfallið rakar okkum øll, og er tað nakar, sum ynskir tað at verða yvirstaðið, so er tað kommunan, sigur Jan Christiansen. Hann veit ikki at siga, nær Tórshavnar kommuna fer at taka enda- liga støðu til spurningin um foreldragjaldið. Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar kommunu, sigur somuleið- is, at kommunan hevur tos- að um henda spurningin, men heldur ikki har er nøkur endalig støða tikin. – Og tað verður so heldur ikki henda umsitingin, sum tekur avgerðina. Tað ger tann politiski myndugleik- in, sigur hon. Heilsumyndugleikar hava vitjað stovnarnar í Klaksvík og hava mælt til, at starvs- fólkini á stovnunum fara heim, tí har ikki er vaskað so longi nú. Jancy B. Klein sigur, at tá pedagogverkfallið var, tá rindaðu foreldrini í Klaks- víkar kommunu fult gjald, hóast tey ikki fingu børnini ansað. Men tá so sáttmálin at enda varð undirskrivað- ur, varð gjørt av, at foreldr- ini ikki skuldu rinda fyri lønarhækkanina hjá pedag- ogonum við afturvirkandi kraft. So á tann hátt fingu tey tá ein heldur tilvildar- ligan avsláttur. Jancy veit ikki um nakað dømi, har foreldur hava vent sær til kommuna og spurt, um tey skulu gjalda fyri ansingina, meðan verk- fallið er. Foreldragjaldið stendur helst við Hóast børnini ikki verða ans- að á stovnum í hesum døg- um, so letur tað ikki til, at foreldur fara at sleppa undan at rinda fyri ansingina. Í øll- um førum ikki í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu Mynd: Tilvildarlig mynd Útgerðarhavnin í Runavík er eisini fevnd av verkfallin- um. Verður tað ikki liðugt í næstu viku kann koma at standa á at lata vørur og tæn- astur til oljuleiting OLJULEITING OG VERKFALL Jan Müller Enn eru góðar tríggjar vik- ur til Agip fer at bora á landgrunninum. Men stendur verkfallið við leingi aftrat kann tað fáa avleið- ingar fyri føroysku luttøk- una í hesi boring og møgu- liga fyri sjálva boringina eisini. Hjá Atlantic Supply Base í Runavík eru tey far- in at gera klárt til at veita vørur og tænastur til bor- ingina, sum er ásett at byrja 15. juni. Lasse Borðoy, stjóri sigur, at tey hava ikki hugsað so nógv um verk- fallið, tí man metir, at tað helst endar væl innan boringin skal byrja. Men hann viðgongur, at dregur ov langt út, tvs. er eingin loysn funnin í næstu viku, so kann hetta koma at skapa stórar trupulleikar og nógv arbeiðspláss og milli- ónir av umsetingi standa uppá spæl. Útgerðarhavnin í Runa- vík skal lata tilfarið, sum skal brúkast umborð á bori- skipinum Belford Dolphin, sum ætlandi kemur til Før- oya fyrst í juni. Talan er um borimóru, borirør oma. Har er so eisini ymiskt at gera klárt á økinum men fáa tey einki gjørt vegna verkfall. Verður verkfallið ikki av so kann koma uppá tal hjá borifelagnum at søkja um undantaksloyvi at taka út- gerðina úr skotskari havn. Spurningurin er so hvat Oljumálaráðið sigur til tað, tí tað stendur í lóggávuni, at feløgini skulu brúka før- oyskar vørur og tænastur. Sjálvur heldur Lasse Borðoy, at tað verður ómetaliga óheppið, um Oljumálaráðið skuldi farið og givið oljufelagnum loyvi at brúka Aberdeen sum útgerðarhavn. Tá heldur hann tað hevði verið rættari at útsett boringina nakað. – Tað má ikki henda, at oljufeløgini fáa loyvi til at starta upp í Aberdeen, tí so koma tey als ikki henda vegin. Men hann heldur ikki tað kemur so langt, tí roknast má við, at verkfallið fer ikki at vara so leingi, at tað veruliga fer at darva boringini og arbeið- inum kring hana. Herálvur Joensen á Oljumálaráðnum sigur, at teir als ikki hava nomið við henda spurning- in og hevur hann tí onga viðmerking til, um teir fara at góðtaka eina umsókn um undantaksloyvi ella heita á oljufeløg um at útseta bor- ing til eitt verkfall er av. Verkfallið kann raka oljuboring Lasse Borðoy, stjóri vónar ikki, at arbeiðið vegna verkfallið endar í Aberdeen C M Y K 7 6 Starv sum avloysari Starv sum avloysari er leyst at søkja á lønarbókhaldinum á gjaldstovuni í tíðarskeiðinum 1. juli ella sum skjótast - fyribils til 29. februar 2004. Uppgávurnar fevna m.a. um : • Lønarskráseting/-málsviðgerð • Lønarkoyring • Skráseting og rætting • At stemma av lønarkoyringar • Aðrar uppgávur t.d. svara lønarfyri- spurningum og arkivering Persónlig krøv til umsøkjaran : Tann, ið settur verður, skal vera álítandi, røkin og hava góð samstarvsevni. Krøv til útbúgving og royndir : Viðkomandi, sum verður settur, skal helst hava nøktandi royndir innan almenna lønarumsiting. Um viðkomandi ikki hevur slíkar royndir, so skal tann, ið verður settur, hava útbúgving innan roknskap e.t. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í III flokki Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðny Simonsen, deildarleiðara, tlf. 352410 Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða send til : Føroya Gjaldstovu Traðagøtu 39 Boks 2009 165 Argir Umsóknarfreist : 22. mai 2003 kl. 12 www.sosialurin.fo