Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 95 - 21. mai 2003 Nr. 95 - 21. mai 2003 9 ALING Vilmund Jacobsen Tað eru ikki allir alarar, ið eru so fegnir um ta skriv- ing, sum hevur verið um ILA-sjúkuna, ið hevur breitt seg til fleiri av okkara alibrúkum kring landið. Meðan summir vilja tosa um henda trupulleika - eisini við atliti til verk- fallið, sum tarnar tøkuni av sjúkum fiski, velja aðrir at tiga, ti teir halda, at tað tænir alivinnuni frægast. Sosialurin hevur tosað við báðar partar í hesi vik- uni. Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við alara, sum greiddi frá, hvussu torført tað er at stríðast við ILA- sjúkuna í útbroti, sam- stundis sum verkfall er, og arbeiðsmegin er avmarkað. Tað gongur seinni við tøkuni av sjúkum fiski og tann fiskurin, sum verður tikin í hesum døgum, verð- ur frystur og ikki seldur feskur, sum hann annars hevði verið, um einki verk- fall var. Hetta gevur ein minni prís. Skaðar marknaðin Annar alari, Sosialurin tosaði við í gjár, heldur, at nú er nóg mikið skrivað um ILA-sjúkuna fyribils, tí skrivingin skaðar føroyska laksin á marknaðinum. Hann sigur, at tá ið bløðini aftur og aftur skriva um ILA-sjúkuna, fara tíðindini úr Føroyum til Noregs og haðani til keyparar í eitt nú Japan og Týsklandi. - Hetta er til bága fyri laksaútflutningin, sigur hann. - Eg haldi, tað er ógvuliga keðiligt, at nýggju skipini, Bakur og Stelkur, hava fing- ið tað orð á seg, at tey rulla so illa. Tað er rætt, at skipini rulla illa, tí stabiliserings- tangarnir virka ikki, sum teir skulu. Men hetta verður ætlandi broytt, áðrenn vet- urin kemur aftur. Hetta eru annars ógvuliga góð skip við nógvum dygdum, sigur skiparin, Ólavur Samuelsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nýggju skipini hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, hava fiskað óføra væl, síð- an tey fóru til fiskiskap, 6. januar í ár. Ólavur Samuelsen, skip- ari, sigur, at tá ið skipini seinast landaðu í Hanst- holm, 14. mai, høvdu tey fiskað tilsamans 2100 tons. Hetta er óføra góð veiða. Skiparin vísir á, at eitt tað besta árið hjá Skrápi og Gorpi var næstsíðsta ár; tá fiskaðu skipini tilsamans 3300 tons. - So, her vanta bara góð 1000 tons í somu veiði- nøgd, hóast vit bert hava fiskað í góðar 4 mánaðir, sigur hann. Meginparturin av veiðini hjá Beta-skipunum er upsi, og upsin hevur havt lítlan prís seinastu tíðina. Kortini er veiðivirðið hjá skipunum farið um tær 10 milj. krón- urnar. Spurdur, hvør orsøkin er til, at tað hevur gingið so væl at fiskað, sigur Ólavur: - Skipini eru væl útgjørd á brúnni við góðum tólum eins og onnur nýggj skip í dag. Haraftrat kemur, at tey orka væl at tóga. Tógað verður við 3-4 míla ferð, sum er vanligt. Men tá ið tógað verður upp ímóti, orka hesi skipini nógv betur at halda ferðina. Tey trekkja nógv betur, sum hann tekur til. Tey gomlu skipini hjá felagnum hava nógv minni tógmegi, og tá ið tógað verður upp ímóti, og veðrið er sjaskut, gongur ongan veg. Skiparin sigur, at skrúvan er tað, teir kalla, reduserað, soleiðis at alt gongur so friðarliga fyri seg. Rulla illa Ólavur sigur, at nógv hevur verið fokuserað uppá, at Bakur og Stelkur rulla illa, og tað er rætt. - Skipini rulla illa, men tað hevur sína orsøk. Sta- biliseringstangarnir virka ikki, sum teir skulu, men hetta er eisini tað einasta negativa, sum sigast kann um hesi annars so frálíku skip. Tangarnir liggja ov niðarliga í skipinum, og tað er ivaleyst hetta, sum er trupulleikin. Sum eg havi skilt, var reiðarin, Olaf Ol- sen, skeptiskur um, at sta- biliseringstangarnir skuldu liggja niðri í botninum á skipunum, men spaniu- menn vildu sannføra hann um, at hetta var í lagi. Teir søgdu, at skipini fóru ikki at rulla kortini, men hetta hevur ikki hildið. Skiparin sigur, at reiða- ríið nú umhugsar, hvussu hesin trupulleiki skal loys- ast, áðrenn veturin kemur aftur. - Tosað verður um at byggja íslendskar slengri- kjølar undir skipið. Eg havi skilt, at hetta er eitt nýtt pa- tent, sum íslendingar hava gjørt. Tosað verður eisini um at byggja nýggjar sta- biliseringstangar framman fyri brúnna. Ólavur ivast ikki í, at hes- ir trupulleikar verða loystir, soleiðis at skipini fara at rulla minni. Hann leggur aftrat, at nýbygningarnir annars roynast væl í sjónum, og fiskast kann í at kalla øllum veðri. Væl nøgdir Skiparin heldur tað vera ógvuliga keðiligt, at nýggju skipini, Bakur og Stelkur, hava fingið tað orð á seg, at tey rulla so illa, tí hetta er ein trupulleiki, sum kann loysast. Skipini roynast annars ógvuliga væl og hava nógvar dygdir. Ólavur vísir á, at mann- ingarumstøðurnar umborð eru av teimum bestu, ið hugsast kunnu. Hvørt kam- ar hevur egið wc og brúsu, og har eru innstalatiónir til eitt nú sjónvarp og teldu. Í messuni eru allir fasilitetir, sum manningin ynskir sær. Hann sigur, at arbeiðið, sum maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, hevur gjørt, er fyrimyndarligt, og bæði á dekkinum og í lastini virkar alt av tí besta. Allur ísurin verður gjørd- ur umborð, og henda skip- anin virkar av tí besta. - Orkan er so stór, at okkum kemur ongantíð at vanta ís. Dygdin á fiskinum er góð; tað hava vit fingið at vita bæði í Føroyum og uttanlands, nú verkfall er, og fiskurin verður landaður uttanlands, sigur Ólavur Samuelsen, skipari, at enda. Tilsamans 14 mans eru við Baki og Stelki hvønn túrin, og skipanin er hon, at teir eru tríggjar túrar um- borð og ein í landi. Hin skiparin er Kjartan Egholm. Fish Fair Tá ið North Atlantic Fish Fair var í Saltangará her- fyri, lógu Bakur og Stelkur tann eina dagin við bryggj- una til framsýningar. Spanska skipasmiðjan, sum bygdi skipini, hevði bás á messuni. Væl av fólki nýttu høvi at vitja umborð, og tað gjørdu umboðini fyri skipasmiðj- una eisini. Bakur og Stelkur hava fiskað óføra væl Sjúkutos kann skaða føroyskan laksaútflutning - At so nógv verður skrivað um ILA- sjúku í Føroyum, er til bága fyri okkara laksaútflutning, sigur alari, sum Sosialurin hevur tosað við. Stabiliseringstangarnir umborð á Baki og Stelki virka ikki, sum teir skulu. Hesi viðurskifti skulu ætlandi broytast til komandi vetur. - Men hetta eru óføra góð skip við nógvum dygdum, sigur Ólavur Samuelsen, skipari NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 21. mai. Helena, deyð í 329. Mamma Konstantin keisara. Grikst navn, ið merkir kyndil. Mikael Harald Viderø býar- arkitektur í Havn Frá 15. mai 2003 er Mikael Harald Viderø á Argjum settur sum býararkitektur í Tórshavnar Kommunu. Mikael er 30 ára gamal, sonur Ketty Viderø av Sandi og Finn Viderø, f. Clementsen, úr Keyp- mannahavn. Mikael er føddur í Keypmannahavn, og búði har til hann sum 9 ára gamal flutti til Føroyar at búgva. Mamman giftist við Magnus Jóhan Djur- huus yvirlækna. Eftir at Mikael var útbúgvin arki- tektur við Det Kongelige Danske Kunstakademi í januar 2001, flutti hann við familju til Føroya og fekk arbeiði sum arkitektur hjá byggifelagnum Guttesen & Staksberg. Í 2002 fekk hann starv sum leiðari á planleggingardeildini hjá Tórshavnar Býráð, har hann arbeiddi, til hann tók við sum býararkitektur. Mikael er giftur Gunnvá Guttesen Viderø úr Havn, tey eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir, tey eru: Bjarti 6 ár, Jóni 4 ár og Róa, ið varð fødd í desemb- er í 2002. Amanda Jacobsen givin sum happa- dráttarseljari Hósdagin 15. mai var sein- asti søludagur hjá Amandu Jacobsen happadráttarselj- ara í Havn. Amanda, f. Magnussen, er fødd og uppvaksin í Saltangará. Hon kom til Havnar sum 16 ára gomul til at halda hús hjá Onnu og Edvard Bærentsen í Nýggjustovu. Frá 1947 til 1951 arbeiddi hon í H.N. Jacobsens Bókahandli. Hon giftist í 1950 við Hendrik Jacob- sen, úr Dávastovu, í Havn. Amanda hevur fingist nógv við hondarbeiði, sum t.d. at montera og liðugtseyma føroysk klæðir fyri fólk úr øllum landinum. Hon ar- beiddi í fleiri ár í hond- arbeiðsbúðini hjá Ragnhild Fuglø í Sverrisgøtu. Amanda plagdi eisini at hjálpa systir Hendrik, Tinu Jacobsen, við at selja happadráttarseðlar. Tá Tina doyði í 1973, varð Amanda biðin um at søkja um at blíva happadráttarseljari. Síðan tá hevur hon selt happadráttarseðlar í N. Finsensgøtu. Amanda og Hendrik eiga døturnar Maritu og Birgit, sum báð- ar búgva í Vanløse í Dan- mark. Jákup Nolsøe leiðari á Sjúkra- flutnings- tænastuni Frá 1. juni 2003 er Jákup Nolsøe í Havn settur sum leiðari á sjúkraflutnings- tænastuni á Landssjúkra- húsinum. Jákup er 42 ára gamal og úr Havn, sonur Kristionnu, f. Jacobsen, av Glyvrum, og Andreas Nol- søe úr Kaldbak. Jákup er útbúgvin elektrikari og maskinistur. Hann byrjaði sum avloysari í 1985 og í føstum starvi frá 1988 sum portørur/ambulansustarvsf ólk á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur tikið útbúgv- ingar innan ambulansa- yrkið í Norra og Danmark. Ábyrgdarøkið hjá Sjúkra- flutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum er: Streymoyggin, Eysturoygg- in, Sandoyggin og Vágar. Jákup er giftur við Onnu Mariu, f. Hansen, úr Havn, dóttir Elspu Súsonnu, f. Joensen, úr Havn, og Jógvan Hansen, bátasmið, ættaður úr Hattarvík. Tey eiga fýra børn, tvær døtur og tveir synir, børnini eru: Eva, Andrea, Jógvan og Tóki. www.sosialurin.fo C M Y K 9 8