Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 95 - 21. mai 2003 Nr. 95 - 21. mai 2003 11 Verkfallið fer nú at merkjast av álvara, og almenn- ingurin er farin at spyrja, hvat semingsmenninir gera. Tað liggur ein sera stór ábyrgd á semings- monnunum. Teir eru av samfelagnum settir til at syrgja fyri, at partarnir í eini arbeiðsósemju finna saman og gera semju. Tí hevur semingsstovnurin pr. definitión tann neyðturviliga myndugleika og førleika at fara inn í eina arbeiðsósemju, tá hann heldur møguleika og útlit vera fyri semju. Hetta merkir so aftur, at semingsstovnurin ikki kann vera óvirkin og seta seg upp afturá at bíða til annar parturin gerst moyrur og krýpur til krossin. Spurningurin er, um ikki Semingsstovnurin eigur at vera virkin alla tíðina og at eftirkanna støðuna til tess at vita, hvørjir møguleikar eru til staðar. Møguleikarnir eru jú altíð har. Tað ræður bert um at avlesa partarnar og fanga hvørt minsta glopp í verjuni hjá pørtunum. Partarnir hava jú eins og hersettir býir í forum víð- gyrt seg og byrgt seg sjálvar inni. Men sam- stundis, so vita vit av royndum frá verkføllum áður, at partarnir alla tíðina senda út signal, sum vísa hvar teir eru í sínum umhugsingum og støðumetingum. Endamálið við semingsstovninum er m.a., at hann skal hjálpa til at fáa hesar innibyrgdu stríðandi partar til at gloppa borgardyrnar – at læsa upp fyri eini læstari støðu. Ein kann tí spyrja, um semings- stovnurin ikki eigur at vera aktivt lurtandi, til tess at fanga hvørt minsta tekin um samráðingarvilja hjá øðrum ella báðum pørtum. Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á Semingsstovninum, tá arbeiðs- ósemjan er komin hartil, sum hon er nú. Stovnurin skal ansa eftir, at hvørgin av pørtunum tekur skaða. Hann skal tryggja, at fakfeløgini ikki fara so langt út, at tey í síðsta enda standa við svarta- peri, hóast tey kanska í síðsta enda fáa ein dyggan vøkstur í krónum og oyrum. Og Semingsstovnurin hevur skyldu at ansa eftir, at samfelagsvirði ikki fara fyri skeyti av verkfallinum. Her liggur ein sera stór ábyrgd á semingsstovn- inum og á semingsmonnunum og fáur man øvunda teimum hesa ótakksomu uppgávu. Hinvegin er tað ein spurningur, um ikki tíðin er farin frá eini semingsstrategi, har bíðað verður í frið og náðum til annar parturin hoyknar í knøunum. Er ikki tíðin nú komin til at nýta eina meira virkna, kreativa og visionera semingsstrategi? Vit spyrja bara í bestu meining, uttan at vit á nakran hátt ynskja at sáa iva um semingsstovnin ella at skapa trupulleikar kring virksemi stovnsins. DAGSINS MEINING Sosialurin Seming má roynast alla tíðina VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eilif Samuelsen Onkuntíð kann man ivast í, um Høgni Hoydal er ein veruligur politikari ella bara eitt spøkilsi, sum held- ur til ávíkavist á Tinganesi og í sjónvarpsstovuni. Veruleikin tykist honum ofta fjarur, og sjálvur ger hann nógv fyri altíð at halda seg burtur frá veru- ligu umstøðunum. Hvussu ofta hava føroy- ingar ikki hoyrt Høgna Hoydal, tá ið hann í sjón- varpi ella útvarpi fær onkr- an nærgangandi spurning, siga: "Tað var als ikki hatta eg segði, tvørturímóti....", "Nei, hatta er púrasta mis- skilt" ella "Hatta er eitt samgongumál, og tað havi eg als onga viðmerking til" sum um samgongumál ikki koma Føroya fólki við. Fyri at sleppa undan at taka støðu til veruleikan, livir Høgni so dyggiliga eftir ráðunum, sum Bøjgen í sjónleikinum hjá Henrik Ibsen gevur Peer Gynt: Gå udenom, Peer! Tað ber heilt einfalt ikki til at konfrontera Høgna Hoydal við nakað, sum hann hevur sagt, og at síggja til ber heldur ikki til at konfrontera Høgna við tað, sum hann hevur skriv- að svart uppá hvítt. Í so máta er svar hansara til mínar viðmerkingar til røðu hansara á aðalfundi Lærarafelagsins eitt skúla- dømi um machiavellistisk- an máta at verja seg sjálvan uppá. Høgni ger ikki viðmerk- ingar til tað, sum eg beri fram, men til tey orðini, sum hann sjálvur leggur mær í munnin, og so er ikki lætt at koma afturíaftur. Heldur enn at gjøgnum- ganga allar rangsnúgving- arnar hjá Høgna, skal eg bara gera viðmerkingar til onkur punkt. Ein góður skúli kostar Tað gleðir meg, at Høgni rósar nýggju fólkaskúlalóg- ini upp til skýggja og sigur, at ótrúliga nógv gott ar- beiði er gjørt á skúlunum við nýggju lógini. Hetta taki eg sum eitt prógv um, at verkið hevur hepnast framúr væl. Tjóðveldis- flokkurin bardist við hond og fót ímóti, at lógin varð samtykt og legði í smáligari øvund allar møguligar forðingar í vegin. M.a. vildu hann hava, at lands- stýrið frammanundan skuldi útvega teir neyðugu fíggjarkarmarnar, sum lóg- in fór at vera atvold til í framtíðini. Høgni Hoydal kann hava rætt í tí, at um landsstýrið hevði lagt upp fyri teimum krøvum, sum Lærarafelag- ið sjálvandi fór at koma við orsakað av øktari arbeiðs- byrði, so hevði hann havt tað munandi lættari. Men eg kann vissa hann um, at so hevði hann ikki sloppið við at hækka játtanina til fólkaskúlan við 73 millión- um hesi fimm árini. Tí ein góður fólkaskúli kostar. Og hann er hvørja krónu verd- ur. Prísurin verður í stóran mun ásettur gjøgnum sam- ráðingar millum Lærarafe- lagið og Fíggjarmálastýrið. At Høgni Hoydal og flokkur hansara hava fingið ilt av at innfría krøvini, tað er ein onnur søk, sum kanska ikki hevur so nógv við tann góða fólkaskúlan at gera. Tað tekur langa tíð at seta eina fólkaskúlalóg í verk, fleiri ár. Nýggir møguleikar taka seg upp og skúlin mennist so við og við av dugnaligum fólki innan skúlagátt, og hendan menn- ingin hevur ofta ávísar útreiðslur við sær. Men tað sum øll onnur høvdu uppfatað sum menn- ingarvirksemi, tað kallar Høgni Hoydal í sínum smá- sinni at "rudda upp". Høgni stendur í stað Høgni Hoydal sigur, at teir hava brúkt øgiliga orku uppá at fáa sett í verk møguleikarnar í nýggju lógini, tí einki var fyri- reikað av undanfarna landsstýri. Kennir Høgni Hoydal ikki tær leiðbein- andi lesiætlanirnar og tey álitini, sum vórðu gjørd undan lógini? Og so rósar hann Signari á Brúnni fyri at hava sett skúlastýrini í verk. Ja, Sam- bandslandsstýrið slapp ikki at halda fram, so vit kundu fullføra verkið. Signar slapp heldur ikki at virka leingi vegna karaktermorð- ið, sum varð framt á hann. Fleiri tjóðveldislandsstýris- menn komu seinni kropp á kroppi, og eisini teir fingu smáar møguleikar at fremja nakað sum helst. Taka vit støði í veruleik- anum heldur enn føgru orð- um Høgna, so hevur Tjóð- veldisflokkurin einki sum helst fingið á skaftið hesi fimm árini, hann hevur sitið í landsstýrinum, og tað er ikki bara í skúlamálum. Fullveldisglæstriborgin er eisini hoknað saman. Grøn- lendingar, sum nústaðni eru farnir undir sína sjálvstýr- isgongd á hóvligan demo- kratiskan hátt, vinna ein sigurin fyri og annan eftir. Høgni hevur bert ósigrar at síggja aftur á, tí tað sum higartil hevur eyðkent Tjóðveldisflokkin í lands- stýrissamgongu er háfloygt og veruleikafjart tos og ongar gerðir. Ei undur í, um hann er frustreraður. Tí er lætt at skilja at Høgni Hoydal hevur ilt í samvitskuni og tískil noktar at fyrihalda seg til tann partin av veruleikanum, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av vegna Føroya fólk. Ringa samvitskan hjá Høgna NORRØNAFELAGIÐ Tíðindaskriv Fyri fyrstu ferð verða norð- urlendskir dagar í Litava í summar. Teir vera í høvuðs- staðnum Vilnius frá 30. juni til 8.juli. Á skránni eru tónleikur og dansur, fram- sýningar og ráðstevnur, millum annað um samstarv millum Litava og Norður- lond. Litavisk mentan og søga eru annars høvuðs- evnið á skránni. Um somu tíð er 750 ára haldið í sambandi við, at Mindaugas kongur varð krýndur í 1253, og grundar- lagið lagt undir litaviska statinum.. Limir í norrønu feløg-un- um eru vælkomnir til norð- urlendsku dagarnar í Viln- ius. Luttøkugjaldið er 120 evrur fyri tey, sum tekna seg og gjalda fyri tann 20. juni. Eftir 20. juni er gjaldið 150 evrur. Haraftur- at koma 15 evrur um dagin fyri tiltøkini, sum verða fyriskipað. Gistingin kostar úr 77 evrum um samdøgrið. Og so kemur ferðin aftur og fram afturat. Tilfar um norðurlendsku dagarnar í Vilnius fæst hjá Norrøna Felagnum í Føroyum. Baltalondini hava stóran hug at vera við í norður- lendska samstarvinum. Norrøna felagið í Litava, Norden Lietuva, varð stovnað í 1997. Góðir dagar í Vilnius Finnur Helmsdal Oman á alt rokið, sum stóðst av 2. viðgerð av mál- inum um uppihaldspening, kemur landsstýrismaðurin í almannamálum við frá- boðan um, at hann ætlar at leggja málið fram aftur aftan á ólavsøku. Skal ikki fara í smálutir viðvíkjandi órógvandi foreinklingini av málinum og annars roynd- unum at rættvísgera tað. Tó eru nógv onnur og sera týðandi viðurskifti tengd at málinum enn tey, landsstýr- ismaðurin ber fram. Í veru- leikanum kann málið gerast byrjanin til eina uppgerð um, hvørjar almennar út- reiðslur eru neyðugar. Eingin ivi skal valda um, at hendan uppgerðin er bæði neyðug og gagnlig, men er talan í hesum føri er um mál, tilvildarliga tikið úr rúgvuni, og spurningurin er, um Tjóðveldisflokkurin er til dystin fús at arbeiða soleiðis við einum so vitali spurningi, nevniliga hvørj- ar útreiðslur eru neyðugar almennar útreiðslur, og hvørjar eru tað ikki. Fari til stuttleika at royna at greina eitt yvirlit yvir, hvørjar útreiðslur viðvíkj- andi børnum eru almennar, hetta m.a. fyri at vísa á, hvussu tilvildarligt og iva- leyst eisini órættvíst tað er, soleiðis at hála teppið undan so nógvum. Vit kosta frá byrjan Longu langt áðrenn vit koma í verðina, eru flestu okkara almenn útreiðsla, eftir mínum tykki neyðug almenn útreiðsla. Tá kvinna hevur varhugan av, at hon er við barn, fer hon til lækna. Og er hon við barn, fer hon regluliga bæði til lækna og jarðamóður. Hon verður kanska skannað. Hon fer kanska úr arbeiði í ótíð. Og tá tíðin er komin, fer hon á føðideild. Tá mamma og barn eru heim- komin, skal mamman vera heima hjá barninum í minst seks mánaðar, men skal hava løn allíkavæl.(við tíð- ini fer pápin nátúrliga at taka sína helvt av barn- burðarfarloyvinum, við hesum økist frælsi kvinn- urnar, men verður av teirri orsøk ikki talan um lægri almennar útreiðslur, heldur hinvegin.). Hon fær vitjan av heilsusystir, fer til barnakanning. Tá barnið er hálvt ár, fer tað kanska í vøggustovu ella aðra pleygu. Sleppur barnið ongan veg, kann mamman ikki fara til arbeiðis, og so skulu hon og kanska eina ferð pápin framhaldandi hava løn frá tí almenna. Fyrr ella seinni sleppur barnið á stovn, og gjalda foreldrini tá ein triðing av kostnaðinum, tað almenna ella rættari kommunurnar restina. Tey foreldur, sum ikki hava góð ráð, tey fáa heilt ella lutvíst frípláss. Umframt regluligar lækna- kanningar fær barnið tilboð um at vera kannað av tann- lækna eisini. Serútbúgvin fólk frá Sernámsdeplinum vitja stovnarnar. Barnið fer í skúla, og fær aftur sam- band við heilsusystrar. Tey, sum ikki klára seg fáa tilboð um serundirvísing, onkur fær stuðul. Børnini fáa tilboð um frítíðaraktivi- tetir, sum eisini verða al- ment stuðlaðir. Tey børn, sum ikki finna javnvágina og annars ikki klára seg í vanligum umfari við onnur, tey kunnu koma í samband við barnaforsorgarmynd- ugleikar ella undir onnur serlig átøk. Talan er um stórar al- mennar útreiðslur frá byrj- an, og hóast ein kanska kundi hugsað sær okkurt øðrvísi ella heilt øðrvísi, so er talan um neyðugar al- mennar útreiðslur. Oman á alt hetta halda myndug- leikarnir, at foreldur eisini skulu stuðlast á annan hátt, tá tey hava børn. Her verður fyrst og fremst hugsað um barnafrádráttin í skattinum. Tá børnini ikki koma Tað almenna stendur eisini til reiðar at gjalda, tá børn- ini ikki vilja koma. Tá einki úrslit kemur burtur úr nátúrligu royndunum, verða menn og kvinnur gjøllað kannað. Tey fáa tilboð um viðgerð, um alternativar møguleikar og um at ættleiða. Viðgerðin og alternativu royndirnar eru ókeypis, meðan tað al- menna veitir stuðul til ættleiðing. Alt hetta verður gjørt, tí vit halda tað vera ein mannarætt at fáa okkara egnu børn, ella at vit sleppa at uppala børn. Talan er tí um neyðugar almennar útreiðslur. Tá børnini eru óynskt Tað kemur meira enn so fyri, at kvinnur gerast við barn, hóast tær als ikki hava ynskt at blíva tað. Skal ikki fara í smálutir, hví barnið kann vera óynskt, men møguleikarnir eru fleiri at sleppa undan avleiðingun- um. Læknin kann geva kvinnuni irðanarbolla, um hon kemur í tøkum tíma. Kvinna kann fáa fostur- tøku, her ella aðrastaðni, og eigur hon tá at fáa neyva og viðkomandi ráðgeving. Tað ber eisini til at lata ókend ættleiða nýfødda barnið, men er hendan loysnin meiri sjaldsom nú. Hetta er ikki tann mest tespiligi parturin av søguni, men kostar hann alt annað líka eisini almennar pengar. Nøkur halda, talan er um neyðugar almennar út- reiðslur, onnur eru ósamd. Tá fólk skiljast Tað kemur tíverri eisini alsamt oftari fyri at fólk, sum hava fingið barn ella børn saman, fara hvør til sítt. Myndugleikar koma upp í, onkur roynir at mekla, aðrir myndugleikar gera úrskurð. Enn eitur einki felags foreldrarætttur her á landi, og búgva skiln- aðarbørn vanliga hjá mammuni, sum eisini hevur allan foreldrarættin. Hesum hevur mamman út- reiðslur av, og fær hon tí barnapengar, kanska konu- gjald og barnafrádráttin í skattinum. Í nøkrum førum er talan um hækkaði gjøld, er inntøka mansins yvir eitt ávíst. Einligar mammur fáa ofta frípláss á stovni. Pápin, sum skal rinda barnapening og kanska eisini konugjald, fær eina helvt av hesum útreiðslunum endurgoldnar úr landskassanum. Flestu halda, at útreiðslur lands- kassans í samband við hjúnaskilnað eru neyðugar, meðan onnur eftir øllum at døma ikki eru fult samd. Hví júst fráskildu páparnir Nú kunnu flestu okkara skjótt gerast samd um, at støðan hjá nógvum einlig- um mammum er alt annað enn góð. Og eiga myndug- leikarnir eisini at seta hesi viðurskifti undir luppin. Tó verður støðan hjá einligu mammunum og fyri so vítt eisini børnum hennara ikki petti betri, um vit hála teppið undan fyrrverandi drongi ella manni hennara. Støða mansins kann ikki einfaldgerast við at seta krónutalið upp og so býta við tvey, og síðan sammeta hetta býtta krónutalið okk- urt tilvildarligt. Lands- stýrismaðurin nýtti ølkass- an sum dømi, tú kann nýta ein gott bowlingkvøld, ein einvegis túr til Suðuroyar fyri fýra við bili, og tú kann nevna óteljandi dømi. Men støðan er tíverri ikki so einføld. Var hon tað, var gaman í at taka undir við uppskotinum. Talan er fyri tað fyrsta ofta um fleiri enn eitt barn, og talan er rætti- liga ofta um útreiðslur oman á tær, pápin nú hevur í øðrum hjúnalagi ella leysagiftu. Kanska eru onnur børn á skránni, onnur hús o.s.fr. Pápar hava eisini ofta aðrar og stórar út- reiðslur umframt uppi- haldspeningin at gjalda. T.d. tá hann skal hava sam- kvemm við børn, sum búgva í t.d. Danmark. Nógvir fráskildir pápar eru, sum er, kanska eins illa staddir og illa støddu frá- skildu mammurnar. Skulu teir nú missa endurgjaldið fyri uppihaldspeningin, verður støðan hjá fleiri teirra so ring og so álvars- lig, at hon kann elva til álv- arsligar fíggjarligar, sálar- ligar og sosialar avleiðingar fyri ikki bert teir, men eisini eitt ótal av kvinnum og børnum. Talan er í veruleikanum um eina evarska lítla spar- ing, tilvildarliga vald úr rúgvuni, og sum tí heldur ikki fer at muna nevnivert í royndunum at fáa ein sjálv- berandi búskap. Sparingin kann hin vegin lættliga hava so álvarsligar avleið- ingar við sær, at sosiala skipanin skjótt stendur við einum nýggjum slagi av viðskiftafólkum, sum fara kosta nógv meira enn ætl- aða sparingin kanska fer at geva. Eru almennar útreiðslur neyðugar Nú hevur tað leingi verið ein illa duld almenn loyna, at ein fittur partur av sam- gongumanningini halda, at vit hava ov nógvar og stórar almennar útreiðslur. Og munnu flestu vera samd í tí, at almenni peningurin langt frá altíð er best gagnnýttur. Nú veit eg ikki, um tað loysir seg at skjóta upp fyri samgonguni at viðgera spurningin um hvørjar al- mennar útreiðslur eru við- komandi og neyðugar, og hvørjar ikki eru tað. Men eg fari í hvussu er at skjóta hetta upp fyri Tjóðveldis- flokkinum, m.a. tí flokkur- in fyri egnar sakir og ikki minni fyri veljarans eigur at melda greitt út á hesum øki. Hugsa vit t.d. um allar tær almennu útreiðslurnar, eg havi nevnt omanfyri, so er bert tann eina tikin úr rúgv- uni og skal konverterast til brúkaragjald. Hvør verður so næsta, og eru vit nú av álvara farin undir at kon- vertera, tað vit higar til hava mett sum neyðugar al- mennar útreiðslur, til brúk- aragjøld? Hendan uppgerð og eftirfylgjandi útmelding er neyðugt, ikki minst tá vit hugsa um, at eitt av fremstu málum politikaranna er, at fremja eitt so rættvíst býti av skattakrónum og øðrum almennum pengum, sum tilber. Úr oman fyri standandi kunnu fólk lesa grundgev- ingar mínar fyri ikki at taka undir við uppskotinum um at avtaka stuðulin til uppi- haldspening. Lesarin sær sostatt, at grundgevingar mínar ikki bygdu á øvund- sjúku og maktgirnd. Grundgevingin var hug- sjónarlig og ein saklig met- ing av avleiðingunum, varð uppskotið samtykt. Eg fari tí staðiliga at heita á landsstýrismannin, samgonguna, flokkin og ikki minst fíggjarnevndina um ikki at fremja ætlaðu sparingarnar viðvíkjandi uppihaldspeninginum. Uppskotið ger ikki støðuna hjá nøkrum samfelagsbólki betri, bert versnar støðan hjá pápunum, og teimum hann varar av, munandi. Hugsið heldur um, hvussu vit betra um støðuna hjá framtíð okkara, nevniliga okkara børnum. Sjálvsagt er tað í lagi at spara, har sum sparast kann. Og møguleikarnir eru fleiri. Hetta krevur bert, at po- litikararnir hava neyðuga dirvið at traðka á tærnar ávísum veljarum. Hetta dirvið tykjast okkara politikarar tíverri ikki at hava, og tí loypa teir um garðin, har hesin er lægstur. Sigfríður Olsen Nú arbeiðarafeløgini eru farin í verkfall, hevur ein ávísur orðadráttur tikið seg upp millum feløgini og samgonguflokkarnar. Í Útvarpinum herfyri var samrøða við umboð fyri allar politisku flokkarnar, og fingu hesi har høvi at gera sínar viðmerkingar til støðuna á arbeiðs- marknaðinum. Tað, íð eg serliga beit merki í, vóru viðmerkingarnar frá for- manni Tjóðveldisflok- sins. Honum dámdi als ikki, at arbeiðarafeløgini "høvdu hongt seg og hin- ar samgongupolitikkar- arnar á nakrar knagar," sum hann málbar seg, og minti á, at Tjóðveldis- flokkurin so sanniliga hevði tónað reint flagg t.d. í fiskimmannafelags- verkfallinum í 50-unum o.s.fr. Fyri mær ljóðar hetta sum, at tað er ein farin tíð. Og júst hetta viðger hann nærri í hesi somu útvarpssending. Hann mælir rættuliga avgjørd- ur til, at partarnir á ar- beiðsmarknaðinum skulu sjálvir loysa sínar ósemj- ur, uttan at politikkarar verða drignir uppí, og ei heldur skulu teir blanda seg uppí. Fyri ikki so langari tíð síðan samráddust maskinmeistararnir hjá SEV og arbeiðsgevarar teirra um ein nýggjan sáttmála. Óivað hava báðir partar verið væl nøgdir við úrslitið, ann- ars varð sáttmálin sjálv- sagt ikki undirskrivaður. Hesar samráðingar eru farnar fram akkurát so- leiðis, sum formaður Tjóðveldisfloksins ynsk- ir, at samráðingar skulu fara fram. Har var, eftir øllum at døma, ikki tað stóra hóvastákið, og tað vóru ikki nógv, íð góvu sær far um henda sátt- mála, gjørdur í sátt og semju. Men so hendir tað, at fíggjarmálaráð- harrin blandar seg uppí, hann vil ikki góðkenna sáttmálan, og reystina av søguni kenna helst allir føroyingar. Nú skuldi ein trúð, at formaður Tjóðveldis- floksins fór at ilskast inn á fíggjarmálaráðharran fyri at blanda seg uppí partarnar á arbeiðs- marknaðinum. Men nei, her fóru vit so ruddiliga skeiv, tí í hesi somu send- ing, ja næstan í sama andadrátti, sigur formað- ur Tjóðveldisfloksins, at fíggjarmálaráðharrin fær fulla uppbakking frá sær. Hetta er so sanniliga heldur ikki fyrstu ferð, at formaður Tjóðveldis- floksins er í andsøgn við sjálvan seg, og haldi eg, at hann sleppur alt, alt ov væl við tí. So gott í tykkum, før- oyingar: Hugsi um tað, íð Høgni sigur, tá hann tos- ar, væl at merkja, áðrenn hann kemur til "og so framvegis" ella "og so víðari," tí tá er nærliggj- andi at hugsa, at ein væl inniballað, hálvgum loddrøtt er avleverað. VIÐMERKINGAR Hvat sigur Høgni, tá hann tosar? Hvørjar almennar útreiðslur eru neyðugar C M Y K 11 10