Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 95 - 21. mai 2003 Nr. 95 - 21. mai 2003 13 32 ára gamla Mette Føns úr Danmark arbeiðir fulla tíð við at hjálpa roykjarum at leggja krabba- meinspinnin á hillina. Seinastu dagarnar hevur hon havt skeið í Føroyum, og roykjarar í stórum tali hava lagt av. Tú fært meginpartin av pengunum aftur, um skeiðið ikki gevur nøktandi úrslit ROYKING Stefan í Skorini – Fyrr roykti eg sum ein skorsteinur. Eg festi mær í 30 sigarettir um dagin, sigur Mette Føns, tá vit hitta hana í snotiligu men heldur køldu fundarhølun- um uppi á Hotel Føroyum. – So fekk eg eina bók frá einum vinfólki. Høvuðs- boðskapurin í bókini var, »stop trying, do it«. Hetta hjálpti mær at leggja sigar- ettirnar frá mær og burturúr tubbakstrongdini. Nú eg havi ikki roykt í seks ár, greiðir tann mjávaksna og ljóshærda danska kvinnan frá. Men hvat er tað í veru- leikanum, ið ger, hon hon kann hjálpa fólki við at leggja av? – Tað má vera eitt ella annað gott við at roykja. Annars vóru ikki so nógvir roykjarar. Eg elskaði eisini at roykja tann tíð, tað var. Tí royni eg fyrst at vísa á fyrimunirnar við at roykja, sigur Mette. – Tað er tó bert ein villleiðing, at tað er gott at roykja. Fólk halda, at tey vera róligari og minni stressaði, um tey fáa royk niður í lunguni, men hetta passar ikki. Veruleikin er beint øvugt, sigur hon. Tað er meira stressandi at roykja enn at vera fríur fyri hesi trongd. – Tá eg havi víst á fyri- munirnar við royking, bróti eg øll míni egnu argument niðuraftur. Við at byggja tað upp á henda hátt skilja roykjarar, at tað gevur meining at leggja av, og at alt tað góða við royking er snýt og bedrag, greiðir ein avgjørdur antiroykjari frá. Vanligt vit og skil Mette Føns vísir á, at tað, sum hon hevur at bera fram, bert er vanligt vit og skil. – Eg haldi, at mátin, eg beri boðskapin fram á hes- um skeiðnum, ger, at roykj- arar skilja hann betur. Lykilin er at takkla abstin- ensirnar, so at tað at leggja av ikki gerst eitt helviti fyri roykjaran. Tey flestu eru hjartbangin fyri at leggja av, sigur Metta Føns. Eitt, sum fólk ofta siga, er, at tey gerast tjúkk, tá tey leggja av. Orsøkin til tað er, at roykjarin, sum hevur lagt av, tekur synd í sær sjálvum og fer at eta meira ístaðin. Mette Føns vísir eisini á, at nógvir roykjarar eru leiddir við at hoyra fólk siga teimum, at tey »burdu lagt av«, tí tað veit ein roykjari væl. Skeiðið leggur upp til, at roykjarar leggja sigarettirn- ar á hillina frá einum degi til annan. Spurd um tað ikki er betri at skera niður so hvørt svarar Mette, at tað trýr hon ikki uppá. – Um tú sker niður uppá sigarettirnar, fert tú kanska frá at roykja tjúgu til fimm ella tíggju um dagin. Hesar fimm sigarettirnar fara síð- ani at kennast ónatúrliga væl, og tað gevur sjáldan úrslit í longdini, sigur Mette. »The hard way is the easy way« er eitt av slagorðun- um hjá henni. Tað er lættari í longdini at leggja av beinanvegin. Roykja á skeiðnum Skeiðið hjá Mette Føns tekur fimm tímar, og tá skulu fólk verða »turr- løgd«. Meðan skeiðið varð- ar sita fólk og roykja. Síð- ani fáa tey boð um, at nú roykja tey sína næstseinastu og síðstu sigarett. – Orsøkin til at fólk sleppa at royka er einføld. Um tey ikki sluppu at roykja á skeiðnum, hevði tað verið torført hjá mær at fingið mín boðskap fram, tí stórroykjarar høvdu havt ilt við at konsentrera seg uttan sigarettina í hondini, sigur Mette Føns. Mette Føns hevur havt slík skeið í hálvttriðja ár, og hon hevur síni egnu høli á Fredriksberg í Keypmanna- havn. Hon sigur, at tað ber væl til at liva av hesum, tí nógv- ir roykjarar vilja leggja av. Mette er útbúgvin pedagog, og at byrja við arbeiddi hon bæði í barnagarði og hevði skeið um kvøldið, men síðan oktober í fjør hevur hon arbeitt fulla tíð við hesum. Skeiðið byggir á bøkur og faldarar, sum ein Allen Carr úr Onglandi hevur skrivað. Hann roykti hundr- að sigarettir um dagin, áðr- enn hann gavst. Mette hevur verið á hans- ara skeiðum í Onglandi og hevur soleiðis lært seg hansara hættir at hjálpa fólki at leggja av. Pengarnar aftur Um ein roykari ikki leggur av eftir at hava verið á skeiði hjá Mette, kann við- komandi fáa pengarnar aftur. Skeiðið kostar 1700 krónur, og tú fær 1200 krónur aftur, um tað ikki riggar. Tær 500 krónurnar fara til ymsar útreiðslur í sambandi við skeiðini. – Ein roykjari skal ikki prógva fyri mær, at hann ikki hevur lagt av, men við- komandi fær peningin bein- anvegin, um hann sigur, at tað ikki riggar, sigur Mette Føns. Hon leggur tó afturat, at tey eru sera fá, sum koma aftur eftir pengunum. Mette Føns fór av landin- um í dag, mikudagin, men hon leggur leiðina aftur hendavegin fyrst í juni, og tá ber aftur til at melda seg til skeiðið hjá henni. Fólk kunnu boða frá luttøku á telefon +45 51 90 35 36 ella á heimasíðuni www.easyway.dk. Hon hjálpir roykjarum at leggja av Mette Føns hevur hjálpt nógvum føroyingum at leggja av seinastu dagarnar. Hon roykti sjálv 30 sigarettir um dagin, áðrenn hon gavst. »Stop trying, do it« er hennara mantra Mynd: Jens Kr. Vang Í móttøkuni á Hotel Føroyum arbeiða tvær kvinnur, sum báðar hava verið á skeiði hjá Mette. Onnur hevur lagt av, meðan hin hevur sníkt seg at roykja eina ella tvær sigarettir síðani ROYKING Stefan í Skorini Fleiri fyritøkur hava bjóðað sínum starvsfólki at fara á skeið hjá Mette Føns, og tær báðar kvinnurnar, sum arbeiða í móttøkuni á Hotel Føroyum hava eisini verið á skeiði. – Eg roykti fimtan sigar- ettir um dagin, men eg havi ikki roykt, síðan eg var á skeiði, sigur Bingerð. – Eg vildi gjarna leggja av áðrenn skeiðið, og eg haldi, at hon sannførdi okkum um fyrimunirnar við ikki at roykja. Tað vóru ongar ræðumyndir nýttar, men hon vísti bara á allar vansarnar við royking, sigur hon. Nær við – Tað hevur riggað væl, men eg havi hóast alt sníkt meg at roykja nakrar sigar- ettir, síðan eg var á skeiðn- um, sigur Fía, sum eisini arbeiðir á Hotel Føroyum. Hon sigur, at hon gleðir seg at fara á uppfylgjandi skeið, sum skal hjálpa henni víðari á leiðini fram ímóti einum roykfríum gerandisdegi. – Eg havi roykt nógv minni seinastu dagarnar, og vónandi klári eg at leggja av, sigur Fía, sum staðiliga viðmælir fólki at royna hetta skeiðið. Níggju út av hvørjum tíggju, ið royna hetta skeiðið leggja sigar- ettirnar á hillina. Luttakararnir á skeiðunum sleppa at roykja, meðan Mette greiðir frá sínum boðskapi, og sum myndin boðar frá, hava nógvir tveitt sigarettirnar burtur eftir skeiðið Mynd: Jens Kr. Vang Skeiðsluttakarar: Sigarettirnar á hillina Bingerð, vinstrumegin, og Fía í móttøkuni á Hotel Føroyum. Tær hava báðar havt góðar royndir við skeiðunum hjá Mette Føns Mynd: Jens Kr. Vang Tryggingarvirksemið gav 12 mió kr í halli, meðan fíggjarvirk- semi hjá felagnum annars førir til eitt samlað avlop upp á 44,5 mió krónur. Arbeitt verður nú við at flyta tryggingar- virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í eitt partafelag TRYGGING Eirikur Lindenskov Føroyski fíggjarrisin, Tryggingarfelagið Føroyar, hevði aðalfund í hósdagin í farnu viku. Úrslit felagsins fyri árið í fjør er 44,5 mió krónur, og er eginogn fel- agsins nú komin upp á 1.257,8 milliónir krónur. Hetta er 31 ferðir tað, sum lógin krevur. Stóra egin- ognin felagsins ger Trygg- ingarfelagið Føroyar til eitt av fíggjarligu sterkastu tryggingarfeløgunum í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. At Tryggingarfelagið Føroyar er eitt sínámillum felag leggur ymisk bond á felagið, so tað ikki fær virkað á sama hátt sum eitt partafelag. Tí verður arbeitt við at broyta bygnaðin, soleiðis at sínámillumfel- agið verður gjørt um til eitt felag, og tryggingarvirk- semið flutt í eitt partafelag. – Orsøkin til, at avgjørt er at arbeiða fram móti hes- ari loysn, er, at Tryggingar- felagið Føroyar við hesum verður betri ført fyri at fara undir annað virksemi og at renta eginognina á bestan hátt, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfel- agnum Føroyar. 2002 er fimta roknskap- arárið hjá Tryggingarfel- agnum Føroyar, sum fyrr nevndist Tryggingarsam- bandið Føroyar. Hetta er 63 roknskaparárið, um vit taka tíðina hjá Tryggingarsam- bandinum við. Nettogjøldini hjá felagn- um vuksu við 14 mió kr í fjør í mun til árið fyri. Vøksturin í inntøkum var innan nærum øll trygging- arøki. Nettoskaðaendurgjøldini vuksu við 15 mió kr, og út- reiðslurnar vusku eisini nakað, so úrslitið av trygg- ingarvirksemi felagsins gjørdist eitt hall upp á 3 mió krónur áðrenn broyt- ingar í útjavningarburtur- leggingum. Felagið legði 9 mió kr í útjavningarburtur- leggingargrunn, soleiðis at samlaða úrslitið av trygg- ingarvirksemi felagsins gjørdist eitt hall upp á 12 mió kr. Kursvinningur og bilfígging Men Tryggingarfelagið Føroyar hevur onnur bein at standa á, enn tryggingar- virksemið. Úrslitið av fíggjarvirksemi felagsins gjørdist 14 mió kr betri í 2002 í mín til 2001. Or- søkin til tað betraða úrslitið var ein kursvinningur upp á íløgurnar í lánsbrøvum. Rentustøðið lækkaði í 2002, og hetta førdi við sær ein kursvinning upp á fastrentaðu lánsbrøvini. Í 2001 fór Tryggingarfel- agið Føroyar undir bilfígg- ing, har møguleiki er at av- greiða síni lániviðurskifti úti á bilasølunum. Fólk hava tikið væl ímóti hesum. Í 2002 hevur undirtøkan verið sera góð, og Trygg- ingarfelagið Føroyar metir, at felagið nú er tann størst einstaki fíggjari av nýggj- um bilum í landinum. Tryggingarfelagið Føroyar 44,5 mió í avlopi Arbeitt verður nú við at umskipa Tryggingarfelagið Føroyar í partafelag. Hetta gevur felagnum víðari ræsur at fara undir virksemi, sum kann renta eginognina á bestan hátt. Eginognin hjá Tryggingarfelagnum er nú 1.257,8 mió krónur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar TÍÐINDASKRIV Cystisk Fibrose er ein arvalig sjúka, ið serliga ger seg galdandi í lungunum og í búkinum. Talan er um eitt defekt gen, ið hevur við sær, at saltjavnvágin í kyknunum ikki virkar sum hon skal, og førur tað við sær, at slímið í kyknun- um/kroppinum verður tjúkkari enn hjá vanligum fólki. Tað hevur so aftur við sær, at bakteriur fáa “góðar umstøður” at nørast. Sjúk- lingurin skal tí hvønn mán- að taka eina slímroynd, og skal royndin kannast fyri bakteriur. Hetta verður í dag gjørt á Ríkissjúkrahúsinum. Er royndin positiv, ja so skal sjúklingurin í antibiotiska viðgerð beinanvegin. Van- liga í viðgerð í 14 dagar. Gongst illa at sleppa av við júst hesa bakteriu verður viðgerðin longd, og heili- vágurin broyttur. Cystisk Fibrose er sum sagt ein arvalig sjúka og barnið fær bert sjúkuna um bæði foreldrini eru berarar av hesum geni. Eru bæði foreldrini berarar er møgu- leikin fyri at barnið fær sjúkuna 25 prosent, at barn- ið verður berari 50 prosent og 25 prosent fyri at barnið ikki er berari av geninum yvirhøvur. Eitt sjúklingur við CF skal hvønn dag í viðgerð. Hetta verður gjørt heima, og vanliga tvær ferðir um dagin. Viðgerðin byrjar við at sjúklingurin innhalerar medisin sum verður for- støvað v.hj.a. einum luft- kompressara. Hetta tekur uml. 10 til 15 minuttir. Síð- an skal ein sokallað PEP- maska brúkast. Hendan virkar soleiðis, at hon er løtt at anda inn ígjøgnum, men rættiliga tung at anda út ígjøgnum. Hendan við- gerðin skal viðføra, at sjúklingurin fær hosta slím upp, og er hetta vid til at fyribyrgja, at bakteriur fáa “góðar umstøður” at nørast. Hvussu finnur mann útav um barnið hevur CF? Er annað barn í familjuni við hesari sjúku er kanska skilagott, at maður og kona, áðrenn tey velja at royna at fáa sær barn/børn, fáa tikið eina blóðroynd. Eru bæði berarar, ja so kunnu tey í góðari tíð taka støðu til hvat tey ynskja at gera. Jú fyrr mann finnur útav um barnið hevur cystisk fib- rose, jú betur. Barnið kemur tá undir viðgerð beinanvegin, og er hetta sera umráðandi fyri heilsu- støðuna hjá barninum, tí so fáa lítlu lunguni hjá ný- fødda barninum ikki so stóran skaða. Hevur mann ongan kunn- leika til CF, men hevur eitt barn sum javnan hevur lungnabruna, nógv slím í lungunum, ja so er skilagott at venda sær til læknan hjá sær, og fáa tikið blóðroynd av barninum. Á hendan hátt kann mann skjótt finna fram til um barnið hevur Cystisk fibrose ella ikki. Hjá einum sjúklingi við CF ræður um at fyribyrgja, ikki at forsøma dagligu viðgerðina og ikki minnst javnan (hvønn mánað) møta til ambulant kontroll á Lungnadeildini á Ríkis- skjúkrahúsinum. Verður hesin partur forsømdur, gongur skjótt skeiva vegin hjá sjúklinginum, og lung- uni gerast verri og verri. Fyri at betra um viðgerð- ina hjá CF-sjúklinginum verður granskað nógv inn- an hesa sjúku. Gransking kostar pening, og í hesum sambandi skipar Føroyskt Cystisk Fibrose Felag fyri bingo í bygdarhúsinum í Hósvík sunnudagin 19. mai kl. 16.00. Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking innan sjúkuna. Hvat er Cystisk fibrose? C M Y K 13 12