Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2003 15 Showmenn vóru seinastir á palli og spældu eisini undir til felags framførsluna, sum endaði kvøldið Fyrsti bólkur á pallinum var Ják’upsaskegg Dansurin gekk væl alt kvøldið, men tá bólkarnir endaðu við at spæla tvey løg saman, sungu allir áskoðararnir við Møguleiki var eisini at sita og hugna sær 15 14 Nr. 95 - 21. mai 2003 Eitt sindur um eitt senda væleydnað Beatles-tiltak, sum FSV-stuðlar skipaðu fyri seinasta leygarkvøld, 17. mai AFTURHVARV Myndir: Gissur Patursson – Aftaná rúsin úr Parkini við Sir. Paul McCartney, kanska ein tann besta kon- sertin í mannaminni, varð tað við spenningi at fólk leitaðu sær til BEATLES tiltakið á Giljanesi seinasta vikuskiftið. Ikki tí tað vóru ikki so nógv fólk í tí fyrra bussinum, men túrurin byrjaði við einum sera væl- hýrdum bussførara, og vit vóru ikki komin út úr Havnini, tá fólk fóru at tosa saman um hettar til- takið, meðan vit lýddu á løg fra fløguni hjá Paul McCartney »live« back to thr world. Sera hugaligt, og tá vit steðgaðu uttanfyri har vesturi kom rættuligur Beatles rómur á okkum; so væl varð dekurerað við ljósskeltum v. m. og inn- komin vóru vit væl mót- tikin. Inni í høllini høvdu tey sett borð upp við livandi ljósum – sera hugnaligt, ein kundi eisini keypa breyð við góðum viðskera á og ein Restorffs, um tosti kom á… Robert McBirnie beyð vælkomin, og slapp hann bara væl frá at verða so- kallaður disk jockey-frá- søgumaður, og hoyrdu vit so at byrja við nøkur »cover« løg t.e. løg, sum aðrir tónleikarar hava sungið hjá Beatles. At byrja við vóru vit bara eini 40 fólk, men tey, ið vóru, fóru beinanvegin at dansa, so stemningurin varð har við tað sama. Tað komu so við og við fleiri fólk, og at enda mundu tað verða eini 5-600 fólk, og vóru øll sera vælhýrd, og stuttligt var eisini at hoyra at nærum øll sungu við til tey eykendu og melodiøsu løgini. Allir bólkarini komu sera væl frá sínum uppgávum, og virkaði tað, sum teir høvdu vant væl til júst hetta tiltakið, og stuttligt varð eisini at sýggja, at teir høvdu lagt seg eftur at verða ílætnir sum Beatlar- nir. Ljóðið var gott, og tað fylti væl í høllini uttan at verða ov hart, men saknaði kanska eitt sindur av diskanti, men í síni heild ok. Til endans sungu allir bólkarnir saman við okkum »All You Need Is Love« og varð tað rørandi, ikki minst tá so alt bleiv klappað innaftur, og finalan endaði við »Hey Jude« totalt succes!!! Samanumtikið eitt sera sera væleydnað kvøld, har fólk gloymdu alt um verk- fall o. a., og eitt kvøld, ið vit fara at minnast við leingi reint tónlistarliga – og halda vit eisini, at stutt- ligt hevði verið, um hettar bleiv uppafturtikið, kanska eisini skuldu vit verið ílætin sum man varð um hettar mundið. Tað hevði ikki gjørt tiltakið verri. Á veg aftur til Havnar var bussurin nærum fullur, lagið varð gott, og øll vóru samd um eitt sera gott minniríkt kvøld, og á veg »heim« lurtaðu vit aftur eftur fløuni »back to the world« hjá Paul McCart- ney, nøkur av teim góðu gomlu...... Bólkarnir, ið spældu, vóru: Jákup’saskegg, Ro- bert & Co, All That Rain, Showmenn. »Ob-la-di Ob-la-da« Robert McBirnie var frásøgumaður, men sang eisini okkurt lagið All That Rain. Frá vinstru: Hans Ravnsfjall, Finnbjørn Hansen, sum var gestatónleikari, og Pól Arni Holm Høllin á Giljanesi skrýdd til Beatles tiltakið C M Y K 14