mikudagur 21. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • mikudagur • 21. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Meistararnir úr HB
hava longu havt sínar
trupulleikar við
skaðum, og nú er líkt
til, at Kári Nielsen
ikki verður tøkur fyrr
enn til seinnu
kappingarhálvu
SKAÐI
Jákup Mørk
Kári Nielsen er ein av
nýggju monnunum í HB í
ár, og ikki kann sigast
annað enn, at ungi sandoy-
ingurin hevur staðið seg
væl. Hóast harða kapping
um miðvallarplássini hevur
hann longu verið partur av
liðnum í nógvum dystum,
og avrik hansara hava alt
meira bent tann vegin, at
hann skal hava fast pláss á
miðvøllinum.
Til fyrsta landskapping-
ardystin var støðan eisini
so, at Kári taldist millum
teir fyrstu ellivu. Men tí-
verri kann nú eisini stað-
festast, at hesin fyrsti
landskappingardyturin fyri
nýggja felagið helst eisini
verður tann seinasti í fyrstu
atløgu.
Beint fyri steðgin var
Kári nevnliga so óheppin,
at hann breyt eitt bein í
fótinum, og so er dómurin
frá læknunum eirindaleys-
ur. Seks vikur í gips, áðrenn
uppafturvenjing kemur upp
á tal.
- Eg skuldi venda mær,
men tá eg setti fótin til,
kendi eg eitt knekk. Eg havi
áður havt líknandi skaða í
hinum fótinum, so eg var
mest sum vísur í, hvat var
hent alt fyri eitt, greiður
Kári frá.
- Hetta er at kalla sami
skaðin, sum eitt nú Andrew
av Fløtum og Hans á Lag
hava stríðst við seinnu
árini, men um ikki annað,
so er tað reint brot hjá mær,
meðan tað var brákað hjá
teimum, og tað kann ofta
taka langa tíð at fáa í
rættlag.
Hvussu er og ikki, so
verður talan í øllum førum
um seks vikur uttan fyri
vøllin, og Kári dylur ikki
fyri, at hetta kennist svárt.
- Ja, hetta er ræðuliga
keðiligt. Ikki minst nú eg
meira ella minni var farin at
rokna meg sjálvan sum
fastan á liðnum, er tað
tungt, at fáa ein slíkan
skaða. Tað verur so ikki
fyrr enn um seks vikur, at
gipsið verður tikið av, so
tað
verður
neyvan
til
nakran dyst hesu megin
summarsteðgin.
- Sjálvandi kann eg royna
at halda meg í form, meðan
beinið framvegis er í gipsi,
men tað verður so altíð av-
markað, hvat tú kanst gera í
slíkum førum, so eg noyðist
helst bara at brynja meg við
toli, sigur ein vónbrotin
leikari at enda.
Stóra Copenhagen
marathon varð
runnin 18. mai, og
millum luttakararnar
vóru eisini fýra
føroyingar
RENNING
Jákup Mørk
Seinasta sunnumorgun fór
startskotið til árligu Copen-
hagen Marathon kapping-
ina. Ein kapping, sum
seinnu árini hevur ment seg
alt meira, og sum hesaferð
taldi yvir 6.000 luttakarar.
Millum allar hesar vóru
eisini fýra røroyskir rennar-
ar. Cecil Weihe, Súni
Jacobsen, Ólavur Herup
Olsen og Jákup-Alberg
Berg.
Sagt verður, at umstøð-
urnar at renna vóru stak
góðar. Eini 15 hitastig og
eitt lítið lot, soleiðis at sólin
ikki darvaði alt ov nógv.
Ikki minst fyri føroysku
rennararnar mundi hetta
kennast gott, og tað var
eisini sjónligt á úrslitunum,
at teir høvdu ein góðan dag.
Fyrstur á mál var Cecil
Weihe við tíðini 2.49,08.
Hetta var nóg mikið at
tryggja honum eitt sætta
pláss í sínum bólki, og tað
má metast sum framúr gott
úrslit.
Súni Jacobsen tók lut í
sama bólki sum Cecil.
Hetta var fyrsta marathon-
renningin yvirhøvur fyri
hansara viðkomandi, so í
sjálvum sær mundi tíðin,
3.29,47, ikki hava sama
týdning, sum tað hevði at
gjøgnumføra kappingina.
Í aldursbólkinum 40-44
ár tók Jákup-Alberg Berg
lut. Hann hevði tíðina
3.55,12, og gav heta honum
eitt pláss sum 240 í sínum
bólki og 1.896 samanlagt.
Veteranurin á føroyska
liðnum var Ólavur Herup
Olsen, og hann prógvaði
enn einaferð, at hann dugir
at renna langar teinar. Tíðín
hjá honum var 3.42,57, og í
aldursbólkinum 60-64 var
hetta nóg mikið til eitt 10.
pláss.
Nærkast egnari
kapping
Annars er tíðin av álvara
farin at styttast, til fyrsta
føroyska marathon-kapp-
ingin verður veruleiki.
Hetta verður tann 19. juli
í Havn, og úr Bragdinum
verður sagt, at tey nú eru
komin væl áleiðis í fyri-
reikingunum
til
hetta.
Krøvini til slíka kapping
eru stór, hóast rennararnir
kanska ikki eru so nógvir,
og í fyrsta umfari er hetta tí
eitt slag av próvtøku hjá
Bragdinum. Spælir alt væl
av, eru vónirnar í øllum
førum, at talan næstu árini
kann vera um eina veruliga
stóra kapping, har tað eisini
kann
eydnast
at
fáa
útlendskar rennarar við.
Fýra føroyingar í marathon
Enn ein skaði hjá HB
Kári Nielsen vann sær heilt skjótt eitt pláss á liðnum hjá
meistarunum úr HB, men longu í fyrsta dystinum fekk hann
álvarsligan skaða, sum helst heldur honum úti alla fyrru
kappingarhálvu
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 95 - 21. mai 2003
Sjey hornorkestur og
eitt harmoniorkestur
myndaðu musikk-
stevnuna 2003, sum
varð hildin í Runavík
Dýra Biðudag –
sjálvan 40 ára dagin
hjá vertunum Nes
Sóknar Musikkfelag
MUSIKKSTEVNA
Solby A. Eliasen
Marsjir, poppsangir, swing
tónleikur, tað meira klass-
iska og negro spirituals. Tað
er nakað av tí, sum var á
skránni til musikkstevnuna í
Runavík. Konsertin vardi í
tríggjar tímar. Hon varð sett
av Rodmundi Nielsen, borg-
arstjóra, klokkan tvey og
síðani løgdu vertirnir fyri.
Hetta var sum sagt 40 ára
dagurin hjá Nes Sóknar
Musikkfelag, og nýttu tey
høvi til at heiðra nøkrum av
limunum, sum høvdu verið
longst við. Teir fingu allir
heiðursbræv handað frá for-
manninum, Thorleifi Han-
sen.
Konsertin gekk fyri seg í
ítróttarhøllini í Runavík, og
hon var væl fyrireikað. Ein
stórur pallur varð gjørdur,
har trý orkestur sótu. Og so
sat eitt á gólvinum. Hesi fýra
løgdu so út í hesi raðfylgju:
Vertirnir fyrst undir leiðslu
av Kenneth Jones, síðani
Sørvágs Tónleikarafelag og
Vestmanna
Hornorkestur
undir leiðslu av Steve Fogg-
in, síðani einasta harmoni-
orkestrið, GHM og seinast í
fyrru
hálvu
Klaksvíkar
Hornorkestur undir leiðslu
av Ulf Nordlund. Sum sagt
sótu øll fýra orkestrini til-
reiðar at spæla á pallinum og
gólvinum, hetta stytti nógv
um, tí í staðin fyri at orkestr-
ini skiftu so hvørt, so var
bert tað eina skiftið í steðg-
inum, tá hini fýra orkestrini
settust. Tey vóru Havnar
Ungdómsorkestur á gólvin-
um undir leiðslu av Kenneth
Jones og Tvøroyar Hornork-
estur undir leiðslu Jens
Knudsen,
Fuglafjarðar
Hornorkestur undir leiðslu
Ken McLeod og Havnar
Hornorkestur undir leiðslu
av Ova Olsen á pallinum.
Tað ber illa til at taka
nakað fram um nakað, men
nevnast mugu tó gestirnir
hjá Klaksvíkar Hornork-
estri, sum rættiliga settu
dám á konsertina við teirra
framúrskarandi framførslu.
Dixie eitur bólkurin, og í
honum spæla ungir nor-
menn, sum allir ganga á
musikkonservatorium. Teir
høvdu eina flotta og lívliga
solo-framførslu í tí eina
stykkinum, sum Klaksvíkar
Hornorkestur
framførdi,
That´s a Plenty. Seinni um
kvøldið spældu teir eisini
til veitsluna.
Øll orkestrini høvdu um-
leið fimtan minuttir í part til
teirra framførslu, og tað var
sera hugaligt at sita sum
áhoyrari, tí tað var ongin ivi
um, at øll orkestrini høvdu
gjørt teirra besta og ítarsta til
henda dagin, so at júst teirra
framførsla skuldi verða so
góð sum til bar. Frásøgu-
maður var Martin Mourit-
sen. Alt gekk væl, alt klapp-
aði, og tær tríggjar felags-
framførslurnar vóru prikkur-
in. Í fyrru hálvu spældu tey
fýra orkestrini vakra lagið
Onki er sum summarkvøld
við strendur. Og tað var ikki
frítt, at hárini reistust, meðan
tónarnir frá teimum mongu
spælarunum fyltu alla høll-
ina bæði væl og virðiliga. Í
seinnu hálvuni spældu hini
fýra orkestrini Dimmið - Nú
nemur náttin við smærur.
Eisini eitt avbera vakurt lag,
sum varð einastandandi væl
framført. Og at enda, tá ið
Havnar Hornorkestur var
liðugt við sína framførslu,
spældu øll luttakandi ork-
estrini tveir marsjir saman.
Sons of the Brave og Slaid-
burn.
Ein avbera væleydnað
konsert var komin at enda,
og lógvabrestirnir vóru
nógvir og harðir. Áhoyarar-
nir vóru vælnøgdir, og tað
lat til, at spælararnir eisini
vóru glaðir um konsertina.
Einstøk avrik sum felags.
Ljóðgóðskan var í toppi,
og at orkestrini vóru so væl
fyrireikað gjørdu sítt til, at
Musikkstevnan 2003 kann
av sonnum sigast at vera
ein av teimum bestu.
Seinni um kvøldið varð
veitsla hildin í B68 hús-
inum á Toftum.
Væleydnað musikkstevna
Musikkstevnan var á 40 ára degnum hjá vertunum, og tey nýttu høvi til at heiðra nøkrum av
teirra trúgvastu og drúgvastu limum
Norsku gestirnir hjá Klaksvíkar Hornorkestri settu rættiligt lív
í, tá teir spældu eina solo
Fleiri solistar vóru á Mus-
ikkstevnuni, og komu teir
allir væl frá teirra framførslu
Musikkstevnan 2003 endaði
við eini stórari felagsfram-
førslu, har øll luttakandi ork-
estrini spældu tveir marsjir
saman
C
M
Y
K
16