Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 95 - 21. mai 2003 Royndirnar siga, at tað ongantíð er sam- svar millum talið á manningum, sum boða frá luttøku, og teimum sum luttaka í kappróðrunum FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Um talið á manningum, sum hava boðað Róðrar- sambandinum frá, at tær ætla at luttaka í FM kapp- ingini, verður tað sama, sum luttøkutalið í róðr- unum í summar, so verður ofta neyðugt við innleið- andi róðrum og finalu- róðrum. 90 bátsmanningar hava boðað frá, at tær ætla sær at taka lut. Sum tað hevur ver- ið vanligt tey seinnu árini, so er talið á gentumanning- um størst, og talið á dreingjamanningum er næststørst. Feløgini hava boðað RSF frá, at 22 gentu- manningar ætla sær at luttaka í FM kappingini og at 20 dreingjamanningar ætla sær at vera við. Lægsta luttøkutalið er tað fyri 10-mannaførini. Seks 10-mannafør hava boðað frá luttøku, og tað kann væl vera, at tey vera uppaftur færri, tá ið kappingarnar fara at koma fyri. 6-manna- førini við kvinnum eru fjúrtan og 6-mannaførini við monnum eru fimtan. 8- mannaførini, sum hava boð- að frá luttøku, eru trettan. Hámarkið er átjan Fyrsta FM kappingin verð- ur á Norðoyastevnu, sum verður í Klaksvík annan leygardag. Fyrsta ábend- ingin um, hvussu ymsu manningarnar eru fyri, fer at fáast komandi vikuskifti, tá ið tað verður bygda- stevna á Skála. Róðrarøkið í Klakvík er soleiðis skapað, at tað ikki ber til at hava fleiri enn átj- an bátar við í einum róðri. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður neyðugt við innleiðandi kappingum bæði hjá dreingjunum og gentunum, um allar mann- ingarnar, sum hava boðað frá luttøku í hesum róðrar- árinum, fara at møta upp til fyrsta FM róðurin. Í prin- sippinum eru allar 90 manningarnar meldaðar til róðurin á Norðoyastevnu. Tað er bara talan um eina tilmelding til FM kappróð- ur, og hon hevur verið. Nú fæst at síggja, hvussu nógv- ar manningar fara at melda frá til ymsu róðrarnar. Luttakararnir 5-mannaførini við gentum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Aldan, Báran, Beinta, Blikur, Drekin, Dúgvan, Falkur, Firvaldur, Fípan Fagra, Frúgvin, Hav- frúgvin, Havørnin, Hulda, Junkarin, Kollur, Royndin Fríða, Sílið, Spógvin, Súlan, Tekla, Tjaldrið og Ørnin. 5-mannaførini við dreingjum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Aldan, Báran, Beinta, Blikur, Drekin, Dúgvan, Firvaldur, Fípan Fagra, Frúgvin, Hav- frúgvin, Havørnin, Junkar- in, Kollur, Royndin Fríða, Sílið, Spógvin, Súlan, Tekla, Tjaldrið og Ørnin. 6-mannaførini við kvinn- um, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Fortuna, Fuglfirðingur, Gongurólv- ur, Hósvíkingur, Hvessing- ur, Jarnbardur, Kollfirðing- ur, Lómur, Páll Fangi, Riddarin, Smyril, Snopp- rikkur, Sølmundur og Vík- ingur. 6-mannaførini við monn- um, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Fortuna, Gongurólvur, Hósvíkingur, Hvessingur, Jarnbardur, Kollfirðingur, Lómur, Páll Fangi, Riddarin, Smyril, Snopprikkur, Strálan, Sundabáturin, Sølmundur og Víkingur. 8-mannaførini, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Argjabáturin, Fríggjarin, Gullbrandur, Heiðabáturin, Knørrur, Kvívíkingur, Mið- vingur, Nevið Reyða, Sandavágsbáturin, Teistin, Toftabáturin, Víkabáturin og Ørvur. 10-mannaførini, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Eysturoyingur, Havn- arbáturin, Kjølur, Nólsoy- ingur, Vágbingur og Vest- menningur. Tá ið vit leysliga hava spurt okkum fyri, hava vit fingið at vita, at samlaða talið á manningum, sum higartil hevur vant nógv og miðvíst, ikki er omanfyri hálvt hundrað. Gentubátar- nir eru 10-12, dreingjabát- arnir einir 10, 6-manna- førini við kvinnum 6-8, 6- mannaførini við monnum umleið 10, 8-mannaførini 4-6 og 10-mannaførini 4-5. 90 bátsmanningar hava boðað frá luttøku Tað verða ikki færri enn 90 bátsmanningar, sum í ár fara at stríðast um FM-gullið í ymsu bátabólkunum Í kvøld, mikukvøldið verður dystur millum GÍ og Skála leiktur í Gøtu UPPTAKT Jákup Mørk Upprunaliga skuldi hesin dysturin ikki verði leiktur fyrr enn 22. juni, men Inter- toto luttøkan hjá GÍ hevur ført við sær, at dysturin nú er framskundaðu til mikukvøldið kl. 19.00. Finna stevið Og stendur tað til heima- liðið, so er einki at ivast í, at landskappingarstevið nú skal finnast. Í steypakappingini hevur annars gingið framúr, men í landskappingini var liðið fyri tapi í fyrsta dystinum, og tí er alneyðugt við trim- um stigum her, um liðið sum vant skal leggja seg út í oddastríðið. Og nógv bendir á, at tað verður á leið sama fólk, sum tryggjaði finalusessin, sum fer á vøllin í kvøld. Súni Olsen og Pól Ennigarð vóru báðir skaddir til tann dystin, og hóast vónin framvegis er at fáa teir tøkar sum skjótast, so má tað metast ógvuliga iva- samt, um teir eru klárir longu nú. Hjá Skála tykist einasti missurin at vera ein av tí heilt týdningarmikla slagn- um. Jonhard Frederiksberg, sum er fyrsti Skála-leikarin í landsliðsbúnanum, noydd- ist av vøllinum móti NSÍ, eftir at hann hevði fingið ein stoyt á knæið. Tískil er ivasamt, um hann verður tøkur til hend- an dystin, og tað er einki at ivast í, at tað verður dyggur smeitur fyri kontraspælið hjá liðnum. Eitt spæl, sum teir helst skulu dúva uppá í slíkum dystum. Og sjálvandi ræður eisini um stig hjá Skála. Kanska eru NSÍ og GÍ á útivølli ikki lættastu dystirnir at byrja kappingarárið við, men fyri tað man tað kenn- ast tungt, um liðið stendur við ongum eftir tvey umfør, og sálarliga vildi tað í øll- um førum verið góð barl- ast, um okkurt munagott fekst burturúr vitjanini í Gøtu. Sum sagt, so verður dysturin leiktur kl. 19.00, og verður tað Petur Skarð- enni, sum fer at døma. GÍ-Skála: Johan vitjar aftur í Gøtu Skálamenn vitja mikukvøldið í Gøtu, har framskundaður landskappingardystur er á skránni 2. deild bíðar Sum vant, so fara vit aftur í ár at fylgja við, hvussu leikur fer í næst- bestu føroysku fótbólts- deildini hjá monnum. Verkfallið hevur tó eis- ini lagt sínar teymar á blaðframleiðsluna, og tí bíðar umrøðan av hes- um til hósdagsblað okk- ara. Vit biðja lesarar okkara bera yvir við okkum í hesum -jm C M Y K 18 Nr. 95 - 21. mai 2003 19 Hestprent 314 555 LUTASEÐIL LUTASEÐIL 1. Toyota Corolla 1.6 Terra Sedan virði 199.600 kr. (Frá Reyni Service) 2. Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn virði 19.995 kr. við bili Tórshavn-Hanstholm t/r við uppihaldi í eina viku í Danland ella DanCenter (Frá Smyril Line) 3. Olja frá Statoil virði 10.000 kr. 4. Gávukort frá Thomas Dam á Hálsi virði 10.000 kr. 5. Apex ferðaseðil fyri 2 til DK t/r virði 6.266 kr. (Frá Smyril Line) 6. Gávukort frá LM handlinum virði 5.000 kr. 7. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 8. Gávukort frá Radiohandlinumvirði 5.000 kr. v/ E. & P. Persson 9. Føroyskt krov virði 1.000 kr. Drigið verður bara millum seldar seðlar. Drigið verður mánamorgunin kl. 9.30 á Elektron og lýst í bløðunum 5. og 6. august 2003. Eisini kann ringjast til Kristiannu tlf. 227 717 · 312 380 · 319 017 Tórshavnar Ítróttarráð 2003 20 kr. Fæst á Statoilstøðunum kring landið KT & Tekstildesign á Venjingarskúlanum í Havn 4.-14. august Skeiðið er ætlað øllum teimum, ið hava hug at brúka teldu í samband við tekstilarbeiði. Tú ert t.d. hondarbeiðslærari, listhandverkari ella sniðgevi, men enn ikki byrjað at kanna møguleikarnar, ið teldan hevur á tekstila økinum. Tú fert at nýta telduna sum arbeiðsamboð og mennir møguleikarnar at vera skapandi og virkin innan tekstila øki. Vit fara at arbeiða innan økini: • Grundleggjandi kunningartøkni (KT) • Tekstildesign á teldu • Hugflog og hugskotsmenning • Digitalar myndir • Innskanning og handfaring av skitsum, toyi og myndum • Samskifti á alnótini Á skeiðnum verður í høvuðsheitum arbeitt við teimum mongu møguleikunum, ið forritið »Paint Shop Pro« hevur. Nýggjasta bók skeiðleiðarans »Form Farve Fantasi« verður grundstøðið undir frálæruni. Vit herja á – at nýta amboð og valmyndir í forritinum,innskanna myndir og lutir úr náttúruni, brúka digitalt myndatól, viðgera myndir, arbeiða í løgum, nýta mynstur og litir, gera meskur og brotmyndir (collage) og brúka telduna sum amboð í tí skapandi tilgongdini. Tú arbeiðir við egnari teldu, og høvi verður at nýta hølið og útbúnað uttan fyri dagligu frálærutíðirnar. Skeiðsleiðari: Britt Sallingboe, handarbeiðslærari, rithøvundur, fjakkari v.m. Lesið meira um Britt Sallingboe á www.danmarksmindsteforlag.dk Tíð: kl. 9.00-16.00 Luttakarar: 12 pers. Tilmeldingarfreist: Innan 31. mai Luttøkugjald: 2.000,- kr. Tilmelding: Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli tlf. 317755 ella Jónhild Johannessen tlf. 218087. E-post: jonhild@post.olivant.fo Lýsing eftir dagrøktara Søkt verður eftir dagrøktara til kommunalu dag- røktina í Oyndarfjarðar kommunu at byrja tann 1. juni 2003 ella skjótast eftir hetta. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Før- oya Arbeiðarafelag og Føroya Kommunala Arbeiðs- gevarafelag fyri dagrøktarar. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Árna Joensen, borgarstjóra á telf. 444545 ella 223714. Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. mai 2003 kl. 16.00. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn- komnar umsóknir ella onga at taka. Oyndarfjørður, tann 19. mai 2003 Oyndarfjarðar kommuna 19