hósdagur 22. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 96 - 22. mai 2003
Nr. 96 - 22. mai 2003
3
Brandur skal eisini til Nibe
Brandur Enni er nú
eisini biðin um at
koma at spæla á stóra
pallinum á Nibe
Festivalinum, har
nógv kend nøvn skulu
spæla
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Brandur Enni hevur rætti-
liga fangað áhuga hjá
donsku festivalumboðnum,
sum vóru í Føroyum í sam-
bandi við Prix Føroyar fin-
aluna. Nú hava bæði festi-
valarnir í Jelling og Nibe
biðið unga poppsangaran
koma at syngja hjá teimum.
Síðst í mai mánaði spælir
Brandur á høvuðspallinum
Jelling, og nú hevur hann
eisini fingið boð um at
koma til festivalin í Nibe,
har hann somuleiðis skal
spæla á stóra pallin millum
høvuðsnøvnini.
Brandur
skal
syngja
fríggjadagin tann 27. juni
beint áðrenn dreingjabólk-
urin C21 fer á pallin. Á
sama palli spæla eisini
nøvn sum Kim Larsen og
Zididada seinni á degnum.
Prix-vinnararnir
Gestir
skulu eisini spæla í Nibe.
Teir spæla í Mánalýsistelt-
inum fríggjakvøldið 27.
juni kl. 21.45.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri bróðir okkara
Petur H. Davidsen
Haldórsvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk øll, ið hjálptu til
við ervinum og fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Georg
Tøkk
Vit takka øllum tykkum, sum vístu okkum samkenslu,
tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma
okkara
Gunhild Rasmussen
í Sandavági
doyði og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til tykkum øll á Ellis- &
Avlamisheiminum í Vágum, sum ansaðu og vóru um
hana á tykkara serliga vinarliga og kerliga máta.
Tit gera eitt sera gott arbeiði.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini,
tøkk til sangarar, organist, klokkara og prest.
Takk fyri kransar, blómur og peningagávu til kirkjuna.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Kamma, Erwin og Erland við familju
Postverkið og
Bygdaleiðir eiga
brennievni hesa
vikuna út. Ì
Norðoyggjum eru
bussarnir settir
VERKFALL
Heri á Rógvi
Verkfallið ávirkar tey flestu
í Føroyum, og so við og við
eru árinini bara voksin.
Bensini er farið at ganga
undan hjá fleiri, men hetta
merkist bert partvíst. Ser-
liga eldri diesel bilar klára
seg við olju upprunaliga
ætlað øðrum endamálum,
og teir fáa koyrt leingi.
Tá vit koyrdu ein túr runt
í Havnargøtum týsdagin
sást ikki so øgiliga nógv til,
at verkfall er í løtuni. Alla-
staðni var stúgvandi fult av
bilum. Søgur ganga um, at
tað eru fleiri, sum aftur
hava funnið súkkluna fram.
Jú, tað vóru nakrar súkklur
her og har, og onkur hevur
eisini keypt sær eina súkklu
orsakað av verkfallinum,
men nakað súkkluland eru
Føroyar ikki vorðnar enn. Í
øllum førum var ikki nógv
at síggja í Havn, sum fekk
teg at hugsa um ríkisfelagin
og teirra súkklulívsstíl.
Parkeringsøkið á Skála-
trøð var stúgvandi fult av
bilum. Í miðbýnum í Havn
vóru kanska nakað færri
bilar.
Og summi megna at
sleppa uttan um verkfals-
vaktirnar, soleiðis at vøra
aftur kemur í nakrar handl-
ar og onnur støð.
Restina av vikuni
Bilarnir hjá Postverki Før-
oya krevja sum allir aðrir
brennievni, og hetta fer at
merkjast. Bergur í Garði,
stjóri fyri Postverk Føroya,
sigur, at bilarnir hjá teimum
hava brennievni til hesa
vikuna, men so fer tað at
knípa.
– Tað steðgar spakuliga upp
hjá okkum. Vit hava brenni-
evni til tær stóru ruturnar til
restina av vikuni, sigur
Bergur í Garði.
Sum tað eisini sæst aðra-
staðni í blaðnum, so verður
postur blokeraður á flog-
vøllinum, og hetta kann eis-
ini fáa fylgjur uttanlands.
– Vit eiga ikki postin fyrr
hann er komin trygt til okk-
ara. Tað er Post Danmark,
ið sendir okkum postin. Í
sambandi við postflutning
skal ein triðji persónur ikki
koma ímillum, og Post
Danmark fylgir eisini væl
við, hvør støðan er í Føroy-
um, sigur Bergur í Garði.
Kann eingin postur koma
av flogvøllinum, so er tað
bert
innanlandsposturin,
sum postboðini fáa borðið
út. Men tað verða mestur
bert tey við prutlum, sum
fara at bera út, tí frá kom-
andi viku hava bilarnir
einki brennevni eftir, sigur
Bergur í Garði, og tá verður
mest sannlíkt ógvuliga lítið
av posti at bera út.
Steðgað í
Norðoyggjum
Hjá Strandferðslan er støð-
an eisini merkt av verkfall-
inum. Skipini eru undantik-
in verkfallinum og sleppa
at fáa olju.
Bussarnir eru hinvegin
ikki undantiknir. Pól Jákup
Thomsen, ferðafólkaleiðari
hjá Strandferðsluni, sigur,
at støðan er eitt sindur
ymisk við bussunum hjá
teimum.
– Vit hava sáttmála við
ymsar arbeiðstakarar kring
landið, og tað er eitt sindur
ymiskt, hvussu leingi teir
hava brennievni eftir, sigur
Pól Jákup Thomsen.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at skipini
sleppa at sigla, men bert
við ferðafólki. Einki und-
antak verður latin bussun-
um.
Í Norðoyggjum eru buss-
arnir
hjá
bygdaleiðum
givnir at koyra, tí einki
brennievni er eftir, sigur
Pól Jákup Thomsen. Og til
verkfallið er liðugt, so
broytist henda støðan vænt-
andi ikki.
Annars koyra bussar sum
vant, og tað verður í øllum
førum hesa vikuna afturat,
sigur Pól Jákup Thomsen.
Onkrar leiðir, eitt nú leið
400, hevur minkað um túra-
talið. Hinvegin koyrir tað
væl umtókta flogrutan sum
vant.
Tá skúlarnir eru stongdir
og fleiri fólk ikki fara til
arbeiðis, so merkir hetta
eisini færri ferðafólk við
bussunum. Tey, sum koma
afturat
vegna
vantandi
brennievni til bilarnar, fylla
í besta føri tómrúmi av
skúlabørnum og øðrum
umborð á bussunum.
Arbeiðarafeløgini í
verkfalli hava ikki álit
á varasemingsmann-
inum, og tey hava
sent kæru fyri aðru
ferð vil Vinnumála-
ráðið
VERKFALL
Heri á Rógvi
Rokið um semingsmannin
Suna Schwartz Jacobsen er
ikki liðugt enn. Arbeiðara-
feløgini vóru so ónøgd við
hansara leiklut og støðu, at
tey valdu at senda Vinnu-
málaráðnum eina kæru.
Areiðarafeløgini fingu
svar frá Vinnumálaráðnum,
har sagt varð, at Vinnu-
málaráðið ikki kundi við-
gera kæruna.
Sagt varð, at uppgávan
hjá landsstýrismanninum
var at skipa fyri, at ein
nevnd við fimtan limum
verður vald, sum síðani
útnevnir semingsmenn.
Hendan nevnd var samd
um at velja Suni Schwartz
Jacobsen til varasemings-
mann, verður upplýst í
skrivi frá Vinnumála-ráðn-
um til Føroya Arbeiðarafel-
ag.
Einaferð enn
Men málið steðgar ikki her.
Arbeiðarafeløgini í verk-
falli hava fyri aðru ferð sent
Vinnumálaráðnum
eitt
skriv, har kært verður um
Suna Schwartz Jacobsen.
Kæran snýr seg aftur
hesa ferð um leiklutin hjá
Suna Schwartz Jacobsen
sum grannskoðari og sem-
ingsmann fyri somu virki.
Hildið verður, at Vinnu-
málaráðið fer ov lætt um
kæruna.
»Vinnumálaráðið skal tí
eisini síggja til, at semings-
menninir ikki bróta grund-
leggjandi reglurnar í fyrisit-
ingarlógini um ógegni.
Vit vænta at tit eru samd
við okkum í, at fyrisitingar-
lógin er galdandi fyri alt
alment virksemi, og her-
undir eisini fyri virksemi
hjá semingsmanninum og
varamanni hansara.
Vit skulu tí enn einaferð
heita á Vinnumálaráðið at
taka upp kæru okkara, so-
leiðis at kæran verður við-
gjørd við støðu í ásetingun-
um í fyrisitingarlógini.
Vit fara ikki at góðtaka,
at Vinnumálaráðið ikki vil
viðgera eitt mál um ógegni
innan eitt av máløkjum
tykkara, og tí umhugsa vit
at fara víðari við málinum
um ikki vit hava frætt aftur
áðrenn
hósdagin
22.05.2003, siga tey fimm
arbeiðarafeløgini í skrivi til
Vinnumálaráðið.«
Sjálvur høvuðspersónur-
in, Suni Schwartz Jacob-
sen, hevur onga viðmerking
til málið yvirhøvur. Hann
vil stutt og greitt einki siga
um støðuna.
Ikki vara
Arbeiðarafeløgini hava eis-
ini sent eitt skriv til Sem-
ingsstovnin, har feløgini
gera greitt, at semings-
stovnurin hevur ein sem-
ingsmann og ein vara sem-
ingsmann. Og arbeiðarafel-
øgini vilja halda seg til
semingsmannin,
Høgna
Høgnesen.
»Við atliti til støðuna
sum nú er íkomin, har
undirritaðu feløg hava víst
á okkara ónøgd við fram-
ferðina hjá varasemings-
manninum og at hann er
ógegnigur, halda vit tað er
rætt av tygum sum sem-
ingsmanni at skipa soleiðis
fyri, at møguligur nýggjar
semingsroyndir fara fram
við støði í lógarorðingini,
soleiðis at tað er semings-
maðurin (og ikki varasem-
ingsmaðurin), sum stendur
fyri semingsroyndunum«,
skriva arbeiðarafeløgini til
Semingsstovnin.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at tey heilt ein-
falt ikki hava álit á vara-
semingsmanninum, Suna
Schwartz Jacbosen.
– Tað er ringt at samráð-
ast við einum manni, sum
tú ikki hevur álit á, sigur
Ingeborg Vinther.
Eingin kontakt
Tá vit tosaðu við Ingeborg
Vinther
mikumorgunin
segði hon, at púra eingin
kontakt var millum arbeið-
arafeløgini og semings-
menninar ella arbeiðsgev-
ararnar.
Feløgini skrivað dúgliga
um hvørt annað á heima-
síðum, men meira enn tað
hendir eftir øllum at døma
ikki í løtuni.
Eingin nýggjur fundur
ella nakað var avtalað, tá
vit tosaðu við verkfals-
leiðararnar mikumorgunin.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á Høgna
Høgnesen, semingsmanni.
Brennievni restina av vikuni
Postbilarnir koyra hesa vikuna afturat. So steðga eisini teir
Mynd: Jens Kristian Vang.
Klaga aftur um semingsmann
Mynd: Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava ikki álit á Suna
Schwartz Jacobsen, t.v., og fyri aðru senda tey eina kæru til
Vinnumálaráðið. Feløgini vilja nú bert samráðast við Høgna
Høgnesen
C
M
Y
K
3
2