Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 96 - 22. mai 2003 Nr. 96 - 22. mai 2003 5 Leygarkvøldið varð hon vald til Miss Sandoy í kapping við tríggjar aðrar VAKURLEIKA- KAPPING Áki Bertholdsen Hildigarð Petersen er vakr- asta gentan í Sandoynni. Tað fekk tann 15 ára gamla gentan heiman av Sandi pappír uppá leygar- kvøldið. Tá varð skipað fyri kapp- ing um at gerast Miss Sandoy. Fýra gentur høvdu meld- að seg til, men tá ið avtorn- aði dróg Hildigarð Petersen longra stráðið, beint fyri nøsini á Arnu D. Clement- sen, sum var nummar tvey. Tað var bara ein atkvøða á muni, so tættari kundi tað ikki verið. Hinar báðar, sum vóru við í kappingini vóru Hede- vig Dalsgaard og Sara Novicka. Allar fýra genturnar eru Heiman av Sandi og tær fingu allar prógv um, at tær høvdu verið við. Men um- framt heiðurin fingu tær allar ein lítlan kekk. Tiltakið var í virkinum á Sandi, og rættiliga nógv fólk varð samankomið. Á tiltakinum undirhelt Johan í Kollafirði og hann spældi eisini til dansin aft- aná, men tá legði DJ Hust- ler eisini plátur á. Tað vóru áskoðararnir, sum dømdi, men eitt ser- stakt dómaraborð, sum fyrireikararnir settu, hevði eisini eitt orð at siga. Hetta er onnur vakur- leikakappingin í hesum umfarinum. Nakað síðani var Miss Suðuroy vald og leygarkvøldið er tað vakr- asta vágagellan, sum skal finnast. Men hetta er við tí fyri- varni, at samferðslan ikki verður løgd lamin, ella at aðrar forðingar taka seg upp, nú verkfall er. Ætlanin er at hava kapp- ingar kring alt landið og so at enda við eini finalu, har Miss Føroyar skal veljast. Ætlanin er, at bæði nummar eitt og nummar tvey í hvørjari økiskapping vera við í finaluni. Tað er ítróttarfelagið »Muaythai Faroes«, sum skipar fyri. Hetta er eitt felag, sum tvøramaðurin, Bjarni Hammer, hevur stovnað við tí endamáli at íðka tann sermerkta ítróttin, sum eitur kickboxing, í Føroy- um. Og endamálið við hesum vakurleikakappingunum er at styrkja felagið fíggjar- liga, so at hetta slagi av ítrótti so við og við kann breiða seg um landið. Aftur í ár hevur ein ær í Hvalba lemt fýra lomb.Tað er rætttiliga sjáldsamt, sigur djóralæknin LEMBING Áki Bertholdsen Hvalba: Nú er lembingin farin at halla og kring alt landið gagna tey, sum fáast við seyð og meta um, hvussu hevur gingist. Og hjá Óluvu Willumsen í Hvalba, hevur lembingin í ár verið nakað heilt serligt. Hon eigur nevniliga eina ær, sum lemdi heili fýra lomb í farnu viku, trý gimburlomb og eitt veður- lamb. Trý lomb eru hvít og tað eina er svart. Tað besta av øllum er, at tað stendur ikki á hjá ærini at føða øll fýra lombini og uttan at hava orðið á teim- um ber ikki til at siga ann- að, enn at tey síggja væl út og eru bæði lívlig og væl fyri. Tey hava lagt merki til lombini skiftast um at súgva ærina, fyrst tvey og síðani hini bæði. Ærin er trævetur og í fjør lemdi hon bara eitt lamb, sum var eitt veðurlamb. Nógv siga, at fóðurið er avgerandi fyri, hvussu nógv lomb, ein ær fær, men Óluva og tey halda ikki, at tað hevur alt at siga. – Hendan ærin hevur ikki fingið meiri enn allar aðrar, men hon er stór og prúð. Hon hevur gingið í hagan- um, men allur seyðurin hjá teimum er leskaður við kraftfóðuri hvønn dag, tí tað siga tey at tey altíð gera. Nú hon hevur lembt fýra lomb, er hon sett í eitt stik at ganga og tey ætla at lata ærina hava øll fýra lombini. Hetta er triðju ferð at vit hava hoyrt um eina ær, sum hevur lembt fýra lomb. Í fjør var tað eisini ein ær í Hvalba, sum, lembdi fýra lomb, hana átti Dan Thom- sen. Eitt annað ári var tað ein ær hjá Jòsvein Petersen í Hovi. Men tað vit vita, eru tær heilt av hvør sínum slagi, so tað er ikki ættarbregði. Rættiliga sjáldsamt Lars Mohr Nielsen, djóra- lækni á Djóralæknastovuni, sigur at tað er rættiliga sjáldsamt, at ær lemba fýra lomb, og at øll lombini liva. – Aðrastaðni er tað ikki heilt so óvanligt, men okk- ara seyður er meiri upp- runaseyður og hann fær ikki so nógv lomb. Hann sigur, at í Føroyum lembir hvør ær 1,3 lamb í miðal hvørja ferð, men uttanlands er tað mangan at ærnar fáa væl meiri enn tvey lomb í miðal. Hann sigur, at fóðuri hevur nógv at siga. Verður fóðrað væl í brundtíðini, ella beint frammanundan brundtíðini, hevur tað stóran týdning fyri, hvussu nógv lomb ein ær fær. Á enskum er eitt fyri- brigdi, sum nevnist »flushing«. Tað, er at geva ærnum minni eina tíð, men so at geva heilt nógv beint upp- undir brundtíðina. Annars heldur Lars Mohr Nielsen, at lembingin í ár hevur gingið væl, tí hann hevur ikki frætt um stór- vegis trupulleikar. Ær lembt fýra lomb Aftur í ár gongur ein ær í Hvalba við fýra lombum. Tað er Óluva Willumsen, sum eigur ærina, ið lembdi fýra lomb í farnu viku og tað stendur ikki á hjá henni at føða øll fýra lombini Hildigarð er vakrasta genta í Sandoynni Hildigarð Petersen á Sandi varð leygarkvøldið kosin at vera vakrasta gentan í Sandoynni. Hetta eru tær fýra, sum vóru við í kappingini um at gerast Miss Sandoy. Frá vinstru eru tær Hildigarð Petersen, Hedevig Dalsgaard, Arna D.Clementsen og Sara Novicka Tað fekk eftirspæl, at verkfallsvaktirnar ikki sluppu at kanna postbilin á flogvøll- inum. Postbilurin, sum varð steðgaður á flogvøllinum mána- dagin, verður stand- andi innan fyri gyrð- ingina. Verkfalsvaktir eru við øll portrini við flogvøllin BLOKADA Edvard Joensen Flogvøllurin: Verkfalls- vaktir ansa eftir, at post- bilurin ikki sleppur út av flogvøllinum. Grundin er, at verkfallsfólkini halda, at postbilurin flytir farm, sum Postverkið vanliga ikki plagar at flyta. Tað stendur ein lastbilur hjá Postverki Føroya undir torninum á flogvøllnum. Har hevur hann staðið eitt gott samdøgur, og har kem- ur hann at verða standandi, siga fólkini, sum arbeiðara- feløgini hava sett at vera verkfallsvaktir við allar inn- og útkoyringar á flog- vøllinum. Verkfallsfólkini hava skipað seg við bilum ymsa- staðni kring vøllin, soleiðis at tey síggja alt, sum fer fram við ymsu portrini. Eisini oman fyri sjálvt flogvallarøkið standa tey. Haðani hava tey yvirlit yvir allan vøllin, sum hann er, í einum. – Vit hava nú sitið her í tríggjar tímar síðan klokk- an seks í morgun, greiðir ein av verkfallsvaktunum frá. Tá loystu vit náttar- vaktina av. Feløgini hava gjørt av, at vakt skal haldast alt samdøgrið, soleiðis at eingin roynir at fara av stað við bilinum, meðan eingin vakt er. Vaktarmaðin greiðir frá at tey hava biðið um at sleppa at síggja inn í post- bilin, men fingu ikki loyvi. Tí verður bara stongt fyri, so hann ikki slepur av vøll- inum. – Teir kundu bara latið okkum sloppið at sæð, at einki, sum ikki skuldi vera har, var í bilinum. So var alt í lagi, og bilurin kundi farið sín veg, sigur vekrfalls- vaktin. Á parkeringsplásisnum uttan fyri terminalin stend- ur ein annar postbilur av sama slag, sum tann, ið stendur innan fyri gyrð- ingina. Førarin sit inni í termi- nalinum og fær sær ein kaffimunn. Hann bíðar, til flogarið við postinum kem- ur fyrrapartin. – Nei, hann fær ikki postn við sær til Havnar, sigur hann, men hann skal fylla tann postin, sum kemur úr Danmark í dag, inn í bilin, sum sendur inni á økinum, sigur hann. Tað, sum hann hevur havt vestur við sær, fer á ein vogn og verður koyrt um- borð á flogfarið. Tí postin- um er einki galið við. Postbilførarin sigur, at umleið 1.600 kg av posti eru í bilinum, og umleið tað sama man fara at koma í dag, heldur hann. Men tað steðgar so har. Verkfallsmaðurin uttan fyri heldur, at postmenninir kunnu bara vísa teimum, hvat er í bilinum. Og er ikki annað enn vanligur postur, sum tey siga, í honum, ja, so er einki galið, og bilurin kann ótarnaður fara suður til Havnar. – Men vit hava eitt ánilsi av, at har er onkur farmur í eisini, sum teir ikki vilja vís aokkum. Tí blokera vit. Georg Hansen, næstfor- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at tey hava fingið at vita frá vekfalls- vaktunum, at hesi hava illgruna um, at Postverkið hevur tikið onkran farm, sum eitthvørt annað flutn- ingsfelag ikki vildi taka. – Vit sleppa ikki at kanna tað. Og tá so er, steingja vit heilt, sigur hann. Hetta er ikki heilt í tráð við tað, ætlanin var, tá verkfallð byraði. Tá var ongangtíð ætlanin at gera nakað við postin. So leingi talan var um vanligan post við pakkum upp til 20 kg. Men nú tykist støðan vera ein onnur, og so rea- gera vit eisini hareftir, sigur hann. At tað stendur ein vognur við postsekkjum, sum skulu við flogfarinum til Danmarkar, innan fyri gyrðingaina, t e k u r Gerog Hansen róliga. – Hatta er vanligur postur, sum komin er vestur við bussinum. Og har er eisnki av størri tingum við, sigur hann. Í aðrar mátar er friðaligt í Vágum, sigur Georg Han- sen. Fiskavirkini eru stongd, og fólk hava skikk- að sær væl, so einki er at fara eftir. Alibrúkini hava fingið undantaksloyvi at taka deyðan fisk upp, og tað gera tey so. Men her vesturi er ikki ILA í ringunum, so nøgdirnar, her skulu takast, eru smáar. – Vit hava vaktir kring í oynni, sum alla tíðina hava eyguni við arbeiðsplássum, har fólk eru í verkfalli. Og har hava eingir rupulleikar verið, sigur Gerog Hansen, næstformaður í Føroya Ar- beiðarafelag. Færri fólk á flog- vøllinum Tey, sum starvast a flogvøllinum, siga, at tey leggja merki til, at færri fólk eru at síggja har vesturi um dagarnar. Tey skylda upp á manglandi bensin FERÐSLA Edvard Joensen Flogvøllurin: Tað koma færri fólk á flogvøllin at taka í móti og siga farvæl, enn vanligt hevur ver- ið, síðan Vágatunnilin lat upp. Tey, sum arbeiða á flogvøllinum, eit nú í cafeteria, siga seg siggja týðuliga mink- ing í fólkatalinum, nú síðan verkfallið av álv- ara er farið at merkjast. Síðan Vágatunnili lat upp, er talið á teim- um, sum koma við og eftir flogferðafólkið, vaksið munandi sam- anborið við tað, tað var, tá siglast skuldi um Vestmannasund. Men nú hevur verk- fallið avmarkað hesa ferðsluna munandi, siga tey á flogvøllin- um. Tað er skilligt, at fólk halda seg aftur, tí einki brennievni er til bilarnar. Eisini meta tey, at fleiri eru farin at brúka bussarnar aftur. Og onkur, sum arbeiðir á flogvøllinu, er farin at súkkla til arbeiðis, eins og summi, tó serliga sørvingarnir, ganga aftur og fram. Men tey merkja einki til verkfallið annars í cafeteria, siga tey. Vøru hava tey nokk av, tí ríkiligt varð keypt inn, áðrenn verkfallið byrj- aði. Tað einasta, sum manglar, er frukt og grønmeti, sum plagdi at fáast við diskin. Postludium Postbilurin stendur á øðrum samdøgri parkeraður á flogvøllinum. Førarin er farin frá honum, og posturin, sum kom við flogfarinum mánadagin, liggur framvegis í bilinum saman við týsdagspostinum Mynd: Edvard Joensen Hóast eingin postur sleppur út av flogvøllinum, er einki til hindurs fyri, at vanligur postur fer hinvegin Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4