hósdagur 22. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 96 - 22. mai 2003
Nr. 96 - 22. mai 2003
7
Johnny K. Nón sigur,
at lastbilarnir eru
vorðnir ein nógv
størri partur av virk-
seminum hjá Nor-
mek, síðan felagið
fekk nýggju høllina
og fór at umboða
Hiab-kranarnar og
skiftilast-skipanir.
- Men framvegis eru
maskinumvælingarna
r umborð á skipum
og bátum okkara
størsti partur av virk-
seminum, sigur hann
MASKINVIRKSEMI
Vilmund Jacobsen
Maskinverkstaðurin, Nor-
mek í Norðragøtu, var við á
altjóða fiskivinnu-og ali-
framsýningini, North At-
lantic Fish Fair, sum var á
havnalagnum í Saltangará
um mánaðarskiftið, apríl/
mai.
Í 1997 keyptu Johnny K.
Nón og Robert Langgård
maskinverkstaðin frá Før-
oya Banka. Teir eiga hvør
síni 50% av fyritøkuni, sum
rættiliga hevur fótað sær
millum aðrar.
- Virksemið øktist skjótt,
eftir at vit høvdu keypt
smiðjuna, og skjótt var
plásstrot. Vit keyptu tí eina
høll, sum stóð í Keyp-
mannahavn. Fýra mans
fóru til Danmarkar at taka
høllina niður. Hon varð
síðan sett uppaftur við síð-
una av gamla verkstaðnum.
Nýggja høllin er 500 fer-
metrar stór; tann gamla er
300 fermetrar, sigur Jo-
hnny.
Skip og lastbilar
Fyritøkan, sum hevur 23
fólk á lønarlista, tekur sær
serliga av maskinumvæl-
ingum umborð á skipum og
bátum og umvælingum av
lastbilum,
persónbilum,
umframt plátu-og sveisiar-
beiði.
- Vit framleiða eisini
dregg fyri Vónina. Dregg-
ini, sum viga 1-2 tons,
verða nýtt til fortoyningar
av aliringum og øðrum í
samband við aling, sigur
Johnny.
Vónin selir nevniliga
lidnar fortoyningsskipanir
og aðra útgerð til alivinn-
una.
- Umframt egna fram-
leiðslu, umvælingar og ný-
instaleringar, umboða vit
eisini teir vælumtóktu Hi-
ab-kranarnar og grabbarar.
Vit umboða eisini skifti-
last-skipaninar hjá Multilift
til lastbilar.
Maskinverkstaðurin
í
Gøtu hevur hesi umboð
gjøgnum donsku fyritøk-
una, Sawo, sum var saman
við Normek á básinum á
Fish Fair.
- Vit hava havt hetta sam-
starv við Sawo í góð tvey
ár, sigur Johnny.
Gøtuskipini
- Vit hava arbeitt nógv um-
borð á gøtuskipunum og
øðrum skipum, síðan vit
fóru undir virksemið í
1997. Vit hava serliga lagt
okkum eftir at veita skipun-
um eina tænastu, har menn
hjá maskinverkstaðnum eru
tøkir, tá ið umvælingar og
ábøtur skulu gerast.
Johnny K. Nón sigur, at
lastbilarnir eru vorðnir ein
nógv størri partur av virk-
seminum hjá Normek, síð-
an felagið fekk nýggju høll-
ina og fór at umboða Hiab-
kranarnar og skiftilast-
skipaninar.
- Men framvegis eru
maskinumvælingarnar um-
borð á skipum og bátum
okkara størsti partur av
virkseminum, sigur hann.
Normek vaks sum fuglurin føniks
Á básinum hjá maskinverk-
staðnum, Normek og donsku
fyritøkuni, Sawo, á altjóða
fiskivinnu-og aliframsýning-
ini, North Atlantic Fish Fair.
Danski umboðsmaðurin er
til vinstru á myndini og
Johnny K. Nón til høgru
- Tað skapar misálit,
um vit gera sum kin-
verjar, tá ið herviliga
Sars-sjúkan varð
staðfest. Tað loysir seg
betur at vera opin og
erligur um ILA held-
ur enn at tiga um
hesa fiskasjúku, sigur
alari
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Meiningarnar eru ymiskar,
og menn eru ikki samdir.
Í Sosialinum í gjár, helt
ein alari, Sosialurin tosaði
við, at nógva umrøðan, sum
ILA-sjúkan hevur fingið í
fjølmiðlunum,
skaðar
áhugamálini hjá føroyskum
alarum uttanlands.
Alarin segði, at tá ið
føroysku bløðini skriva um
ILA, enda hesar søgur í
Noregi, haðani tær fara út
til okkara keyparar runt um
í heiminum.
- Hetta gongur út yvir
tann prís, vit fáa fyri laksin
og skaðar okkara umdømi,
segði alarin.
Ikki samdur
Men tað eru ikki allir alar-
ar, sum eru samdir um
hetta.
- Eg haldi, at vit skulu
spæla við opnum kortum
og siga sum er, tí á tann hátt
varðveita vit sum best okk-
ara trúvirði.
Alarin vísir á misálitið,
sum umheimurin fekk á
Kina, tá ið kinverjar royndu
at krógva álvarsomu sjúk-
una, Sars.
- Einasta gongda leiðin í
slíkari støðu er at vera opin
og erligur, sigur hann.
Sjúkur fiskur
Alarin reisir eisini spurn-
ingin, hvussu ein keypari
hevði mett støðuna, um
hann umvegis fekk at vita,
at føroyskur laksur er
fongdur við ILA.
- Tað hevði elvt til
misálit. Tí er best, at vit
siga sum er og ikki krógva
ILA-sjúkuna burtur fyri
umheiminum, leggur hann
aftrat.
Vit eiga ikki at gera sum kinverjar
- Vit eiga ikki at dylja, at ein partur av tí laksi, vit selja av landinum, er fongdur við ILA, sigur
alari, ið ikki er samdur við alaran, Sosialurin tosaði við í gjár.
Mynd: Tilvildarlig
Klassiska verkið hjá
Paula í Sandagerði
varð í síðstu viku
framført fyri túsund
áhoyrarum í Vejle.
Ummælarar rósa
verkinum, sum Sig-
mund Poulsen hevur
gjørt orðini til, til
skýggja, og tað hevur
givið Paula blóð á
tonna
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
– Tað gekk ómetaliga væl,
og eg eri sera væl nøgdur
við framførsluna, sigur
Pauli í Sandagerði, sum
síðani hevur fingið nógvar
fyrispurningar um at fram-
føra verkið aðrastaðni í
Danmark.
Tann 13. mai var Musik-
teatrið í Vejle karmur um
føroyska verkið Jesus og
Makedonarin, sum Pauli í
Sandagerði hevur gjørt
tónleik til, og Sigmund
Poulsen hevur gjørt tann
upprunaliga føroyska tekst-
in.
Dagin eftir framførsluna
hevði Erik Andresen eitt
ummæli í Vejle Amts
Folkeblad. Hann gevur
framførsluni sera gott um-
mæli og rósar verkinum
fyri vøkur løg og tann ser-
staka
endan.
Kristeligt
Dagblad hevur eisini um-
mælt konsertina.
Stjórnaði sjálvur
Pauli í Sandagerði stjórnaði
sjálvur symfoniorkestrin-
um hetta kvøldið, og hann
var væl nøgdur.
– Tað er stuttligt at ar-
beiða við professionellum
tónleikarum, sum liva av at
spæla tónleik. Eg var spent-
ur uppá, hvussu teir fóru at
taka ímóti mær, tí vit høvdu
ikki góða tíð at venja, men
teir lótu væl at. Tað hevur
verið sum ein dreymur at
arbeiða við so góðum tón-
leikarum, sigur Pauli í
telefonini úr Danmark.
Hann sigur, at verkið er
rættiliga fjølbroytt tón-
leikaliga, og tí er tað um-
ráðandi, at tónleikararnir
duga at spæla ymsar sjang-
rur.
– Verkið er ein bland-
ingur av klassiskum, rock,
jazz, kórsangi og balladum
alt í einum peruvellingi,
men eg haldi, at skiftini
millum hesar ymsu tón-
leikagreinirnar gekk bara
væl, sigur Pauli.
Tað var Sønderjyllands
Symfoniorkester,
sum
spældi, og solistarnir vóru
frá Den Kongelige Opera
og Den Jyske Opera. Nevn-
ast skal eisini, at føroy-
ingurin
Ernst
Sondum
Dalsgaard hevði leiklutin
sum Jesus.
Húsið var so at siga fult,
og nærum 1000 fólk vóru í
salinum.
Hesum
hevði
Pauli ikki roknað við, og
tað er hann sjálvsagt glaður
um. Hetta hevur eisini við
sær, at tiltakið hongur sam-
an fíggjarliga. Vandi er
altíð fyri einum fíggjar-
ligum smeiti, tá slík stór
tiltøk skulu fyriskipast.
Blóð á tonna
Pauli í Sandagerði sigur, at
eftir framførsluna hevur
hann fingið óteljandi fyri-
spurningar um at stjórna
kórum og orkestrum yms-
astaðni í Danmark.
– Hetta hevur veruliga
givið mær blóð á tonna, og
eg havi hug at seta hetta
upp aðrastaðni í Danmark,
sigur Pauli, men hann
leggur afturat, at hetta er
lættari sagt enn gjørt. Tey
flestu orkestrini hava nóg
mikið at gera, og tey kunnu
velja og vraka sum teimum
lystir.
– Eg havi fingið nógv
tilboð ymsastaðni frá til alt
millum himmal og jørð,
men tað er avmarkað, hvat
eg kann siga ja til, tí eg havi
mítt dagliga starv sum
lærari.
Hann er eisini serstakliga
glaður um tað rós, ið fram-
førslan hevur fingið frá
ummælarum. Hann vísir á,
at teir flestu ummælararnir
leggja vertin á, hvør tú ert,
og meta verkið út frá
góðsku.
Áhugabólkur tók stig
til tiltakið
Pauli í Sandagerði arbeiðir
dagliga sum fólkaskúlalær-
ari í Vejle, og hann greiðir
frá, at tað var ein áhuga-
bólkur, sum gjørdi hetta
tiltakið møguligt.
– Sóknarpresturin í sókn-
ini hevði hoyrt um verkið,
og hann bað meg koma í
sóknarhúsið at greiða frá
verkinum og vísa nøkur
dømi. Síðani tóku nøkur
fólk seg saman og fóru at
savna pening inn, so at
verkið kundi framførast í
Danmark, sigur hann.
Bólkurin tók sær av at
savna pening inn, meðan
Pauli tók sær av tí tón-
leikaliga. Hann setti seg í
samband við tónleikarar og
fekk ein málkønan at um-
seta tekstin hjá Sigmundi
Poulsen til danskt.
ÚTGÁVA
Stefan í Skorini
Listafelagið hevur givið
út
Listakalendaran
2004. Tólv av okkara
fremstu myndlistafólk-
um hava gjørt hvør sína
mynd til teir ymsu mán-
aðirnar í árinum, og stutt
frágreiðing er á føroysk-
um, enskum og donsk-
um um tey ymsu mynd-
listafólkini.
Listakalendararnir frá
2002 og 2003 vóru væl
umtóktir og eru útseldir.
Listafelagið sigur, at
føroysk myndlist er ein
góður
umboðsmaður
fyri Føroyar, og at hesin
kalendarin er teirra hátt-
ur at sýna fram og breiða
út vitan um føroyska
myndlist.
Kalendarin er at fáa í
sølubúðum kring landið
fyri 148 krónur.
Listakalendarin
útkomin
Tann árliga Pop
Top konsertin
verður nú leygar-
dagin í Grasagarði í
Havn, har fimm
nýggir bólkar fara
at royna seg. Vinn-
arin skal spæla á
Ólavsøkukonsertin
i í ár
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Hetta er fimtanda árið á
rað, at Pop Top konsert-
in verður hildin, og hon
hevur hesi árini givið
ungum tónleikarum eitt
tiltrongt høvi at spæla á
palli.
Leygardagin klokkan
16 fara tónleikararnir at
spæla. Luttakandi bólk-
arnir í ár eru Monkey
Mongolia, Tjógv, Para-
dox , Lam og Atom.
Ein vinnari skal eisini
finnast á konsertini, og
hepni vinnarin sleppur
at spæla á Ólavsøku-
konsertini. Áhoyrararnir
kunnu at atkvøða fyri
sínum favoritti og harvið
ávirka úrslitið av kapp-
ingini. Harumframt eru
tríggir dómarar, sum
velja tríggjar teir bestu
bólkarnar. Fremsti bólk-
urin hjá dómarunum fær
síðani 100 atkvøður aft-
urat teimum frá áskoð-
arunum, meðan nummar
tvey fær 60 atkvøður og
nummar trý fær 30 at-
kvøður.
Tórshavnar
Musik-
skúli skipar fyri konsert-
ini í samstarvi við
Mjólkarvirki Búnaðar-
manna.
Pop Top konsert
leygardagin
Jesus og Makedonarin fær
góð ummæli í Danmark
Pop Top
konsertin
gevur
ungum
tónleikarum
at royna seg
á palli.
Konsertin
verður
leygardagin
í Grasagarði
í Havn
Jesus og Makedonarin varð framført fyrstu ferð í Føroyum á sumri í 2000. Verkið varð gjørt í sambandi við túsund ára haldið
fyri kristnanini av Føroyum. Myndin er frá framførsluni í Føroyum
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
Pauli í Sandagerði, við blómum í hondini, hevur skrivað tónleikin til Jesus og Makedonarin, og
verkið fær góð ummæli, nú tað er framført í Danmark
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6