hósdagur 22. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 96 - 22. mai 2003
Nr. 96 - 22. mai 2003
9
Verkfallið ger, at
flestu stovnarnir við
børnum eru latnir
aftur, sum ikki hava
privata reingerðing.
Men sjálvt um stovn-
arnir eru latnir aftur,
so merkir hetta ikki,
at ongin barnaansing
er. Í gjár hittu vit Egil
og Louis, sum vóru
farnir ein túr við
barnagentunum hjá
sær, sum eru 80 og 82
ára gamlir
VERKFALL
Ingrid Bjarnastein
Verkfallið rakar á ein ella
annan øll nú á døgum.
Flestu foreldrini merkja tað
við, at børnini ikki sleppa í
skúla ella barnagarð, og tí
verða tey noydd at finna
onnur hjálpiamboð fram.
Ommur og abbar, systkin
og onnur gerast til barna-
ansarar, og foreldrini, sum
ikki sjálv eru í verkfalli,
sleppa til arbeiðis.
Í gjár hittu vit Egil og
Louis, sum eru verkfals-
raktir. Ikki tí. Teir eru bert
níggju og trý ára gamlir,
men Egil sleppur ikki í
skúla og Louis sleppur ikki
í barnagarð.
– Nú er verkfall, so Louis
tímur ikki í barnagarð, sig-
ur Egil, sum er eldri beigg-
in.
Teir eru farnir túr í Havn-
ardali saman við abbanum
Poul Arna Joensen, sum
gongur á 83. vetri, og abba-
beiggjanum Kristoffur Jo-
ensen, sum er 80 ára gamal.
Hundurin skuldi vaska sær
um føturnir, so teir eru
farnir ein spaseritúr.
– Eg tími ikki í bagna-
garð. Bagnagarðurin sit-
in..., sigur Louis, sum
gongur og rennur við ein-
um spælirevolvara.
Egil gongur í 2. flokki í
Venjingarskúlanum,
og
Louis gongur í barnagarði
á Norðasta Horni.
– Nei, eg eri ikki barna-
genta. Eg fór bara at vitja
bróður, og so fóru vit ein túr.
Tað er hann, sum hevur
ansað eftir teimum báðum,
meðan verkfallið hevur ver-
ið, sigur Kristoffur Joensen.
Teir báðir smáu halda
eisini, at tað er nógv stutt-
ligari at vera hjá abbanum
enn at vera í skúla og
barnagarði, og tað letur til,
at Louis ætlar sær ikki aftur
í barnagarðin í bræði. So
hann leggur helst ikki so
nógv í, um verkfallið verð-
ur drúgt.
Nevnast kann til stuttleik-
ar at enda, at Poul Arni,
abbin, ikki er nakar ókendur
maður í Føroyum. Hann
hevur verið jólamaður í
útvarpinum í 27 ár, so tað
eru ivaleyst fleiri, sum kenna
røddina á honum aftur.
Yvir 80 ára gamlar barnagentur:
Stuttligari hjá abbanum enn í skúla
Egil, 9 ár og Louis, 3 ár vóru
farnir ein túr við barnagent-
unum hjá sær í gjáramorg-
unin. Barnagenturnar eru
tveir yvir 80 ára gamlir brøð-
ur, Kristoffur Joensen og abbi
dreingirnar, Poul Arni Joen-
sen. Hundurin var eisini
sloppin við
Mynd: Jens Kr. Vang
Elli er ikki tað sama sum sjúka
Tá 91 ára gamla, Elsa
Høgnesen í Klaksvík,
fyri einum ári síðani
broytti lívsførðslu,
byrjaðu plágurnar,
sum hon í mong ár
hevði drigist við, so
smátt at hvørva.
Dóttir hennara fekk
hana at royna
náttúruheilivág og
kostætlan eftir
tilráðing frá einum
heilsuráðgeva
LÍV OG HEILSA
Rúna Sivertsen
- Hvør dagur er mær ein
gleði, tí eg havi nakað at
síggja fram til. Eg eri vorð-
in varug við nakað sera
týdningarmikið, og tað er,
at elli ikki er tað sama sum
sjúka. Hóast eg eri vorðin
so gomul, so kann eg gleð-
ast kortini, sigur Elsa.
Flestu
klakvíkingar
kenna Elsu hjá Erlingi, sum
hon oftast verður rópt.
Eisini man hon vera kend
uttan fyri Klaksvíkina av
øllum teimum mongu, sum
gjøgnum árini hava sam-
skift við Norðoya Blikk-
smiðju.
Elsa er fødd og uppvaks-
in í Keypmannahavn. Í
1938 giftist hon Erlingi
Høgnesen úr Fuglafirði.
Tey komu at kennast, með-
an Erling stóð í læru í
Keypmannhavn.
Eins eldhugað og fyrr
Kendi handilsmaðurin og
reiðarin, Kjølbro, ætlaði at
lata blikksmiðju upp í
Klaksvík og eina ferð, hann
var í ørindum í Keypmanna-
havn, bað hann Erling reka
smiðjuna fyri seg.
Soleiðis bar tað á, at hesi
bæði ungu fólkini búsettu
seg í Klaksvík.
Í 1965 lótu Elsa og Erling
upp egna blikksmiðju í
kjallaranum í heimi teirra í
Kráargøtu. Tað er ikki ov
nógv sagt, at Elsa var "pri-
mus motor" á blikksmiðj-
uni øll 20 árini, hon og
maðurin høvdu fyritøkuna.
Elsa er ein serstakliga
røsk og arbeiðssom kvinna,
og hjá henni verður einki
latið í hendurnar á tilvildini.
Nú árini eru vorðin so
mong, er hon eins eldhugað,
sum hon var á yngru árum.
Árini ikki einsamøll
Men hjá henni, sum hjá
øllum øðrum, koma árini
ikki einsamøll. Fyri 20 ár-
um síðani byrjaði heilsan at
bila. Blóðtrýstið gjørdist ov
høgt, og hon varð noydd at
taka heilivág.
Síðani fekk hon sopp í
naglirnar á fótunum. Heili-
vágurin, hon fekk frá
Læknanum, hjálpti ikki, og
seinni breiddi soppurin
eisini seg til hendurnar.
Eftir at Elsa varð vorðin
einkja, gjørdist heilsan
verri, og hon fekk bløðru-
bruna og gikt. Heldur ikki
fyri hesar plágurnar hjálpti
heilivágurnin, hon fekk frá
læknanum. Læknin segði,
at bløðrubrunin kundi ikki
grøðast, men mátti haldast
niðri við heilivági restina
av lívi hennara.
Nú tók hon 10 tablettir um
dagin, og heilsan bara versn-
aði.
Hon kundi bert ganga
stuttar teinar, orsaka av pínu
í beinunum. Pínan stóðst av,
at æðrarnar í beinunum vóru
typtar. Tað, sum vit vanliga
kalla forkálking. Eisini gjør-
dist hon skjótt forpøst og
orkaði illa at draga andan,
skuldi hon gera eitthvørt
arbeiði.
Fekk eitt nýtt lív
Men fyri einum ári síðani
hitti Elsa ein heilsuráðgeva,
sum kannaði hana og gjørdi
henni eina kostætlan.
Kostætlanin er neyv og
fyri hvønn dag í vikuni.
Hon skal eta nógva frukt og
grønmeti, umframt rís og
korn av ymiskum slagi.
Eisini tekur hon náttúru-
heilivág og kosttilskot.
Tað er spennandi at
hyggja inn í matarskápið
hjá Elsu. Har stendur ein
rúgva av íløtum við øllum
møguligum
spennandi
grýnum, kornum, turkaðum
fruktum og plantum.
- Tað er nógv roks av at
gera matin til, og tað er ikki
ókeypis. Men tað er bæði
stríðið og peningin vert, tí
eg eri frísk av øllum, sum eg
plágaðist av frammanundan,
sigur Elsa ovurfegin.
Nú, eitt ár eftir, at hon
fyrstu ferð hitti kostráðgeva
sín, tekur Elsa onga tablett
frá lækna.
Elsa leggur aftrat, at hon,
síðani hon var ein smá-
genta, hevur lagt lív sítt í
Guds hond og biðið hann
signað tað, sum hon etur.
Elsa í hugnaliga køkinum í
heimi sínum í Klaksvík. Til
høgru á myndini sæst frukt-
pressan, sum hon hvønn
morgun nýtir til fruktsevj-
unar, hon skal drekka. Elsa
er sloppin undan giktini og
nógvum øðrum plágum, sum
fylgja við aldrinum, bert við
at broyta kostin og við at
taka náttúruheilivág. - Tað
er stríðið og peningin vert, tí
nú havi eg tað sum fiskurin,
sigur hon
(Mynd: Rúna Siverten)
Eins og í fjør verður
bátastevnan Kjalaratn
hildin í Vestmanna. Í
ár verður stevnan
leygardagin 24. mai.
Ágóðin av stevnuni
fer til eitt myndasavn
hjá Undirhúsinum í
Vestmanna og til ein
nýggjan kappróðrar-
bát til VÍF
BÁTASTEVNA
Hóast verkfall er, verður
bátastevnan Kjalarvatn í
Vestmanna leygardagin 24.
mai. Stevnan er fyri bátar í
øllum landinum. Longu
fríggjakvøldið fara fleiri
bátar út í Hest at liggja nátt-
ina yvir. Stevnan byrjar kl.
14.00, tá ein sølufram-
sýning letur upp á fiska-
virkinum Atlantis í Vest-
manna, har ymiskir handlar
sýna fram bátaútgerð og
hava ymisk góð tilboð til
bátaeigarar. Kl. 14.30 møt-
ast bátarnir við Fútaklett og
koma at bryggju í Vest-
manna kl. 15.00, tá Frels-
unarherurin spælir á havna-
økinum. Kl. 15.30 verður
ókeypis suppa á Fiskavirk-
inum til øll bátafólkini.
Sluppin Jóhanna kemur
kemur helst við fimm
grindabátum.
Motor-
súkkluframsýning verður á
havnaøkinum.
Kl. 23.00 verður dansur,
har Country Bólkurin úr
Klaksvík spælir.
Stevnan var fyrstu ferð
hildin í fjør, tá vóru umleið
800 fólk til dansin. Ágóðin
av stevnuni fer til eitt
myndasavn í Undirhúsinum
í Vestmanna og til ein
nýggjan kappróðrabát til
VÍF. Tað eru Undirhúsið og
VÍF-Kappróðraneystið ið
skipa fyri stevnuni. Kon-
takttelefonir:
264539/
221577/210496.
Í samband við dansin
verður bussamband sam-
skipað við Náttarbussin, ið
fer úr Sørvági kl. 23.00 og
vestur aftur kl. 04.30 og frá
City í Havn kl. 10.30 og
suður aftur kl. 03.30 og kl.
05.30.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
22. mai. Castus,
deyður í umleið 250.
Saman við øðrum
brendur á báli í
Kartago.
Bátastevnan Kjalarvatn
í Vestmanna leygardagin
Hanna Wilson
í Hull 80 ár
Ein heilsan til Johonnu, systur mína, á 80
ára føðingardegi hennara.
Johanna Helga, vanliga nevnd Hanna, varð fødd í
Havn tann 22. mai 1923. Faðir okkara, L.W. Apol,
var frá Delfzijl í Hollandi. Móður okkara, Angelika
Súsanna, vanliga nevnd Sanna, var dóttir Andrias í
Norðadali. Vit vóru trý systkin, undirritaði, Hanna
og Jákup, ið doyði í 1986.
Undir seinna heimsbardaga, 1939-45, búðu vit í
Havn. Sum øllum kunnugt, vóru Føroyar hersettar
av bretum í 1940. Í Havn møtti Hanna mr. Harry
Wilson, sum tá var hermaður. Tað rann saman teirra
millum og í 1948 giftust tey í Hollandi. Tey fóru til
Bretlands at búgva. Tá fór Harry at gera sína
arkitektútbúgving lidna, sum steðgaði, tá hann varð
kallaður inn til hertænastu. Eina tíð búðu tey í
Douglas á oynni Man, har Harry starvaðist sum
arkitektur. Seinnu mongu árini hava Hanna og Harry
búð í Hull, har hann fekk starv sum arkitektur hjá
býarstýrinum, til hann fór frá vegna aldur. Í
hjúnarlagnum fingu tey fýra børn, tveir synir og
tvær døtur. Tann elsti teirra, Louis Wilson, sum býr
í London, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og
skilir væl føroyskt. Hann er kendur av nógvum
føroyingum bæði í Bretlandi og í Føroyum.
Serstakliga í sambandi við stóra átakið, ið var ímóti
grindadrápi og føroyingum, fyri fáum árum síðan.
Tá varð hann ein hollur stuðul at hjálpa føroyingum
og tala teirra søk.
Góða Hanna, eg fari við hesum at ynskja tær
hjartaliga tillukku við teimum áttati árunum tann 22.
mai.
Kærar heilsanir, bróður tín
Eiko Apol
Í dag, 22. mai, eru 10 ár
liðin síðan Jógvan Telling
Joensen tónleikari í Havn
fekk ein blóðtøpp, sum
gjørdi at hann bleiv lutvíst
lammaður og einki fekk
gjørt. Hesi tíggju árini, sum
eru liðin síðan tá, hava
verið ein stór avbjóðing hjá
Jógvani, og hann hevur
brúkt nógva tíð og orku til
upptrening av ymiskum
slagi. Hann hevur m.a.
fingið sær koyrikort, spælir
ymisk ljóðføri, og lært seg
at brúka teldu. Áðrenn
hann bleiv sjúkur, hevði
hann ikki koyrikort, nú
koyrir hann við bæði bili og
campingvogni. Jógvan er
útbúgvin tónleikari við
konservatoriið
í
Keyp-
mannahavn. Í løtuni arbeið-
ir hann arbeiðir við eini
fløguútgávu við ymiskum
barnasangum.
Uttanfyri húsini hjá sær
hevur Jógvan ein stein, har
ein yrking hjá honum er
málað uppá. Hann hevur
eisini gjørt eitt lag til yrk-
ingina.
Mín seinasti steinur
Tú ert ikki serliga reinur
Men góður nokk til mín
Til at vera mín seinasti
steinur
Til gamalt vatn og gott vín
Fríggjakvøldið 23. mai há-
tíðarheldur Jógvan 10 ára
dagin við at bjóða vinum
og kenningum heim til sín.
Jógvan sigur, at hann ætlar
sær
í
føroysk
klæðir
fríggjakvøldið.
Jógvan Telling – 10 ár eftir
blóðtøppin
C
M
Y
K
9
8